Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. februar 1996 Nr. 3
Løgtingslóg um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006
Kapittul 1 Øki lógarinnar
Kapittul 2 Almennar reglur um tryggingarvirksemi
Kapittul 3 Stovnan av tryggingarfeløgum
Kapittul 4 Ognarviðurskifti
Kapittul 5 Fæfeingisgrundarlagið í tryggingarpartafeløgum
Kapittul 6 Sínámillum Tryggingarfeløg
Kapittul 7 Limirnir í sínámillum tryggingarfeløgum og teirra ábyrgd fyri skyldum felagsins
Kapittul 8 Inngjalding av ábyrgdarpørtum v.m.
Kapittul 9 Leiðslan í tryggingarfeløgum
Kapittul 10 Aðalfundur í sínámillum tryggingarfeløgum
Kapittul 11 Ársroknskapur og samtøkuroknskapur v.m.
Kapittul 12 Íløgureglur
Kapittul 13 Vinningsbýti, trygdargrunnur v.m.
Kapittul 14 Umsiting av eini lívstryggingarmongd
Kapittul 15 Avhending av eini lívstryggingarmongd
Kapittul 16 Avhending av eini skaðatryggingarmongd
Kapittul 17 Samanlegging og klúgving
Kapittul 18 Avtøka av tryggingarfeløgum
Kapittul 19 Grannskoðan og granskan
Kapittul 20 Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli
Kapittul 21 Serstakar reglur um ávísar eftirlønargrunnar
Kapittul 22 Serstakar reglur fyri ávísar _firma“eftirlønargrunnar
Kapittul 23 Bygningsbrunatrygging
Kapittul 24 Arbeiðsskaðatrygging
Kapittul 25 Eftirlit
Kapittul 26 Endurreisingarætlanir og aðrar fyriskipanir
Kapittul 27 Ymiskar ásetingar
Kapittul 28 Revsireglur v.m.
Kapittul 29 Gildiskomu- og skiftisreglur
Hendan løgtingslógin er sett úr gildi, men § 9, stk. 4 og stk. 6 verða verandi í gildi fyri lívstryggingarvirksemi og tvørgangandi eftirlønargrunnar, til landsstýrismaðurin hevur sett í gildi ta kunngerð, sum nevnd er í § 217, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008
Kapittul 1
Øki lógarinnar
Kapittul 1 Øki lógarinnar
Henda lóg er galdandi fyri tryggingarvirksemi og virksemi hjá eftirlønargrunnum sambært kapittul 21 og 22. Stk. 2. Fyri endurtryggingarvirksemi og samtrygging kann Føroya Landsstýri góðkenna frávik frá lógini, ella aðramátar áseta serligar reglur.
Lógin er ikki galdandi fyri 1) arbeiðsloysisskipanir, jbr. løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. 2) Sjúkrakassar og líknandi kassar.
Reglurnar í hesi lóg um samtøkur verða at nýta, tá móðurfelagið er eitt tryggingarfelag. Stk. 2. Eftirlitið kann gera av, at reglurnar um samtøkur í hesi lóg ella lógini um partafeløg eisini verða at nýta heilt ella partvíst, burtursæð frá § 49, stk. 3 í partafelagslógini: 1) á bólkar av tryggingarfeløgum, ið ikki gera eina samtøku sambært § 2 í partafelagslógini, men sum tó hava eitt slíkt sínámillum samband, at nýtsla av nevndu reglum má vera mett neyðug. Hesi feløg tilnevna eitt felag sum § 4 fevnir um, og sum er heimahoyrandi her í landinum, ið skal verða mett sum móðurfelag. Verður hetta ikki gjørt, tilnevnir Eftirlitið felagið, 2) á viðurskiftini millum eitt parta- ella smápartafelag og eitt tryggingarfelag, tá fyrst nevnda mótvegis tryggingarfelagnum hevði verið mett sum móðurfelag sambært hesi lóg, um tað rak tryggingarvirksemi. Stk. 3. Við dótturfeløg er at skilja dótturfeløg og aðrar fyritøkur, sum felagið hevur eitt samsvarandi samband við. Kapittul 2 Almennar reglur um tryggingarvirksemi
Kapittul 2 Almennar reglur um tryggingarvirksemi
Tryggingarvirksemi sambært hesi lóg kunnu einans partafeløg, sínámillum feløg og eftirlønargrunnar sambært kapittul 21 og kapittul 22 reka, sum frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum hava fingið loyvi (konsessión) sambært § 9, stk. 1 og stk. 2.
Eitt tryggingarfelag kann ikki hava annað virksemi enn tað tryggingarvirksemi, sum loyvið tilskilar, um ikki annað fylgir av reglunum í § 6. Stk. 2. Eitt tryggingarfelag verður mett at reka annað virksemi, um so er, at felagið 1) fremur eina avgerandi ávirkan í einum vinnuvirki, ið rekur annað slag av virksemi enn tryggingarvirksemi ella virksemi sambært § 6, ella 2) saman við øðrum tryggingarfeløgum ella eftirlønargrunnum hevur eina avgerandi ávirkan í einum vinnuvirki, ið rekur annað virksemi enn tryggingarvirksemi ella virksemi sambært § 6, og sum ikki er eitt peningamillumgongupartafelag. Stk. 3. Peningamillumgongupartafeløg eru partafeløg, hvørs endamál bert er at fáa sær ognarpartar ella í aðramáta seta pening í eina ella fleiri vinnufyritøkur. Stk. 4. Tá fleiri tryggingarfeløg gera eina samtøku, har móðurfelagið ikki er eitt tryggingarfelag, ella tey eru saman í einum fyrisitingarfelagsskapi, verða viðkomandi tryggingarfeløg mett sum eitt tryggingarfelag tá stk. 2 kemur í nýtslu. Somuleiðis verða møgulig dótturfeløg hjá einum tryggingarfelag saman við móðurfelagnum mett sum eitt tryggingarfelag.
Umframt tryggingarvirksemi kann eitt tryggingarfelag hava fylgjandi virksemi: 1) umboð fyri tryggingarfeløg og fyri onnur feløg, ið eru undir eftirliti Eftirlitsins, 2) byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga og 3) annað virksemi, ið má metast at hoyra til felagsins tryggingarvirksemi. Stk. 2. Eftirlitið kann gera av, at eitt virksemi, ið stk. 1, nr. 3 fevnir um, skal innast av einum øðrum felag, sum er skrásett hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum. Stk. 3. Tryggingarfeløg kunnu gjøgnum dótturfeløg reka virksemi, sum ikki er tilskilað í loyvi felagsins, tá dótturfelagið einans rekur virksemi, ið er undir eftirliti Eftirlitsins.
Tryggingarvirksemi og annað virksemi, ið §§ 5, stk. 1 og 6, stk. 1 fevna um, skal verða rikið samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari tryggingarsiðvenju. Eftirlitið kann í førum, har virksemið verður rikið ímóti hesum geva boð um, at slíkt virksemi verður steðgað.
Lívstryggingarvirksemi kann ikki í sama felag verða saman við øðrum tryggingarvirksemi. Tó kann sama felag hava endurtrygging av lívstrygging og aðrari trygging. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann áseta nærri reglur um avmarkingina millum lívstryggingarvirksemi og annað tryggingarvirksemi. Stk. 3. Verður broyting gjørd í avmarkingini millum lívstryggingarvirksemi og annað tryggingarvirksemi, kann eitt tryggingarfelag, sum higartil hevur kunna havt samlaða virksemið í sama felag, halda áfram við hesum. Eftirlitið kann áseta nærri treytir fyri hesum.
Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi (konsessión) frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum at reka tryggingarvirksemi. Stk. 2. Einans feløg, hvørs stovnarar kunnu skjalprógva, at parta- ella ábyrgdarpeningurin, jbr. §§ 14, stk. 1, § 25 og § 27, stk. 1 er føroyskur ella íslendskur, kunnu fáa loyvi (konsessión). Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetir í kunngerð nærri reglur um próvførslu o.a. viðvíkjandi ognarviðurskiftunum í samband við tann í stk. 2 nevnda parta- ella ábyrgdarpening. Stk. 4. Føst ogn, skip, motorakfør, lógbodnar tryggingar, lívstryggingar, eftirlønargrunnar sambært kapittul 21 og 22, og annar tryggingarbarur váði í Føroyum, ið er knýttur at føroyskum áhugamálum, kann ikki verða tryggjaður aðrastaðni, men einans í teimum í stk. 1 og 2 nevndu feløgum, tó við undantaki av tryggingarváða av skipum við tilhoyrandi manning, útgerð og reiðskapi, sum eru skrásett undir FAS-skipanini og teimum undantøkum, sum fylgja av § 1, stk. 2. Stk. 5. Undantikin reglunum í stk. 4 eru tryggingaráhugamál, ið hoyra undir danska ríkið. Stk. 6. Um tey í stk. 1 og 2 nevndu feløg ikki ynskja at átaka sær eina trygging, verða reglurnar í stk. 4 ikki at nýta. Stk. 7. Áðrenn loyvi verður givið og skráseting er farin fram, kann felagið ikki tekna tryggingar. Henda regla er tó ikki til hindurs fyri, at tað, við stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag fyri eyga, fer fram tekning av limum, um so er, at tryggingarábyrgdin ikki tekur við og tryggingargjald ikki verður kravt, áðrenn felagið er skrásett. Stk. 8. Við fráboðan um loyvi ella broytingar í loyvi sendir Eftirlitið vegna Føroya Landsstýri og Eftirlitið samstundis avrit av loyvinum til føroyska skrásetingarmyndugleikan. Føroyski skrásetingarmyndugleikin skrásetir loyvisdagin. Stk. 9. Eftirlitið kann afturkalla loyvi hjá einum felag, um tað ikki hevur verið nýtt í 2 ár ella meira.
Eftirlitið kann nokta einum tryggingarfelag loyvi, um ein limur í stjórn ella nevnd tryggingarfelagsins: 1) verður mettur ikki at hava nóg góðar royndir at hava yrkið ella starvið, 2) er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, og tað framda grundar ein nærliggjandi vanda fyri misnýtslu av yrkinum ella starvinum, ella 3) í yrkinum ella starvinum hevur havt eina slíka framferð, at orsøk er at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja yrkið ella starvið á tryggan hátt. Stk. 2. Loyvi kann harumframt verða noktað, um teir í kapitli 4 nevndu ognarar verða mettir at vilja arbeiða ímóti einum fullgóðum rakstri av felagnum.
Eitt tryggingarfelag kann ikki verða skrásett hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum fyrr enn Føroya Landsstýri og Eftirlitið hava givið loyvi.
Navnið á einum tryggingarfelag skal týðiliga lýsa, at felagið er eitt tryggingarfelag. Onnur feløg v.m. kunnu ikki í teirra nøvnum ella tá tey venda sær til almenningin nýta orð, ið eru egnað til at elva ta fatan, at tey reka tryggingarvirksemi. Stk. 2. Eitt sínámillum tryggingarfelag skal í sínum navni hava orðini _sínámillum felag“, ella styttingar av hesum, ella á annan hátt týðiliga tilskila felagsins eginleika sum sínámillum felag. Reglurnar í § 153 í lóg um partafeløg verða at nýta samsvarandi. Kapittul 3 Stovnan av tryggingarfeløgum
Kapittul 3 Stovnan av tryggingarfeløgum
Stovningarskjalið skal umframt tað, sum er nevnt í § 5 í partafelagslógini, hava reglur um, hvønn stovnarnir hava í uppskoti til nevnd, stjórn og grannskoðarar fyri felagið. Stk. 2. Fyri sínámillum feløg skal stovningarskjalið eisini hava tilskilan um: 1) ábyrgdina hjá limum og ábyrgdarum fyri skyldum felagsins og hvussu limir og ábyrgdarar ábyrgjast sínámillum, 2) felagið skal kunna taka við endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og 3) ábyrgdarpeningurin skal bera rentu, og tá sambært hvørjum reglum.
Partapeningurin skal inngjaldast í reiðum peningi. Eftirlitið kann tó loyva, at inngjalding hendir í øðrum virðum enn peningi (apportinnskot). Stk. 2. Við umsóknini til Eftirlitið sambært stk. 1, 2. pkt. skal fylgja tann í § 6 a, stk. 1 í partafelagslógini nevnda metingarfrásøgn. Stk. 3. Stovningarskjalið skal hava upplýsing um umsóknin sambært stk. 1, 2. pkt. er latin Eftirlitinum. Um loyvi longu er fingið frá Eftirlitinum, skal loyvið og treytirnar fyri loyvinum verða endurgivnar í stovningarskjalinum. Stk. 4. Um Eftirlitið ikki gevur loyvi til tað apportinnskot, sum søkt er um, kann stovningarskjalið ikki verða undirskrivað. Er stovningarskjalið longu undirskrivað, tá sýting Eftirlitsins verður fráboðað, førir hetta við sær, at stovningarskjalið fellur burtur. Stk. 5. Stovnandi aðalfundur kann ikki verða hildin, fyrr enn avgerð Eftirlitsins sambært stk. 1, 2. pkt. er til skjals. Stk. 6. Reglurnar í stk. 1-5 verða at nýta samsvarandi í samband við fæfeingishækkan. Stk. 7. Um eitt stovningarskjal ikki hevur upplýsing sum nevnt í stk. 3, 2. pkt., verður stk. 3 at nýta samsvarandi á tekningarlistum.
Verður felagið stovnað við tí fyri eyga at yvirtaka eina verandi tryggingarfyritøku ella yvirtaka eina tryggingarskipan frá øðrum tryggingarfelag, skal tað vera lýst í stovningarskjalinum, við tilskilan um uppskot til sáttmála um avhending av tryggingarskipanini er gjørd.
Fær felagið ognarvirðir frá einum stovnara, ábyrgdara ella einum partaeigara í førum, ið § 6 c í partafelagslógini fevnir um, skal tað góðkennast av Eftirlitinum. Tann í § 6 a í partafelagslógini nevnda metingarfrásøgn skal verða send Eftirlitinum.
Viðtøkurnar skulu umframt tað, sum ásett er í § 4 í partafelagslógini hava reglur um umsiting av peningi felagsins, roknskapargreiðslu og um býtið av ársyvirskoti. Stk. 2. Viðtøkurnar hjá sínámillum feløgum skulu eisini hava reglur um: 1) hvussu limir og ábyrgdarar bera ábyrgd fyri skyldum felagsins, og hvussu limir og ábyrgdarar ábyrgjast sínámillum, 2) felagið skal kunna yvirtaka endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og 3) ábyrgdarpeningurin skal bera rentu, og um so er, eftir hvørjum reglum.
Í seinasta lagi samstundis við fráboðanina um skráseting hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum skal felagið lata inn umsókn um loyvi til Føroya Landsstýri og Eftirlitið. Við umsóknini skal fylgja stovningarskjalið og onnur skjøl, sum eru gjørd í samband við stovningina, og skulu hesi vera frumskjøl ella avrit váttað av stýrinum, og eisini skal váttað úrskrift úr førdu gerðabók á stovnandi aðalfundinum fylgja við. Stk. 2. Umsókn um loyvi skal hava eina rakstrarætlan, sum felagið hevur gjørt fyri tað virksemi, sum felagið ætlar sær at reka. Føroya Landsstýri ásetir gjøllari reglur um upplýsingar, sum skulu vera í rakstrarætlaninini, og um áramál. Stk. 3. Umsókn um loyvi skal harumframt hava upplýsingar um øll, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í minsta lagi 10 prosent av fæfeinginum ella atkvøðurættindunum ella ein fæfeingislut, ið gevur møguleika fyri at fremja stóra ávirkan á tryggingarfelagsins rakstur og eisini um støddina á fæfeingislutinum hjá hesum ognarum. Stk. 4. Eitt loyvi skal hava upplýsing um tað tryggingarvirksemi, sum felagið kann inna. Føroya Landsstýri ásetir gjøllari reglur um innihaldið annars í loyvinum. Stk. 5. Hevur Eftirlitið ikki, innan 6 mánaðir eftir móttøkuna av umsókn um loyvi, givið ummæli um umsóknina, kann felagið leggja málið fyri dómstólarnar.
Tøkniliga grundarlagið v.m. hjá einum lívstryggingarfelag, skal fráboðast Eftirlitinum í seinasta lagi samstundis við, at grundarlagið v.m. verður tikið í nýtslu. Sama er galdandi fyri einhvørja seinri broyting í nevndu viðurskiftum. Fráboðanin skal hava tilskilan um 1) grundarlagið fyri útrokningini av tryggingargjøldunum og lívstryggingarburturleggingum, 2) teir tryggingarformar, sum felagið ætlar at nýta, 3) reglur fyri útrokning og býti av yvirskoti til tryggingartakarnar og onnur, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum, 4) felagsins meginreglur fyri endurtrygging, 5) reglur fyri upplýsingar, sum tey tryggingarsøkjandi skulu lata til metingar av váðanum, 6) reglur fyri útrokning av afturkeypsvirðinum og tryggingarfrískjølum og 7) reglur, sambært hvørjum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum, sum eru teknaðar ella avtalaðar sum tvungnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni kunnu verða fluttar frá ella til felagið í samband við flytan í annað starv. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur um tey viðurskifti, ið nevnd eru í stk. 1.
Tey fráboðaðu viðurskiftini skulu vera tryggjandi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartakaranum og øðrum, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum. Stk. 2. Tær fráboðaðu reglurnar fyri útrokning av yvirskoti, jbr. § 19, stk. 1, nr. 3 skulu vera neyvar og greiðar og skulu føra til eitt rímiligt býti. Stk. 3. Tryggingargjøldini fyri nýteknaðar tryggingar skulu vera nóg stór, soleiðis at tryggingarfelagið kann lúka sínar skyldur, uttan at tørvur verður á skipaðum og varandi tilflutningi av øðrum ognum. Stk. 4. Tann ella teir rentusatsir, ið verða lagdir til grundar fyri útrokningini av lívstryggingarburturleggingunum, skulu verða valdir við varni. Stk. 5. Teir hagfrøðiligu útrokningarpartarnir og útreiðslupartarnir skulu verða valdir við varni. Stk. 6. Eftirlitið kann seta nærri reglur um tey í stk. 1-5 nevndu krøv. Stk. 7. Um krøvini í stk. 1-5 ella reglur givnar við heimild í hesi lóg ikki eru lokin, skal Eftirlitið krevja, at lívstryggingarfelagið ger tær neyðugu broytingarnar sambært teimum í § 19 fráboðaðu viðurskiftum innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir. Ásetingin í § 172 verður at nýta samsvarandi.
Verða tryggingar teknaðar hóast ásetingina í § 9, stk. 7, 1. pkt., bera tey, sum vegna felagið hava teknað tryggingarnar ella hava medábyrgd fyri hesum, samábyrgd fyri, at avtalan verður lokin. Góðkennir felagið skyldurnar innan 4 vikur eftir skrásetingina, fellur ábyrgdin hjá teimum viðkomandi burtur, treytað av, at trygdin hjá tryggingartakarunum ikki við hesum versnar avgerandi. Áðrenn felagið hevur góðkent skyldurnar, eru slíkar avtalur ikki bindandi fyri tryggingartakaran. Stk. 2. Tekning av einum limi í eitt sínámillum felag í samsvari við § 9, stk. 7, 2. pkt., er einans bindandi um felagið verður fráboðað føroyska skrásetingarmyndugleikanum innan eitt ár eftir tekningina. Verður skráseting noktað, dettur avtalan burtur.
Ger eitt felag av, at hava eitt virksemi, ið tess loyvi ikki fevnir um, hevur avgerðin ikki gildi fyrr enn Føroya Landsstýri og Eftirlitið hava givið tað neyðuga loyvið. Kapittul 4 Ognarviðurskifti
Kapittul 4 Ognarviðurskifti
Eftirlitið skal hava fráboðan um og frammanundan góðkenna, at ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur beinleiðis ella óbeinleiðis ognar sær ein serligan lut í einum tryggingarfelag og eisini slíka øking av einum serligum luti, ið hevur við sær, at hesin er ella fer um eitt mark uppá ávikavist 20, 33 og 50%, ella at tryggingarfelagið verður eitt dótturfelag. Stk. 2. Við serligum luti er at skilja beinleiðis ella óbeinleiðis ogn av í minsta lagi 10 prosentum av fæfeinginum ella atkvøðurættindunum ella einum luti, ið gevur møguleika fyri at fremja eina munandi ávirkan á rakstur tryggingarfelagsins. Stk. 3. Ognan ella øking av lutinum, sum nevnt í stk. 1 kann bert verða góðkend, tá hetta ikki stríðir móti fyrilitinum at tryggja ein fullgóðan rakstur av tryggingarfelagnum. Góðkenning ella noktan felagsins skal vera til taks í seinasta lagi 3 mánaðir eftir fráboðan um ætlaðu íløguna. Stk. 4. Eftirlitið kann, tá góðkenning av ognan ella øking sambært stk. 1 verður givin, áseta eina freist fyri, nær henda skal vera framd. Stk. 5. Fæfeingisognarar, sum eiga ein lut uppá í minsta lagi 10 prosent, og sum ætla at minka henda lut, soleiðis, at hann kemur undir tey í stk. 1 ásettu mørkini, skulu geva Eftirlitinum fráboðan um hetta og tilskila støddina á tí ætlaða framtíðarlutinum. Stk. 6. Tá eitt tryggingarfelag fær kunnleika um ognan ella avhending av lutum, sum nevndir í stk. 1 og 5, skal tryggingarfelagið beinan vegin geva Eftirlitinum fráboðan um hetta. Stk. 7. Tryggingarfeløgini skulu eina ferð um árið innan endan á juni mánað geva Eftirlitinum fráboðan um nøvnini á fáfeingisognarum, sum eiga serligan lut í tryggingarfelagnum, og støddina á hesum lutum.
Um so er, at fæfeingisognarar, ið eiga ein av teimum í § 23, stk. 1 ásettu lutunum í einum tryggingarfelag, arbeiða í móti einum fullgóðum rakstri av tryggingarfelagnum, kann Eftirlitið seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutunum hjá viðkomandi ognara ella krevja at tryggingarfelagið fylgir ávísum meginreglum. Stk. 2. Eftirlitið kann seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutum, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar eiga, sum ikki halda skylduna í § 23, stk. 1, at geva Eftirlitinum fráboðan frammanundan. Fæfeingislutir fáa aftur fullan atkvøðurætt, um Eftirlitið kann góðkenna ognanina. Stk. 3. Eftirlitið skal seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutum, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar eiga, sum hava ognað sær lutir, ið umrøddir eru í § 23, stk. 1, hóast Eftirlitið hevur noktað at góðkenna ognanina av hesum fæfeingislutum. Stk. 4. Hevur Eftirlitið sett úr gildi atkvøðurættin sambært stk. 1-3, kann fæfeingisluturin ikki verða tikin við í uppgerðini av tí á aðalfundi umboðaða fáæfeinginum, sum hevur atkvøðurætt. Kapittul 5 Fæfeingisgrundarlagið í tryggingarpartafeløgum
Kapittul 5 Fæfeingisgrundarlagið í tryggingarpartafeløgum
Tryggingarpartafeløg skulu fyri at kunna reka virksemi hava eitt grundarfæfeingi. Tann neyðuga støddin á grundarfæfeinginum verður avgjørt við útrokning av felagsins gjaldførisbredda. Stk. 2. Gjaldførisbreddin verður útroknaður við støði í slagnum og vavinum av virkseminum, tó soleiðis, at ásett verður ein minstaupphædd einans eftir slagnum av virkseminum. Føroya Landsstýri kann við almennum fyriskipanum áseta eina lægri minstuupphædd fyri bólkar av feløgum, fyri hvørji serstøk viðurskifti gera seg galdandi. Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetir reglur um, hvussu gjaldførisbreddin verður útroknaður, og um í hvønn mun partapeningurin (felagsfæfeingið), trygdargrunnur og onnur tiltøk kunnu verða roknað uppí grundarfæfeingið, og um heimildir Eftirlitsins í samband við metingina av roknskapi felagsins at loyva, at onnur viðurskifti verða tikin við í metingini av, um grundarfæfeingið hjá felagnum er nóg stórt. Stk. 4. Hóast støddina á grundarfæfeinginum skal partapeningurin í minsta lagi vera tann upphæddin, sum er ásett í partafelagslógini. Stk. 5. Tað áliggur felagnum at rokna støddina á tí neyðuga partapeninginum og øðrum grundarfæfeingi. Henda útrokning er partur av rakstrarætlanini, jbr. § 18. Stk. 6. Henda broytingar í viðurskiftum felagsins sum gera, at óttast má fyri, at grundarfæfeingið tá roknskaparárið endar ikki fer at samsvara tí ætlaða gjaldførisbreddanum, skulu reglurnar í §§ 171-173 verða nýttar. Kapittul 6 Sínámillum Tryggingarfeløg
Kapittul 6 Sínámillum Tryggingarfeløg
Við teimum neyðugu tillagingunum og við teimum frávikum, ið standast av reglunum í hesi lóg verða reglurnar í §§ 2-10, § 11, stk. 1 og 3, § 12, stk. l-4, § 13, §§ 29-38, §§ 49-55a, § 56, stk. 4, §§ 57 og 58, §§ 61-64, § 111, stk. 2 og 3, §§ 112-114, §§ 115-118, §§ 120-126, §§ 134 a-134 c, § 134 e, stk. 1 og 2, 1. pkt., og stk. 4-6, §§134 i-134 k, kapittul 16, kapittul 19, § 160, § 161 og §§ 176-178 í partafelagslógini at nýta samsvarandi á sínámillum tryggingarfeløg. Stk. 2. Í teimum í stk. 1 nevndu reglum í partafelagslógini verða reglurnar viðvíkjandi partaeigarum at nýta á ábyrgdarnar og reglurnar um partapening og partabrøv at nýta viðvíkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum við neyðugum tillagingum. Stk. 3. Øll, sum hava atkvøðurætt sambært uppskoti til stovningarskjal ella viðtøkur, skulu taka undir við avgerð sambært § 9, stk. 2 í partafelagslógini. Samtykki sambært § 11, stk. 2, 3. pkt. í partafelagslógini skal verða givið av øllum stovnarum og øllum, sum hava atkvøðurætt sambært uppskoti til stovningarskjal ella viðtøkur. Stk. 4. §§ 112 og 113 í partafelagslógini um útgjald til partaeigarar skulu nýtast samsvarandi á rentu til ábyrgdarar og útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum.
Sínámillum tryggingarfeløg skulu fyri at kunna reka virksemi hava ábyrgdarpening ella annað grundarfæfeingi. Stk. 2. Ásetingarnar í § 25, stk. 1-3 og 5-6, um grundarfæfeingi og útrokning av gjaldførisbredda, verða við teimum undantøkum, ið fylgja av stk. 3-5 niðanfyri, at nýta samsvarandi á sínámillum tryggingarfeløg. Stk. 3. Minst loyvdi gjaldførisbreddi hjá sínámillum feløgum kann vera tríggjar fjórðingar av teirri sambært § 25, stk. 2 ásettu minstuupphæddini. Stk. 4. Eru tryggingargjøldini skiftandi sambært teimum gjørdu tryggingaravtalunum, soleiðis at tryggingargjaldið eftirfylgjandi kann verða hækkað við fyriliti til váðagongd tryggingarmongdarinnar, kann eyka tryggingargjald, sum kundi hava verið kravt frá tryggingartakarunum í einum roknskaparári, verða íroknað grundarfæfeinginum tá roknskaparárið endar. Upphæddin kann, um ikki høvið til uppkrevjing av eyka tryggingargjøldum er óavmarkað, tó ikki vera hægri enn helvtina av muninum millum tey eyka tryggingargjøld, sum í mesta lagi kundu verið kravd, og tey veruliga kravdu eyka tryggingargjøld. Tann upphæddin, sum grundað á eitt høvi at krevja eyka tryggingargjøld verður íroknað grundarfæfeinginum, kann ikki vera størri enn helvtin av gjaldførisbreddanum. Stk. 5. Reglurnar í stk. 4 eru ikki galdandi fyri lívstrygging.
Í sínámillum tryggingarfeløgum skal allur ábyrgdarpeningurin vera inngoldin, áðrenn felagið kann verða skrásett hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum.
Ábyrgdarpeningurin kann ikki verða lækkaður uttan samtykki frá Eftirlitinum. Stk. 2. Ábyrgdarpeningurin kann verða afturgoldin í samsvari við tær í viðtøkunum ásettu reglur. Eftirlitið kann gera av, at samsvarandi burturleggingar verða gjørdar í ein stovnsgrunn ella ein annan grunn, ið ikki kann verða minkaður uttan loyvi frá Eftirlitinum.
Ábyrgdarpeningurin kann bera rentu í samsvari við tær í viðtøkunum ásettu reglur, jbr. tó §§ 76, 77 og 78, stk. 2. Kapittul 7 Limirnir í sínámillum tryggingarfeløgum og teirra ábyrgd fyri skyldum felagsins
Kapittul 7 Limirnir í sínámillum tryggingarfeløgum og teirra ábyrgd fyri skyldum felagsins
Limirnir í einum sínámillum tryggingarfelag eru tryggingartakarar felagsins, og bert hesir. Stk. 2. Limirnir bera ábyrgd fyri skyldum felagsins í tann mun, sum viðtøkurnar áseta. Stk. 3. Bert felagið kann gera ábyrgd limanna fyri skyldum felagsins galdandi. Stk. 4. Krav felagsins móti limum um lúkan av ábyrgdini fyri skyldum felagsins kann ikki verða avhendað ella veðsett.
Eftirlitið kann áseta reglur fyri tey sínámillum tryggingarfeløgini viðvíkjandi ábyrgdini hjá limum og ábyrgdarum, afturgjalding av ábyrgdarpeningi og treytum fyri útbýting til limirnar av ognum felagsins.
Verður eitt tryggingarfelag við endurtrygging tryggingartakari í einum sínámillum felag, kann tað við heimild í viðtøkunum verða avtalað, at tað skal vera frítikið fyri limaábyrgd. Tann samlaða upphæddin á tílíkum endurtryggingum fyri egna rokning, kann tó fyri lívstryggingar ikki fara upp um 10 prosent av samlaðu tryggingarupphæddini hjá móttakandi felagnum. Fyri lívrentutrygging skal, tá henda útrokning verður gjørd, tryggingarhæddin verða roknað til tað sama sum 10 ferðir árliga rentuupphæddin. Fyri skaðatrygging kann tryggingargjaldið av tílíkum endurtryggingum ikki uttan loyvi Eftirlitsins fara upp um 10 prosent av felagsins samlaðu tryggingargjaldsinntøku. Kapittul 8 Inngjalding av ábyrgdarpørtum v.m.
Kapittul 8 Inngjalding av ábyrgdarpørtum v.m.
Eitt sínámillum tryggingarfelag, kann ikki móti viðurlag ogna sær egnar ábyrgdarpartar, sum ogn ella veð. Stk. 2. Dótturfeløgini hjá einum sínámillum tryggingarfelag kunnu ikki móti viðurlag, sum ogn ella veð, ogna sær ábyrgdarpartar í móðurfelagnum.
Í sínámillum tryggingarfeløgum skulu ábyrgdarpartarnir førast í eina bók. Stk. 2. Ábyrgdarpartarnir skulu skrivast upp í bókina við upplýsing um navn, starv og bústað ábyrgdarans. Stk. 3. Felagið skal geva ábyrgdarpartinum átekning um bókingina. Kapittul 9 Leiðslan í tryggingarfeløgum
Kapittul 9 Leiðslan í tryggingarfeløgum
Í lívs- og eftirlønartryggingarpartafeløgum, tilnevnir Føroya Landsstýri ein lim í nevndina.
Nevndin og stjórnin hava skyldu til at seta pening felagsins á ein hóskandi og fyri tryggingartakararnar vinnandi hátt soleiðis, at felagið altíð kann lúka sínar skyldur.
Stjórnin skal syrgja fyri, at felagið hevur nóg stóran sakkunnleika til útrokning av tryggingarligum burturleggingum. Stk. 2. Hevur felagið loyvi til at reka lívstryggingarvirksemi, skal tað, til tess at røkja tær neyðugu tryggingartøkniligu uppgávurnar heruppií útrokningar og kanningar, verða settur í starv ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, ið Eftirlitið hevur góðkent. Stk. 3. Søkir eitt felag Eftirlitið um góðkenning av einum nýggjum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingi, skal umsóknin hava grundgeving fyri orsøkini til skiftið. Stk. 4. Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal ansa eftir, at felagið heldur sítt tekniska grundarlag, v.m. Tann tryggingarkøni skal í hesum sambandi ganga ígjøgnum tað tryggingarliga innihaldið í virksemi felagsins og annað tilfar, heruppií marknaðarføringartilfar og ábótarforsagnir, og ansa eftir, at tað tøkniliga grundarlagið v.m. jbr. § 19, altíð er í samsvari við tey í § 20, stk. 1-5, nevndu krøv. Stk. 5. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, skal beinanvegin boða Eftirlitinum frá einumhvørjum broti á tey í stk. 4 nevndu viðurskifti. Tryggingarfrøðingurin hevur rætt til at krevja allar upplýsingar frá stjórnini, sum eru neyðugar til innan av starvinum. Eftirlitið kann krevja tær upplýsingar frá tryggingarfrøðinginum, sum eru neyðugar til metingar av fíggjarligu støðu felagsins. Stk. 6. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur skal senda Eftirlitinum árliga frágreiðing. Stk. 7. Eftirlitið skal áseta nærri reglur um tey í stk. 2-6 nevndu viðurskifti.
Stjórar í tryggingarfeløgum kunnu ikki fyri rokning handla ella vera við í handlum til peningagróðurs. Stk. 2. Stjórar í tryggingarfeløgum kunnu ikki uttan loyvi frá nevndini eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirki ella sum nevndarlimir, starvsfólk ella á annan hátt taka lut í leiðsluni ella rakstrinum í einum øðrum vinnuvirki enn viðkomandi felag ella feløgum innan somu samtøku. Teir kunnu tó eiga fasta ogn, og reka og taka lut í fyrisitingini av fastari ogn.
Nevndin velur sjálv sín formann, um ikki annað er ásett í viðtøkunum. Standa atkvøðurnar á jøvnum verður valið avgjørt við lutakasti. Formaðurin í nevndini kann ikki samstundis vera limur í stjórnini ella starvsfólk í felagnum. Meirilutin av limunum í nevndini skulu vera persónar, ið ikki eru stjórar ella starvsfólk í felagnum. Stk. 2. Formaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hetta er neyðugt, og skal ansa eftir, at allir limir fáa fundarboð. Ein og hvør limur í nevndini, ein stjóri, ein valdur grannskoðari ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin kann krevja, at nevndin verður kallað saman. Ein stjóri, ein valdur grannskoðari og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin hevur rætt til at vera til staðar og siga sína áskoðan tá nevndarfundur er, um ikki nevndin í tí einstaka málinum tekur eina aðra avgerð. Stk. 3. Um nevndarfundirnar skal førast gerðabók, ið verður undirskrivað av øllum limunum, sum eru til staðar. Ein nevndarlimur, ein stjóri, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur ella ein grannskoðari, ið ikki er samdur í avgerð nevndarinnar, hevur rætt til at fáa sína áskoðan førda í gerðabókina. Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 verða at nýta samsvarandi á umboðsráðið.
Ein stjóri kann ikki uttan nevndarinnar góðkenning gera sáttmála millum felagið og hann sjálvan ella sáttmála millum felagið og triðjamann, í hvørjum hann hevur stór áhugamál, ið kunnu stríða móti felagsins.
Limir í nevnd og stjórn umboða felagið úteftir. Stk. 2. Felagið verður bundið av rættargerðum, sum øll nevndin ella limir í nevndini ella stjórnini gera felagsins vegna, jbr. tó stk. 3. Stk. 3. Tann tekningarrættur, sum limir í nevndini ella stjórnini hava sambært stk. 2, kann einans verða framdur av 2 í felag. Hesin tekningarrættur kann í viðtøkunum verða enn meira avmarkaður soleiðis, at tekningarrætturin einans kann verða framdur av 2 ella fleiri ávísum persónum í felag ella av fleiri enn 2 í felag. Aðrar avmarkingar í tekningarrættinum kunnu ikki verða skrásettar. Stk. 4. Einans nevndin kann veita umboðsfulltrú. Umboðsfulltrúar kunnu einans 2 saman tekna felagið ella saman við einum av teimum í stk. 2 nevndu persónum.
Um nevndarlimir, umboð ella stjórar í samband við luttøku í umboðssøluvirki ella millumgonguvirki ella vegna fíggjarlig áhugamál í tílíkum virkjum fáa sær umboðsløn ella aðra inntøku av tryggingum, sum felagið tekur ímóti ella veitir, skal hetta fráboðast Eftirlitinum. Kapittul 10 Aðalfundur í sínámillum tryggingarfeløgum
Kapittul 10 Aðalfundur í sínámillum tryggingarfeløgum
Rættur limanna og ábyrgdaranna at taka avgerð í felagnum verður framdur á aðalfundinum. Hvør limur skal hava í minsta lagi eina atkvøðu. Stk. 2. Hóast stk. 1, kunnu viðtøkurnar áseta, at aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, ið limirnir og ábyrgdararnir ella teirra varamenn hava valt. Stk. 3. Limir og ábyrgdarar hava rætt at møta á aðalfundi og at taka orðið har, sjálvt um teir ikki hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Viðtøkurnar kunnu áseta, at limir og ábyrgdarar fyri at kunna møta á aðalfundinum skulu hava boðað felagnum frá teirra luttøku eina ávísa tíð, tó í mesta lagi 5 dagar, innan aðalfundin.
Tey, ið hava atkvøðurætt á aðalfundinum, kunnu ikki sjálvi við fulltrúa ella sum fulltrúar fyri onnur taka lut í atkvøðugreiðslu á aðalfundinum um rættarmál móti teimum sjálvum ella um teirra egnu ábyrgd mótvegis felagnum ella um rættarmál móti øðrum ella um ábyrgdina hjá øðrum, um so er, at tey hava stóran áhuga í hesum, sum kann stríða móti áhugamálum felagsins. Hesi verða ikki íroknað, tá avgerast skal, um tað til viðtøkuna neyðuga talið á teimum, sum hava atkvøðurætt, hevur verið.
Aðalfundurin skal vera her í landinum. Hann verður hildin á heimstaði felagsins, um ikki viðtøkurnar ella aðalfundurin avgera, at hann skal ella kann verða hildin á einum øðrum nærri ásettum stað. Um tað undir serstøkum umstøðum er neyðugt, kann aðalfundurin verða hildin aðrastaðni.
Innan 6 mánaðir eftir, at hvørt roknskaparár er endað, skal regluligur aðalfundur verða hildin. Á hesum skal leggjast fram ársroknskapur og grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing. Stk. 2. Á aðalfundinum skal avgerð verða tikin um: 1) góðkenning av úrslitauppgerð og fíggjarstøðu (fíggjarjavna), 2) nýtslu av avlopi ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapinum, 3) aðrar spurningar, sum sambært viðtøkum felagsins liggja hjá aðalfundinum.
Eykaaðalfundur skal verða hildin, tá nevndin ella ein av grannskoðarunum metir tað hóskandi. Um ein tíggjundapartur av teimum, sum hava atkvøðurætt, ella ein minni brotpartur, sum viðtøkurnar munnu áseta, skrivliga krevur tað, skal boðast til eykaaðalfundar innan 14 dagar, til at viðgera eitt ávíst tilskilað evni.
Ein og hvør, ið hevur atkvøðurætt, hevur rætt at fáa eitt ávíst evni viðgjørt á aðalfundinum, um hann skrivliga setir fram krav um hetta mótvegis nevndini í so góðari tíð, at evnið kann verða tikið við á dagsskránna fyri aðalfundin.
Nevndin boðar til aðalfundar. Stk. 2. Hevur felagið onga nevnd, ella letur nevndin vera við at boða til aðalfundar, sum skal haldast sambært lógini, viðtøkunum ella eini aðalfundaravgerð, boðar stjórin fyri Eftirlitið til aðalfundar, um ein nevndarlimur, ein stjóri, ein grannskoðari ella ein, sum hevur atkvøðurætt á aðalfundi, krevur tað. Stjórin fyri Eftirlitið, ella ein sum hann hevur givið fulltrú til tess, leiðir ein soleiðis boðaðan aðalfund, og nevndin skal geva honum ein lista við teimum sum hava atkvøðurætt, aðalfundargerðabókina og grannskoðannarbókina. Eftirlitið rindar fyribils útreiðslurnar av aðalfundinum, men verða tær endaliga bornar av felagnum.
Boðast skal til aðalfundar í fyrsta lagi 4 vikur áðrenn og, um ikki viðtøkurnar fyriseta eina longri freist, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Verður aðalfundurin útsettur til ein dag, sum fellur meira enn 4 vikur seinri, skal boðast til tann framhaldandi aðalfundin. Um gildi hjá eini aðalfundaravgerð í viðtøkunum er gjørt treytað av viðtøku á 2 aðalfundum, kann ikki verða boðað til tann næsta aðalfundin fyrr enn tann fyrsti er hildin, og í boðunum skal verða sagt frá, hvørja avgerð tann fyrsti aðalfundurin hevur tikið. Stk. 2. Á heimstaði felagsins skulu fundarboðini vera almenn og annars í samsvari við reglurnar í viðtøkunum. Teir limir, ið hava ynskt tað, skulu hava skrivlig fundarboð. Fráboðan um fundarboð skal eisini verða latin starvsfólki felagsins, um hesi hava givið fráboðan til nevndina sambært § 26, jbr. § 177, stk. 1, 2. pkt. í partafelagslógini. Fráboðan um fundarboð skal viðvíkjandi móðurfeløgum eisini verða givin starvsfólkinum í samtøkuni, um starvsfólkini í dótturfeløgunum hava givið nevndini fráboðan sambært § 26, jbr. § 177, stk. 1, 2. pkt. í partafelagslógini. Stk. 3. Í boðunum skal vera upplýst, hvørji mál skulu viðgerast á aðalfundinum. Um uppskot til broytingar í viðtøkunum skal viðgerast á aðalfundinum, skal í fundarboðunum vera sagt frá høvuðsinnihaldinum í uppskotinum. Stk. 4. Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin skal dagsskráin og tey fullfíggjaðu uppskotini og viðvíkjandi tí regluliga aðalfundinum eisini ársroknskapurin og grannskoðannarfrágreiðingin – og í móðurfeløgum eisini samtøkuroknskapurin – leggjast fram á skrivstovu felagsins til skoðanar hjá limum og ábyrgdarum.
Í málum, ið ikki eru á dagsskránni, kann aðalfundurin einans taka avgerð, um øll, ið hava atkvøðurætt, taka undir við hesum. Tó kann regluligi aðalfundurin altíð taka avgerð í málum, sum sambært viðtøkunum skulu viðgerast á einum tílíkum aðalfundi, eins og avgjørt kann verða, at boða til eykaaðalfundar fyri at viðgera eitt ávíst evni.
Ein fundarstjóri leiðir aðalfundin, ið, um ikki viðtøkurnar áseta annað, verður valdur av aðalfundinum. Stk. 2. Um viðgerðirnar á aðalfundinum skal verða førd gerðabók, ið fundarstjórin undirskrivar. Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar eftir aðalfundin skal aðalfundargerðabókin ella ein váttað úrskrift úr henni verða atkomulig fyri limir og ábyrgdarar á skrivstovu felagsins.
Nevndin og stjórnin skulu, tá ein limur ella ein ábyrgdari krevur tað og uttan mun til, um hesir ikki hava atkvøðurætt, ella eitt umboðsfólk krevur tað, og tað eftir meting nevndarinnar kann verða gjørt uttan týðandi skaða fyri felagið, á aðalfundinum veita tær upplýsingar, sum felagið ræður yvir, um øll viðurskifti, sum hava týdning fyri metingina av ársroknskapinum og støðu felagsins annars ella fyri spurningar, sum avgerð skal verða tikin um á aðalfundinum. Upplýsingarskyldan er eisini galdandi um viðurskiftini til onnur feløg í somu samtøku. Stk. 2. Um svarið krevur upplýsingar, sum ikki eru atkomandi á áðalfundinum, skulu upplýsingarnar innan 14 dagar eftir hetta skrivliga leggjast fram í felagnum fyri limir, ábyrgdarar, og umboðsfólk, eins og tær skulu sendast limum, ábyrgdarum ella umboðsfólki, sum hava biðið um tað.
Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta um ikki henda lóg ella viðtøkurnar áseta annað. Standa atkvøðurnar á jøvnum, skal val verða avgjørt við lutakasti, um ikki annað er ásett í viðtøkunum.
Avgerð um broyting í viðtøkunum verður tikin á aðalfundinum, jbr. tó § 26, jbr. § 38 í partafelagslógini. Avgerðin er bert gyldug, um í minsta lagi tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum, taka undir við henni. Avgerðin skal í aðramáta lúka tær treytir, sum munnu vera ásettar í viðtøkunum. Stk. 2. Stórar broytingar í endamálinum hjá einum felag, kunnu, um ikki annað er ásett í viðtøkunum, einans verða samtyktar, tá tríggir fjórðingar av ábyrgdarunum og tríggir fjórðingar av limunum ella, um aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, trimum fjórðingum av teimum tekur undir við teimum. Fráboðan til ábyrgdarar um tílíkar broytingar skal verða givin innan 8 dagar eftir avgerðina á aðalfundinum. Ábyrgdarar, sum eru ímóti tílíkum broytingum, kunnu, tá teir innan 1 mánað eftir aðalfundin seta fram áheitan um hetta, krevja, at hinir ábyrgdararnir skulu yvirtaka teirra ábyrgdarpartar.
Rættarmál vegna eina aðalfundarsamtykt, sum ikki er tikin á lógligan hátt ella sum stríðir ímóti hesi lóg ella viðtøkum felagsins, kann ein sum hevur atkvøðurætt, ein limur í nevndini ella ein stjóri byrja. Stk. 2. Málið skal vera lagt fyri rættin innan 3 mánaðir eftir avgerðina. Annars verður avgerðin mett gildug. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 2 eru ikki galdandi: 1) tá avgerðin ikki lógliga kundi verið tikin hóast øll, sum høvdu atkvøðurætt, tóku undir við henni, 2) tá tað sambært viðtøkum felagsins er neyðugt, at allir ella ávísir limir, ábyrgdarar ella onnur, sum hava atkvøðurætt, taka undir við avgerðini, og hetta ikki er gjørt, 3) tá aðalfundarboð ikki eru givin ella tær fyri felagið galdandi reglur fyri fundarfráboðan í stóran mun ikki eru hildnar, 4) tá persónur, ið hevur lagt mál fyri rættin aftaná ta í stk. 2 ásettu freist, men tó innan 2 ár eftir avgerðina, hevur havt rímiliga orsøk til seinkanina og rætturin tessvegna og við atliti til umstøðurnar annars metir, at um stk. 2 verður nýtt, hevði hetta verið eyðsýnt óhóskandi. Stk. 4. Metir rætturin, at aðalfundaravgerðin kemur undir ásetingina í stk. 1, skal hon við dómi verða ógildað ella broytt. Aðalfundaravgerðin kann tó einans verða broytt um krav verður sett fram um hetta, og rætturin er førur fyri at gera av, hvat innihald avgerðin av røttum skuldi havt. Rættarinnar avgerð hevur gildi mótvegis øllum limum og ábyrgdarum. Kapittul 11 Ársroknskapur og samtøkuroknskapur v.m.
Kapittul 11 Ársroknskapur og samtøkuroknskapur v.m.
Fyri hvørt roknskaparár gera nevndin og stjórnin í samsvari við lógarinnar og viðtøkunnar reglur ein ársroknskap, sum hevur fíggjarjavna (fíggjarstøðu), úrslitauppgerð, viðmerkingar og fimmárayvirlit. Eisini verður gjørd ársfrágreiðing og í móðurfeløgum ein samtøkuroknskapur. Hesir partar eru ein heild. Stk. 2. Ársroknskapur og ársfrágreiðing og ein møguligur samtøkuroknskapur verður undirskrivaður av stjórnini og nevndini. Um ein stjóri ella ein nevndarlimur metir, at ársroknskapurin ella ársfrágreiðingin ikki eigur at verða góðkend, ella hevur hann aðrar atfinningar móti hesum ella í einum móðurfelag móti samtøkuroknskapinum, sum hann ynskir at gera aðalfundin kunnugan við, skal hann greiða frá hesum í sínari átekning.
Roknskapurin skal fevna um 12 mánaðir. Tó kann fyrsta roknskaparskeiðið hjá einum felag fevna um eitt styttri ella longri tíðarskeið, tó í mesta lagi 18 mánaðir. Seinri umskipan av roknskaparárinum kann verða gjørd, tá serstakar umstøður tala fyri tí. Umskipanartíðarskeiðið skal tá fevna um eitt styttri tíðarskeið enn tólv mánaðir. Umskipanin skal verða nevnd í viðmerkingunum við hóskandi grundgeving. Stk. 2. Fyritøkur, sum hoyra til somu samtøku, skulu hava sama roknskaparár, um ikki serstakar umstøður tala fyri øðrum. Um tað er neyðugt, tá ein samtøka verður gjørd, at umskipa roknskaparárið hjá einum dótturfelag ella einum móðurfelag, kann umskipanin hóast stk. 1, pkt. 4 fevna um í mesta lagi 18 mánaðir.
Ársroknskapurin skal verða uppsettur, so tað er lætt at fáa yvirlit, og í samsvari við hesa lóg og reglur við heimild í hesi lóg. Stk. 2. Ársroknskapurin skal geva eina rættvísandi mynd av felagsins ognum og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslitinum. Stk. 3. Um nýtslan av ásetingunum í hesi lóg ella fyriskipanum sambært lógini ikki á nóg góðan hátt geva eina rættvísandi mynd soleiðis sum nevnt í stk. 2, skulu fleiri upplýsingar verða givnar í ársroknskapinum. Stk. 4. Um nýtslan av eini áseting í hesum kapitli ella eini fyriskipan sambært § 64 í serstøkum førum fer at stríða í móti kravinum til ársroknskapin í stk. 2, skal verða vikið frá hesum soleiðis, at hetta krav verður lokið. Eitt slíkt frávik skal verða nevnt í viðmerkingunum og hóskandi grundgivið við upplýsing um, hvørja ávirkan – heruppií so vítt gjørligt ta peningaligu ávirkanina – frávikið hevur á felagsins ognir og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslit.
Lýkur ársroknskapurin ikki krøvini í lógarinnar ásetingum ella viðtøkum felagsins, kann Eftirlitið krevja roknskapin broyttan og lagdan fram til nýggja viðgerð á einum aðalfundi.
Bókingarnar í ársroknskapinum verða virðismettar í samsvari við fylgjandi vanligu meginreglur: 1) Felagið verður mett at halda áfram við sínum virksemi. 2) Virðismetingarháttirnir kunnu ikki verða broyttir frá einum roknskaparári til tað næsta. 3) Virðismetingin skal í øllum førum verða gjørd við hóskandi varni og serstakliga soleiðis: a) at einans tann vinningur, ið er staðfestur tá fíggjarjavnin verður gjørdur upp, verður tikin við, b) at fyrilit verður tikið fyri øllum váða, sum roknast kann við og møguligum tapi, sum er íkomið í tí roknskaparárinum, sum ársroknskapurin viðvíkur, ella í einum roknskaparári frammanundan, sjálvt um hesin váði ella hetta tap ikki verður kent fyrr enn millum fíggjarjavnatíðina og ta tíðina, tá ársroknskapurin verður gjørdur, og c) at fyrilit verður tikið fyri einhvørjari virðislækkan antin ársroknskapurin vísir hall ella vinning. 4) Fyrilit skal verða tikið fyri inntøkum og útreiðslum viðvíkjandi tí árinum, sum roknskapurin fevnir um, uttan mun til gjaldtíðina. 5) Virðið á teimum einstøku ognar- og skuldarskrásetingunum skal ásetast hvørt sær. 6) Byrjanarjavnin fyri hvørt árið skal vera samsvarandi honum fyri árið frammanundan. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta reglur, sambært hvørjum vikið verður frá stk. 1, nr. 3, litra a, fyri at taka fyriliti fyri virðisøkingini á ávísum ognum, skuldarskrásetingum og burturleggingum. Stk. 3. Harumframt kann í undantaksførum verða vikið frá teimum vanligu meginreglunum í stk. 1. Møgulig frávik skulu verða tilskilað í viðmerkingunum og skulu verða hóskandi grundgivin, eins og teirra ávirkan – heruppií um tað er gjørligt peningaliga ávirkanin – á felagsins ogn og skuld, fíggjarligu støðu og úrslitið skal verða tilskilað.
Verður vikið frá § 62, stk. 1, nr. 2, skal ársroknskapurin fyri tað árið, broytingin verður framd, verða gjørdur sambært nýggja háttinum. Samlaða peningaliga ávirkanin á felagsins ogn og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslitið skal verða tilskilað í viðmerkingunum. Hetta er eisini galdandi fyri ávirkanina á skattin av ársins úrsliti og møguligan skatt. Stk. 2. Viðkomandi skrásetingar verða broyttar í samsvari við tann nýggja háttin í byrjanarjavnanum fyri tað árið, sum broytingin verður gjørd í.
Ársroknskapurin skal annars verða gjørdur í samsvari við reglur sum Eftirlitið hevur ásett, heruppií reglur um uppgerð og virðisáseting av tryggingarligum burturleggingum. Stk. 2. Eftirlitið ásetir eisini reglur um ger av samtøkuroknskapum. Stk. 3. Eftirlitið kann gera av, at feløg, ið ikki hava loyvi at reka tryggingarvirksemi, skulu gera samtøkuroknskapir sambært reglum ásettar sambært stk. 2, tá virksemið hjá viðkomandi felag einans ella í høvuðsheitunum er, at eiga ognarpartar í dótturfeløgum, ið einans ella í høvuðsheitunum reka tryggingarvirksemi.
Ársfrágreiðingin skal hava eina álítandi frágreiðing um gongdina í felagsins fíggjarliga virksemi og viðurskiftum. Um ársroknskapurin í stóran mun er ávirkaður av óvanligum viðurskiftum, og um tað er stór óvissa í uppgerðini av ársroknskapinum, skal hetta verða upplýst í einum serstøkum parti av frágreiðingini. Upplýsingarnar skulu verða givnar hvør sær og um gjørligt við tilskilan av upphædd. Stk. 2. Ársfrágreiðingin skal eisini umrøða: 1) týdningarmiklar hendingar, sum hava verið, eftir at roknskaparárið er endað, 2) hvussu framgongdin hjá felagnum væntandi fer at verða og 3) virksemi til framleiðslu- og skipanarmenning. Stk. 3. Nevndin skal í ársfrágreiðingini ella í sambandi við úrslitauppgerð ella fíggjarjavna seta fram uppskot til samtyktar viðvíkjandi nýtsluni av felagsins yvirskoti ella rindan av halli. Stk. 4. Ársfrágreiðingin hjá einum móðurfelag skal hava upplýsing um samtøkuna í síni heild í samsvari við reglurnar í stk. 1 og 2.
Beinanvegin eftir tann nevndarfundin, tá ársroknskapurin er góðkendur, og í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin, skal verða sent Eftirlitinum: 1) tann ársroknskapurin, ið er nevndur í § 73, stk. 5 í partafelagslógini ella tann ársroknskapurin, ið er nevndur í § 51, stk. 4 og 2) úrskrift úr grannskoðannarbókini viðvíkjandi grannskoðanini av ársroknskapinum. Stk. 2. Í seinasta lagi 10 dagar eftir at roknskapurin er endaliga samtyktur og góðkendur, skal verða sent Eftirlitinum: 1) 2 eintøk av tí av aðalfundinum góðkenda ársroknskapinum, heruppií samtøkuroknskapi við grannskoðannarátekning og ársfrágreiðing við upplýsing um, nær ársroknskapurin er góðkendur. Er samtykta býtið av yvirskoti ella fígging av halli ikki sett inn í ársroknskapin ella ársfrágreiðingina, verður eisini send ein váttað úrskrift úr aðalfundargerðabókini, ið vísir hetta býtið ella fíggingina. 2) Eitt móðurfelag skal eisini senda inn grannskoðaða roknskapin hjá dótturfeløgunum. Stk. 3. Innsendan sambært stk. 2 av ársroknskapum v.m. fyri tryggingarfeløg, hvørs partabrøv ella lánsbrøv verða virðisskrásett alment, skal tó fara fram í seinasta lagi fimm mánaðir eftir at roknskaparárið er endað. Stk. 4. Stk. 1-3 eru galdandi samsvarandi fyri feløg, ið ikki hava loyvi at reka tryggingarvirksemi, tá felagið ger samtøkuroknskap sambært reglunum í hesi lóg, jbr. § 64, stk. 3. Stk. 5. Eftirlitið gevur tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum tann eina av roknskapunum, ið nevndir eru í stk. 2, nr. 1. og kunngerð móttøkuna í almenna føroyska Kunngerðarblaðnum. Teir móttiknu roknskapirnir eru atkomuligir hjá almenninginum hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum.
Eftirlitið kann krevja ársroknskaparupphæddirnar og nærri útgreiningar av hesum gjørdar á serstøk oyðubløð at nýta í metingini av fíggjarligu støðu felagsins og gerð av árligu frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 2. Eftirlitið kann afturat teimum oyðibløðum, sum nevnd eru í stk. 1, krevja frágreiðingar um einstøk viðurskifti undirskrivað av felagsins stjórn, nevnd, grannskoðarum ella ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingi. Stk. 3. Tey oyðubløð og frágreiðingar, ið eru nevnd í stk. 1 og stk. 2, verða innsend eftir reglum, sum Eftirlitið hevur ásett.
Ger felagið eina fullfíggjaða kunngering av ársroknskapinum og ársfrágreiðingini og einum møguligum samtøkuroknskapi, skal hetta verða gjørt í tí formi og samanseting, sum hetta er vorðið grannskoðað og við grannskoðannarátekning. Hevur grannskoðarin tikið fyrivarni ella noktað at átekna roknskapin, skal hetta verða fráboðað og grundgivið. Um tað uppskotna ella samtykta býtið av yvirskoti ella fíggingin av tapi ikki er sett inn í tær viðkomandi upphæddirnar í fíggjarjavnanum, skal uppskotið ella samtyktin verða tikin við í kunngeringini. Stk. 2. Tá ein kunngering fer fram av ársroknskapinum v.m., ið ikki er fullfíggjað, skal tað greitt ganga fram av tí kunngjørda, at ársroknskapurin er styttur, og at tann fullfíggjaði ársroknskapurin er atkomuligur hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum ella at ársroknskapurin enn ikki er sendur Eftirlitinum. Tað er ikki neyðugt at grannskoðannarátekningin er við í eini styttari kunngering, men tað skal greitt síggjast í kunngeringini, um grannskoðarin hevur tikið fyrivarni, ella um grannskoðannarátekning er noktað. Kapittul 12 Íløgureglur
Kapittul 12 Íløgureglur
Tryggingarfeløg skulu umframt ognir, ið samsvara gjaldførisbreddanum, altíð hava ognir sum § 70 fevnir um fyri eitt samlað virði, sum í minsta lagi samsvarar støddini á felagsins samlaðu tryggingarligu burturleggingum. Tað áliggur leiðslu tryggingarfelagsins at tryggja, at hesar ognir innan fyri tær avmarkingar, ið eru ásettar í § 70 og § 71 og sambært § 72, eru valdar soleiðis, at tær í mun til slagið av felagsins tryggingum viðvíkjandi trygd, vinningi og gjaldføri eru av slíkum slag og samanseting, at tær eru egnaðar at geva teimum tryggjaðu fulnað, heruppií at tað ikki er ósamsvarandi stórur bundinskapur av einum ávísum slagi av ognum, eínum ávísum íløgumarknaði ella eini ávísari íløgu. Stk. 2. Til nýtslu fyri ásetingunum í hesum kapitli verða uppgjørdar tær tryggingarligu burturleggingarnar eftir at drigin er frá endurtryggingarparturin, fluttar útveganarútreiðslur og tann parturin av teimum tryggingarligu burturleggingunum fyri óbeinleiðis tryggingar, ið samsvarar endurtryggingargoymslum hjá gevandi tryggingarfeløgum. Harumframt kann verða drigin frá upp til helvtina av útstandandi gjaldkomnum tryggingargjøldum. Stk. 3. Virðið á ognunum verður gjørt upp til nýtslu fyri ásetingunum í hesum kapitli sambært hesum reglum: 1) Virðið á ognunum verður gjørt upp og javnað leypandi í samsvari við tær meginreglur, ið verða nýttar, tá felagið ger ársroknskap. 2) Frádragast skal fyri ein møguligan skuldarbundnan part, og útlán kunnu bert verða tikin við við einum virði, ið kemur fram, eftir at frádrignir eru mót rokniligar skyldur mótvegis lántakarum. 3) Hevur tryggingarfelagið gjørt fíggjarsáttmálar, ið minka vandan fyri, at ognirnar ikki rinda tær tryggingarligu skyldurnar, verður virðið á slíkum sáttmálum íroknað virðið á ognunum. 4) Útistandandi skuld, ikki gjaldkomnar rentur á virðisbrøvum, sum § 70, stk. 1, nr. 1-4, 6 og 7 fevnir um, verða íroknaðar virðinum á virðisbrøvunum.
Til rindan av felagsins samlaðu tryggingarligu burturleggingum, jbr. § 69 kunnu hesar ognir verða nýttar: 1) lánsbrøv ella skuldarbrøv, sum stjórnir ella økismyndugleikar í øki A, jbr. fylgiskjal 1, hava givið út ella ábyrgjast fyri. 2) børsskrásett virðisbrøv, sum altjóða felagsskapir hava givið út, sum í minsta lagi hava ein lim, ið er limaland í Europeiska Samveldinum. 3) reallánsbrøv sambært § 1, stk. 4 í reallánslógini og onnur lánsbrøv givin út her í landinum ella í londum í øki A, ið hava eina samsvarandi trygd, 4) útistandandi skuld, ikki íroknað útistandandi skuld, ið er sett afturum aðrar ognarar, hjá lánsstovnum undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, tó ikki lánsstovnum, sum nr. 3 fevnir um og lán, ið lánsstovnar ella tryggingarfeløg ábyrgjast, ið eru undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, 5) grundøkir og bygningar, hvørs virði er óheft av eini serligari vinnunýtslu, 6) lán tryggjað við tinglýstum veðrætti í grundøkjum og bygningum, sum nr. 5 fevnir um, fyri eina upphædd upp til tveir triðingar av ognarvirðinum, mett eftir reglum, sum Eftirlitið hevur ásett, 7) lán móti trygd í felagsins egnu lívstryggingarskjølum innan fyri teirra afturkeypsvirði, 8) lutir og prógv í íløgustovnum, ið kunngerð ráðsins 85/611/EØF fevnir um, 9) onnur lánsbrøv og lán skrásett á almennum virðisbrævabørsi í londum, ið øki A fevnir um, 10) partabrøv og aðrar fæfeingislutir, ið verða skrásettir á almennum virðisbrævabørsi í londum, ið øki A fevnir um, 11) grundøkir og bygningar, ið nr. 5 ikki fevnir um, og lán tryggjað við tinglýstum veðrætti í grund økjum og bygningum, ið nr. 6 ikki fevnir um, 12) fæfeingislutir og onnur virðisbrøv, ið eru skrásett á almennum virðisbrævabørsi í londum uttan fyri øki A, frá útgevarum, ið eru heimahoyrandi í londum uttan fyri øki A, 13) ikki skrásettir fæfeingislutir og onnur útlán og virðisbrøv, ið nr. 1-12 ikki fevna um. Stk. 2. Um tryggingarfelagið hevur eitt dótturfelag, hvørs virksemi er avmarkað til at fremja og umsita íløgur, sum stk. 1 fevnir um, kunnu ognir dótturfelagsins innan fyri virðið á fæfeingislutunum í og møgulig lán til dótturfelagið verða viðgjørd sum ognir sambært stk. 1. Er dótturfelagið ikki full ogn, verða ognir tess tiknar við, við einum lutfalsligum virði samsvarandi tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn. Stk. 3. Um tryggingarfelagið hevur eitt dótturfelag, ið rekur beinleiðis lívstryggingarvirksemi við loyvi sambært hesi lóg, kunnu ognir dótturfelagsins verða viðgjørdar sum ogn sambært stk. 1. Tann parturin av ogn dótturfelagsins, ið ikki gongur við til rindan av dótturfelagsins tryggingarligu burturleggingum og gjaldførisbredda, skal tá so er, vera av slíkum slag og samansetningi, at hann kann vera millum ognir móðurfelagsins til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum eftir reglunum í hesum kapitli. Ognir dótturfelagsins kunnu tilsamans í mesta lagi ganga inn í tær ognir, ið rinda móðurfelagsins tryggingarligu burturleggingar, við einum virði, ið samsvarar virðinum á móðurfelagsins partabrøvum í og møguligum lánum til dótturfelagið við frádrátti av dótturfelagsins gjaldførisbredda. Er dótturfelagið ikki full ogn, verða ognir tess tiknar við við einum virði, ið samsvarar tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn. Stk. 4. Stk. 3 kann verða nýtt samsvarandi á onnur dótturfeløg við loyvi sambært hesi lóg. Ognirnar hjá einum slíkum dótturfelag kunnu tó í mesta lagi íroknast ognunum við einum virði, ið svarar til 5 prosent av móðurfelagsins tryggingarligu burturleggingum. Stk. 5. Ognir, ið koma undir stk. 1, nr. 8-13, ið verða nýttar til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, kunnu í mesta lagi vera 40% av teimum tryggingarligu burturleggingunum, jbr. tó § 71, stk. 9 og 11. Stk. 6. Ognir, ið koma undir stk. 1, nr. 12, ið verða nýttar til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 10 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum. Stk. 7. Útlán, ið stk. 1, nr. 13 fevnir um, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 2 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum. Stk. 8. Ognir, sum stk. 1, nr. 13, fevnir um, ið verða nýttar til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, kunnu í mesta lagi vera 10 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum.
Í feløgum, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi, kunnu ikki millum tær ognir, ið verða nýttar til rindan av tryggingarligum burturleggingum verða íroknaðar ognir, ið umboða ein váða á eina einstaka fyritøku, hvørs virði tilsamans er meira enn 2 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum. Í teimum førum, har viðkomandi fyritøka er heimahoyrandi og børsskrásett í einum landi, ið øki A fevnir um, og eginpeningurin hjá fyritøkuni fer upp um 250 mió. kr., er tað í 1. pkt. ásetta markið 3 prosent. Stk. 2. Fyri onnur tryggingarfeløg enn tey í stk. 1 nevndu, er tað í stk. 1, 1. pkt. ásetta markið 4 prosent. Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru galdandi samsvarandi í mun til fyritøkur, ið hava eitt slíkt sínamillum samband, at tær gera ein samlaðan váða fyri tryggingarfelagið. Stk. 4. Fyri grundøkir og bygningar, sum § 70, stk. 1, nr. 5 fevnir um, og lán, sum § 70, stk. 1, nr. 6 fevnir um, verða stk. 1-3 at nýta samsvarandi við tí muni, at markið er 5 prosent. Stk. 5. Um eitt tryggingarfelag hevur gjørt íløgu í ella veitt einum felag lán, hvørs ognir einans fevna um íløgur eftir § 70, stk. 1, nr. 5, verður tað í stk. 4 tilskilaða markið at nýta á tryggingarfelagsins samlaðu skyldur í felagnum. Stk. 6. Stk. 1-3 verða at nýta samsvarandi á eitt dótturfelag hjá einum tryggingarfelag, sum hevur loyvi sambært hesi lóg, tá § 70, stk. 3 ella 4 ikki fevna um dótturfelagið, ella á eitt dótturfelag, ið § 6, stk. 3. fevnir um við tí muni, at markið er 5 prosent. Stk. 7. Fyri ognir, sum § 70, stk. 1, nr. 3 fevnir um, er tað í stk. 1 og stk. 2 nevnda markið 40 prosent. Stk. 8. Fyri váða á lánsstovnar undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, burtursæð frá lánsstovnum, ið § 70, stk. 1, nr. 3 fevnir um, og á tryggingarfeløg undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, er tað í stk. 1 og 2 nevnda markið 10 prosent. Ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 4 ikki fevnir um, kunnu í mesta lagi verða íroknaðar innan fyri tey mørk, ið eru ásett í stk. 1 og stk. 2. Stk. 9. Fyri lutir og prógv í einum einstøkum íløgustovni, sum tilskilað í § 70, stk. 1, nr. 8 er tað í stk. 1 og stk. 2 ásetta markið 10 prosent. Henda avmarking verður tó ikki at nýta, tá viðkomandi íløgustovnur sambært sínum viðtøkum einans kann gera íløgur í ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1-3 fevnir um. Í slíkum førum kann íløgan eisini í mun til ásetingarnar í § 70, stk. 5 koma undir § 70, nr. 1-3. Stk. 10. Stk. 1-3 kunnu ikki verða nýtt á ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1, 2 og 7 fevnir um. Stk. 11. Stk. 1-3 og 5 kunnu ikki verða nýtt á íløgur í dótturfeløgum, ið § 70, stk. 2, 3 ella 4 fevnir um, og á íløgur í feløgum, hvørs virksemi sambært tess viðtøkum er avmarkað til at gera íløgur í ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1-3 fevnir um. Í síðst nevnda føri kunnu íløgur í mun til ásetingarnar í § 70, stk. 5, 7 og 8 koma undir § 70, stk. 1, nr. 1-3.
Eftirlitið ásetir reglur um, hvussu ognirnar eftir § 70, stk. 1 skulu verða ílagdar við atliti til einsháttan og staðarbinding í mun til tey gjaldoyru og tey lond, í hvørjum tær tryggingarligu skyldurnar skulu greiðast.
Fyri burturleggingar fyri tryggingar, ið eru knýttar at íløgugrunnum, verða § 69, stk. 1, 2. pkt, § 70, stk. 2-8, og § 71 ikki at nýta, í tann mun felagið ikki átekur sær nakran íløguváða. Stk. 2. Fyri tryggingar, ið stk. 1 fevnir um, kann Eftirlitið áseta nærri reglur um rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum.
Í lívstryggingarfeløgum skal verða førd ein skrá yvir ognunum sambært § 70, stk. 1 og fíggjarsáttmálum sambært § 69, stk. 3, nr. 3. Tær skrásettu ognirnar eru einans ætlaðar til at geva teim tryggjaðu fulnað. Stk. 2. Tá roknskaparárið endar, ger ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin tær tryggingarligu burturleggingarnar upp. Lívstryggingarfelagið hevur eftir hetta 3 mánaðar freist at skráseta tær ognir, ið eru neyðugar til at rinda tryggingarligu burturleggingarnar. Í roknskaparárinum skal felagið fremja skráseting til rindan av teirri upphædd, ið mett verður, at tryggingarligu burturleggingarnar eru vaksnar við í farna partinum av roknskaparárinum. Stk. 3. Kravið um skráseting er ikki galdandi fyri tey í § 70, stk. 1, nr. 7 nevndu tryggingarskjalslán Stk. 4. Tann løggildi grannskoðarin hevur skyldu til at ansa eftir, at stk. 2, 2. og 3. pkt. verða hildin. Stk. 5. Er føst ogn millum ognirnar, verður tinglýst veðbræv skrásett. Stk. 6. Hevur lívstryggingarfelagið eitt dótturfelag, ið § 70, stk. 2, 3 ella 4 fevnir um, verða ognirnar hjá dótturfelagnum ella ognarpartar í og møgulig lán til dótturfelagið skrásett. Stk. 7. Lívstryggingarfeløg geva fráboðan til Eftirlitið um, hvørjar ognir eru skrásettar sambært stk. 2, 2. og 3. pkt. Eftirlitið, ella hann, sum Eftirlitið heimilar til tess, ansar eftir, at hesar ognir eru til staðar, sambært nærri reglum, sum Eftirlitið hevur ásett. Stk. 8. Eftirlitið ásetir nærri reglur um fráboðanar- og skrásetingarskylduna hjá lívstryggingarfeløgunum. Stk. 9. Eftirlitið kann krevja, at skráin verður sett í varðveitslu, um Eftirlitið ger av at avmarka ella banna felagnum ræði yvir ognum tess. Í samband við varðveitsluna av skránni skal Eftirlitið verða skrásett sum heimilað í Værdipapircentralen viðvíkjandi virðisbrævaognum. Viðvíkjandi hinum ognunum, ið eru ætlaðar til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, skulu hesar handveðsetast til frama fyri Eftirlitið. Stk. 10. So leingi skráin er í varðveitslu, skal ein og hvør broyting góðkennast av Eftirlitinum og skrásetast í skránni.
Eftirlitið kann gera frávik frá reglunum í hesum kapitli. Kapittul 13 Vinningsbýti, trygdargrunnur v.m.
Kapittul 13 Vinningsbýti, trygdargrunnur v.m.
Sum vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum kann einans verða nýtt ársins úrslit (yvirskot) sambært tí góðkenda ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár, flutt yvirskot frá árum frammanundan og annar tiltakspeningur, ið ikki er bundin sambært lóg ella viðtøkum felagsins, eftir at frádrigið er fyri ein part undirskot, ið ikki er rindað, fyri ein part upphæddir, ið sambært lóg ella viðtøkum felagsins skulu burturleggjast í ein trygdargrunn ella til onnur endamál.
So leingi felagsins grundarfæfeingi ikki uttan iva lýkur krøvini í §§ 25 og 27, kann vinningsbýti ikki .verða latið partaeigarunum, renta ikki verða latin ábyrgdarunum, ella peningur latin limunum í sínámillum feløgum.
Í tryggingarpartafeløgum kann útbýtan annars av ognum felagsins annars einans verða gjørd sum útlutan í sambandi við niðursetan av partapeninginum ella avtøku av felagnum. Í sínámillum feløgum kann útbýtan annars til limirnar einans verða gjørd í samsvari við tær í viðtøkunum ásettu reglur. Stk. 2. Vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjalding til limirnar í sínámillum feløgum kann ikki fara upp um tað, sum má roknast ráðiligt við atliti til felagsins og, í móðurfeløgum, samtøkunnar fíggjarligu støðu.
Eitt tryggingarfelag kann, um viðtøkurnar hava reglur um hetta, gera burturleggingar í ein trygdargrunn. Stk. 2. Peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunnin, kann ikki verða tikin úr hesum. Heldur ikki kunnu broytingar verða gjørdar í viðtøkunum við teirri avleiðing, at peningur, ið sambært stk. 1 longu er burturlagdur í trygdargrunnin, kann verða tikin úr hesum. Peningur trygdargrunnsins kann tó eftir loyvi frá Eftirlitinum verða nýttur til at rindan av tapi í samband við, at tryggingarligar skyldur verða greiddar, ella á annan hátt til frama fyri tey tryggjaðu.
Ásetingarnar í § 115, stk. 1 í partafelagslógini kunnu ikki verða nýttar til atgerðir, sum eru vanligar og vinnuliga grundaðar. Tílíkar atgerðir krevja tó loyvi frá Eftirlitinum, tá tær viðvíkja einum móðurfelag, uttan mun til um hetta er eitt tryggingarfelag, ið henda lóg fevnir um, ella viðvíkja einum felag, sum tryggingarfelagið annars er í samtøkufelagsskapi við. Stk. 2. § 115, stk. 1 og 2 í partafelagslógini eru ikki galdandi fyri eitt lán, sum eitt lívstryggingarfelag hevur veitt innan fyri afturkeypsvirðið móti veð í tryggingarskjalinum.
Tryggingarfeløg og teirra dótturfeløg kunnu einans veita lán til ella veita trygd fyri einum móðurfelag, tá móðurfelagið er eitt tryggingarfelag, ið henda lóg fevnir um ella ein peningastovnur, sum lóg um bankar og sparikassar v.m. fevnir um, og einans við loyvi Eftirlitsins. Stk. 2. Eftirlitið kann í serstøkum førum geva loyvi til, at eitt tryggingarfelag og tess dótturfeløg veita lán til ella seta trygd fyri einum móðurfelag, um viðurskiftini millum tryggingarfelagið og móðurfelagið eru sum ásett í § 3, stk. 2, nr. 2.
Eitt tryggingarfelag kann annars ikki uttan loyvi frá Eftirlitinum veita lán til ella seta trygd fyri fyritøkur ella persónar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava eina avgerandi ávirkan á felagið, ella sum fyritøkur og persónar við eini slíkari ávirkan ráða yvir. Sama er galdandi fyri peningaíløgu hjá einum tryggingarfelag í slíkar fyritøkur. Stk. 2. Um so er, at Eftirlitið skrivliga fráboðar einum tryggingarfelag, at loyvi sambært stk. 1 er neyðugt, kann tiltakið ikki verða framt, fyrr enn avgerð Eftirlitsins er broytt. Tað áliggur felagnum at prógva, at tiltakið lógliga hevur kunna verið framt. Stk. 3. Um eitt tryggingarfelag er móðurfelag, sum tilskilað í § 1, stk. 2, nr. 6 í ársroknskaparlógini, verða stk. 1 og 2 eisini at nýta fyri samtøkuna. Nevnd og stjórn tryggingarfelagsins ansa eftir, at hetta verður hildið. Stk. 4. § 115, stk. 3-5 í partafelagslógini verða at nýta samsvarandi á atgerðir, framdar ímóti stk. 1 og 3. Kapittul 14 Umsiting av eini lívstryggingarmongd
Kapittul 14 Umsiting av eini lívstryggingarmongd
Verður mongdin av lívstryggingum hjá einum tryggingarfelag tikin undir umsiting sambært § 172 ella § 175, skal loyvi hjá felagnum verða tikið aftur. Avgerðirnar skulu skrásetast hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum. Stk. 2. Eftirlitið skal taka ræði yvir øllum virðisbrøvum, ið eru skrásett til rindan av lívstryggingarburturleggingunum, jbr. § 74. Allar hesar ognir skulu gera eina serstaka mongd, ið einans er ætlað at nýta til rindan av krøvum hjá teimum tryggjaðu. Stk. 3. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, sendir skiftirætturin beinanvegin tær í stk. 2 nevndu ognirnar til Eftirlitið. Stk. 4. Tey einstøku tryggjaðu kunnu ikki gera krøv galdandi mótvegis felagnum. Harafturímóti kann Eftirlitið umsitingarbúsins vegna krevja tað, sum eftir metingini av teimum móttiknu ognunum, jbr. § 86, stk. 1, írestar, fyri at lívstryggingarburturleggingarnar og fráboðaði og fallin tryggingarkrøv sambært útrokningini nevnd í § 86, stk. 2, verða rindað. Harumframt kann Eftirlitið umsitingarbúsins vegna krevja tað, ið samsvarar tí grundarfæfeingi, ið samsvarar við tann fyri felagið útroknaða gjaldførisbredda, ið er varðveittur sambært eini fíggjarstøðu, sum er gjørd upp tá umsitingarbúgvið byrjaði, og gjørdur upp í samsvari við § 25, jbr. § 27. Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang eftir at umsitingin er byrjað, fær húsagangurin onga avleiðing fyri umsitingarbúgvið.
Eftirlitið skal umsita tær frá felagnum móttiknu ognirnar og kann hjá felagnum, møguliga við fútans hjálp, krevja allar til umsitingina neyðugu bøkur og skjøl útflýggjað. Stk. 2. Eftir at ummæli er fingið frá Eftirlitinum kann Føroya Landsstýri tilnevna umsitarar til Eftirlitsins vegna at standa fyri umsitingini av teimum ognunum, sum eru móttiknar. Stk. 3. Samsýning til umsitarar og aðrar útreiðslur verða goldnar í samband við umsitingina av umsitingarbúnum. Eftirlitið ásetir støddina á samsýningini.
Tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, kunnu teknaðar tryggingar ikki verða afturkeyptar. Tá kann afturkeypsvirði heilt ella fyri ein part verða nýtt til rindan av teimum í § 70, stk. 1, nr. 5 nevndu tryggingarskjalslánum. Stk. 2. Tryggingarkrøv, sum áðrenn umsitingin byrjaði vóru fallin til gjaldingar ella fráboðaði, skulu verða gjørd av sambært teimum áðrenn hetta mundið galdandi reglum. Tryggingar, sum falla til gjaldingar seinri, skulu fyribils einans verða útgoldnar við eini so stórari upphædd, sum Eftirlitið eftir umstøðunum metir ráðiligt. Vísir endaliga ásetingin av tryggingarupphæddunum, at tað á henda hátt er útgoldið ov nógv, kann afturgjalding ikki verða kravd.
So skjótt Eftirlitið hevur tikið við teimum í § 83, stk. 2 umrøddu ognum, skal tað lata tær meta í samsvari við galdandi virðisásetingarreglur. Stk. 2. Samstundis skal Eftirlitið rokna út lívstryggingarburturleggingarnar og gera upp støddina á fráboðaðum krøvum, ið fallin eru til gjaldingar sambært tryggingaravtalunum, tá umsitingin byrjaði. Eftirlitið kann tó, um tað verður mett neyðugt, áseta eitt annað grundarlag fyri útrokningini av lívstryggingarburturleggingunum enn tað útrokningargrundarlag, ið var galdandi fyri felagið, tá umsitingin byrjaði.
Eftirlitið skal skjótast gjørligt eftir at meting og útrokning sambært § 86 er gjørd, royna at fáa alla tryggingarmongdina yvirtikna av einum ella fleiri lívstryggingarfeløgum, ið reka virksemi her í landinum. Kemur eitt tilboð um slíka yvirtøku, skal Eftirlitið, um tað metir at tikið kann verða við tilboðnum, gera eina frágreiðing um støðuna og eitt uppskot til sáttmála við viðkomandi felag. Hevur sáttmálin við sær niðursetan av tryggingarupphæddunum ella broyting í tryggingartreytunum, heruppií reglunum um eykaágóða skal hetta verða tilskilað. Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunngerast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á tryggingartakarnar um innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn ein mánað, skrivliga at boða Eftirlitinum frá, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis til teir tryggingartakarar, hvørs bústaður er felagnum kunnugur, senda frágreiðingina og uppskotið. Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini avgerð um tryggingarmongdin skal avhendast í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving. Stk. 4. Er avhendingin hend á annan hátt, at ikki allar ognirnar hjá umsitingarbúnum eru farnar við, skal Eftirlitið lata felagnum ella búgvi tess yvirskotið.
Kann tryggingarmongdin ikki verða avhendað sambært § 87, skal Eftirlitið gera ta endaligu ásetingina av tryggingarupphæddunum sambært teirri gjørdu uppgerðini og boða tryggingartakarnar saman til aðalfundar til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag. Til henda aðalfund verður givin ein 2 mánaða freist. Boðanin og frágreiðing um støðuna og tann av Eftirlitinum útroknaða áseting av tryggingarupphæddunum verður kunngjørd á tann í § 87, stk. 2 tilskilaða hátt. Uppskot til tær viðtøkur og tað grundarlag, sambært hvørjum tað nýggja felagið skal reka virksemi sítt, verður lagt fram til eftirskoðan á skrivstovu Eftirlitsins. Uppskot til viðtøkur verður eftir áheitan útflýggjað frá skrivstovu Eftirlitsins ella á annan hátt, sum Eftirlitið metir hóskandi. Stk. 2. Ásetingarnar í § 13 og § 26, jbr. § 3, §§ 5-9 og § 176 í partafelagslógini kunnu ikki verða nýttar tá sínámillum feløg sambært stk. 1 verða stovnað. Um onnur enn tryggingartakarnir kunnu tekna ábyrgdarpartar, verður eisini § 26, jbr. § 7 og § 8, stk. 1 í partafelagslógini, at nýta. Í tí føri kemur tann í stk. 1, 3. pkt. nevnda frágreiðing í staðin fyri tekningarlistan , og Eftirlitið fremur tær heimildir, ið sambært § 26, jbr. § 8, stk. 1 í partafelagslógini, eru lagdar til stovnarnar. Stk. 3. Við skrásetingini kemur tað sínámillum felagið í tann í § 83, stk. 4 nevnda rættin mótvegis tí fyrra felagnum. Stk. 4. Kann eitt nýtt felag ikki verða stovnað, heldur umsitingin fram og Eftirlitið tekur støðu til, um fleiri royndir skulu verða gjørdar at føra tryggingartakarnar til eitt nýtt ella til eitt annað felag. Kapittul 15 Avhending av eini lívstryggingarmongd
Kapittul 15 Avhending av eini lívstryggingarmongd
Vil eitt felag avhenda alla sína lívstryggingarmongd ella ein ávísan part av hesi til eitt annað felag, soleiðis at fyrst nevnda felag við hesum verður leyst av ábyrgd mótvegis tryggingartakarunum, skal tað søkja Eftirlitið um loyvi til hetta, um ikki tryggingarfelagið í samband við yvirtøkuna fær samtykki frá tí einstaka tryggingartakaranum. Við umsóknini um avhendingina skal fylgja tann sáttmáli, ið er gjørdur millum tey tvey feløgini, og slíkar upplýsingar um tey bæði feløgini, sum Eftirlitið metir neyðugar fyri at kunna meta, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarunum. Stk. 2. Í samband við avhendingina kunnu í tryggingartreytunum hjá avhendandi felagnum einans verða gjørdar slíkar broytingar, ið Eftirlitið metir verða eina neyðuga fylgju av avhendingini, heruppií broyting í reglunum um eykaágóða. Stk. 3. Um ikki Eftirlitið á verandi grundarlag metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða noktað, skal Eftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um innan 3 mánaðir at geva Eftirlitinum skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 4. Tá tann í stk. 3 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini avgerð, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.
Verður avgjørt at smelta saman tvey ella fleiri lívstryggingarfeløg til eitt nýtt felag sambært § 93, stk. 1, hevur avgerðin um hetta ikki gildi fyrr enn Eftirlitið í samsvari við § 89 hevur givið loyvi til ta í sambandi við samansmeltingina neyðugu avhendingina av tryggingarmongdini. Stk. 2. Tá Eftirlitið hevur tikið avgerð um, at tryggingarmongdin kann verða avhendað, jbr. § 89, stk. 4, kunnu tryggingartakarnir ikki slíta tryggingaravtaluna, hóast § 27 í lóg um tryggingaravtalur, við samansmeltingini sum grundgeving. Stk. 3. Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag, sambært § 93, stk. 1, verða stk. 1 og 2 at nýta samsvarandi. Kapittul 16 Avhending av eini skaðatryggingarmongd
Kapittul 16 Avhending av eini skaðatryggingarmongd
Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína skaðatryggingarmongd ella ein ávísan part av hesi til eitt annað felag, soleiðis at fyrst nevnda felagið við hesum verður leyst av ábyrgd mótvegis tryggingartakarunum, skal tað søkja Eftirlitið um loyvi til hetta, um ikki tryggingarfelagið í samband við avhendingina fær samtykki frá tí einstaka tryggingartakaranum. Við umsóknini um yvirtøkuna skal fylgja tann sáttmáli, ið er gjørdur millum tey bæði feløgini og slíkar upplýsingar um tey bæði feløgini, ið Eftirlitið metir neyðugar fyri at kunna meta, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarunum. Stk. 2. Um ikki Eftirlitið á verandi grundarlag metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða noktað, skal Eftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um innan 3 mánaðir at geva Eftirlitinum eina skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini avgerð, um tryggingarmongdin skal verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.
Verður avgjørt at smelta saman tvey ella fleiri skaðatryggingarfeløg til eitt nýtt felag sambært § 93, stk. 1 hevur avgerðin um hetta ikki gildi, fyrr enn Eftirlitið í samsvari við § 91 hevur givið loyvi til ta í sambandi við samansmeltingina neyðugu avhendingina at tryggingarmongdini. Stk. 2. Tá Eftirlitið hevur tikið avgerð um, at tryggingarmongdin kann verða avhendað, jbr. § 91, stk. 3, kunnu tryggingartakarnir ikki slíta tryggingaravtaluna, hóast § 27 í lóg um tryggingaravtalur, við samansmeltingini sum grundgeving. Stk. 3. Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag sambært § 93, stk. 1, verða stk. 1 og 2 at nýta samsvarandi. Kapittul 17 Samanlegging og klúgving
Kapittul 17 Samanlegging og klúgving
Reglurnar um samanlegging í hesum kapitli verða at nýta, tá eitt tryggingarfelag uttan at verða avtikið verður upployst við avhending av allari ogn og skuld hjá felagnum til eitt annað tryggingarfelag, og tá tvey ella fleiri tryggingarfeløg verða smeltað saman til eitt nýtt tryggingarfelag. Stk. 2. Reglurnar verða at nýta samsvarandi, um so er, at eitt parta- ella smápartafelag, hvørs endamál einans er at reka virksemi, ið § 6 fevnir um, stk. 1, uttan at verða tikið av avhendar alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag. Stk. 3. Reglurnar verða við neyðugum tillagingum at nýta samsvarandi, tá tað í einum tryggingarfelag verður tikin avgerð um klúgving av felagnum.
Hóast reglurnar í § 134 b, stk. 2, 3. pkt. í partafelagslógini, kann Eftirlitið tó loyva, at tær roknskaparligu upplýsingarnar í seinastu ársfíggjarstøðuni í hvørjum av teimum samanløgdu feløgunum verða lagdar til grund fyri metingini av teimum tryggingarligu burturleggingunum, og at samanleggingin verður framd við roknskaparligum gildi frá framløgudegnum fyri seinastu ársfíggjarstøðu í teimum samanløgdu feløgunum.
Í seinasta lagi ein mánað eftir, at samanleggingarætlanin er undirskrivað, verður fyri hvørt av teimum samanløgdu feløgunum sent eitt av nevndini váttað makaskjal av samanleggingarætlanini til Eftirlitið. Eisini skal váttanin hjá metingarmonnunum sambært § 134 c í partafelagslógini verða send Eftirlitinum. Stk. 2. Móttøkan av skjølunum í stk. 1, verður kunngjørd sambært § 168.
Avgerð um samanlegging skal í einum framhaldandi sínámillum tryggingarfelag verða tikin á aðalfundi, um ábyrgdarar, limir ella umboð fyri hesar, ið eru 1/10 av teimum, ið hava atkvøðurætt ella tann minni brotsparturin, sum viðtøkurnar munnu áseta, jbr. § 48, innan 14 dagar eftir kunngeringina av samanleggingarætlanini sambært § 168 skrivliga krevja, at avgerðin verður tikin av aðalfundinum. Um so er, verður avgerðin tikin við tí í § 56, stk. 1 ásetta meiriluta. § 134 e, stk. 2 og 3 í partafelagslógini, koma ikki í nýtslu.
Í seinasta lagi samstundis við fráboðanini um avgerðina um samanlegging sambært § 134 e í partafelagslógini, skal felagið søkja Eftirlitið um loyvi sambært § 90 ella § 92. Við umsóknini skulu fylgja tey í § 134 e, stk. 5, nr. 3 og 4 í partafelagslógini nevndu skjøl í frumriti ella eitt av nevndini váttað makaskjal. Stk. 2. Avgerð sambært § 96 og § 134 e, stk. 1-3 í partafelagslógini, hevur ikki gildi fyrr enn: 1) Eftirlitið hevur váttað, at ognarar felaganna, ið ikki eru tryggingartakarar, eftir avhendingina ella samansmeltingina eru nóg væl tryggjaðir, og 2) loyvi Eftirlitsins sambært § 90 ella § 92 er til skjals. Stk. 3. Samstundis við loyvinum, tekur Eftirlitið loyvið aftur frá uppathaldandi felagnum við gildi frá einum degi, sum Eftirlitið hevur ásett.
Eitt uppathaldandi felag verður mett upployst, og tess rættindi og skyldur í síni heild at verða farnar til tað framhaldandi felagið, tá treytirnar í § 134 h, stk 1, nr. 1 og 2 í partafelagslógini eru loknar, og ein góðkenning frá Eftirlitinum sambært § 97, stk. 2 er til skjals. Stk. 2. § 134 e, stk. 6, § 134 f, § 134 g og § 134 h, stk. 1, nr. 3 í partafelagslógini, kunnu ikki verða nýttar til tryggingarfeløg. Kapittul 18 Avtøka av tryggingarfeløgum
Kapittul 18 Avtøka av tryggingarfeløgum
Í sínámillum tryggingarfeløgum tekur aðalfundurin avgerð um upploysing av felagnum í samsvari við reglurnar í § 55 og § 56, stk. 1 í hesi lóg.
Eitt tryggingarfelag, ið hevur avhendað alla sína tryggingarmongd til eitt annað felag sambært reglunum í kapitli 15 ella 16, skal avtakast sum tryggingarfelag. Fer avtøkan fram á annan hátt enn við samanlegging sambært § 134 j, stk. 1 ella 134 k í partafelagslógini, við avtøku ella húsagangi, skal avtøkunnar formur, innihald og fremjing góðkennast av Eftirlitinum. Stk. 2. Verður eitt tryggingarfelag umskapað sambært stk. 1, 2. pkt. fær tað yvirtakandi tryggingarfelagið skyldurnar og rættindini hjá avhendandi tryggingarfelagnum uttan skuldaraskifti.
Eitt felag, ið rekur lívstryggingarvirksemi, kann ikki uttan samtykki frá hvørjum einstøkum tryggingartakara verða upployst, um ikki tað frammanundan hevur flutt alla sína tryggingarmongd til eitt annað felag í samsvari við tær í § 89 ásettu reglur, ella tess tryggingarmongd er tikin undir umsiting.
Talar fyrilitið fyri teimum tryggjaðu, partaeigarum, ábyrgdarum ella ognarum fyri, kann Føroya Landsstýri, eftir at ummæli er fingið frá Eftirlitinum, tilnevna ein avtøkustjóra til saman við teimum, sum aðalfundurin hevur valt at fremja avtøkuna. Stk. 2. Tekur Eftirlitið sambært § 172 ella § 173 avgerð um, at eitt felag skal fara í avtøku, tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Eftirlitið ein ella fleiri avtøkustjórar, av hvørjum ein skal vera løgfrøðingur. Eftirlitið kann fyribils seta úr gildi viðtøkur felagsins meðan avtøkan fer fram. Avtøkan verður mett byrjað, tá Eftirlitið tekur avgerð um at felagið skal fara í avtøku.
Reglurnar í hesi lóg um roknskaparframløgu, grannskoðan, aðalfundir og um innsendan av roknskapum til Eftirlitið verða at nýta í feløgum í avtøku við teimum frávikum, ið fylgja av niðanfyri standandi reglum og § 121, stk. 1 og 2 og §§ 122-125 í partafelagslógini.
Tær í § 122 í partafelagslógini nevndu úrslitauppgerðir og frágreiðingar verða sendar í tveimum eintøkum til Eftirlitið, ið letur tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum tað eina.
Verður felagið sambært § 27, stk. 2 í lóg um tryggingaravtalur biðið um at seta trygd fyri, at tað lýkur sínar skyldur, ger Eftirlitið av, um ein boðin trygd má verða mett at vera tryggjandi.
Áheitan vegna eitt tryggingarfelag um trotabúarviðgerð kann bert nevndin ella, um felagið er í avtøku, avtøkustjórin, lata inn. Stk. 2. Er felagið í avtøku og metir avtøkustjórin, at avtøkan ikki fer at geva heilan fulnað til ognararnar og tryggingartakararnar, skal hann kalla til aðalfundar at taka avgerð um innlatan av áheitan um trotabúarviðgerð. Stk. 3. Verður eitt tryggingarfelag ógjaldført, skal Eftirlitið lata inn áheitan um trotabúarviðgerð til skiftirættin, um ikki onnur hava latið inn slíka áheitan. Stk. 4. Verður eitt tryggingarfelag, ið rekur annað tryggingarvirksemi enn lívstryggingarvirksemi koyrt á húsagang, verður § 176 at nýta samsvarandi. Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, skal Eftirlitið taka tryggingarmongdina undir umsiting sambært kapittul 14 í hesi lóg. Stk. 6. Avgerð Eftirlitsins um at lata inn áheitan um trotabúarviðgerð sambært stk. 3 kann ikki verða kærd sambært § 170.
Verður eitt tryggingarfelag tikið til trotabúarviðgerð gevur skiftirætturin føroyska skrásetingarmyndugleikanum og Eftirlitinum fráboðan um, nær trotabúarviðgerðin byrjar, og nær hon endar. Stk. 2. Eftir at fútarættaravgerð er tikin um trotabúarviðgerð tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Eftirlitið ein ella fleiri bústjórar. Stk. 3. Eftirlitið hevur rætt til at luttaka á fundum í ognaranevnd og í skiftifundum. Uppskot til roknskap og útbýtan í trotabúnum skal sendast Eftirlitinum. Stk. 4. Eitt tryggingarfelag, ið er í húsagangi, skal varðveita navn sítt við uppískoytinum _á húsagangi“. Stk. 5. Í samband við skráseting av, at húsagangurin er endaður, verður felagið strikað hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum. Stk. 6. Reglurnar um neyðskuldarsemju í konkurslógini kunnu ikki verða nýttar til tryggingarfeløg.
Føroya Landsstýri kann gera av, at avtøkustjórin ella bústjórin fyri rokning búsins skal geva tryggingartakarunum boð um, at felagið er avtikið og um fylgjurnar av hesum. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann áseta nærri reglur um form og innihald á fráboðanini. Kapittul 19 Grannskoðan og granskan
Kapittul 19 Grannskoðan og granskan
Aðalfundurin velur tveir ella fleiri grannskoðarar í samsvari við viðtøkurnar. Grannskoðararnir verða valdir antin fyri eitt ávíst áramál ella í óavmarkaða tíð. Aðalfundurin kann velja varðamenn fyri hesar. Viðtøkurnar kunnu geva almennum myndugleikum ella øðrum rætt at tilnevna ein ella fleiri grannskoðarar afturat. Stk. 2. Tá partaeigari, ið eigur ein tíggjundapart av partapeninginum ella í sínámillum feløgum tá ein tíggjundapartur av øllum, sum hava atkvøðurætt á einum aðalfundi, har val av grannskoðara er á fundarskránni, atkvøða fyri tí, skal nevndin biðja Eftirlitið tilnevna ein grannskoðara til saman við hinum grannskoðarunum at taka lut í grannskoðanini fyri tíðina til og við næsta vanliga aðalfundi. Um tilnevningina skal tað uttan gjald verða gjørd viðmerking hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum og kunngering í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað. Letur nevndin ikki Eftirlitinum áheitanina, kann ein og hvør partaeigari ella sum hevur atkvøðurætt seta fram áheitanina. Eftirlitið ásetir samsýningina til tann tilnevnda grannskoðaran.
Uppgávur, ið sambært partafelagslógini kunnu verða røktar av einum einstøkum grannskoðara, skulu í tryggingarfeløgum allir grannskoðararnir røkja.
Grannskoðararnir skulu vera myndugir. Í minsta lagi ein av grannskoðarunum skal hava bústað í Føroyum. Stk. 2. Í minsta lagi ein av grannskoðarunum skal vera løggildur. Stk. 3. Verður eitt grannskoðarafelag valt til grannskoðara, skal hann, sum grannskoðanin verður latin upp í hendi, lúka treytirnar ásettar í stk. 1, 2, 4 og 5 og § 112. Stk. 4. Lóggávunnar reglur um grannskoðan og um gegni hjá grannskoðarum eru eisini galdandi fyri grannskoðarar, ið ikki eru løggildir ella skrásettir. Stk. 5. Hoyrir tryggingarfelagið til eina samtøku, skal tann løggildi grannskoðarin vera felags fyri samtøkuna. Fyri ein bólk av feløgum, sum Eftirlitið tekur avgerð fyri sambært § 3, stk. 2, kann Eftirlitið gera av, at í minsta lagi 2 grannskoðarar, av hvørjum ein skal vera løggildur, skal vera felags fyri bólkin.
Til grannskoðara í einum dótturfelag kann ikki nakar persónur verða valdur, ið vegna ógegni ikki kann verða valdur til grannskoðara í móðurfelagnum. Stk. 2. Eitt felag ella feløg innan somu samtøku kunnu ikki veita lán ella seta trygd fyri ein grannskoðara. Hetta er tó ikki galdandi fyri lán veitt innanfyri afturkeypsvirðið á einum tryggingarskjali, sum eitt lívstryggingarfelag hevur givið út.
Starv grannskoðarans skal halda uppat við endan av vanliga aðalfundinum, ið verður hildin við eftir at síðsta roknskaparárið er úti, sum hann er valdur fyri, ella um grannskoðarin er valdur fyri óavmarkaða tíð, tá ein annar grannskoðari er valdur í hansara stað. Stk. 2. Ein grannskoðari kann til eina og hvørja tíð fara úr starvi sínum, og kann verða koyrdur úr starvi við avgerð hjá tí, sum hevur valt hann. Stk. 3. Verður ein grannskoðari mettur greitt óegnaður til sítt starv, kann Føroya Landsstýri koyra viðkomandi frá, og í staðin fyri tann fráfarandi tilnevna ein grannskoðara, ið virkar til nýtt val kann fara fram. Stk. 4. Í tryggingarfeløgum, hvørs partabrøv ella lánsbrøv verða virðisskrásett alment, skal tað innan 8 dagar eftir, at grannskoðarin hevur givið fráboðan um sína fráfaring, verða kallað saman til eykaaðalfundar, har ein nýggjur grannskoðari skal verða valdur. Stk. 5. Heldur starvið hjá einum grannskoðara uppat, áðrenn valskeiðið endar, ella lýkur hann ikki longur treytirnar fyri at vera grannskoðari, og er ongin varamaður at koma í hansara stað, áliggur tað nevndini sum skjótast at fáa í lag val av nýggjum grannskoðara. Stk. 6. Við grannskoðaraskifti skal tryggingarfelagið og grannskoðarin geva Eftirlitinum eina frágreiðing, um skiftið skyldast serligar umstøður. Stk. 7. Við grannskoðaraskifti í tryggingarfeløgum, hvørs partabrøv ella lánsbrøv verða virðisskrásett alment, skal grannskoðarin eisini beinanvegin geva fráboðan um hetta til Københavns Fondsbørs. Stk. 8. Grannskoðarin, ið tekur við, skal venda sær til fráfarandi grannskoðaran, ið hevur skyldu at upplýsa um grundirnar til fráfaringina.
Er eingin ella bert ein grannskoðari í felagnum, ella lýkur ein grannskoðari ikki krøvini í § 111, stk. 1 og 2 ella § 112, stk. 1 ella § 13, stk. 1 í løgtingslóg um løggildar grannskoðarar ella § 7, stk. 1 í løgtingslóg um skrásettar grannskoðarar ella í teimum í viðtøkunum hesum viðvíkjandi ásettu reglum, skal Eftirlitið tilnevna grannskoðarar. Stk. 2. Tilnevning av grannskoðarum sambært stk. 1 er galdandi fyri tíðina til nýggir grannskoðarar eru valdir á fyrisettan hátt.
Grannskoðararnir skulu grannskoða ársroknskapin í samsvari við góðan grannskoðannarsið og heruppií gera eina gjøgnumgongd, sum er vandin, av felagsins roknskapartilfari og tess viðurskiftum annars. Stk. 2. Er felagið eitt móðurfelag, skulu grannskoðararnir hjá hesum eisini grannskoða samtøkuroknskapin og sínámillum roknskaparligu viðurskiftini hjá samtøkufyritøkunum. Stk. 3. Hoyrir felagið til ein bólk av feløgum, sum Eftirlitið tekur avgerð um sambært § 3, stk. 2, skulu teir í § 111, stk. 5, 2. pkt. nevndu grannskoðarar eisini grannskoða tann roknskap, sum Eftirlitið fyrisetur sambært § 3, stk. 2, og sínámillum roknskaparligu viðurskiftini hjá bólkinum. Stk. 4. Harafturat skulu grannskoðararnir ansa eftir, um tey í lógini ásettu krøv til nevndina um gerð av starvsskipan og um stovnan og førslu av bókum, skráum og gerðabókum eru lokin, og eisini um reglurnar í § 118 um framløgu og undirskriving av grannskoðannargerðabókini eru lokin. Um grannskoðararnir staðfesta, at tey umrøddu krøvini ikki eru lokin, skulu hesir gera eina serstaka frágreiðing um hetta, ið verður hjáløgd ársroknskapinum til aðalfundin. Grannskoðararnir skulu í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frágreiðingin er gjørd senda Eftirlitinum hesa. Stk. 5. Grannskoðararnir skulu ganga teimum krøvum viðvíkjandi grannskoðanini á møti, sum kunnu verða sett fram av aðalfundinum, um hesi ikki ganga ímóti lóg ella móti viðtøkum felagsins ella góðum grannskoðannarsiði.
Nevndin og stjórnin skulu geva grannskoðarunum upplýsingar, sum kunnu verða mettar av týdningi fyri metingina av felagnum og – um felagið er eitt móðurfelag – samtøkuni. Stk. 2. Nevndin og stjórnin skulu geva grannskoðarunum høvi til at gera tær kanningar, ið hesir meta neyðugar, og skulu síggja til, at grannskoðararnir fáa tær upplýsingar og ta hjálp, sum teir meta neyðuga fyri at kunna røkja sítt starv. Nevndin og stjórnin í einum dótturfelag hava samsvarandi skyldur mótvegis grannskoðarunum hjá móðurfelagnum ella teimum í § 111, stk. 5, 2. pkt. nevndu grannskoðarum.
Eftir at grannskoðanin er endað, skulu grannskoðararnir við átekning á roknskapin vátta, at teir hava grannskoðað hann og tann møguliga samtøkuroknskapin.
Grannskoðararnir skulu til nýtslu fyri nevndina føra ein grannskoðannargerðabók, ið verður løgd fram á hvørjum nevndarfundi. Eitthvørt, ið verður skrivað í gerðabókina, verður undirskrivað av øllum nevndarlimunum.
Teir valdu grannskoðararnir hava altíð rætt at taka lut í nevndarfundum, tá mál verða viðgjørd, ið hava týdning fyri grannskoðanina ella fyri roknskapargreiðsluna. Stk. 2. Grannskoðararnir hava skyldu til at taka lut í viðgerð nevndarinnar av viðkomandi málum, um bert ein nevndarlimur ynskir tað. Stk. 3. Grannskoðararnir hava rætt til at luttaka á aðalfundinum. Teir skulu vera til staðar, um nevndin ella ein, ið hevur atkvøðurætt, biður um tað. Í tryggingarfeløgum, hvørs partabrøv ella lánsbrøv verða virðisskrásett alment, skal grannskoðarin vera til staðar á regluliga aðalfundinum. Á aðalfundinum skulu grannskoðararnir svara spurningum um roknskapir v.m., sum grannskoðarin skal átekna, og verða viðgjørdir á avvarðandi aðalfundinum.
Grannskoðararnir skulu ansa eftir, at stjórnin og nevndin halda skyldurnar sambært § 161, stk. 7.
Grannskoðararnir og teirra hjálparmenn hava ikki rætt at geva upplýsingar um viðurskiftini hjá felagnum til einstakar partaeigarar – í sínámillum feløgum ábyrgdarar, limir ella sendimenn – ella til óviðkomandi. Stk. 2. Eftirlitið kann áleggja grannskoðarunum at geva upplýsingar um viðurskifti felagsins til Eftirlitið. Stk. 3. Eftirlitið kann gera nærri reglur um fremjingina av grannskoðanini, heruppií um stovnan av innanhýsis grannskoðannardeildum. Stk. 4. Stk. 2 og 3 eru galdandi samsvarandi fyri feløg í samtøkuni.
Ein partaeigari ella í sínámillum feløgum ein limur, ein ábyrgdari ella ein sendimaður kann á regluliga aðalfundinum ella á einum aðalfundi, har evnið er sett á fundarskránna, seta fram uppskot um eina eyka granskan av stovnan felagsins ella av nærri tilskilaðum viðurskiftum viðvíkjandi umsiting felagsins ella av ávísum roknskapum. Verður uppskotið samtykt við vanligum meiriluta, velur aðalfundurin ein ella fleiri granskarar. Stk. 2. Verður uppskotið ikki samtykt, men fær tað tó undirtøku frá partaeigarum, ið umboða 25 prosent av partapeninginum ella viðvíkjandi sínámillum feløgum frá 25 prosent av teimum, sum hava atkvøðurætt á aðalfundinum, kann ein partaeigari ella ein, sum hevur atkvøðurætt í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin, biðja skiftirættin um at tilnevna granskarar. Skiftirætturin skal geva leiðslu felagsins og grannskoðarum, Eftirlitinum og í givnum føri honum, hvørs viðurskifti áheitanin fevnir um, høvi at siga sína áskoðan, áðrenn hann tekur avgerð. Áheitanin skal einans verða gingin á møti, um skiftirætturin metir hana verða nóg væl grundgivna. Skiftirætturin ásetir talið á granskarum. Avgerðin hjá Skiftirættinum kann verða kærd. Stk. 3. Reglurnar í §§ 111, stk. 1, 112, 116, 119 og 121 skulu verða nýttar samsvarandi á granskarar. Stk. 4. Granskararnir, ið skulu leggja fram eina skrivliga frágreiðing á aðalfundinum, hava rætt til at fáa samsýning frá felagnum. Um skiftirætturin hevur tilnevnt granskararnar, ásetir hesin samsýningina. Stk. 5. Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin skal frágreiðingin hjá granskarunum verða løgd fram til eftirlits fyri partaeigarar, ella í sínámillum feløgum fyri limir og ábyrgdarar, á felagsins skrivstovu. Frágreiðingin skal eisini verða send Eftirlitinum. Kapittul 20 Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli
Kapittul 20 Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli
Ásetingarnar í hesum kapitli fevna um sínámillum skaðatrygginarfeløg, hvørs viðtøkur hava tilskilan um, 1) at felagsins endamál er avmarkað til at tekna tryggingar móti vanlukku og sjúku soleiðis, at tey tryggjaðu eisini eru tryggingartakarar, ella til at tekna tryggingar fyri húsdjór, 2) at felagið einans rekur virksemi her í landinum, 3) at felagið ikki teknar tryggingar fyri longri tíðarskeið enn 1 ár í senn, 4) at felagið einans teknar beinleiðis tryggingar, 5) ta størstu upphæddina, sum felagið uttan endurtrygging kann taka ímóti á einstakan váða, ella áseting um, at reglur um hetta verða ásettar av Eftirlitinum í samband við veitan av loyvi, og 6) møguleika fyri krevjing av eykagjaldi ella niðursetan av veitingunum. Stk. 2. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag kemur ikki undir ásetingarnar í hesum kapitli um so er, at 1) tann árliga tryggingargjaldsinntøkan fer upp um eina av Eftirlitinum ásetta upphædd, ella 2) minni enn helvtin av árligu tryggingargjaldsinntøkuni stavar frá likamligum persónum, ið eru limir í felagnum, ella 3) felagsins virksemi er av slíkum slag, at minstaupphædd gjaldførisbreddans verður roknað uttan lækkan sambært § 27, jbr. § 25, stk. 2.
Reglurnar í § 13, § 17, stk. 2, nr. 2 og í partafelagslógini § 3, § 5, § 6, stk. 1 og 3-5, §§ 7-10, § 11, stk. 1 og 3 og § 176, kunnu ikki verða nýttar við stovnan av feløgum, ið hetta kapittul fevnir um. Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu áseta, at eingin stjórn skal verða sett.
Teknan av limum ella ábyrgdarum kann ikki fara fram, áðrenn uppskot til viðtøkur er orðað. Uppskotið skal leggjast fram í samband við tekningina. Stk. 2. Stovnandi aðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tekningin er byrjað, um ikki ongin limur ella ábyrgdari er teknaður. Í síðst nevnda føri, fella burtur tær skyldur, sum verða átiknar við tekningina av felagsfæfeingi, og inngoldnar upphæddir verða afturgoldnar, tó við frádrátti av goldnum útreiðslum, um hetta er treytað við tekningina. Stk. 3. Til stovnandi aðalfundin verða tey, ið hava atkvøðurætt sambært uppskotinum til viðtøkur, boðaði til fundar. Stk. 4. Aðalfundurin tekur við vanligum atkvøðumeiriluta avgerð um góðkenning av viðtøkunum og um felagið skal verða stovnað. Avgerð um broyting í uppskotinum til viðtøkur kann verða tikin við vanligum meiriluta uttan mun til ásetingar í uppskotinum um broytingar eftir stovnanina. Avgerð um broyting, sum ikki er tilskilað í fundarboðunum krevur tó samtykki frá øllum, ið hava atkvøðurætt. Avgerð um stovnan kann ikki verða tikin, fyrr enn viðtøkurnar eru endaliga góðkendar. Stk. 5. Tá felagið er stovnað, verður vald nevnd og grannskoðarar sambært ásetingunum í viðtøkunum um hetta.
Felagið skal fráboðast til skráseting hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir stovnandi aðalfundin. Verður farið út um hesa freist, fella tær við tekningina av felagsfæfeingi átiknu skyldur burtur, jbr. § 125, stk. 2, 2. pkt. Eftir hetta kann skráseting ikki fara fram. Stk. 2. Í seinasta lagi samstundis við fráboðanina um skráseting hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum skal felagið senda umsókn um loyvi, jbr. § 9, stk. 1 og 2 til Eftirlitið. Við umsóknini skal vera váttað úrskrift úr aðalfundargerðabókini.
Tann í § 18, stk. 2 nevnda rakstrarætlan kann við Eftirlitsins loyvi verða avmarkað í áramál, ella ikki verða gjørd, um hetta ikki er neyðugt fyri at áseta grundarfæfeingið. Eftirlitið kann eisini við fyriliti fyri slagi og vavi fyritøkunnar loyva, at einki felagsfæfeingi ella annað grundarfæfeingi er til.
Hevur felagið onga stjórn, hevur nevndin tey størv, ið lógin hevur álagt stjórnini.
Limir í nevnd og stjórn umboða felagið úteftir. Stk. 2. Felagið verður bundið av rættargerðum, sum felagsins vegna verða gjørdar av samlaðu nevndini ella einum limi í nevndini ella einum stjóra. Stk. 3. Tann tekningarrættur, sum tann einstaki limurin í nevndini eigur sambært stk. 2, kann í viðtøkunum verða avmarkaður soleiðis, at tekningarrætturin kann verða framdur av einum ella fleiri ávísum limum ella av fleiri saman. Onnur avmarking í tekningarrættinum kann ikki verða skrásett. Stk. 4. Einans nevndin kann geva umboðsfulltrú. § 42 kemur ikki í nýtslu.
Tann grannskoðaði og góðkendi ársroknskapurin skal verða sendur Eftirlitinum í tveimum eintøkum í seinasta lagi 10 dagar eftir, at roknskapurin er samtyktur og góðkendur. Stk. 2. Eftirlitið letur tann eina av teimum í stk. 1 nevndu roknskapunum til tann føroyska skrásetingarmyndugleikan, ið kunnger móttøkuna í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað. Stk. 3. Ásetingin í § 66 kemur ikki í nýtslu.
Sínámillum tryggingarfeløg, ið § 123, stk. 1 fevnir um, og sum einans reka virksemi innan eitt heilt avmarkað landøki, koma ikki undir reglurnar í hesi lóg, jbr. tó stk. 2 og 3, um so er, at tær teknaðu tryggingarnar tilsamans ikki fara upp um 3 mió. kr. Stk. 2. Feløg, sum stk. 1 fevnir um, skulu tó frámerkja seg sum sínámillum. § 12, stk. 2 verður at nýta samsvarandi. Stk. 3. Er eitt sínámillum tryggingarfelag undir eftirliti sambært hesi lóg, verður felagið verandi undir eftirliti, hóast tað seinri lýkur treytirnar fyri undantøku sambært stk. 1. Eftirlitið kann tó sleppa felagnum undan eftirliti, um so er, at felagið setur fram áheitan um tað sambært eini aðalfundarsamtykt.
Eftirlitið kann undantaka eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir § 123, stk. 1, frá reglunum í hesi lóg, um so er at 1) tær samlaðu tryggingarnar ikki fara upp um 6 mió. kr., og felagsins váði fyri einstaka trygging ikki fer upp um 3 prosent av felagsins samlaðu árligu tryggingargjaldsinntøku, ella 2) felagið einans teknar tryggingar á einum avmarkaðum landøki og einans fyri eina einstaka tryggingargrein. Stk. 2. Tá stk. 1, nr. 1 verður nýtt, verður fyrilit ikki tikið fyri, í hvønn mun felagið hevur minkað sín váða við endurtrygging. Stk. 3. Eftirlitið kann nýta ásetingingina í stk. 1, nr. 2 sjálvt um felagið teknar tryggingar, sum § 123, stk. 1, nr. 1 ikki fevnir um, tá felagið tó ikki teknar ábyrgdartrygging, arbeiðsskaðatrygging, motorakfarstrygging, veðhaldstrygging ella lánstrygging. Stk. 4. Áheitan hjá einum felag um undantøku sambært stk. 1, skal vera góðkend av aðalfundinum.
Setur eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir reglurnar í hesum kapitli, fram áheitan um tað sambært aðalfundarsamtykt, kann Eftirlitið áseta, at felagið fullkomiliga skal koma undir tær vanligu reglurnar í hesi lóg. Tá ein slík avgerð er tikin, kunnu ásetingarnar í hesum kapitli tó verða nýttar, um Eftirlitið loyvir tí. Kapittul 21 Serstakar reglur um ávísar eftirlønargrunnar
Kapittul 21 Serstakar reglur um ávísar eftirlønargrunnar
Reglurnar í hesum kapitli fevna um feløg ella felagsskapir (eftirlønargrunnar) 1) hvørs limir antin hava útbúgving innan ávís útbúgvingarøki ella starvast í einum ávísum slagi av fyritøkum, og sum hava til endamáls, sum liður í setannartreytunum ella sum liður í einum øðrum tilknýti til eina fyritøku at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar, ella 2) hvørs limir eru sjálvstøðugir vinnurekandi innan somu starvsgrein, og sum hava til endamáls at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar.
Reglurnar fyri sínámillum lívstryggingarfeløg verða við teimum í stk. 2 nevndu undantøkum at nýta samsvarandi á eftirlønargrunnar, ið hetta kapittul fevnir um. Stk. 2. § 31, stk. 2-4 verða ikki at nýta á eftirlønargrunnar, ið hetta kapittul fevnir um.
Eftirlitið kann seta nærri reglur um avmarking av limaskara og virksemi eftirlønargrunnsins. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann áseta nærri reglur um avmarkingina millum virksemi hjá eftirlønargrunnum og annað tryggingarvirksemi.
Eftirlønargrunnar skulu í navninum týðuliga tilskila teirra eginleika sum eftirlønargrunnar. § 12, stk. 1, 1. pkt. kann ikki verða nýtt á eftirlønargrunnar.
Um ikki Føroya Landsstýri við atliti til viðurskiftini hjá eftirlønargrunninum loyvir eina aðra samanseting av nevndini, skal henda hava ein formann og eitt stakt tal av nevndarlimum, av hvørjum í minsta lagi helvtin skal verða vald av og millum limirnar í eftirlønargrunninum. § 49, stk. 6 í partafelagslógini kemur ikki í nýtslu. Stk. 2. Í viðtøkunum kann tað hóast § 44 verða ásett, at val av nevnd og broyting í viðtøkunum verður gjørd av limum felagsins við frumatkvøðu. Kapittul 22 Serstakar reglur fyri ávísar _firma“eftirlønargrunnar
Kapittul 22 Serstakar reglur fyri ávísar _firma“eftirlønargrunnar
Reglurnar í hesum kapitli verða at nýta á ein og hvønn felagsskap (eftirlønargrunn), ið við grundarlagi í einum lyfti um eftirløn hevur til endamáls at tryggja starvsfólkunum eftirløn í samband við starvssetan í eini fyritøku heruppií einum loyvishavandi felag, ella við starvssetan í tílíkum fyritøkum innan somu samtøku. Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri lyftir um eftirløn 1) givið av Føroya Landsstýri, eini kommunu ella kommunalum felagsskapi, 2) givið til stjórar ella teirra eftirsitandi 3) skipað eftir serstakari lóg ella 4) givið av kommunalum felagsskapi, hvørs skyldum kommunur ábyrgdast fult fyri. Stk. 3. Eftirlitið kann eftir samráðing við Føroya Landsstýri gera av, at ein eftirlønargrunnur fyri hvørs skuldum landsstýrið ella ein kommuna ábyrgist fullkomiliga, heilt ella fyri ein part skal verða undantikin frá §§ 14, stk. 1, 25, 27, kap. 10, §§ 70, 72, 74 og kap. 15 og 18. Stk. 4. Ein eftirlønargrunnur, ið veitir tænastumannalíknandi eftirløn, og sum danska ríkið ella ein kommuna fullkomiliga ábyrgist fyri, kemur ikki undir hesa lóg. Stk. 5. Eftirlitið kann áseta reglur um, at lyfti um eftirløn, ið er lítil, ikki kemur undir hesa lóg.
Við limirnar í einum eftirlønargrunni er at skilja: 1) persónar, ið eru settir í starv í teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og sum hava fingið lyfti um eftirløn, 2) fyrrverandi starvsfólk, ið fáa eftirløn úr eftirlønargrunni, 3) persónar, ið hava verið í starvi í fyritøkuni og sum sambært ásetingum í viðtøkunum hjá eftirlønargrunninum hava varðveitt rættin til eftirløn hóast setanarviðurskiftini eru hildin uppat. Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu avmarka limarættindini hjá teimum í stk. 1, nr. 3 nevndu persónum.
Reglurnar í §§ 135-138 verða at nýta samsvarandi í hesum kapitli. Stk. 2. Umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, kann ein eftirlønargrunnur ikki byrja sítt virksemi, fyrr enn eftirlønarreglugerðin hjá eftirlønargrunninum og fíggjarliga og tøkniliga grundarlagið er góðkent av Eftirlitinum. Stk. 3. Viðtøkurnar skulu umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, hava reglur um: 1) Limir eftirlønargrunsins, 2) Hvussu farast skal fram, um ein ella fleiri av teimum fyritøkum, hvørs starvsfólk eftirlønargrunnurin fevnir um, heilt ella fyri ein part verða lagdar niður ella avhendaðar, ella fyritøkan av einhvørjari orsøk ynskir at enda eftirlønarskylduna, 3) Reglur um avtøku av eftirlønargrunninum og nýtslu av ognum eftirlønargrunsins, 4) Mannagongd fyri loysn av ósemju millum ein lim og eftirlønargrunnin, 5) Viðtøkurnar skulu hava upplýsing um navnið á teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og um tær skyldur, sum fyritøkurnar hava átikið sær mótvegis eftirlønargrunninum Stk. 4. Eftirlønarreglugerðin skal hava ásetingar um 1) Navn eftirlønargrunsins, 2) Ta kommunu her í landinum, har eftirlønargrunnurin skal hava sín heimstað, 3) Endamál eftirlønargrunsins, 4) Limir eftirlønargrunsins, 5) Reglur um støddina á eftirlønarupphæddunum og javning, teirra útrokning og útgjalding. 6) Reglur um rættindi limanna, tá teir fara burtur út eftirlønargrunninum, 7) Reglur um eftirlønargjald, 8) Reglur um rættindi og skyldur hjá limunum annars, 9) Tilskilan av teimum reglum sambært hvørjum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum teknaðar ella avtalaðar sum skyldubundnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni kunnu verða fluttar frá og til eftirlønargrunnin í samband við skifti til annað starv. Stk. 5. Umsókn um góðkenning av fíggjarliga og tøkniliga grundarlagi eftirlønargrunsins skal hava tilskilan um: 1) grundarlag fyri útrokning og javning av eftirlønargjaldi og veitingum og eftirlønarburturleggingum, 2) teir eftirlønarformar, ið eftirlønargrunnurin ætlar at nýta, 3) reglur um útrokning av endurgjøldum í samband við, at farið verður burtur úr eftirlønargrunninum og ognarpørtum, 4) reglur um útrokning og býti av yvirskoti til limirnar og um rindan av undirskoti, 5) reglur um heilsumeting, 6) ta hægstu upphædd, sum eftirlønargrunnurin uttan endurtrygging skal kunna taka við á einstakan váða, og 7) útreiðslur í samband við umsiting grunsins. Stk. 6. 1) Ein eftirlønargrunnur skal hava í minsta lagi 50 limir. 2) Um talið á limunum í einum eftirlønargrunni verður minni enn 50, skal eftirlønargrunnurin beinanvegin heita á Eftirlitið um at gera av, um og um so verður, við hvørjum treytum, eftirlønargrunnurin kemur at halda áfram við sínum virksemi. Kapittul 23 Bygningsbrunatrygging
Kapittul 23 Bygningsbrunatrygging
Eitt tryggingarfelag, ið teknar bygningsbrunatrygging, skal við teimum avmarkingum, ið fylgja av tess viðtøkum ella tess loyvi, tryggja allar bygningar. Stk. 2. Felagið kann tó nokta at tryggja: 1) bygningar, ið ikki eru fullvæl innrættaðir móti eldsvanda, 2) tómar bygningar.
Eitt felag kann ikki slíta eina trygging vegna tað, at tryggingargjaldið ikki er goldið. Stk. 2. Ein tryggingartakari kann einans enda tryggingina við samtykki frá teimum, sum hava rættindi sambært øllum heimildum og skuldbindingum, ið eru tinglýstar á ognina, um ikki ognin uttan at rættarstøðan hjá hesum versnar verður tryggjað í einum øðrum felag, sum hevur loyvi at reka bygningsbrunatrygging.
Eftirlitið ásetir minstutreytirnar fyri tekning av bygningsbrunatrygging hjá tryggingarfeløgum Stk. 2. Fyri at tryggja tryggingarfulnað um so er, at felagið fer á húsagang ella í avtøku, kann Føroya Landsstýri áseta nærri reglur um sínamillum skuldbinding fyri øll tryggingarfeløg, ið hava teknað bygningsbrunatrygging fyri bygningar her í landinum. Stk. 3. Upphæddir, ið koma inn í búgvið frá rindan av endurtrygging av bygningsbrunatrygging, verða nýttar framíhjá til rindan av krøvum frá tryggingarfeløgum, ið hava lokið tryggingarskyldurnar, sum liggja á tí tryggingarfelagnum, sum er farið á húsagang ella í avtøku. Kravið víkir tó fyri teimum í §§ 93 og 94 í konkurslógini nevndu krøvum, í tann mun hesi krøv ikki kunnu verða rindað av hinum ognunum í búnum.
Felagið hevur pantingarrætt fyri tryggingargjøld við afturatkomnum rentum og aðrar útreiðslur. Felagið hevur harumframt veðrætt fyri veitingar í tí tryggjaðu ognini frammanfyri veðrættir í ognini í 1 ár frá gjaldkomudegnum. Kapittul 24 Arbeiðsskaðatrygging
Kapittul 24 Arbeiðsskaðatrygging
Umsókn um loyvi at reka arbeiðsskaðatryggingarvirksemi skal verða send Eftirlitinum og við skulu fylgja: 1) vanligu tryggingartreytir felagsins við tilskilan í hvønn mun hesar verða tiknar við í felagsins tryggingarskjøl, 2) tilskilan av meginreglum fyri útrokning av tryggingargjøldunum, 3) tilskilan av meginreglum um útrokning av tryggingarligum burturleggingum, 4) tilskilan av endurtryggingarviðurskiftunum, 5) tilskilan av teimum reglum, sambært hvørjum felagið kann taka ímóti endurtrygging og 6) tilskilan av meginreglum fyri útbýting av eykaágóða.
Loyvi jbr. § 9 stk. 1 og 2 kann ikki verða givið fyrr enn Eftirlitið hevur góðkent tryggingarfelagsins vanligu tryggingartreytir og tess tøkniliga grundarlag. Stk. 2. Broytingar í teimum góðkendu tryggingartreytunum fyri arbeiðsskaðatrygging skulu verða sendar til góðkenningar í Eftirlitinum innan 1 mánað eftir, at broytingarnar eru samtyktar. Broytingarnar hava ikki gildi fyrr enn Eftirlitið hevur givið fráboðan um góðkenning.
Eitt tryggingarfelag skal ganga inn í eina felagsskipan (pool) fyri lønartalsjavning av leypandi veitingum. Eftirlitið kann í serstøkum førum gera undantak frá hesum kravi. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur fyri hesa felagsskipan.
Tá eitt tryggingarfelag hevur tikið við váðanum hjá einum tryggingarskyldigum arbeiðsgevara, ábyrgist felagið sjálvt um tryggingaravtalan er grundað á skeivar fortreytir viðvíkjandi tryggingarábyrgdarinnar slag og vídd.
Til rindan av leypandi veitingum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, skulu øll tryggingarfeløg gera eina serstaka burturlegging, ið verður sett fyri seg í fíggjarjavnanum (fíggjarstøðuni). Stk. 2. Eftirlitið ásetir útrokningargrundarlagið fyri burturleggingar til rindan av leypandi veitingum.
Eftirlitið ásetir nærri reglur fyri virðisásetingina av ognum til rindan av burturleggingum til rindan av leypandi veitingum. Stk. 2. Fyri ognir svarandi til burturleggingar til rindan av leypandi veitingum verða §§ 70, 71 og 74 at nýta samsvarandi.
Eitt tryggingarfelag hevur skyldu til at áseta tryggingargjøldini soleiðis, at umframt tað sum er neyðugt til rindan av felagsins tryggingarliga váða sambært lógini, einans verður kravt tað, ið er neyðugt til rindan av útreiðslum av einari fullgóðari umsiting, stimbran og einum rímiligum vinningsbýti. Eftirlitið ásetir nærri reglur fyri hesi útrokning. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur fyri eini felagsskipan til yvirtøku av vinnusjúkuváða.
Við broyting av veitingum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini og teimum burturleggingunum, sum hoyra til, hevur eitt tryggingarfelag, hóast gjørdar tryggingaravtalur, rætt til uttan ávaring at javna tey ásettu tryggingargjøldini. Samsvarandi er galdandi, um broyting hendir í talinum og vavinum av góðkendum vinnusjúkum. Stk. 2. Hóast eina tryggingargjaldsjavning verða teknaðar tryggingar verandi í gildi, til tær ganga út. Stk. 3. Meinar ein tryggingartakari, at ein gjørd tryggingargjaldshækking, ið ikki hevur heimild í tryggingaravtaluni, er størri, ella at ein tryggingargjaldslækking er minni, enn tað, ið svarar til ta útreiðslubroyting, ið skyldast teimum í stk. 1 nevndu broytingum, kann tryggingartakarin leggja spurningin fyri Eftirlitið innan 4 vikur eftir, at hann hevur móttikið fráboðan um broytingina í tryggingargjaldinum.
Tryggingargjøld, afturatkomnar rentur av tryggingargjøldum og aðrar útreiðslur í samband við, at tryggingargjøld ikki eru goldin rættstundis, hava útpantingarrætt.
Eitt tryggingarfelag kann ikki verða upployst, um ikki tað frammanundan hevur flutt alla sína tryggingarmongd til eitt annað felag í samsvari við tær í § 91 ásettu reglur, ella tess arbeiðsskaðatryggingarmongd er tikin undir umsiting av Eftirlitinum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Eftirlitið krevur, at eitt tryggingarfelag innan eina freist, ið Eftirlitið ásetir, skal gera tær fyriskipanir, ið verða mettar neyðugar, um so er at: 1) felagið ikki hevur burturlagt nóg stórar upphæddir til rindan av tryggingarligum skyldum, 2) Eftirlitið ikki metir, at ogn felagsins er verður tryggjandi umsitin, 3) tað vísir seg, at tær, til rindan av burturleggingum til leypandi veitingar, burturløgdu ognir ikki eru tryggjandi, ella 4) onkur av teimum í § 172, stk. 1, nr. 1, 2 ella 5 nevndu umstøður eru til staðar. Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ásettu freistina, kann Eftirlitið afturkalla loyvi tryggingarfelagsins at reka arbeiðskaðatryggingarvirksemi, og síðani verður tryggingarmongdin tikin undir umsiting av Eftirlitinum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini. Kapittul 25 Eftirlit
Kapittul 25 Eftirlit
Føroya Landsstýri verður heimilað, við gildiskomu lógarinnar at tilnevna ein almennan myndugleika (Eftirlitið) at hava eftirlit við tí tryggingarvirksemi, ið henda lóg fevnir um. Stk. 2. Eftirlitið ansar eftir, at henda lóg verður hildin og tær ásetingar, ið eru givnar við heimild í lógini, jbr. tó § 17. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ansar eftir, at § 17 verður hildin. Stk. 3. Eftirlitið røkir tær í stk. 1 nevndu uppgávur saman við einum ráði (Tryggingarráðnum). Stk. 4. Føroya Landsstýri ger fyriskipan fyri virksemi Eftirlitsins, heruppií um tess samvirki við ráðið og um samstarvið við tryggingareftirlit í øðrum londum.
Føroya Landsstýri verður heimilað at seta á stovn tað í § 157, stk. 3 nevnda ráð, og at gera viðtøkur fyri tess virksemi og starvsskipan. Stk. 2. Ein meiriluti av limum ráðsins skulu vera óheftir av tryggingarfeløgum, av øðrum fyritøkum, ið eru undir tess eftirliti, og av felagsskapum fyri hesar fyritøkur. Stk. 3. § 163 verður nýtt samsvarandi fyri limir ráðsins.
Tey, ið starvast í Eftirlitinum, kunnu ikki hava fíggjarlig áhugamál í ella vera knýtt at nøkrum tryggingarfelag, aðrari fyritøku, ið er undir Eftirlitsins eftirliti, ella at felagsskapum fyri hesar fyritøkur.
Tryggingarfeløgini skulu geva Eftirlitinum tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri virksemi Eftirlitsins. Eftirlitið skal kanna viðurskiftini hjá teimum tryggingarfeløgum, ið lógin fevnir um. Stk. 2. Í tann mun tað er neyðugt til metingar av fíggjarligu støðuni hjá einum tryggingarfelag, hevur Eftirlitið harafturat atgongd til at fáa upplýsingar og gera eftirlitsvitjanir hjá fyritøkum, sum felagið hevur serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við, jbr. orðaskiljingarnar í § 1, stk. 2, nr. 5, 7 og 8 í ársroknskaparlógini. Stk. 3. Eftirlitið kann í serstøkum førum nýta fremmanda hjálp.
Fyri tryggingarfeløg fremur Eftirlitið tær heimildir, ið eru givnar tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum í § 72, stk. 2, § 117, stk. 1 og § 118 í partafelagslógini. Stk. 2. Avgerð um fæfeingislækkan skal góðkennast av Eftirlitinum í teimum í § 44 a, stk. 1, nr. 2 og 3 í partafelagslógini nevndu førum. Stk. 3. Avgerð um, at nýggj partabrøv skulu kunna verða inngoldin við umskiftan av skuld sambært § 33 a í partafelagslógini skal góðkennast av Eftirlitinum. Stk. 4. Lántøka hjá lívstryggingarfeløgum sambært § 43 í partafelagslógini skal góðkennast av Eftirlitinum. Stk. 5. Útvegar eitt tryggingarfelag sær egin partabrøv, jbr. § 48 í partafelagslógini, skal hetta góðkennast av Eftirlitinum. § 48 a í partafelagslógini kemur ikki í nýtslu. Stk. 6. Nevndin í einum móðurfelag skal so skjótt samtøkuviðurskifti eru stovnað geva nevndini í einum dótturfelag og Eftirlitinum fráboðan. Stk. 7. Stjórnin og nevndin skulu beinanvegin fráboða Eftirlitinum upplýsingar um viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri framhaldandi virksemið hjá felagnum. Stk. 8. Tey í samband við eina hækking av felagsfæfeinginum gjørdu skjøl skulu í váttaðum makaskjølum sendast Eftirlitinum. Stk. 9. Samtyktir sambært § 126 í partafelagslógini um, at avtøka skal halda uppat, skal góðkennast av Eftirlitinum.
Eftirlitið skal gera kanningar, ið hóska til at fremja yvirlitið yvir tryggingarmarknaðin. Eftirlitið kann sjálvstøðugt ella í samstarvi við almennar myndugleikar kunngera úrslitini av slíkum kanningum. Stk. 2. Feløg, ið ein kanning fevnir um, skulu verða kunnað um úrslitini áðrenn eina møguliga kunngering og kunnu krevja, at tryggingartøkniligar útrokningar og hættir v.m., ið hava eyðkenni sum handilsloyndarmál, ikki verða kunngjørd. Stk. 3. Feløgini hava rætt at krevja, at tiknar verða við stuttorðaðar viðmerkingar til niðurstøðurnar av kanningunum í samband við kunngering av hesum, um viðmerkingarnar eru settar fram fyri Eftirlitinum í seinasta lagi 30 dagar eftir, at úrslitini av kanningini eru móttikin.
Tey, ið starvast í Eftirlitinum og serfrøðingar, ið virka ella hava virkað vegna Eftirlitið, hava undir ábyrgd sambært §§ 152-152e í revsilógini skyldu til at dylja tað, sum tey gjøgnum teirra virksemi verða vitandi um. Hesar upplýsingar kunnu tó verða latnar víðari í stuttum ella samlaðum líki, tá hvørki tað einstaka tryggingarfelagið ella tess viðskiftafólk kunnu eyðmerkjast. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at trúnaðarupplýsingar verða latnar víðari: 1) til aðrar almennar myndugleikar, heruppií ákærumyndugleikan og løgregluna í samband við føri, ið straffilóggávan fevnir um, 2) í einum borgarligum rættarmáli, tá eitt tryggingarfelag er tikið til fíggjartrotaviðgerð, ella er farið í avtøku, sum fylgja av einum rættarúrskurði, og um so er, at upplýsingarnar ikki viðvíkja triðjamanni, ið er við í eini roynd at bjarga tryggingarfelagnum, 3) til stovnar, ið eru við í avtøku og trotabúarviðgerð og líknandi viðgerðum, og persónar, ið hava ábyrgdina av teirri lógbodnu grannskoðanini av roknskapunum hjá tryggingarfeløgum og øðrum fíggingarstovnum, við teirri fortreyt, at hesir móttakarar av upplýsingum hava tørv á teimum fyri at kunna røkja sínar uppgávur, 4) til stovnar, ið umsita avtøku- ella ábyrgdarskipanir við teirri fortreyt, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri, at teir kunnu útinna sítt virksemi, 5) til Føroya Landsstýri, sum liður í tess yvireftirliti, 6) til løgtingsins umboðsmann ella til eina tingnevnd, sum løgtingið hevur sett, 7) til kanningarrættir settir við lóg ella sambært § 21 ella 21 a í rættargangslógini ella 8) til umsitingarligar myndugleikar og dómstólar, ið viðgera avgerðir, ið Eftirlitið hevur tikið. Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at Eftirlitið samtíðis við tingingar um avhending av eini tryggingarmongd við atliti til trygging av endurtryggingarfulnaði letur víðari upplýsingar til umboð fyri feløg, ið koma undir eina sambært § 144 ásetta skuldbindingarskipan. Stk. 4. Trúnaðarupplýsingar, sum Eftirlitið fær, kunnu einans verða nýttar sum liður í eftirlitsvirksemi Eftirlitsins, til at áleggja revsitiltøk, ella um avgerð Eftirlitsins verður kærd til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella løgd fyri dómstólarnar. Stk. 5. Føroyskir myndugleikar v.m., ið sambært stk. 2 fáa upplýsingar frá Eftirlitinum, koma undir ta í stk. 1 umrøddu tagnarskyldu. Stk. 6. Sum partur í viðurskiftunum til Eftirlitið verður einans ta tryggingarfelag mett, ið eftirlitsvirksemið sambært lógarinnar kapittul 25 viðvíkur.
Eftirlitið letur Føroya Landsstýri eina árliga frágreiðing um virksemið hjá tryggingarfeløgunum. Stk. 2. Eftirlitið ger av, í hvønn mun frágreiðingin skal kunngerast.
Eftirlitið kann áseta nærri reglur um fráboðan sambært § 19, heruppií um, í hvønn mun fráboðanirnar skulu verða atkomuligar hjá almenninginum.
Til rindan av útreiðslum av Eftirlitsins eftirliti við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum verður álíknað hvørjum av hesum ein upphædd, ið verður ásett sambært reglunum í stk. 2-4, tó í minsta lagi 1.000 kr. árliga. Stk. 2. Full gjaldsskylda áliggur einhvørjum tryggingarfelag v.m. Eftirlitið kann tó sleppa einum felag í avtøku undan gjaldi, tá umstøðurnar tala fyri hesum. Stk. 3. Eftirlitið ger álíkningina av gjaldinum við grundarlagi í seinasta álmanakkaári. Tá gjaldsskráin verður roknað út, verða Eftirlitsins útreiðslur býttar millum fylgjandi bólkar: 1) tryggingarfeløg, ið reka lívstryggingarvirksemi, 2) tryggingarfeløg, ið reka annað virksemi enn lívstrygging, 3) eftirlønargrunnar, ið koma undir eftirlit sambært hesi lóg Stk. 4. Býtið millum bólkarnar í 1-3 pensiónskassar, sum eru umfataðir av lóg um eftirlit við firmapensiónskassum, verður gjørt við grundarlagi í partinum hjá tí einstaka bólkinum av teirri samlaðu rentuinntøkuni og bruttotryggingargjaldsinntøkuni v.m. frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingum. Býtið millum feløgini í bólki 1 og 2 verður gjørt í mun til bruttotryggingargjaldsinntøkuna frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingunum og innan bólk 3 við grundarlagi í limagjaldi og rentuinntøkum. Stk. 5. Innan september mánaði er úti letur Eftirlitið hvørjum einstøkum tryggingarfelag v.m. fráboðan um støddina á tess gjaldi, og skal hetta verða goldið innan álmanakkaárið er úti. Eftirlitið hevur pantingarrætt fyri gjøldini. Stk. 6. Tey tryggingarfeløg, ið koma undir reglurnar í § 123 skulu gjalda eina upphædd uppá 50 prosent av teirri sambært reglunum í stk. 1-4 útroknaðu upphædd, tó í minsta lagi 400 kr. árliga. Stk. 7. Útreiðslurnar av einari grannskoðan, sum Eftirlitið hevur sett í verk, kann áleggjast felagnum av Eftirlitinum, ið ásetir støddina á grannskoðannarsamsýningini.
Tryggingarfeløg og teir eftirlønargrunnar, ið henda lóg fevnir um, verða skrásettir hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum.
Móttøka av samanleggingarætlanum, klovningarætlanum og metingarfrágreiðingum sambært § 14, stk. 2 og § 16 og eisini § 33, stk. 1 og § 41 í partafelagslógini skal Eftirlitið beinanvegin lata kunngera í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, og tær eru hereftir atkomuligar fyri almenningin. Tann Føroyski Skrásetingarmyndugleikin skal beinanvegin kunngera skrásetingar í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, og eru eftir hetta atkomuligar fyri almenningin.
Leggur Føroya Landsstýri sínar heimildir eftir lógini til Eftirlitið, kann landsstýrið áseta reglur um kærurætt, heruppií at kærur ikki kunnu leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika.
Avgerðir, sum Eftirlitið ella tann Føroyski Skrásetingarmyndugleikin hevur tikið sambært lógini, ella reglum gjørdar við heimild í lógini, kunnu verða lagdar fyri eina kærunevnd, sum er sett av Føroya Landsstýri, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann gera avtalu við Ídnaðarmálaráðið um, at tær í stk. 1 nevndu avgerðir kunnu verða lagdar fyri _Industriministeriets Erhvervsankenævn“. Stk. 3. Verður ein avgerð, sum Eftirlitið hevur tikið um, at felagið skal fara í avtøku, ella tess tryggingarmongd verða tikin undir umsiting umgjørd, skal tann Føroyski Skrásetingarmyndugleikin beinanvegin skráseta hetta. Eftirlitið skal, um felagið eigur fasta ogn, síggja til neyðuga tinglýsing. Kapittul 26 Endurreisingarætlanir og aðrar fyriskipanir
Kapittul 26 Endurreisingarætlanir og aðrar fyriskipanir
Er grundarfæfeingið hjá einum tryggingarfelag ikki nóg stórt, skal Eftirlitið krevja, at felagið ger eina ætlan fyri endurreising av tess fíggjarligu støðu og leggja ætlanina fyri Eftirlitið til metingar av, um ætlanin hevur tey tiltøk, ið verða mett at verða neyðug. Stk. 2. Um so er at: 1) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn ein triðingur av tí útroknaða gjaldførisbreddanum, ella 2) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn tann við atliti at slagi av virksemi ásetta minstuupphædd, ella 3) tað grundarfæfeingi hjá lívstryggingarfeløgum, ið samsvarar einum triðingi av tí útroknaða gjaldførisbreddanum, viðvíkjandi minni enn helvtini er samansett av fylgjandi: inngoldnum parta- ella ábyrgdarpeningi, helvtini av ikki inngoldnum parta- ella ábyrgdarpeningi, stovnsgrunni, lógásettum tiltøkum, ið ikki samsvara við skyldur ella fluttum yvirskoti, ella 4) tann við atliti at slagi av virksemi fyri lívstrygging ásetta minstaupphædd, ikki einans er samansett av teimum í nr. 3 nevndu lutunum, skal ætlan felagsins stevna at eini endurstovnan av tess fíggjarligu støðu yvir eitt styttri tíðarskeið, ið Eftirlitið ásetir. Stk. 3. Hevur felagið sambært lógini lagt eina rakstrarætlan fyri Eftirlitið, tekur Eftirlitið, um so er, at fíggjarliga støðan hjá felagnum er versnað í mun til hesa ætlan, avgerð um tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, og kann heruppií krevja, at ein nýggj rakstrarætlan verður gjørd fyri 3 tey næstu árini.
Eftirlitið krevur, at eitt lívstryggingarfelag innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, skal gera tær fyriskipanir, ið verða mettar neyðugar, um so er, at 1) felagið ikki heldur hesa lóg, ella sínar viðtøkur, 2) felagið víkir frá tí grundarlagi, sum er galdandi fyri tess virksemi 3) Eftirlitið ikki metir, tað í nr. 2 nevnda grundarlag ella tann hátt, sambært hvørjum ognir felagsins eru settar, at vera tryggjandi, 4) tað vísir seg, at tann til rindan av lívstryggingarburturleggingum avsetta ogn ikki er tryggjandi, ella 5) felagsins fíggjarliga støða er versnað soleiðis, at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda. Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ásettu freistina, og verður undanlátið mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann felagsins lívstryggingarmongd verða tikin undir umsiting sambært kapittul 14. Stk. 3. Ein lívstryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting um tað vísir seg, at tað innan ta sambært stk. 1 ásettu freist ikki verður gjørligt at útvega tann til rindan av lívstryggingarburturleggingunum neyðuga pening. Stk. 4. Fer eitt felag í avtøku, kann Eftirlitið taka avgerð um, at felagsins lívstryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting. Stk. 5. Metir Eftirlitið, at tað, tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, eisini fer at verða neyðugt, at felagið verður tikið av, tekur Eftirlitið avgerð um hetta.
Eftirlitið krevur, at eitt felag, ið rekur annað virksemi enn lívstryggingarvirksemi innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, skal gera tey tiltøk, ið eru neyðug, um so er, at 1) felagið ikki hevur burturlagt nóg stórar upp hæddir til rindan av tryggingarligum skyldum, 2) Eftirlitið ikki metir, at felagsins ognir eru settar á tryggjandi hátt, ella 3) onkur av teimum í § 172, nr. 1 ella 5 nevndu umstøðunum eru til staðar. Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ta ásettu freistina, og verður undanlátið mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann Eftirlitið taka avgerð um, at felagið skal fara í avtøku.
Sum liður í teimum í § 171, stk. 3, § 172, stk. 1 og § 173, stk. 1 nevndu tiltøkum, kann Eftirlitið sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 74, stk. 9-10 verða at nýta samsvarandi.
Eftirlitið kann heilt ella fyri ein part taka aftur loyvið hjá einum tryggingarfelag, um so er, at: 1) felagið ikki innan tær freistir, sum Eftirlitið hevur sett, hevur gjørt tey tiltøk, sum eru tilskilað í teimum í § 171, stk. 1 og 2 nevndu endurreisingarætlanum, 2) felagið ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa loyvi, ella 3) felagið grovt setir til viks tær skyldur, ið áliggja tí sambært hesi lóg. Stk. 2. Verður loyvið hjá einum tryggingarfelag tikið aftur, ger Eftirlitið av, um tryggingarfelagið skal royna at fáa tryggingarmongdina avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka tryggingarvirksemi í Føroyum, ella um felagið á annan hátt skal royna at fáa tryggingarmongdina greidda. Fyri lívstryggingarfeløg kann Eftirlitið gera av, at tryggingarmongdin verður tikin undir umsiting í samsvari við kapittul 14. Stk. 3. Eftirlitið kann í samband við, at loyvið hjá einum tryggingarfelag verður tikið aftur, sýta felagnum at ráða yvir tess ognum ella avmarka tess ræði yvir teimum. § 74, stk. 9-10 verða at nýta samsvarandi. Stk. 4. Føroya Landsstýri kann taka aftur loyvi hjá einum tryggingarfelag, um tað ikki longur lýkur tær í § 9, stk. 2 nevndu reglur um, at tað í §§ 14, 25 og 27 nevnda fæfeingi er føroyskt.
Eftirlitið skal skjótast gjørligt, eftir at avtøka sambært § 173 er byrjað, í samráð við avtøkustjórarnar lata kanna, um tað fer at verða hóskandi at royna at fáa tryggingarmongdina heilt ella fyri ein part avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka virksemi í Føroyum. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal Eftirlitið, um tað metir, at tikið kann verða við tilboðnum, lata gera eina frágreiðing um støðuna og eitt uppskot til sáttmála við viðkomandi felag. Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunngerast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava áheitan á tryggingartakararnar um innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn ein mánaður, skrivliga at fráboða Eftirlitinum, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarunum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, frágreiðingina og uppskotið. Stk. 3. Eftir at tann í stk. 2 nevnda freist er úti, ger Eftirlitið við atliti til tey innkomnu mótmælini av, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við tað framsetta uppskotið. Stk. 4. Eftirlitið kann í samband við gerð av frágreiðing eftir samráðing við tað yvirtakandi felagið gera av, at tryggingar, sum eru teknaðar fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 1 ár, av báðum pørtum kunnu verða uppsagdar eftir teimum reglum, sum sambært tryggingaravtaluni eru galdandi, um tað fleirára tíðarskeiðið, sum er í avtaluni, var úti. Reglurnar um hetta høvi til uppsøgn, skulu verða endurgivnar í frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 5. § 27, stk. 2 í lóg um tryggingaravtalur verður at nýta samsvarandi, til Eftirlitið hevur tikið avgerð sambært stk. 3. Hendir avhending í samsvari við avgerð Eftirlitsins, kann avtøka og avhending hóast § 26 og § 27 í lóg um tryggingaravtalur ikki verða nýtt sum grundarlag fyri at slíta tryggingaravtaluna. Kapittul 27 Ymiskar ásetingar
Kapittul 27 Ymiskar ásetingar
Um so er, at tryggingartakarin og tann tryggjaði ikki eru ein og sami persónur, kann einki tryggingarfelag, uttan samtykki frá tryggjaða tekna nakað slag av lívstrygging, sambært hvørji tað við deyða tryggjaða pliktar seg til at rinda hægri upphædd enn tey inngoldnu tryggingargjøldini við rentum. Stk. 2. Einki felag kann tekna nakað slag av lívstrygging sambært hvørji tað pliktar seg til at rinda størri upphæddir enn tey inngoldnu tryggingargjøldini við rentu, vegna deyða áðrenn tryggjaði fyllir 8 ár. Stk. 3. Eftirlitið kann loyva frávik frá reglunum í stk. 1-2.
Áðrenn ein lívstryggingarsáttmáli verður gjørdur, og so leingi sum tryggingarsáttmálin gongur, skal tryggingarfelagið leggja fyri tryggingartakararnar slíkar upplýsingar um tryggingarfelagið og tryggingarsáttmálan, heruppií um kæruviðgerð og kærustovn, at tryggingartakarin fær nóg nógvar upplýsingar, soleiðis at hann skilir teir týdningarmiklastu partarnar í sáttmálanum. Stk. 2. Eftirlitið ásetir nærri reglur um tær í stk. 1 nevndu upplýsingar.
Er eitt lívstryggingarskjal burturmist, kann viðkomandi tryggingarfelag eftir áheitan frá tí, sum hevur prógvað sín rætt til tryggingarskjalið, við 6 mánaða ávaring boða handhavaranum at gera vart við seg. Boðini, ið verða givin við kunngering í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, í fyrsta blaði í einum ársfjórðingi, skal hava eina nóg góða lýsing av tryggingarskjalinum, heruppií navnið á honum, á hvørs lív tryggingin er teknað. Stk. 2. Ger eingin vart við seg innan freistin er úti, er tryggingarskjalið ógildugt, og felagið ger eitt nýtt tryggingarskjal til hansara, ið hevur biðið um, at boðini vórðu givin. Hann skal gjalda kostnaðin av boðunum. Stk. 3. Ger onkur vart við seg eftir kunngeringina, og fæst ikki ein friðarlig skipan, kann eitt nýtt tryggingarskjal ikki verða skrivað, fyrr enn sínámillum rætturin av fráboðaðu krøvunum er gjørdur av við dómi. Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 føra ikki við sær nakra skerjing í høvinum at royna at fáa lívstryggingarskjalið ógildað við dómi sambært lóggávuni um ógilding av virðisskjølum.
Eftirlitið kann áseta nærri reglur um innihaldið í vanligu tryggingartreytunum hjá lívstryggingarfeløgum. Kapittul 28 Revsireglur v.m.
Kapittul 28 Revsireglur v.m.
Er harðari revsing ikki uppiborin sambært borgarligu revsilógini, verður revsað við bót brot á lógarinnar reglur um innsendan av fráboðanum, boðum og ársroknskapum til Eftirlitið ella tann føroyska skrásetingarmyndugleikan. Á sama hátt verða revsaðir stovnarar, nevndarlimir, stjórar og onnur starvsfólk, limir í umboðsnevndini, metingarmenn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingar, grannskoðarar, granskarar og avtøkustjórar og teirra varamenn, um teir uttan at hava rætt til tess lata víðari ella misnýta trúnaðarupplýsingar, sum teir í inningini av sínum starvi hava fingið kunnleika um. Vanligar upplýsingar um viðurskiftini hjá tryggingartakaranum kunnu verða latnar samtøkufyritøkum, jbr. orðaskiljingina í § 1, stk. 2, nr. 8 í ársroknskaparlógini, sum koma undir tagnarskyldu sum nevnt í 2. pkt., um hetta er vinnuliga grundað. Upplýsingar annars, heruppií upplýsingar um heilt privat viðurskifti, kunnu tó einans verða latnar víðari við samtykki tryggingartakarans. Starvsfólk í samtøkum, ið fáa tílíkar upplýsingar, koma undir ta í 2. pkt. nevndu tagnarskyldu. Stk. 2. Á sama hátt verða teir í stk. 1 nevndu persónar revsaðir, um teir geva Eftirlitinum, tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum ella øðrum almennum myndugleikum, nøkrum felagsmyndugleika, almenninginum ella tryggingartakarum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella sum gera seg sekan í grovum ella oftari endurtiknum vansketni ella gáloysni, ið kann hava við sær tap fyri felagið ella tryggingartakararnar. Stk. 3. Lata felagsins nevnd, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, grannskoðarar ella avtøkustjórar vera við rættstundis at gera tær skyldur, ið liggja á teimum sambært hesi lóg ella teimum sambært lógini givnu fyriskipanum, kann Eftirlitið sum tvingsilsmiðal áleggja viðkomandi dag- ella vikubøtur. Stk. 4. Við bót verður eitt tryggingarfelag revsað, ið ikki lýður eini boð givin sambært § 7. Stk. 5. Umboðsmenn ella onnur, ið vinnuliga virka fyri tekning av tryggingum, og sum í hesum nýta skeivar ella villleiðandi tilskilanir, verða revsað við bót ella hefti. Stk. 6. Lýkur ein fyritøka sum nevnt í § 160, stk. 2, ikki tær skyldur, sum sambært hesi áseting áliggja fyritøkuni, kann Eftirlitið sum tvingsilsmiðal áleggja fyritøkuni sum slíkari ella teimum persónum, sum hava ábyrgdina av fyritøkuni dagligar ella vikuligar tvingsilsbøtur.
Við bót verða revsað brot á § 4, § 9, stk. 7, § 12, §18, stk. 3, § 23, stk. 1, 6 og 7, § 24, stk. 1, § 37, §§ 38 og 39, § 40, stk. 2, § 41, § 53, stk. 2 og 3, § 58, stk. 1, §§ 59 og 60, § 62, stk. 1 og 3, § 63, § 65, § 68, §§69-71, § 74, § 80, stk. 1, § 81, § 82, stk. 1 og 3, § 107, stk. 4, § 112, stk. 2, 1. pkt, § 113, stk. 7, § 115, stk. 4, § 121, stk. 1, § 137, § 161, stk. 5-7 og § 178, stk. 1. Stk. 2. Varðveitir eitt felag atgerðir gjørdar ímóti § 112, stk. 2, verður hetta revsað við bót. Stk. 3. Brot á § 28 a, §§ 48 b - 48 e, § 48 h, §§ 53 - 55 a, § 69 a, § 111, § 115, stk. 1 og 2, § 115 a, § 116, stk. 4 og § 153 í partafelagslógini verða revsað við bót. Stk. 4. Í fyriskipanum, sum Føroya Landsstýri ella Eftirlitið hevur givið sambært hesi lóg, kann verða ásett bótarábyrgd fyri brot á reglur í fyriskipanunum. Stk. 5. Tá eitt partafelag, eitt smápartafelag, eitt sínámillum felag, ein eftirlønargrunnur ella líknandi ber seg at sum stovnari ella grannskoðari, kann verða álagt viðkomandi felag sum slíkum bótarábyrgd fyri brot á lógarinnar reglur.
Er brot, sum nevnt í § 181 og § 182, stk. 1-4, framt av einum partafelag, smápartafelag, einum sínámillum felag, einum eftirlønargrunni ella líknandi, kann bótarábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum fyri brot á lógarinnar reglur. Kapittul 29 Gildiskomu- og skiftisreglur
Kapittul 29 Gildiskomu- og skiftisreglur
Lógin kemur í gildi 1. januar 1997. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 155 frá 2. mai 1934 um skaðatryggingarvirksemi v.m., løgtingslóg nr. 24 frá 26. mars 1956 um tryggingarvirksemi, løgtingslóg nr. 61 frá 23. juni 1983 um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi og løgtingslóg nr. 48 frá 5. mai 1987 um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetir í kunngerð reglur um veitan av loyvi og um nær eitt felag, ið rekur tryggingarvirksemi, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skal lúka krøvini í loyvinum
Eru broytingar í viðtøkunum hjá tryggingarfeløgum, ella eftirlønargrunnum neyðugar sambært hesi lóg, skulu slíkar broytingar verða framdar innan 11/2 ár eftir gildiskomu lógarinnar, um ikki Eftirlitið loyvir eina leingjan av freistini. Sama er galdandi fyri eftirlønargrunnar, sum higartil ikki hava verið undir eftirliti, men sum henda lóg fevnir um. Stk. 2. Skiftisreglur viðvíkjandi valskeiði v.m. fyri nevndar- og umboðslimir í teimum feløgum, ið eru áðrenn henda lóg kemur í gildi, verður ásett í viðtøkunum. Stk. 3. Verða tær í stk. 1 nevndu viðtøkubroytingar ikki framdar innan freistin er úti, kann Føroya Landsstýri gera viðtøkurnar. Skjal 1 Hesi lond eru við í øki A Australia Belgia Bretland Canada Danmark Finland Frakland Føroyar Grikkaland Írland Italia Ísland Japan Luxembourg Nederland (Holland) New Zealand Noreg Portugal Sambandsríkið Týskland Sameindu Statirnir (USA) Saudi-Arabia Schweiz Spania Svøríki Turkaland Eysturríki Skjal 2 Bólking av vandum eftir tryggingarbólkum Vanlukkur (herundir arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur): Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap, samansetingar av hesum og persónsflutningur. Sjúka: Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap og samansetingar av hesum. Skrokktrygging av akførum: Allur skaði á motorrikin akfør og ikki motorrikin akfør. Skrokktrygging av flogførum: Allur skaði á flogfør. Skrokktrygging av førum til sigling til havs ella á vøtnum og áum: Allur skaði á før til sjós, før á vøtnum og før í áum. Farmaflutningur (herundir vørur, viðføri og allur annar farmur): Allur skaði á fluttar vørur ella viðføri uttan slag av flutningsfari. Eldur og náttúrumegi Allur skaði á ogn (undantiknar ognir, ið koma undir økini 3, 4, 5 og 6), tá ið tey eru elvd av eldi, spreingin, stormi, náttúrumegi (stormur undantikin), kjarnorkumegi ella skriðulopi. Aðrir skaðar á ogn: Allur skaði á ogn (undantikið ogn fevnd av økjunum 3, 4, 5 og 6), tá ið hesir skaðar eru orsakaðir av heglingi, frosti ella av øllum øðrum orsøkum, t.d. tjóvarí, undantikin tey, ið nevnd eru undir nr. 7. Ábyrgdartrygging fyri motorakfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá luni av motorriknum akførum (herundir ábyrgd førarans). Ábyrgdartrygging fyri flogfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av flogførum (herundir ábyrgd førarans). Ábyrgdartrygging fyri før til sigling til havs, á vøtnum og í áum: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av førum til sigling til havs, á vøtnum og í áum (herundir ábyrgd førarans). Vanlig ábyrgdartrygging: Ein og hvør ábyrgd, ið ikki er tilskilað undir numrunum 9, 10 og 11. Kredit: vanligt: Vanligt fíggjartrot, útflutningskredittur, avgjaldssøla, fastognarveðtrygging og landbúnaðartrygging. Borgan: Beinleiðis og óbeinleiðis borgan. Ymiskt fíggjarligt tap: Arbeiðsloysisvandi, innheintingartap (vanligt), vána veður, tap av vinningi, framhaldandi aðalkostnaður, óvæntaðar handilsútreiðslur, tap av søluvirði, húsaleigu – ella inntøkutap, óbeinleiðis handilstap undantikið tey omanfyri nevndu, ikki vinnuligt fíggjarligt tap og onnur fíggjarlig tap. Rættarhjálpartrygging: Rættarhjálpartrygging. Hjálp: Hjálp til persónar, ið koma í trupulleikar undir flutningi ella undir fráveru frá bústaðnum ella fasta tilhaldinum. Skjal 3 Bólking av vandum eftir trygginarbólkum Vanlig lívstrygging: lívstrygging (serstakliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívlang lívstrygging, lívstrygging við útgjalding á lívi og lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi); rentutrygging; komplimenterar tryggingar teknaðar í tilknýti til lívstrygging (serstakliga trygging móti likamsskaða), herundir óarbeiðsføri, og trygging móti deyða av vanlukkutilburði ella trygging móti avlamni vegna vanlukkutilburð ella sjúku. Hjúnabands- og føðingartrygging: trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag: a) trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing. Trygging, ið hevur tilknýti til íleggingargrunnar: lívstrygging (serliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívsvarug trygging, lívstrygging við útgjalding á lívi, lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi, trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag, og trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing; rentutrygging. Permanent health insurance (long sjúkratrygging): Sjúkratrygging, sum verður teknað fyri eitt langt tíðarskeið og sum ikki kann uppsigast av tryggingarfelagnum í øllum tíðarskeiðinum. Tontine-virksemi, ið førir við sær stovnan av felagsskapum við atliti til felags kapitalisering av tryggingargjøldunum og útgjalding av tí hervið vunnu ogn antin til tey ið liva eftir ella til arvingarnar ella serrættindahavarar. Kapitaliseringsvirksemi grundað á tryggingarfrøðiliga útrokningar, og sum fevna um skyldur í eitt nærri ásett tíðarskeið og stødd á peningaupphædd, móti gjalding av eini eingangsupphædd ella frammanundan ásettum regluligum inngjaldingum. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 30. desember 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. januar 1997.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.