Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2006 Nr. 55

Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verður sum stk. 2 sett: ”Stk. 2. Kravið í stk.1, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.” 2) Í § 5 verður aftaná stk. 3 sett: “Stk. 4. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 1-3 kunnu feløg v.m., sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, men eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, reka vinnuvirksemi, ið kemur undir hesa lóg.”

§ 2 Í løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar / om registrerede revisorer…

Í løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar / om registrerede revisorer verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður aftaná stk. 4 sett: “Stk. 5. Kravið í stk. 2, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.” 2) Danski lógarteksturin verður settur úr gildi.

§ 3 Í løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løggildar grannskoðarar/ om autoriserede revisorer…

Í løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løggildar grannskoðarar/ om autoriserede revisorer verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður aftaná stk. 4 sett: “Stk. 5. Kravið í stk. 2, nr. 1, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.” 2) Danski lógarteksturin verður settur úr gildi.

§ 4 Í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999, verður gjørd henda broyting: Í § 9, stk. 2 verður aftaná “føroyskur” sett: “ella íslendskur”.

§ 5 Í løgtingslóg 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í sumbiarbergholinum verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í sumbiarbergholinum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Verður loyvi latið einstaklingi ella einstaklingum í felag, skulu hesir hava bústað í Føroyum. Kravið um bústað í Føroyum er tó ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.” 2) Í § 3, stk. 2 verður aftaná “Føroyum” sett: ”, ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans.”

§ 6 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 1 verður aftaná “rúsdrekka” sett: “, jb. tó § 8, stk. 4.” 2) Í § 7,stk. 3 verða í staðin fyri orðini “og føroysku bryggjaríini” sett: “og bryggjarí, ið hava fingið loyvi at útflýggja egna framleiðslu av øli”. 3) Í § 8 verður aftaná stk. 3 sett: “Stk. 4. Loyvisnevndin kann heimila øðrum enn føroyskum bryggjaríum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli, um hesi eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum. Tann í § 6 ásetta avmarking er eisini galdandi.” 4) Í § 10 verður aftaná stk. 4 sett: “Stk. 5. Kravið í stk. 1 um, at feløg v.m. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg v.m., ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.” 5) Í § 12, stk.1 verður sum pkt. 2 sett: “Kravið í stk. 1, nr. 3, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.”

§ 7 Í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3.…

Í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998, verður aftaná § 20 sett: “§ 20 a. Kappingarráðið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins, um hesar eru neyðugar til tess at fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í hesum londum. Tað er ein treyt, at upplýsingar kunnu latast báðar vegir. Stk. 2. Tá upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingarráðið seta sum treyt, at upplýsingarnar verða undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum, einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingarráðnum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu Kappingarráðsins, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum.”

§ 8 Løgtingslóg nr. 25 frá 12. mai 1959 um forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum…

Løgtingslóg nr. 25 frá 12. mai 1959 um forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum verður sett úr gildi.

§ 9 Í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. verða gjørdar hesar…

Í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4 verður aftaná stk. 3 sett: “Stk. 4. Treytin í stk.1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar ella feløg, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.” 2) Danski lógarteksturin verður settur úr gildi.

§ 10 Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands,…

Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 96/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum · innanhýsis
Áður galdandi · 12. mai 1959
Broytingar
vinnu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 · innanhýsis
Galdandi · 27. apríl 2001
Broytingar
kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 · innanhýsis
Áður galdandi · 6. juni 1997
Broytingar
tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 · innanhýsis
Áður galdandi · 13. februar 1996
Broytingar
løggildar grannskoðarar, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 · innanhýsis
Áður galdandi · 21. mai 1993
Broytingar
skrásettar grannskoðarar, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 · innanhýsis
Áður galdandi · 21. mai 1993

Tengdar rættarkeldur

(9)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

9 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙