Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. mai 1993 Nr. 119

Løgtingslóg um skrásettar grannskoðarar, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006

Kapittul I Skrásetingin.

Kapittul II Virksemið hjá skrásettum grannskoðarum.

Kapittul III Reglur viðvíkjandi revsing v.m.

Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.

Kapittul I

Skrásetingin.

Kapittul I Skrásetingin.

Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin skal føra eina grannskoðaraskráseting. Stk. 2. Rætt at verða skrásettur í Grannskoðaraskrásetingini og harvið eisini rætt at kallað seg “Skrásettur grannskoðari” hevur einhvør, sum 1) hevur bústað í Føroyum, 2) er myndugur og ikki undir verju, 3) ikki hevur boðað frá gjaldssteðgi ella hevur egið búgv trotaviðgjørt, 4) hevur staðið royndir, ið hin føroyski skrásetingarmyndugleikin hevur góðtikið til sama endamál. 5) í minsta lagi í 3 ár eftir at hava fylt 18 ár, hevur luttikið í øllum vanligum bókføringar-, roknskapar- og grannskoðaraarbeiðum á skrivstovu hjá einum løggildum grannskoðara, ella hjá einum skrásettum grannskoðara og 6) er tryggjaður fyri í minsta lagi kr. 500.000 móti fíggjarligari ábyrgd, ið kann gerast galdandi við at útinna arbeiði sum skrásettur grannskoðari. Stk. 3. Upptøka í skrásetingina kann verða noktað undir teimum í borgarligu revsilógini § 78, 2. stk. nevndu umstøðum. Eisini kann upptøka í skrásetingini verða noktað, um viðkomandi í starvi ella vinnu hevur sýnt sovorðnan atburð, at orsøk er at rokna við, at hann ikki vil røkja starv sítt sum skrásettur grannskoðari væl og virðiliga. Harafturat kann skráseting verða noktað um viðkomandi skyldar tí almenna eina munandi upphædd, ið er fallin til gjaldingar, við munandi upphædd er at roknað kr. 50.000 ella meiri. Stk. 4. Hin føroyski skrásetingarmyndugleikin kann gera undantøk frá treytunum í stk. 2, nr. 5. Tá kann skrásetingin verða tíðaravmarkað. Stk. 5. 1) Kravið í stk. 2, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.

Hin føroyski skrásetingarmyndugleikin ásetir eitt gjald fyri at verða skrásettur í Grannskoðaraskrásetingini, viðkomandi fær eitt prógv um, at hann er skrásettur.

Hin føroyski skrásetingarmyndugleikin kann taka rættin hjá einum skrásettum grannskoðara at vera í skrásetingini, um viðkomandi skyldar tí almenna eina munandi upphædd, ið er fallin til gjaldingar, við munandi upphædd skilst kr. 100.000 ella meiri. Skrásetingin kann takast aftur frá 1 til 5 ár ella inntil víðari. Við avgerðini skal greiðast frá, hvussu avgerðin kann kærast og um tíðarfreistirnar í stk. 2. Stk. 2. Verður ein strikaður úr Grannskoðaraskásetingini eftir stk. 1, kann viðkomandi krevja, at dómstólurin tekur støðu í málinum. Kravið skal setast fyri tí stovni, ið hevur tikið aftur skrásetingina, innan 4 vikur eftir, at avgerðin er komin honum í hendi. Myndugleikarnir skulu leggja sak ímóti viðkomandi eftir borgarligu revsilógini. Stk. 3. Hóast kravt verður, at dómstólurin skal taka støðu í málinum, kann viðkomandi ikki virka sum skrásettur grannskoðari, men dómstólurin kann avgera, at viðkomandi kann virka sum skrásettur grannskoðari, meðan sakin er til dómsviðgerðar. Verður dómur, sum gevur tí ákærda rætt, kærdur, kann tann dómstólur, sum hevur, ella tann dómstólur, ið skal viðgera kæruna, avgera, at viðkomandi ikki hevur loyvi at arbeiða sum skrásettur grannskoðari, meðan sakin verður viðgjørd.

Ein skrásettur grannskoðari verður strikaður úr skrásetingini, 1) tá hann doyr, 2) um hann ikki longur lýkur krøvini í § 1, stk. 2, nr. 1, 2, 3 ella 6. 3) um rætturin til at verða upptikin í skrásetingina verður tikin aftur sambært § 11, 2. stk. ella sambært § 79 í borgarligu revsilógini, ella 4) um hann rekur vinnu ella hevur starv, sum ikki kann sameinast við starvið sum skrásettur grannskoðari eftir teimum krøvum, sum føroyski skrásetingarmyndugleikin setur sambært § 8. Stk. 2. Ein skrásettur grannskoðari skal, um føroyski skrásetingarmyndugleikin ynskir tað, innan 1 mánað kunna vátta, at ein trygging er teknað, ið lýkur krøvini í § 1, stk. 2, nr. 6. Verður ein tílík váttan ikki útvegað, verður viðkomandi strikaður í skrásetingini. Stk. 3. Verður ein skrásettur grannskoðari strikaður, skal skrásetingarprógvið beinanvegin verða latið inn til føroyska skrásetingarmyndugleikan. Tað sama er galdandi, um viðkomandi verður strikaður eftir § 2 a. Stk. 4. Fellur orsøkin til, at ein skrásettur grannskoðari er strikaður úr skrásetingini burtur, skal viðkomandi skrásetast aftur eftir umsókn og uttan at gjalda skrásetingargjald.

Einans persónar, sum eru skrásettir sum skrásettir grannskoðarar í Grannskoðaraskásetingini, kunnu nýta heiti “skrásettur grannskoðari”. Kapittul II Virksemið hjá skrásettum grannskoðarum.

Kapittul II Virksemið hjá skrásettum grannskoðarum.

Skrásettir grannskoðarar og virkir, sum reka bókhalds-, roknskapar- ella grannskoðaravirki við skrásettum grannskoðarum sum luttakarum ella hava tílíkar í starvi, kunnu bert hava meira enn eitt tilhaldspláss, um hvørt plássið er undir leiðslu av einum av virkinum knýttum skrásettum grannskoðara, sum bert er leiðari fyri hesum tilhaldsplássinum. Stk. 2. Hin føroyski skrásetingarmyndugleikin skal hava skrivliga fráboðan, áðrenn ein skrivstovudeild verður latin upp.

Átekningin hjá einum skrásettum grannskoðara á ein roknskap verður, um ikki annað framgongur av átekningini, at rokna sum váttan fyri, at hann hevur grannskoðað roknskapin, og at hann er uppsettur sambært bókhaldinum, og at hann er uppgjørdur við umhygnari sannføring um verandi virðir, rættindi og skyldur, og at hann lýkur tey krøv, ið lógir og møguliga viðtøkurnar seta um uppseting og framløgu av roknskapi. Stk. 2. Hin føroyski skrásetingarmyndugleikin ásetur nærri reglur fyri átekning grannskoðaranna á roknskapir.

Ein skrásettur grannskoðari kann ikki geva váttan frá sær í roknskaparviðurskiftum, tá 1) hann í tænastuviðurskiftum, í hjúnalagi, í føstum samlívsviðurskiftum, í ættlýsingar- ella tilfosturstøkuviðurskiftum ella í ættar- ella svágarviðurskiftum í upp- ella niðurgangandi grein ella í síðugrein so nær sum børnum hjá systkjum, er knýttur hjá honum, grannskoðanin ynskist framd, ella at bókhaldara ella kassameistara hjá viðkomandi, 2) viðkomandi í førum, har váttanin er umbiðin av virkjum ella stovnum, ella grannskoðanin ynskist gjørd hjá hesum, á nakran av teimum undir 1) nevndu háttum er knýttur at limum í nevnd ella stórn hjá viðkomandi ella at kassameistara ella bókhaldara á virkinum ella stovninum, ella 3) tað virkið, sum skal hava eina váttan ella ynskir grannskoðan, hevur ein stóran fíggjarligan áhuga fyri tí grannskoðaravirki, sum grannskoðarin er knýttur at, 4) viðkomandi, hjúnarfelagi hjá hesum, foreldur ella børn, ella tann, ið grannskoðarin livir saman við í føstum samlívi, hevur ein týðandi fíggjarligan áhuga í tí virki, váttanin skal latast um ella har grannskoðast skal, ella 5) tað eru onnur viðurskiftir, sum kunnu vekja iva um grannskoðarin er óheftur. Stk. 2. Um ein skrásettur grannskoðari ger grannskoðarauppgávur uttanfyri Føroyar, skulu reglurnar um at vera óheftur, galdandi fyri lógskylduga grannskoðan á tí ávísa staðnum, virðast.

Skrásettir grannskoðarar skulu gera tey arbeiði, teimum verður litið í hendi við tí umhugsni, gløggleika og skjótleika, ið tað einkulta arbeiðið loyvir, og í samsvar við góðan grannskoðarasið. Stk. 2. Føroyski skrásetingarmyndugleikin kann seta nágreiniligari reglur fyri virkseminum hjá skrásettum grannskoðarum og starvstreytum teirra, og í hesum gera av, at ávísar vinnur og størv ikki kunnu sameinast við slíkt virksemi.

Føroya Landsstýri kann gera reglur um klaguatgongd fyri avgerðir hjá føroyska skrásetingarmyndugleikanum, m.a. at avgerðirnar ikki kunnu kærast til ein hægri umsitingarligan myndugleika. Kapittul III Reglur viðvíkjandi revsing v.m.

Kapittul III Reglur viðvíkjandi revsing v.m.

Um onkur ger ímóti § 3, stk. 3, § 4, § 5 og § 7, stk. 1 nr. 1-4, og stk. 2, verður viðkomandi revsaður við sekt, um ikki størri revsing er uppiborin sambært lóggávuni annars. Stk. 2. Í reglugerð, sum føroyski skrásetingarmyndugleikin ger sambært hesa lóg, kann sekt verða ásett fyri ikki at halda reglugerðina. Stk. 3. Ein skrásettur grannskoðari, sum í virksemi sínum gevur skeiva skrivliga váttan, ella skrivliga vitnar nakað, sum hann ongan kunnleika hevur um, ella skrivar undir ein roknskap, sum hann ikki hevur grannskoðað, uttan at hetta framgongur av tí givnu grannskoðaraváttanini, verður revsaður við sekt ella hefti, um ikki størri revsing er uppiborin sambært lóggávuni annars.

Borgarligu revsilógarinnar §§ 144, 150-152 og 154-157 verða nýttar samsvarandi viðvíkjandi skrásettum grannskoðarum. Viðvíkjandi medarbeiðarum teirra verða §§ 144, 152 og 155 nýttar á samsvarandi. Stk. 2. Ein skrásettur grannskoðari, ið sigur seg frá hevur, uttan mun til reglurnar um tagnarskyldu í revsilógin, rætt at greiða tí grannskoðara, sum kemur í hansara stað, frá grundini fyri at hann fer frá.

Felagið fyri Skrásettar Grannskoðarar setur niður eina grannskoðarayrkisnevnd, hvørs reglugerð føroyski skrásetingarmyndugleikin skal góðkenna. Í grannskoðarayrkisnevndini sita dómarin, sum er formaður umframt 4 aðrir limir, har 2 skulu vera skrásettir grannskoðarar og 2 skulu umboða roknskaparnýtararnar. Verður grannskoðarayrkisnevndin víðkað skulu tað vera líka nógv umboð fyri teir skrásettu grannskoðararnar sum fyri roknskaparnýtararnar. Føroyski skrásetingarmyndugleikin velur allar limirnar í yrkisnevndina, og avgerð, hvør ið er formaður. Skrásetingin kann velja ein dómara til næstformann. Formenninir og limirnir verða valdir fyri 4 ár. Stk. 2. Tá ein kæra verður viðgjørd í grannskoðarayrkisnevndini skulu í minsta lagi formaðurin ella næstformaðurin, 1 skrásettur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparnýtararnar verða við. Eru fleiri luttakarar, skulu altíð vera líka nógvir skrásettir grannskoðarar sum tað eru umboð fyri roknskaparnýtararnar. Stk. 3. Kærur um, at ein skrásettur grannskoðari ikki hevur hildið sínar skyldur í arbeiði sínum, kunnu sendast grannskoðarayrkisnevndini. Kærur um rokningar frá grannskoðara og kærur um viðurskiftini millum grannskoðarar kunnu ikki sendast grannskoðarayrkisnevndini. Grannskoðarayrkisnevndin skal viðgera allar kærur uttan mun til, um tann kærdi er limur í Felagnum fyri Skrásettum Grannskoðarum ella ikki. Stk. 4. Grannskoðarayrkisnevndin ella formaðurin kunnu nokta at viðgera kærur frá persónum, ið ikki eru partar í málinum, og kærur sum mett verður onki hald er í. Er ein kæra komin frá føroyska skrásetingarmyndugleikanum, Danska Bankaeftirlitinum, Føroya Landsstýri, ákærumyndugleikanum ella Felagnum fyri Skrásettum Grannskoðarum, skal grannskoðarayrkisnevndin viðgera kæruna. Stk. 5. Føroyski skrásetingarmyndugleikin kann gera reglugerð um, at kærari skal gjalda grannskoðarayrkisnevndini ávíst gjald fyri at viðgera kæruna. Stk. 6. Landsstýrið kann, í samráð við Felagið fyri Skrásettar Grannskoðarar, gera avtalu við “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen“ um, at tann grannskoðarayrkisnevndin, sum í Danmark viðger kærur yvir grannskoðarar, sum eru tiknir upp í føroysku grannskoðaraskránni.

a. Grannskoðarayrkisnevndin kann áleggja einum skrásettum grannskoðara, sum ikki heldur tær skyldur, ið starvinum er álagt, eina ávaring ella eina bót uppá í mesta lagi kr. 200.000. Stk. 2. Um so er, at grannskoðarayrkis-nevndin heldur, at vandi er fyri, at viðkomandi verður strikaður í skrásetingini, jfr. § 19 a, stk. 2, í lógini um løggildugar grannskoðarar, ella at neyðugt er at partarnir ella vitnir verða avhoyrd í rættinum, skal yrkisnevndin senda sakina til grannskoðaranevndina saman við eini vælgrundaðari frágreiðing. Stk. 3. Um so er, at grannskoðaravirkið, sum viðkomandi grannskoðari eigur heilt ella lutvíst ella arbeiðir hjá, hevur medábyrgd fyri teimum viðurskiftum, sum nevnd eru í stk. 1, kann grannskoðaravirkið fáa eina ávaring ella eina bót uppá í mesta lagi kr. 500.000. Grannskoðaravirkið kann bert verða sektað, um tað er partur í kæruni ið, send er grannskoðarayrkisnevndini og grannskoðaranevndini. Stk. 4. Grannskoðarayrkisnevndin kann avgera, at ein avgerð skal almannakunngerast.

Avgerðir hjá grannskoðarayrkisnevndini kunnu kærast fyri grannskoðaranevndini við eini freist uppá 3 mánaðar. Føroyski skrásetingarmyndugleikin, Danska Bankaeftirlitið, Føroya Landsstýri, ákærumyndugleikin og Felagið fyri Skrásettar Grannskoðarar kunnu kæra einahvørja avgerð hjá grannskoðarayrkisnevndini fyri grannskoðaranevndina við somu freist. Stk. 2. Kæra, ið verður send grannskoðaranevndini hevur uppsetandi ávirkan.

Fyrningarfreistin er 5 ár frá tí degi, tá tann umstrídda gerðin ella undanlátið er hildið uppat. Stk. 2. Fyrningarfreistin er ikki galdandi tá sakin verður kærd til Grannskoðarayrkisnevndina.

Ásetingarnar í §§ 19-22 í lógini um løggildugar grannskoðarar er eisini galdandi tá Grannskoðaranevndin viðgerð sakir viðvíkjandi skrásettum grannskoðarum. Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.

Kapittul IV Nær lógin fær gildi v.m.

Henda lóg fær gildi 1. juli 1993. Stk. 2. Teir persónar, sum er skrásettir grannskoðarar eftir lóg nr. 65 frá 21. mai 1980, verða framvegis skrásettir eftir hesi lógini, tó kann føroyski skrásetingarmyndugleikin krevja, at hesir persónar lúka ávís ástøðilig krøv, fyri at teir ikki skulu verða strikaðir. Stk. 3. Føroyski skrásetingarmyndugleikin kann loyva teimum perónum, ið eru eru farnir undir útbúgvingina sum skrásettir grannskoðarar eftir lóg nr. 65 frá 21. mai 1980 áðrenn 1. januar 1993 og sum biðja um at verða skrásettir innan 1. februar 1997, at verða skrásettir í grannskoðaraskrásetingini. Stk. 4. Við hesi lóg fer Løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1980 úr gildi. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
løggildar og skrásettar grannskoðarar · innanhýsis
Áður galdandi · 11. desember 2007
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan · innanhýsis
Galdandi · 16. mai 2006

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙