Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. desember 1955 Nr. 33
Løgtingslóg um vinnu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 1984
§ 1 Øki lóginnar: Undir hesa lóg koma egnar vinnur sum ídnaður, handverk, handil, handilsumboð,…
Øki lóginnar: Undir hesa lóg koma egnar vinnur sum ídnaður, handverk, handil, handilsumboð, flutningur, innleggingar, raking- og hárgreiðsla.
§ 2 Fáing av loyvisbrævi: Hann, ið ætlar sær at røkja onkra av teim í § 1 nevndu vinnum, skal siga…
Fáing av loyvisbrævi: Hann, ið ætlar sær at røkja onkra av teim í § 1 nevndu vinnum, skal siga landfútanum frá. Fútin gevur loyvisbræv sum heimild til at røkja vinnu í einari kommunu. Fyrr enn loyvisbræv er fingið, má ongin vinna eftir hesi lóg byrjast.
§ 3 1 Treyt fyri loyvisbrævi: Rætt til loyvisbræv hevur hvør persónur, sum prógvar
1 Treyt fyri loyvisbrævi: Rætt til loyvisbræv hevur hvør persónur, sum prógvar: 1) at hava danskan heimarætt, smbr. § 5, 2) at hava bústað í Føroyum, 3) at vera 18 ára gamalur og ikki gjørdur ómyndigur, 4) at hava ræði á búgvi sínum.
§ 4 Gjald fyri loyvisbræv: Fyri loyvisbræv verður at rinda
Gjald fyri loyvisbræv: Fyri loyvisbræv verður at rinda: 1) Einstakan persón kr.200.- 2) Partafeløg ella onnur feløg – 500.- Fyri eftireintak og fyri árit á tílík verður at rinda kr. 5.-. Eftireintøk skulu hava somu árit sum loyvisbrøv. Gjøldini fara í landskassan. Landsstýrið tekur avgerð um útsjónd loyvisbrævanna.
§ 5 Útlendingar: Persónar, sum hava ikki heimarætt, kunnu um teir halda hinar í § 3 nevndu treytir,…
Útlendingar: Persónar, sum hava ikki heimarætt, kunnu um teir halda hinar í § 3 nevndu treytir, fáa loyvisbræv, um so er, at millumlandasáttmáli loyvir slíkt. Eftir umstøðunum kann váttan undir trúnartreytum nýtast í staðin fyri próvførslu smbr. § 3 at hava ræði á búgvi sínum.
§ 6 Serlig loyvi: Landsstýrið kann eftir tilmæli frá stedligum valdi gera undantak frá teim í § 3…
Serlig loyvi: Landsstýrið kann eftir tilmæli frá stedligum valdi gera undantak frá teim í § 3 smbr. § 5 settu treytum. Sambart tílík loyvi kann loyvisbræv gevast við gildi upp í 5 ár í senn. Tað kann skerjast og treytast, sum ætlast neyðugt í hvørjum føri.
§ 7 Interessenta- og kommanditfeløg: Í ábyrgdum interessanta- og kommanditfeløgum, sum røkja skulu…
Interessenta- og kommanditfeløg: Í ábyrgdum interessanta- og kommanditfeløgum, sum røkja skulu onkra av teim í § 1 nevndu vinnum, skal hvør einstakur ábyrgdur luthavari hava loyvisbræv eftir reglunum í hesi lóg.
§ 8 Innlendsk partafeløg v.m.: Innlendsk partafeløg, kommandit-partafeløg og onnur innlendsk feløg…
Innlendsk partafeløg v.m.: Innlendsk partafeløg, kommandit-partafeløg og onnur innlendsk feløg við skerdari ábyrgd, sum røkja skulu onkra av teim í § 1 nevndu vinnum, kunnu fáa loyvisbræv, um so er, at stjórin (stjórarnir) og meirilutur nevndarmanna lúka treytirnar í § 3.
§ 9 Útlendsk partafeløg v.m.: Partafeløg og kommandit-partafeløg, sum skrásett hava fingið úthandlar…
Útlendsk partafeløg v.m.: Partafeløg og kommandit-partafeløg, sum skrásett hava fingið úthandlar her á landi og onnur feløg við skerdari ábyrgd kunnu fáa loyvisbræv fyri úthandil teirra, um so er, at millumlanda sáttmáli loyvir tað ella eftir serloyvi landsstýrisins. Leiðsla úthandilsins skal halda tær í § 3 smbr. § 5 og § 8 settu treytir, uttan so at landsstýrið eftir tilmæli frá stedligum valdi loyvir avvik.
§ 10 Lutafeløg: Brúksfeløg og onnur lutafeløg, sum bert handla innan limanna, koma ikki undir…
Lutafeløg: Brúksfeløg og onnur lutafeløg, sum bert handla innan limanna, koma ikki undir reglurnar í § 8 og eru so statt frítikin fyri at loysa loyvisbræv. Heldur ikki feløg, sum framleiða, edla, selja úrdráttir limanna ella handla teirra millum koma undir hesa reglu. Treytin fyri at koma undir reglurnar í 1. og 2. petti er tó, at tann parturin av rakstraravlopinum, sum verður ikki nýttur við vælgerandi endamáli ella fer á ognarroknskap felagsins, verður býttur limanna millum eftir luti teirra í vøruumfari felagsins. Fyristøðumenn og útflýggjarar hjá teim í hesi grein nevndu lutafeløgum mugu ikki sjálvir røkja vinnu samsvarandi felagsins virki, eins og felagið má ikki hava krambúðarrúm saman við virki, sum tørvar loyvisbræv eftir hesi lóg. Meginfelag lutafelaga sleppur eisini undan at loysa loyvisbræv, um so er, at tað heldur treytirnar í § 10, 1. og 2. petti.
§ 11 Uppathald av vinnurætti: Deyð, flyting av landi v.m
Uppathald av vinnurætti: Deyð, flyting av landi v.m. Rættur at røkja vinnu sambart loyvisbræv dettur burtur við deyða loyvishavarans. Hesin rættur dettur eisini burtur, um so er, at loyvishavari flytur burtur av landi ella annars kemur undir tær í § 3 sbr. § 5 nevndu treytir. Vinnurættindi felaga sambart § 8 og § 9 eftir loyvisbrævi detta burtur, um so er, at stjórin (stjórarnir), faktor úthandla ella meirilutur nevndanna ikki longur heldur tær í § 3 sbr. § 5 og § 8 og 9 settu treytir. Landsstýrið kann tó eftir tilmæli frá stedligum valdi gera undantak frá reglunum í hesi grein.
§ 12 Innafturlating av loyvisbrævi: Detta rættindi sambart loyvisbræv burtur (smbr. § 11), skal…
Innafturlating av loyvisbrævi: Detta rættindi sambart loyvisbræv burtur (smbr. § 11), skal loyvisbrævið við eftireintøkum latast innaftur til landfútan innan 2 mánaðir.
§ 13 Ídnaður og handverk: Landsstýrið fyrisetur, hvørjar vinnur kunnu teljast sum ídnaður ella handverk
Ídnaður og handverk: Landsstýrið fyrisetur, hvørjar vinnur kunnu teljast sum ídnaður ella handverk. Loyvisbræv til ídnað gevur rætt til – við teim skerjingum og undantøkum, sum lóggávan yvirhøvur fyrisetur – at røkja ídnað – líka mikið hvønn – og hartil eisini alt handverk sum neyðugt er at fulkomna eitt ídnarligt arbeiði. Loyvisbræv til handverk – við teim skerjingum og undantøkum, sum lógávan yvirhøvur fyriskrivar – gevur rætt til at røkja tað handverk ella tær handverksgreinir, sum tilskilaðar eru í loyvisbrævinum og hartil hvørt annað handverk ella hvønn annan ídnað, sum tørva at fullkomna eitt liðugt handverksarbeiði eftir loyvisbrævinum. Persónar, sum í viðkomandi handverks- ella ídnaðarvirki nýta ikki aðra hjálp enn hjúnafelaga og heimabúgvandi børn ella barnabørn – uttan so, undantak er gjørt – hava rætt til uttan at fáa loyvisbræv at røkja handverks- ella ídnaðarligt virki. Í sjúkdómstilfelli kann landfútin geva loyvi til, at annar navngivin persónur verður tikin til hjálpar. Tílíkir persónar hava rætt til frá bústað, verkstað, krambúð ella øðrum føstum vinnustað at selja egna framleiðslu og lutir, sum eru munandi broyttir av tí tilgerð, tey hava fingið í viðkomandi vinnuvegi. Persónar, sum eftir her tilskilaðu reglu røkja vinnu uttan loyvisbræv, mugu ikki arbeiða í samvinnu.
§ 14 Vinnuøki handverks- og ídnaðarmanna: Loyvisbræv til handverk ella ídnað gevur rætt til – við teim…
Vinnuøki handverks- og ídnaðarmanna: Loyvisbræv til handverk ella ídnað gevur rætt til – við teim í lóggávuni yvirhøvur fyrisettu skerjingum og undantøkum – at halda verksmiðjur ella annan fastan vinnustað í kommunum, og at røkja vinnuna í og frá hesari kommunu.
§ 15 2 Vinnuøki og vinnurættur handilsmanna: Loyvisbræv til handils gevur rætt til – við teim…
2 Vinnuøki og vinnurættur handilsmanna: Loyvisbræv til handils gevur rætt til – við teim skerjingum og undantøkum, sum lóggávan yvirhøvur fyriskrivar – at fremja vøruhandilsskap — líka mikið hvønn – frá krambúð ella fastari sølubúð – tó at hann má ikki halda meira enn eina sølubúð í einari kommunu. Landsstýrið kann gera undantak frá hesi reglu. Handilsmenn hava ongan rætt til at halda automat, uttan so at hann er fastur í sølubúðini. Tó kunnu automatar haldast í restaurantum, skipaavgreiðslum, ferðamannaskipum, felagshúsum o.l.
§ 16 Handilsumboð: Handilsumboðsmaður eftir hesi lóg er persónur, sum annans vegna hevur givið seg til…
Handilsumboð: Handilsumboðsmaður eftir hesi lóg er persónur, sum annans vegna hevur givið seg til at fremja vøruhandil við upptøku av bíleggingum hjá umboðsgevaranum ella selja vørur í navni hansara, uttan at vera settur í starv umboðsgevarans, men aftur ímóti røkir vinnuna leysur av honum frá egnari skrivstovu ella øðrum egnum rúmi, sum taka kann ímóti frásøgnum handlinum viðvíkjandi. Virki sum handilsumboð er at skilja sum egin handilsvinna (sbr. § 1).
§ 17 Aksturvinna: Eftir hesi lóg er akstur at skilja sum vinnuligur flutningur av persónum, vørum o.l.…
Aksturvinna: Eftir hesi lóg er akstur at skilja sum vinnuligur flutningur av persónum, vørum o.l. í vogni ella øðrum akfari, sum drigið verður av maskinu ella øðrum alvi.
§ 18 Almennir stovnar: Vinnur, sum almennir stovnar røkja, koma ikki undir hesa lóg
Almennir stovnar: Vinnur, sum almennir stovnar røkja, koma ikki undir hesa lóg.
§ 19 Príssáttmálar v.m.: Sáttmálar, sum gjørdir verða um prís-, framleiðslu- ella…
Príssáttmálar v.m.: Sáttmálar, sum gjørdir verða um prís-, framleiðslu- ella flutningsviðurskifti, av monnum ella feløgum innan evnisligar vinnur skulu skrásetast í landsstýrinum ella hjá stovni, sum landsstýrið fyrisetur. Sáttmálar ella reglur v.m. um prís-, framleiðslu- ella flutningsviðurskifti eru bannað, um so er, at tílíkir sáttmálar ella tílíkar reglur hava við sær óbíligar prísir ella aðrar óbíligar skerjingar í landsins vinnufrælsi. Landsstýrið tekur endaliga avgerð í ivamálum eins og tað við kunngerð kann fyriseta gjøllari reglur um tær í hesi grein innihildnu fyriskipanir. Felagsskapur teirra vinnurøkjandi: Landsstýrið kann staðfesta samtyktir hjá vinnufeløgum, sum undir hesa lóg koma, og eisini meginfeløgum teirra við tí fylgju, at samtyktir teirra ikki kunnu broytast uttan samtykki landsstýrisins.
§ 20 Mál um brot móti fyriskipanum eftir hesi lóg fara fram sum løgreglumál og hava við sær bøtur, um…
Mál um brot móti fyriskipanum eftir hesi lóg fara fram sum løgreglumál og hava við sær bøtur, um ikki størri revsing er uppiborin. Undandráttur frá teim í § 19 nevndu skyldum eins og rangar upplýsingar kunnu hava við sær dagbøtur, sum landsstýrið fyrisetur. Tílík mál kunnu skjótast inn til rættarviðgerðar. Vinningur, sum fingin er, í stríð við fyriskipanir eftir § 19 í hesi lóg ella sambart treytir eftir henni kann við dómi dragast inn í landskassan. Bøtur eftir hesi lóg fara í landskassan.
§ 21 Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer § 10 í lóg frá 21. marts 1855 om ophævelse af…
Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer § 10 í lóg frá 21. marts 1855 om ophævelse af den kongelige enehandel på Færøerne smbr. lóg nr. 70 frá 7. mai 1881 úr gildi og løgtingslóg nr. 24 frá 21. februar 1950, § 1, pt. 1. Loyvisbrøv til handils, sum givin eru undan hesi lóg, nemast ikki av henni. Aðrar vinnur, sum koma undir hesa lóg, og sum eru tann dag, lógin verður kunngjørd, fáa loyvisbræv ókeypis í 2 mánaðir frá kunngerðardegnum. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 1. juni 1978. 2) Sbr. løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1969 um broyting í reglunum um vinnu v.m. bls. 000.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.