Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. juni 1997 Nr. 83
Løgtingslóg um kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006
Kapittul 1 Endamál og øki lógarinnar
Kapittul 2 Kappingarráðið
Kapittul 3 Gjøgnumskygni
Kapittul 4 Tiltøk móti skaðiligum árinum
Kapittul 5 Kærur
Kapittul 6 Reglur um revsing, v.m.
Kapittul 7 Gildiskomu- og skiftisreglur
Kapittul 1
Endamál og øki lógarinnar
Kapittul 1 Endamál og øki lógarinnar
Lógin hevur til endamál at fremja kapping og harvið styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. við mest møguligum gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við tiltøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmarkingum.
Lógin er galdandi fyri: 1) Vinnufyritøkur og samtøk av vinnurekandi. 2) Vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunuumsiting, og sum er at útbjóða ella eftirspyrja vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning fyri kappingina í vinnulívinum.
Lógin er ikki galdandi fyri løn- og arbeiðsviðurskifti. Kappingarráðið kann tó í umsitingini av lógini krevja upplýsingar av feløgum og fyritøkum um løn- og arbeiðsviðurskifti. Kapittul 2 Kappingarráðið
Kapittul 2 Kappingarráðið
Lógin verður umsitin av kappingarráðnum. Stk. 2. Kappingarráðið hevur ein formann og 4 limir. Formaðurin og hinir limirnir verða valdir av landsstýrismanninum í vinnumálum fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Fyri formannin og hvønn av liminum verða vald varafólk. Limir ráðsins skulu hava gjøllan kunnleika til vinnuvirksemi, herundir ávikavist løgfrøði, búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum. Stk. 3. Til ráðið er eftir nærri avgerð hjá landsstýrismanninum knýtt ein skrivstova. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi ráðsins. Kapittul 3 Gjøgnumskygni
Kapittul 3 Gjøgnumskygni
Avtalur og samtyktir, sum viðføra ella kunnu viðføra avgerðandi ávirkan á eitt marknaðarøki, skulu fráboðast til Kappingarráðið innan 14 dagar eftir, at avvarðandi avtala ella samtykt er gjørd. Stk. 2. Broytingar í viðurskiftum, sum eru fráboðaði, skulu somuleiðis fráboðast innan 14 dagar. Stk. 3. Kappingarráðið ger nærri reglur um fráboðanina.
Kappingarráðið kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettir at verða neyðugir fyri tess virksemi ella fyri at avgera um viðurskifti eru umfataði av lógini.
Har sum kappingin ikki er nóg virkin, ella har tað av serligum orsøkum er tørvur á at fylgja kappingarviðurskiftunum ella skapa gjøgnumskygni í prísviðurskiftum, kann Kappingarráðið: 1) fyri eitt tíðarskeið upp til 2 ár í senn áleggja einari fyritøku ella samtaki v.m. innan eina nærri ásetta freist, so hvørt, at fráboða nærri tilskilaði sløg av upplýsingum um prísir, vinningar, avsláttir, bonus, handilstreytir, fíggjarlig og bygnaðarlig sambond, v.m. 2) gera reglur um fakturering og aðra skjalprógvan av prísútrokningini, og 3) gera reglur um merking ella skelting við prísum og mongdum.
Kappingarráðið skal gera kanningar og kann almannakunngera hesar, við atliti til at fremja gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum. Stk. 2. Fyritøkur og samtøk v.m. sum eru umfataði av eini kanning, skulu kunnast um kanningina, áðrenn hon verður almannakunngjørd. Stk. 3. Møguligar viðmerkingar hjá fyritøkuni ella samtakinum, v.m. skulu eftir áheitan almannakunngerast saman við kanningini, um so er, at viðmerkingarnar eru ráðnum í hendi áðrenn 30 dagar eftir at fyritøkan hevur mótikið kanningina.
Kappingarráðið kann, við atliti til at fremja kappingina og soleiðis styrkja virkisførið, almannakunngera upplýsingar um prísir, avsláttir og bonus, v.m.
Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er bert galdandi í málum, sum eru umfataði av hesi lóg, um áheitanin um skjalainnlit viðvíkir: 1) Avtalur og samtyktir, sum skulu fráboðast eftir § 5, ella 2) upplýsingar, sum eru fingnir til vega sambært boðum frá ráðnum eftir § 7, nr. 1. har sum kapping ikki er nóg virkin. Stk. 2. Í teimum førum, har ein fyritøku ella samtøka v.m. vil verða fyri stórum fíggjarligum missi, kann ráðið gera av, at upplýsingar ikki mugu útflýggjast, um so er, 1) at útflýggjanin vil geva øðrum fyritøkum v.m. ein óheimilaðan kappingarfyrimun ella 2) tað annars eru serligar umstøður. Stk. 3. Tá Kappingarráðið almannakunnger upplýsingar, er stk. 2 samsvarandi galdandi. Kapittul 4 Tiltøk móti skaðiligum árinum
Kapittul 4 Tiltøk móti skaðiligum árinum
Metir kappingarráðið, at tað á einum marknaðarøki finst ein kappingaravmarking, sum viðførir ella vil kunna viðføra skaðiligt árin á kappingina og harvið virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. ella avmarkarkingar av vinnufrælsinum, kann ráðið við samráðingum virka fyri at fáa tey skaðiligu árinini steðgaði.
Kunnu tey skaðiligu árinini nevnd í § 11 ikki steðgast við samráðingum, kann ráðið geva boð um t.d heilt ella partvísa ógildan av avtalum, samtyktum, ásetingum ella handilstreytum ella um at ávís ella ávísar fyritøkur skulu keypa ella selja til nærri ásettar seljarar ella keyparar uppá vanligar hjá fyritøkuni galdandi treytir fyri samsvarandi sølur. Fyritøkan kann tó altíð krevja kontant gjald ella samsvarandi trygd.
Viðførir ein kappingaravmarking sum nevnd í § 11, at ein prísur ella ein vinningur eyðsæð er størri ella minni ella varir longri við, enn hvat kundi verið fingið á einum marknaði við virknari kapping, og kann hesin ikki verða steðgaður á annan hátt, ásetir ráðið fyri eitt tíðarskeið upp til 1 ár í senn fyri ávísar vørur og tænastur v.m., fyritøkum ella samtøkum v.m., 1) at nærri tilskilaðir prísir ella vinningar ikki mugu fara uppum ella fara niðurum ávísar upphæddir, ella 2) at útrokningin av prísum ella vinningum skal fylgja ávísum reglum. Stk. 2. Metingin av einum prísi ella vinningi skal gerast við grundarlagi í viðurskiftum í fyritøkum, sum verða rikin á ein tøkniligan og handilsliga forsvarligan hátt. Við ásetanini av einum prísi fyri eina vøru ella tænastu v.m. skal fyritøkan hava fulnað fyri neyðugan kostnað og vinning í mun til vágnaðin fyri framleiðslu og sølu av vøruni ella tænastuni. Stk. 3. Kappingarráðið kann, tá tað ásetir prís ella vinningslág- og hámørk, har sum serligar grundir tala fyri tí, herundir grannskingar- og menningarkevjandi framleiðsluøkir, gera frávik frá reglunum í stk. 2.
Fyritøkur og samtøk v.m. mugu ikki við avtalu ella samtykt áseta ella á annan hátt treyta sær, at tað við víðarisølu í eftirfylgjandi søluliði skal yvirhaldast minstaprísir ella -vinningar, uttan so at Kappingarráðið hevur góðkent avvarðandi avtalur v.m. Slík góðkenning kann bert gevast, um heilt serligar grundir tala fyri. Kapittul 5 Kærur
Kapittul 5 Kærur
1) Kærunevndin fyri kappingarmál er sett saman av tí ikki fyrisitandi sorinskrivaranum sum formanni og tveimum øðrum limum settum av landsstýris manninum. Fyri hvønn av limunum velur landsstýrismaðurin varalimir. Limirnir valdir av landsstýrismanninum skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi og samsýning nevndarinnar.
Avgerðir tiknar av kappingarráðnum eftir ásetingum í hesi lóg § 2, § 3, 2. pkt., § 5, stk. 1 og 2, § 7, § 10, stk. 2 og 3, § 11 tó undantikið avgerðir hjá ráðnum um at vísa frá sær at viðgerða eitt mál. §§ 12, 13 og 14, kunnu kærast til kærunevndina í kappingarmálum. Stk. 2. Kæra sambært stk. 1 kann sendast inn av, 1) honum, hvørjum avgerðin rættar seg móti, 2) honum, ið hevur serstøk áhugamál. Stk. 3. Kærur yvir avgerðir tiknar eftir § 10, stk. 2 og 3 eru steðgandi. Ráðið ella kærunevndin kann taka avgerð um, at aðrar avgerðir eisini skulu verða steðgandi.
Avgerðir tiknar av kappingarráðnum sambært hesi lóg kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarmyndugleika enn kærunevndina fyri kappingarmál, og kunnu ikki leggjast fyri Føroya Rætt fyrr enn úrskurður frá kærunevndini er til skjals. Stk. 2. Kæra kann verða skotin inn fyri kærunevndina fyri kappingarmál innan fýra vikur frá tí, at hon er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Tá serligar orsøkir tala fyri, kann kærunevndin víkja frá kærufreistini. Stk. 3. Avgerðir tiknar av kappingarráðnum sambært hesi lóg kunnu leggjast fyri Føroya Rætt í seinast lagi 8 vikur frá tí, at hon er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Um ikki verður kært innan ásettu tíðarfreistina er avgerð kærunevndarinnar endalig. Kapittul 6 Reglur um revsing, v.m.
Kapittul 6 Reglur um revsing, v.m.
Tann, sum ikki rættstundis til Kappingarráðið fráboðar ella gevur upplýsingar sambært §§ 5, 6 og 7, kann ráðið áleggja dagliga ella vikuliga sekt, sum kann heintast inn við útpanting.
Uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella við grovum ósketni: 1) ikki heldur § 5, stk. 1 og 2, og § 14, 2) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar, jvb. § 5, stk. 1 og 2, § 6 og § 7, nr. 1., 3) ikki heldur eina avtalu, sum er gjørd eftir samráðingum millum Kappingarráðið og viðkomandi, jvb. § 11, 4) ikki ger eftir boðum sambært § 12 ella ikki heldur ásetingar sambært § 13, stk. 1, 5) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar til kærunevndina ella dylur viðurskifti, sum hava týdning fyri avvarðandi mál. Stk. 2. Í reglum, sum verða gjørdar eftir § 7, nr. 2 og 3, kann tað verða ásett sekt fyri brot á hesar reglur, sum eru gjørd við vilja ella við grovum ósketni. Stk. 3. Er brotið gjørt av einum partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann tað verða álagt felagnum sum so sektarábyrgd. Er brotið gjørt av statinum, landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann tað verða álagt statinum, landinum, kommununi ella tí kommunala felagsskapinum sektarábyrgd.
Umboð fyri Kappingarráðið kunnu eftir rættarúrskurð og ímóti at vísa lógváttan 1) á staðnum gera seg kunnugar við og skriva av einhvønn upplýsing, sum hevur týdning fyri at kunna fremja eftirlit við lógina, herundir roknskapir, roknskapartilfar, bøkur, onnur handilsspappír og elektroniskt goymdar upplýsingar, umframt 2) fáa atgongd til hølir og flutningsamboð hjá fyritøkum og samtøkum, v.m. Stk. 2. Løgreglan veitir í hesum sambandi neyðuga hjálp.
2) Kappingarráðið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins, um hesar eru neyðugar til tess at fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í hesum londum. Tað er ein treyt, at upplýsingar kunnu latast báðar vegir. Stk. 2. 2) Tá upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingarráðið seta sum treyt, at upplýsingarnar verða undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum, einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingarráðnum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um. Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu Kappingarráðsins, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum. Kapittul 7 Gildiskomu- og skiftisreglur
Kapittul 7 Gildiskomu- og skiftisreglur
Lógin kemur í gildi tann 1. august 1997. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 98 frá 29. mars 1924 om uretmæssig konkurrence, sum broytt við lóg nr. 165 frá 13. apríl 1938 og lóg nr. 108 frá 23. mars 1948, og løgtingslóg nr. 25 frá 10. mars 1992 um príseftirlit sum broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 13. juni 1995. Somuleiðis fer úr gildi løgtingslóg nr. 191 frá 8. desember 1993 um príssteðg. Stk. 3. Fráboðanir, sum eru gjørdar eftir ásetingunum í løgtingslóg um príseftirlit, verða fluttar til Kappingarráðið.
Landsstýrið skal leggja alla løgtingslógina um kapping fyri tingið at viðgera innan árslok 1998. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.