Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2021 Nr. 195
Kunngerð um veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2022
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1 Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal…
Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda veiðigjald av veiðu av botnfiski í Barentshavinum. Stk. 2. Veiðigjaldið er kr. 0,85 fyri hvørt kilo fiskað í rundari vekt. Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022. Fíggjarmálaráðið, 22. desember 2021 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.