Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. mai 1993 Nr. 120
Løgtingslóg um løggildar grannskoðarar, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006
Kapittul 1.
Kapittul II Rættindi og skyldur hjá løggildum grannskoðarum
Kapittul III Grannskoðarayrkisnevndin og Grannskoðaranevndin.
Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.
Kapittul 1.
Kapittul 1
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin tilnevnir løggildar grannskoðarar. Stk. 2. Rætt at verða tilnevndur sum løggildur grannskoðari hevur tann, sum 1) hevur bústað í Føroyum, 2) er myndugur og ikki undir verju, 3) hevur ikki boðað frá gjaldssteðgi ella hevur egið búgv trotaviðgjørt, 4) hevur staðið eina serliga próvtøku, samanber § 4, 5) í minsta lagi í 3 ár eftir at hava fylt 18 ár, hevur luttikið í øllum vanligum grannskoðanararbeiðum á skrivstovu hjá einum løggildum grannskoðara og 6) hevur tryggjað ella lagt trygd fyri í minsta lagi kr. 500.000 ímóti fíggjarligari ábyrgd, ið kann gerast galdandi við at útinna arbeiðið, sum løggildur grannskoðari. Stk. 3. Tilnevning kann verða noktað undir umstøðum, sum eru nevndar í borgarligari revsilóg § 78, 2. stk. Herumframt kann tilnevning noktast, um viðkomandi í yrki ella arbeiði sínum hevur sýnt ein slíkan atburð, at orsøk er til at halda, at viðkomandi ikki vil reka grannskoðarayrki á tryggjandi hátt. Tilnevningin kann eisini noktast persóni, ið skyldar tí almenna eina týðandi upphædd, ið er gjaldkomin. Týðandi upphædd er at rokna kr. 50.000 ella meiri. Stk. 4. Tann føroyski skrásetingarmynd- ugleikin kann geva undantøk frá teim treytum, ið nevndar eru í 2. stk., nr. 5. Stk. 5. 1) Kravið í stk. 2, nr. 1, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann tilnevna persónar, sum kunnu ávísa, at teir uttan fyri Føroyar hava fingið eina útbúgving, sum kann javnmetast við ta útbúgving, ið nevnd er í § 1, 2. stk., nr. 4 og 5, og sum annars lúka treytirnar í § 1, 2. stk. jvb. 3. stk. Stk. 2. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann annars, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, loyva ikki-føroyskum grannskoðarum í einstøkum førum at røkja starv, har lóggávan krevur, at tað skal vera ein løggildur grannskoðari. Stk. 3. Tilnevning, ið tann føroyski skrásetingarmyndugleikin hevur latið sum ein undantakstilnevning eftir lógini, kann avmarkast og treytast.
Fyri at kunna tilnevnast sum løggildur grannskoðari, skal latast eitt serstakt avgjald, ið tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ásetir. Stk. 2. Løggildir grannskoðarar skulu, áðrenn tilnevning verður handað teimum, skriva undir eina hátíðarliga váttan um, at teir við nærlagni og gløggleika útinna tey størv, teimum verða litin til, og í samvitskusemi lúka skyldur sínar sum løggildir grannskoðarar.
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ásetir nærri reglur fyri ta í § 1, stk. 2, nr. 4 umrøddu próvtøku, herundir treytirnar fyri at fara upp til próvtøku, próvtøkukrøv, próvtøkuhald og próvtøkudøming. Stk. 2. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann gera avtalu við “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen“ um, at tann danska grannskoðaraumboðsnevndin hjálpir tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum við teimum í stk. 1 og 2 nevndu uppgávum. Grannskoðaraumboðsnevndin fær tá í øllum lutum sama myndugleika sum tann í Danmark galdandi. Stk. 3. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann, ístaðin fyri at seta grannskoðaraumboðsnevndina eftir 1. stk., gera avtalu við donsku grannskoðaraumboðsnevndina (Revisorkommisionen) hjá danska “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen“ um at umsita hetta øki í Føroyum við sama myndugleika sum í Danmark.
Tilnevning sum løggildugur grann- skoðari verður tikin aftur, tá ið avvarðandi doyr, ella um viðkomandi ikki longur lýkur treytirnar í § 1, 2. stk., nr. 1, 2, 3 ella 6. Stk. 2. Ein løggildur grannskoðari skal, um tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ynskir tað, innan 1 mánað kunna vátta at ein trygging er teknað ella trygd er veitt, ið lýkur krøvini í § 1, 2. stk., nr. 6. Verður ein tílík váttan ikki útvegað, verður tilnevningin tikin aftur.
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann taka tilnevningina aftur, um viðkomandi hevur eina týðandi gjaldkomna skuld til tað almenna, við týðandi upphædd er at rokna upphædd uppá kr. 100.000 ella meiri. Tilnevningin kann takast aftur frá 1 til 5 ár ella fyribils. Við avgerðini skal greiðast frá, hvussu avgerðin kann kærast eftir stk. 2. Stk. 2. Tann, ið missir tilnevningina, kann krevja, at dómstólurin tekur støðu í málinum. Kravið skal setast fyri tí stovni, ið hevur tikið tilnevningina aftur innan 4 vikur, eftir at avgerðin er komin honum í hendi. Myndugleikarnir skulu leggja sak ímóti viðkomandi eftir rættargangslógini. Stk. 3. At dómstólurin skal taka støðu í málinum hevur ikki uppsetandi ávirkan, men dómstólurin kann gera úrskurð í málinum um at avvarðandi kann arbeiða sum løggildur grannskoðari, meðan sakin gongur. Verður dómur, sum gevur tí ákærda rætt, kærdur, kann tann dómstólur, sum hevur dømt ella tann dómstólur, ið skal viðgera kæruna avgera, at avvarðandi ikki hevur loyvi at arbeiða sum løggildur grannskoðari, meðan sakin verður viðgjørd.
Um ein tilnevning sum løggildugur grannskoðari er tikin aftur ella frádømd eftir reglunum í 3. kapitli í hesi lóg ella sambært borgarligari revsilóg § 79, skal hendan beinanvegin latast føroyska skrásetingarmyndugleikanum aftur. Tað sama er galdandi, um tilnevningin er afturtikin eftir § 5 a í lógini. Stk. 2. Er orsøkin, til at tilnevningin er tikin aftur, ikki til longur, útrunnin ella frádømingin tikin av, skal tilnevningin, eftir áheitan, setast í gildi og latast avvarðandi aftur, uttan at avgjaldið verður rindað umaftur. Kapittul II Rættindi og skyldur hjá løggildum grannskoðarum
Kapittul II Rættindi og skyldur hjá løggildum grannskoðarum
Einans persónar, ið hava tilnevning sum “løggildir grannskoðarar“ kunnu nýta hetta heitið. Onnur mugu heldur ikki nýta føroysk ella útlendsk heitir, sum kunnu mistakast fyri heitið “løggildugur grannskoðari”, herundir serliga sambond við orðinum “grannskoðari” við orðum sum “løggildur”, “gildur”, “góðkendur” ella “viðurkendur”.
Í rættarsøkum skulu almennir myndugleikar helst nýta løggildar grannskoðarar, tá ið roknskaparligar upplýsingar skulu viðgerast. Stk. 2. Ein løggildugur grannskoðari hevur ikki loyvi at luttaka í arbeiðnum at gera akkordir.
Løggildir grannskoðarar ella grannskoðaravirkir kunnu bert hava fleiri enn eitt skrivstovustað, um ein løggildugur grannskoðari, sum er knýttur at grannskoðaravirkinum, er til hvørt skrivstovustaðið, og sum bert hevur leiðsluna á tí ávísu skrivstovuni. Stk. 2. Áðrenn ein skrivstova verður sett á stovn, skal ein fráboðan um hetta latast føroyska skrásetingarmyndugleikanum.
Yrkið sum løggildur grannskoðari kann ikki sameinast við nakað tænastumannayrki innan fyri land, kommunu ella annað fastlønt starv í almennum virki, undantikið starvið sum lærari við lærdan háskúla, annan hægri lærustovn ella sum hjálpari við ein vísindaligan stovn. Stk. 2. Yrkið sum løggildur grannskoðari kann ikki sameinast við sakføraravirki ella annað virksemi, sum er treytað av almennari viðurkenning ella loyvi, við vinnu, ið er umfatað av Vinnulógini ella lóg um matstovu ella gistingarhúsvirksemi v.m., við yrki sum nevndarlimur, stjóri, fyrisitari, avtøkustjóri ella sum starvsfólk ella annars arbeiðandi í einari vinnufyritøku ella stovni, ið rekur annað virksemi enn grannskoðan. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann gera undantøk frá hesum, um tað verður hildið, at tann ávísa fyritøkan ella yrkið ikki hevur nakra ávirkan á støðuna hjá avvarðandi sum óheftur grannskoðari. Stk. 3. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin hevur heimild til at gera av, um luttøka í øðrum virkjum enn teimum, ið nevnd eru í 2. stk, kann sameinast við yrkið sum “løggildugur grannskoðari”. Stk. 4. Um ein løggildur grannskoðari ætlar at reka eitt virki ella hava eitt yrki, sum ikki kann sameinast við yrkið sum løggildugur grannskoðari, skal avvarðandi áðrenn byrjað verður við virkinum ella við arbeiðinum, lata føroyska skrásetingarmyndugleikanum tilnevningina í varðveitslu.
Løggildir grannskoðarar mugu ikki á nakran hátt reka grannskoðaravirki saman við øðrum enn løggildum grannskoðarum. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann loyva, um viðurskiftini tala fyri tí, at grannskoðaravirksemi verður rikið saman við ikki-føroyskum grannskoðarum. Stk. 2. Løggildir grannskoðarar kunnu bert vera í starvi hjá øðrum løggildum grannskoðarum, í feløgum ella grunnum, hvørs einasta endamál er at reka grannskoðaravirksemi og møguliga í hesum sambandi umsitingarvirksemi, um stjórnin ella, um ongin er, meirilutin av nevndini eru løggildir grannskoðarar.
Hevur ein løggildur grannskoðari áteknað ein roknskap, verður hildið, um ikki annað sæst av átekningini, at avvarðandi grannskoðari hevur grannskoðað roknskapin, og hann er rætt settur upp, grundaður á bókhaldið, og er gjørdur við neyvum atliti til verandi virðir, rættindi og skyldur og er í samsvar við krøv til roknskapargreiðslu sambært lóggávu og møguligum krøvum, sambært viðtøkum. Stk. 2. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ger nærri reglur um grannskoðaraátekningar á roknskapir.
Ein løggildur grannskoðari kann ikki geva váttan frá sær í roknskaparviðurskiftum, tá 1) hann í tænastuviðurskiftum, í hjúnalagi, í føstum samlívsviðurskiftum í ættlýsingar- ella í tilfosturstøkuviðursskiftum, ella í ættar- ella svágarviðurskiftum í upp- ella niðurgangandi grein ella í síðulinju so nær sum børnum hjá systkjum, er knýttur at honum, grannskoðanin ynskist framd, ella at bókhaldarin ella kassameistara hjá viðkomandi. 2) viðkomandi í førum har váttanin er umbiðin av virkjum ella stovnum, ella grannskoðanin ynskist gjørd hjá hesum, á nakran av teimum undir 1) nevndu háttum er knýttur at limum í nevnd ella stjórn hjá viðkomandi ella at kassameistara ella bókhaldara á virkinum ella stovninum, ella 3) tað virkið, sum skal hava eina váttan ella ynskir grannskoðan, hevur ein stóran fíggjarligan áhuga fyri tí grannskoðaravirki, sum grannskoðarin er knýttur at, 4) viðkomandi, hjúnafelagi hjá hesum, foreldur ella børn, ella tann, ið grannskoðarin livir saman við í føstum samlívi, hevur ein týðandi fíggjarligan áhuga í tí virki, váttanin skal latast um ella har grannskoðast skal, ella 5) tað eru onnur viðurskiftir, sum kunnu vekja iva, um grannskoðarin er óheftur. Stk. 2. Um tað í lóggávu ella í viðtøkum fyri eitt virki verður fyrisett, at fleiri grannskoðarar skulu veljast, harav í minsta lagi ein løggildugur grannskoðari, kunnu starvsfólk hjá viðkomandi ella grannskoðarar, sum arbeiða saman við tí valda grannskoðaranum ikki veljast sum medgrannskoðarar. Verður eitt grannskoðaravirki valt ella ein løggildugur grannskoðari, ið starvast í einum grannskoðaravirki, kann ongin løggildugur grannskoðari í grannskoðaravirkinum ella nakað annað av starvsfólkunum, veljast sum medgrannskoðarar. Stk. 3. Um ein løggildugur grannskoðari skal gera grannskoðarauppgávur uttanfyri Føroyar, skulu reglurnar um at vera óheftur, galdandi fyri lógskylduga grannskoðan á tí ávísa staðnum virðast.
Løggildir grannskoðarar skulu gera tey arbeiði, teimum verður litið í hendi við tí umhugsni, gløggleika og skjótleika, ið tað einkulta arbeiði loyvir, og í samsvari við góðan grannskoðarasið. Stk. 2. Løggildir grannskoðarar mugu ikki taka meiri fyri teirra arbeiði, enn rímiligt er. Stk. 3. Løggildir grannskoðarar kunnu ikki treyta sær hægri samsýning fyri arbeiði sítt enn tað, sum kann metast rímiligt. Stk. 4. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann áseta nærri reglur um, hvussu grannskoðararbeiði skulu gerast.
Løggildir grannskoðarar kunnu seta onnur, enn løggildar grannskoðarar í arbeiði sum grannskoðaramedarbeiðar. Stk. 2. Ein løggildur grannskoðari kann í mesta lagi hava í arbeiði 3 grannskoðaramedarbeiðarar, sum ikki hava luttikið í minsta lagi í 3 ár eftir at vera fyltir 18 ár í øllum vanligum grannskoðaraarbeiðum, ið koma fyri á eini skrivstovu hjá einum løggildum grannskoðara. Tá ið serligar umstøður tala fyri, kann føroyski skrásetingarmyndugleikin gera undantøk frá hesum reglunum. Stk. 3. Grannskoðaramedarbeiðarar skulu setast í arbeiðir, ið vanliga koma fyri á einum grannskoðaravirki, sum kann geva tann neyðuga verkliga dugnaskapin, ið krevst í samband við tilnevning sum løggildur grannskoðari, og tey skulu fáa høvi til at fáa ástøðiliga útbúgving til grannskoðarapróvtøku.
Landsstýrið kann gera reglur um klaguatgongd fyri avgerðir, ið føroyski skrásetingarmyndugleikin og grannskoðaraumboðsnevndin hava tikið, m.a. at avgerðirnar ikki kunnu kærast til ein hægri umsitingarligan myndugleika. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir, sum danska Grannskoðaraumboðsnevndin hevur tikið.
Brot á reglurnar í § 6, 1. stk., § 7, § 9, § 10, 4. stk., § 11, § 13, 1. stk. nr. 1-4, stk. 2. og 3. og § 14, 3. stk., verður revsað við bót uttan so, at harðari revsing er fyriskipað eftir aðrari lóggávu. Stk. 2. Brot á fyriskipanirnar, sum Vinnu- og Felagsskrásetingin ger sambært lógini, kann revsast við bót. Stk. 3. Ein løggildugur grannskoðari, sum í sínum arbeiði gevur skeivar skrivligar váttanir ella skrivliga váttar tilfar, ið hesin ikki hevur kunnleika um, ella undirskrivar ein roknskap, sum hesin ikki hevur grannskoðað, og hetta ikki sæst á átekningini, verður revsaður við bót ella hefti uttan so, at harðari revsing er fyriskipa eftir aðrari lóggávu.
Borgarlig revsilóg §§ 144, 150-152 og 154-157 verður nýtt samsvarandi í samband við løggildar grannskoðarar. Viðvíkjandi medarbeiðarum verða §§ 144, 152 og 155 í somu lóg nýttar samsvarandi. Stk. 2. Ein løggildugur grannskoðari, sum fer frá einum arbeiði, hevur, hóast reglurnar í revsilógini um tagnarskyldu, rætt til at boða grannskoðaranum, ið kemur í staðin, orsøkina til, at hann hevur sagt arbeiði frá sær. Kapittul III Grannskoðarayrkisnevndin og Grannskoðaranevndin.
Kapittul III Grannskoðarayrkisnevndin og Grannskoðaranevndin.
“Foreningen for Statsautoriserede Revisorer” setir niður eina grannskoðarayrkisnevnd, hvørs reglugerð skal góðkennast. Í grannskoðarayrkisnevndini er dómarin, sum er formaður umframt 4 aðrar limir. 2 skulu vera statsgóðkendir ella løggildir grannskoðarar, 2 skulu umboða roknskaparnýtararnar. Verður grannskoðarayrkisnevndin víðkað, skulu tað vera eins nógv umboð fyri teir statsgóðkendu ella teimum løggildu grannskoðarunum sum fyri roknskaparnýtararnar. Føroyski skrásetingarmyndugleikin velur allar limirnar í yrkisnevndina og avger, hvør ið er formaður. Eisini kann Skrásetingin velja ein dómara til næstformann. Allir limirnir og formaðurin veljast fyri 4 ár. Stk. 2. Tá ein kæra verður viðgjørd í grannskoðarayrkisnevndini skulu í minsta lagi formaðurin, næstformaðurin, 1 statsgóðkendur ella løggildugur grannskoðari og eitt umboð fyri roknskaparnýtararnar vera við. Eru fleiri luttakarar skulu altíð vera eins nógvir statsgóðkendir ella løggildir grannskoðarar, sum tað eru umboð fyri roknskaparnýtararnar. Stk. 3. Kærur um, at ein løggildugur grannskoðari ikki hevur hildið sínar skyldur í sínum arbeiði, kunnu sendast grannskoðarayrkisnevndini. Kærur um rokningar frá grannskoðara og kærur um viðurskiftini millum grannskoðarar kunnu ikki sendast grannskoðarayrkisnevndini. Grannskoðarayrkisnevndin skal viðgera allar kærur uttan mun til, um tann kærdi er limur í “Foreningen af Statsautoriserede revisorer” ella ikki. Stk. 4. Grannskoðarayrkisnevndin ella formaðurin kunnu nokta at viðgera kærur frá persónum, ið ikki hava rættarligan áhuga í teimum viðurskiftum, kæran snýr seg um, og kærur, sum frammanundan kunnu metast at vera uttan grund. Er ein kæra latin føroyska skrásetingarmyndugleikanum frá danska Bankaeftirlitinum, Føroya Landsstýri, ákærumyndugleikanum ella Foreningen af Statsautoriserede Revisorer, skal grannskoðarayrkisnevndin viðgera kæruna. Stk. 5. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann gera reglugerð um, at kærari skal gjalda grannskoðarayrkisnevndini ávíst gjald fyri at viðgera kæruna. Stk. 6. Landsstýrið kann gera avtalu við “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen“ um, at tann grannskoðarayrkisnevndin, sum í Danmark viðger kærur yvir statsløggildar grannskoðarar, eisini viðger kærur yvir løggildar grannskoðarar.
Grannskoðarayrkisnevndin kann áleggja einum løggildum grannskoðara, sum ikki heldur tær skyldur, ið starvinum er álagt, eina ávaring ella eina bót uppá í mesta lagi kr. 200.000. Stk. 2. Um so er, at grannskoðarayrkis-nevndin heldur, at vandi er fyri, at tilnevningin verður tikin frá viðkomandi eftir § 19 a, stk. 2, ella at neyðugt, er at partarnir ella vitnir verða avhoyrdir í rættinum, skal yrkisnevndin senda sakina til grannskoðaranevndina saman við eini væl grundaðari frágreiðing. Stk. 3. Um so er, at grannskoðaravirkið, sum viðkomandi grannskoðari eigur heilt ella lutvíst ella arbeiðir hjá, hevur medábyrgd fyri teimum viðurskiftum sum nevnd eru í stk. 1, kann grannskoðaravirkið fáa eina ávaring ella eina bót uppá í mesta lagi kr. 500.000. Grannskoðaravirkið kann bert verða sektað, um tað er partur í kæruni, ið send er grannskoðarayrkisnevndini og grannskoðaranevndini. Stk. 4. Grannskoðarayrkisnevndin kann avgera, at ein avgerð skal almannakunngerast.
Avgerðir hjá grannskoðarayrkisnevndini kunnu kærast fyri grannskoðaranevndini við eini freist uppá 3 mánaðir. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin, Danska Bankaeftirlitið, Føroya Landsstýri og “Foreningen for Statsautoriserede Revisorer” kunnu kæra einahvørja avgerð hjá grannskoðarayrkisnevndini fyri grannskoðaranevndini við somu freist. Stk. 2. Kæra, ið verður send grannskoðaranevndini, hevur uppsetandi ávirkan.
Fyrningarfreistin er 5 ár frá tí degi, tá tann umstríddi gerningurin er gjørdur ella ikki gjørdur. Stk. 2. Fyrningarfreistin er ikki galdandi, tá sakin verður kærd til Grannskoðarayrkisnevndina.
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin setir niður eina grannskoðaranevnd, har ein dómari er formaður umframt 8 aðrar limir. 2 skulu vera statsgóðkendir ella løggildir grannskoðarar, 2 skulu vera skrásettir grannskoðarar, 1 skal hava landsbúskaparliga útbúgving, 1 skal hava løgfrøðiliga útbúgving, 1 skal hava innlit í viðurskiftini hjá peningastovnunum og 1 skal hava innlit í viðurskiftini hjá íløgufólki. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann seta ein dómara til næstformann. Formenninir og hinir limirnir verða valdir fyri í mesta lagi 4 ár í senn. Stk. 2. Grannskoðaranevndin skal viðgera mál, sum verða løgd fyri grannskoðaranevndina eftir § 18 a, stk. 2, ella § 18 b, stk. 1 í hesi lóg ella eftir § 11 a, stk. 2, ella § 11 b, stk. 1, í lógini fyri skrásettar grannskoðarar. Stk. 3. Tá ein kæra verður viðgjørd í grannskoðaranevndini skulu í minsta lagi formaðurin, næstformaðurin, 1 statsgóðkendur ella løggildur grannskoðari, 1 skrásettur grannskoðari og 2 limir í nevndini, ið ikki eru grannskoðarar, vera til staðar. Eru fleiri limir á fundi, skulu ikki fleiri grannskoðarar enn limir, ið ikki eru grannskoðarar, verða á fundinum. Stk. 4. Formaðurin í grannskoðaranevndini kann velja ein sakkønan persón at leggja sakina fyri nevndina og eisini at hjálpa nevndini at avhoyra persónar tá talan er um stór og torgreidd mál. Kostnaðin skal “Foreningen af Statsautoriserede Revisorer” gjalda, tá tað snýr seg um ein løggildan grannskoðara, meðan Felagið fyri Skrásettar Grannskoðarar skal gjalda, tá tað snýr seg um ein skrásettan grannskoðara. Um føroyski skrásetingarmyndugleikin, Danska Bankaeftirlitið, Føroya Landsstýri ella ákærumyndugleikin leggja sakina fyri grannskoðaranevndini skal viðkomandi myndugleiki gjalda. Stk. 5. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin kann ístaðin fyri at seta Grannskoðaranevndina sambært stk. 1, gera avtalu við “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen” um at tann grannskoðaranevndin, sum stýrið hevur sett, viðger mál viðvíkjandi løggildum grannskoðarum og grannskoðarunum, eru í føroysku grannskoðaraskránni.
Tá grannskoðaranevndin viðger kærur, sum eru lagdar fyri nevndina, jfr. § 19, stk. 2, eru reglurnar í § 18 a, stk. 1 og 3 í hesi lógini og § 11 a, stk. 1 og 3 í lóg um skrásettar grannskoðarar galdandi. Stk. 2. Um ein løggildugur ella ein skrásettur grannskoðari er sekur í, antin við grovum ósketni,ella oftani endurtiknum ósketni at vanrøkja sítt starv, og at tað er onki sum bendir á, at viðkomandi í framtíðina fer at røkja sítt starv øðrvísi, kann Grannskoðaranevndin avmarka møguleikan hjá viðkomandi at sleppa at gera lógarkravda grannskoðan ella at taka tilnevningina aftur ella at strika viðkomandi í grannskoðaraskrásetingini fyri eina tíð frá 6 mánaðum til 5 ár ella fyribils. Saman við slíkari avgerð skal viðkomandi eisini fáa at vita, hvørjir kærumøguleikarnir eru eftir § 20, og hvørjar tíðaravmarkingarnar eru. Stk. 3. Grannskoðaranevndin kann avgera, at ein avgerð skal almannakunngerast.
Avgerðirnar hjá Grannskoðara-nevndini kunnu ikki kærast til annan umsitingarligan myndugleika.
Ein avgerð tikin eftir § 19, 2. stk. kann, av tí avgerðin viðvíkur, krevjast at koma fyri landsrættin. Stk. 2. Kravið sambært 1. stk. skal innan 4 vikur, eftir at viðkomandi hevur fingið at vita um avgerðina, leggjast fyri føroyska skrásetingarmyndugleikan. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin leggur sak ímóti avvarðandi eftir borgarliga rættargangsháttinum. Stk. 3. Sakarkrav hevur uppsetandi ávirkan, men rætturin kann við úrskurði avgera, at avvarðandi ikki kann arbeiða sum løggildugur grannskoðari meðan sakin er fyri. Um dómurin sigur, at avgerðin hjá grannskoðaranevndini er í samsvar við lógina, kann tað í dóminum ásetast, at ein kæra ikki hevur uppsetandi ávirkan.
Grannskoðaranevndin kann altíð eftir umsókn, taka av eina afturtøku av tilnevning sambært § 19 a, 2. stk. Er afturtøkan gjørd uttan tíðaravmarking, og sýtir nevndin umsóknini um at taka av frátøkuna av tilnevningini, kann avvarðandi krevja, at avgerðin verður roynd við dómstólarnar, um 5 ár eru liðin síðan frátøkuna, og í minsta lagi 2 ár eru liðin, eftir at noktað er við dómi at fáa tilnevningin aftur. § 19 a, 2. stk., 2. punktum og § 20, 2. stk. verða nýttar samsvarandi.
Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ger reglugerð fyri virkseminum hjá Grannskoðaranevndini og reglur um at kærari skal gjalda fyrin at kæran kann verða viðgjørd. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin, Danska Bankaeftirlitið, Føroya Landsstýri, ákærumyndugleikin, “Foreningen af Statsautoriserede Revisorer” og Felagið fyri Skrásettum Grannskoðarum skulu tó onki gjalda. Stk. 2. Grannskoðaranevndin kann avgera, at partarnir og vitnir skulu avhoyrast í rættarumdøminum har tey búgva. Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.
Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.
Henda lóg fær gildi 1. juli 1993. Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 33 frá 9. mai 1964 um virkið hjá løggildum grannskoðarum úr gildi. Stk. 3. Teir løggildugu grannskoðarar sum ikki hava lagt tilnevning sína í varðveitslu, skulu innan eina mánað eftir at lógin er komin í gildi, hava teknað trygging eftir § 1, stk. 2, nr. 7. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.