Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. apríl 2001 Nr. 64

Løgtingslóg um vinnu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022

Kapittul 1 Øki lógarinnar

Kapittul 2 Vanligar reglur

Kapittul 3 Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi

Kapittul 4 Bileigarar

Kapittul 4 a Kærur

Kapittul 5 Revsiásetingar

Kapittul 6 Gildiskoma og ásetingar um skiftistíð v.m.

Kapittul 1

Øki lógarinnar

Kapittul 1 Øki lógarinnar

Henda lóg er galdandi fyri sjálvstøðugt vinnuvirksemi, sum: 1) Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi 2) Bileigarar Stk. 2. Lógin er galdandi fyri lutafeløg í tann mun, virksemi teirra úteftir er eyðkent sum vinnuvirksemi. Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri vinnuvirksemi hjá almennum stovnum. Kapittul 2 Vanligar reglur

Kapittul 2 Vanligar reglur

1) Einstaklingar hava rætt at reka vinnur, sum nevndar í § 1, stk. 1, tá ið teir: 1) hava bústað í Føroyum 2) eru myndugir ella eftir verjumálslógini hava fingið loyvi til sjálvir at reka viðkomandi vinnu Stk. 2. 2) Kravið í stk.1, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.

Skráseting Føroya kann undantaka frá treytunum í § 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kann áseta reglur um hetta. Verður loyvi latið einstaklingi, sum ikki býr í Føroyum, skal fyri virkinum standa persónur, sum lúkar treytirnar í § 2 fyri at reka avvarðandi vinnu.

Í íognarfeløgum við samábyrgd í og kommandittfeløgum skulu allir luttakarar, ið ábyrgjast persónliga, lúka treytirnar, sum lógin setir fyri at reka viðkomandi vinnu, sbr. § 3.

Partafeløg og smápartafeløg hava rætt at reka vinnuvirksemi, sum nevnt í § 1, stk. 1, um tey eru skrásett í Skráseting Føroya ella fráboðað til Skráseting Føroya sum undir stovnan. Stk. 2. Onnur feløg, heimahoyrandi í Føroyum, sum hava avmarkaða ábyrgd, íroknað feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar hava rætt at reka vinnur, sum nevndar í § 1, stk. 1, um stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum lúka treytirnar í § 2, sbr. § 3, fyri at reka viðkomandi vinnu. Stk. 3. Deildir hjá útlendskum feløgum v.m. av tí slagi, sum nevnd eru í stk. 1-2, kunnu bert reka vinnu, sum nevnt í § 1, stk. 1, um Skráseting Føroya hevur givið loyvi. Deildarstjórar skulu kortini lúka treytirnar í § 2, sbr. § 3, fyri at reka avvarðandi vinnu. Stk. 4. 2) Uttan mun til ásetingarnar í stk. 1-3 kunnu feløg v.m., sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, men eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, reka vinnuvirksemi, ið kemur undir hesa lóg.

Rætturin at reka vinnu fellur burtur, tá ið viðkomandi ikki longur lúkar treytirnar, sum lógin setir fyri at reka vinnu, sbr. tó § 7. Stk. 2. Skráseting Føroya kann geva undantaksloyvi frá ásetingunum í stk. 1.

1) Deyðsbúgv, hjúnarfelagi, sum situr í óskiftum búgvi, ella verji hjá persóni, ið er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6., kann halda áfram við virkinum við tí fyri eyga at avtaka virkið, avhenda tað ella tílíkt. Hetta er loyvt upp til eitt ár eftir deyða ella frá tí, at persónur er komin undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini. Í serligum førum kann Skiftirætturin leingja freistina.

Undantaksloyvi ella loyvi frá Skráseting Føroya sambært lógini kunnu avmarkast og treytast. Kapittul 3 Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi

Kapittul 3 Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi

Vørur kunnu bert seljast frá føstum handilsplássi, sbr. tó §§ 11 og 12. Stk. 2. Fast handilspláss eru: støðuføst útsølupláss, virkis- og verkstaðshøli og sjálvsølur (automatir). Stk. 3. Sjálvsølur, ið ikki beinleiðis eru settar upp í sambandi við støðufast útsølupláss, skulu vera merktar við navninum á tí vinnurekandi (firma) og handilsadressu.

Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi kunnu ikki uttan áheitan um hetta frammanundan venda sær persónliga ella í telefon til brúkara á bústaði hansara, arbeiðsplássi ella øðrum stað, har tað ikki er vanlig atgongd, við tí fyri eyga beinanvegin ella seinni at fáa tilboð ella at fáa tílíkt tilboð góðtikið um gerð av avtalu. Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri áheitanir um sølu ella bílegging av vørum, sum eftir § 11, stk. 1, litra a, og stk. 2, og § 12, kunnu seljast í umfarssølu.

Tá talan er um umfarssølu kunnu einstaklingar, hóast treytirnar fyri at reka vinnu sum handilsfólk, handverkari og ídnaðarrekandi ikki eru loknar, selja a) matfeingi (naturalframleiðslu) frá landbúnaði, húsdýrahaldi, útróðri, fiskiskapi, mjólk og róma b) dagbløð, vikubløð og tíðarrit, tó bert á gøtum og torgum Stk. 2. Tann, sum rekur handils-, handverkara- og ídnaðarvinnu, kann sum umfarssøla selja vørur til vinnurekandi, ið nýta slíkar vørur í sínum virki. Stk. 3. Aðrarmátar er umfarssøla ikki loyvd.

Í serligum førum kann Skráseting Føroya geva einstaklingum og feløgum v.m. loyvi til í einum avmarkaðum tíðarskeiði í senn at útinna umfarssølu og bjóða nærri tilskilaðar vørur út til sølu.

Skráseting Føroya kann undantaka vinnuvirksemi á sølustevnum og framsýningum frá ásetingunum í hesi lóg. Stk. 2. Handils-, handverkara- og ídnaðarrekandi kunnu sýna fram og kunnu taka móti bíleggingum í framsýningarhølunum – eisini í vanligari afturlatingartíð. Framsýningarhølið kann bert vera opið fyri og tikið kann bert verða ímóti bíleggingum frá vinnurekandi, ið nýta slíkar vørur í sínum virki. Stk. 3. Framsýningar, sum nevndar í stk. 2, kunnu ikki vera í handlum v.m., sum koma undir løgtingslógina um afturlatingartíðir (afturlatingarlógin). Kapittul 4 Bileigarar

Kapittul 4 Bileigarar

Bileigaravirksemi eftir hesi lóg er fólka- ella vøruflutningur í motorakførum. Kapittul 4 a Kærur

Kapittul 4 a

3) 4) Avgerðir tiknar av Skráseting Føroya sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kapittul 5 Revsiásetingar

Kapittul 5 Revsiásetingar

Tann, sum av órøttum rekur eina av teimum í § 1, stk. 1, nevndu vinnugreinum, og tann, sum brýtur ásetingarnar í § 4, § 6, § 9, stk. 1, og stk. 3, § 10, stk. 1, § 11, stk. 3, § 13, stk. 2, pkt. 2, og stk. 3, ella sum skúgvar til viks treytirnar fyri givnum loyvum sbrt. lógini, verður revsaður við bót. Stk. 2. Er brotið framt av einum partafelag, smápartafelag, lutafelag e.l., kann verða álagt felagnum sum slíkum revsiábyrgd. Kapittul 6 Gildiskoma og ásetingar um skiftistíð v.m.

Kapittul 6 Gildiskoma og ásetingar um skiftistíð v.m.

Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2001. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi 1) løgtingslóg nr. 33 frá 20. desember 1955 um vinnu v.m. og løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1969 um broyting í reglunum um vinnu v.m., sum seinast broyttar við løgtingslóg nr. 41 frá 10 mai 1984. 2) lóg nr. 361 frá 13. mars 1933 for Færøerne om handelsrejsende, sum seinast broytt við lóg nr. 186 frá 7. juni 1958

Rættindi og skyldur, sum eftir aðrari lóggávu eru knýtt at virksemi, treytað av vinnubrævi jbr. løgtingslóg nr. 33 frá 20. desember 1955 um vinnu v.m., sum handilsfólk, handverkari og ídnaðarrekandi ella bileigari, verða, aftan á at lógin hevur fingið gildi, knýtt at útinningini av vinnuvirkseminum. Tórshavn, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006. har § 10 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.” 4) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
broyting í reglunum um vinnu v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 19. mars 1969
Avtøkur
vinnu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 1984 · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 1955
Avtøkur
Handelsrejsende på Færøerne, som senest ændret ved lov nr. 186 af 7. juni 1958 · innanhýsis
Áður galdandi · 13. december 1933
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um ómyndugleika v.m · innanhýsis
Galdandi · 25. mai 2009
Broytingar
at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum · innanhýsis
Galdandi · 8. mai 2008
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan · innanhýsis
Galdandi · 16. mai 2006
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙