Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. juni 1993 Nr. 142

Løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum v. m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009

§ 1 Henda lóg fevnir um fylgjandi arbeiði við elnýtarainnleggingar til sterkstreym

Henda lóg fevnir um fylgjandi arbeiði við elnýtarainnleggingar til sterkstreym: 1) Íbinding í og loysing frá elveitingini. 2) Gerð, broyting, útskifting og umvæling av føstum innleggingum við leiðingum, íbindingarstøðum og øðrum føstum innleggingartilfari. 3) Innlegging, broyting og umvæling av ikki-sterkstreymskendum stýringar- og reguleringsskipanum, sum verða nýttar til stýringar av sterkstreymsútbúnaði. 4) Fasta íbinding og loysing av elektriskum maskinum, nýtslulutum og hjálpartólum. 5) Eftirlit, stilling og umvæling av elektriskum maskinum og nýtslulutum, ið eru íbundin fasta innlegging, meðan arbeiðið er í gerð.

§ 2 Tey arbeiði, sum nevnd eru í § 1 nr. 1-2, mugu bert verða gjørd undir ábyrgd av persónum, ið hava…

Tey arbeiði, sum nevnd eru í § 1 nr. 1-2, mugu bert verða gjørd undir ábyrgd av persónum, ið hava fingið løggilding sum elinnleggjari. 2. stk. Tey arbeiði, sum nevnd eru í § 1 nr. 3-5, kunnu umframt av løggildum elinnleggjarum verða gjørd av persónum ella virkjum, ið vinnuliga framleiða, umvæla ella halda viðlíka stýringar- ella reguleringsskipanir, maskinur og nýtslulutir, tá ið hann, ið ger arbeiðið, hevur neyðugan serkunnleika. 3. stk. Hóast regluna í 2. stk. kann ein og hvør, ið hevur neyðugan kunnleika til at gera arbeiðið, skifta út normaltættir avbrótarar og stikkkontaktir uttan jørð upp til í mesta lagi 250V og seta upp og taka niður ljósarmaturir í íbúðum, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinnuligum endamáli. 4. stk. Landsstýrið setir reglur um upplýsingarskyldu fyri seljarar av eltilfari viðvíkjandi tilfari, ið bert kann verða innlagt av løggildum elinnleggjarum, sbr. § 1 nr. 2 og viðvíkjandi nýtaravegleiðing um uppseting av eltilfari.

§ 3 Løggilding sbr. § 2 verður givin av SEV

Løggilding sbr. § 2 verður givin av SEV. 2. stk. Landsstýrið ásetir í samráð við elnevndina reglur fyri: 1) Mannagongdina við umsókn um løggilding. 2) Tær treytir, ið skulu galda fyri løggilding, heruppií, hvussu sambandið skal vera millum hin løggilda og starvsfólk, ið gera arbeiði undir løggildingini. 3) Rættlagið í fyriskipanunum fyi útinning av virkseminum sum løggildur elinnleggjari. 3. stk. Til tess at fáa og varðveita løggildingina verður goldið eitt árligt gjald, sum landsstýrið ásetir eftir tilmæli frá elnevndini.

§ 4 Løggilding verður givin, tá ið fylgjandi treytir eru loknar

Løggilding verður givin, tá ið fylgjandi treytir eru loknar: 1) Umsøkjarin skal hava staðið eina roynd, sum landsstýrið hevur góðkent, og lúka tey starvskrøv, sum landsstýrið hevur ástt. 2) Umsøkjarin skal hava fastan vinnustað við telefon her í landinum. 3) 1) Umsøkjarin skal vera myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, og hava ræði á búgvi sínum 4) Umsøkjarin skal skjalprógva at hava havt í minsta lagi 1 árs tøkniligt starv í sterkstreymstøkniligum virki, um so er, at 5 ár ella meira eru gingin frá tí degi, hesin stóð royndina. 5) Umsøkjarin skal ikki innan fyri seinastu 3 árini vera revsaður fyri at bróta reglurnar í hesi lóg ella lóg um sterkstreymsútbúnað ella reglur, sum eru gjørdar samsvarandi hesum lógum, og løggildingin skal ikki vera tikin aftur sbr. § 9. 2. stk. Landsstýrið ásetir eftir samráð við elnevndina reglur fyri undir hvørjum treytum tey arbeiði, sum nevnd eru í § 1 kunnu verða gjørd av virkjum undir ábyrgd av einum løggildum innleggjara, sum settur er í starv í virkinum, herundir reglur fyri hvørjar av teim treytum, sum ásettar eru fyri at fáa løggilding, skulu verða loknar ávikavist av virkinum og av tí løggilda elinnleggjaranum ella av báðum. 3. stk. Elnevndin kann geva undantaksloyvi frá teimum treytum, sum settar eru í stk. 1, nr. 1-5, tó hvat ið viðvíkur treytunum í nr. 1 um at standa roynd, bert tá ið serlig viðurskifti tala fyri hesum. Stk. 4. 2) Treytin í stk.1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar ella feløg, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.

§ 5 Hóast umsøkjarin lýkur treytirnar í § 4 fyri at fáa løggilding, kann løggilding verða sýtt,

Hóast umsøkjarin lýkur treytirnar í § 4 fyri at fáa løggilding, kann løggilding verða sýtt, 1) um umsøkjarin er frádømdur rættinum til at útinna løggilt virksemi, sbr. § 78, 2. stk. í revsilógini, ella 2) um umsøkjarin í starvi ella vinnu annars hevur víst slíkan atburð, at grund er til at halda, at hann ikki fer at reka virkið á fullgóðan hátt. 2. stk. Verður umsóknin um løggilding sýtt grundað á tey viðurskifti, sum nevnd eru í 1. stk. nr. 2, kann umsøkjarin innan 4 vikur, aftaná at sýtingin er fráboðað honum, skjóta málið inn fyri landsstýrið. Sýtingin skal innihalda upplýsingar um hetta.

§ 6 Um handhavin av eini løggilding doyr ella verður kropsliga ella rættarliga ikki førur fyri at…

Um handhavin av eini løggilding doyr ella verður kropsliga ella rættarliga ikki førur fyri at útinna virksemið, fellur løggildingin burtur. Eftir umsókn frá deyðsbúnum, trotabúnum ella honum, sum annars virkar vegna hin løggilda, kann SEV tó geva loyvi til bráðfeingis framhald av virkinum undir eftirliti og ábyrgd av øðrum løggildum elinnleggjara. Tílíkt loyvi kann bert verða givið fyri 1 ár. Tá ið serligar umstøður eru, kann SEV tó framleingja freistina upp til 6 mánaðir. 2. stk. Løggilding verður tikin aftur av SEV, tá ið handhavin ikki longur lýkur kravið í § 4 stk. 1, nr. 2 um fastan vinnustað við telefon sum nevnd er í § 3, 3. stk., um árliga gjaldið eftir kravi ikki verður goldið.

§ 7 Løggildur elinnleggjari, ið letur arbeiði gera av starvsfólkum, hevur ábyrgd av, at tey eru…

Løggildur elinnleggjari, ið letur arbeiði gera av starvsfólkum, hevur ábyrgd av, at tey eru dugnalig og álítandi. Tað liggur samstundis á elinnleggjaranum at geva teimum settu starvsfólkunum neyðuga leiðbeining um útinning av arbeiðnum. Við hesum verður ætlað um bæði yrkisliga útbúgving og eftirlitið hjá tí løggilda við arbeiðnum. 2. stk. Løggildi elinnleggjarin skal síggja til, at øll neyðug amboð og mátingartól eru og eru í fullgóðum standi og væl hildin. 3. stk. Løggildi elinnleggjarin skal síggja til, at eitt dagført savn av teimum reglugerðum og fyriskipanum, sum eina og hvørja tíð eru galdandi, eru til taks á vinnustaðnum.

§ 8 SEV skal ansa eftir, at arbeiðið, sum kravið um løggilding og fráboðanarskyldu fevnir um, eru…

SEV skal ansa eftir, at arbeiðið, sum kravið um løggilding og fráboðanarskyldu fevnir um, eru útint av persónum ella virkjum, ið sbr. reglunum í hesi lóg hava heimild til tess. 2. stk. Um SEV staðfestir, at reglurnar í hesi lóg eru brotnar, ella at løggildur elinnleggjari hevur gjørt seg sekan í øðrum viðurskiftum, sum kunnu bera við sær, at løggilding verður tikin aftur sbr. § 9, boðar SEV elnevndini frá hesum.

§ 9 Um løggildur el-innleggjari hevur gjørt seg sekan í grefligum vansketni ella vansketni ferð eftir…

Um løggildur el-innleggjari hevur gjørt seg sekan í grefligum vansketni ella vansketni ferð eftir ferð í útinningini av innleggingararbeiðum ella hevur brotið treytirnar fyri løggildingini, kann elnevndin taka løggildingina aftur. 2. stk. Løggilding kann verða tikin aftur eina tíð frá 1-5 ár ella í óásetta tíð. 3. stk. Avgerðin hjá elnevndini um afturtøku kann ikki verða løgd fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 10 Avgerðin um afturtøku av einari løggilding kann handhavin krevja lagt fyri dómstólarnar. Áheitan…

Avgerðin um afturtøku av einari løggilding kann handhavin krevja lagt fyri dómstólarnar. Áheitan um hetta skal verða sett fram fyri elnevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi. Avgerðin skal innihalda upplýsing um hetta. Elnevndin stevnir viðkomandi eftir mannagongdini í borgarligum rættargangi. 2. stk. Áheitan um sakarmál hevur freistandi ávirkan, men rætturin kann áseta, at viðkomandi undir málsviðgerðini ikki má útinna tað virksemi, ið krevur løggilding. Um afturtøkan verður dømd lóglig at vera, kann í dóminum verða ásett, at kæra ikki hevur freistandi ávirkan.

§ 11 Elnevndin kann eina og hvørja tíð eftir umsókn taka av eina gjørda afturtøku av einari…

Elnevndin kann eina og hvørja tíð eftir umsókn taka av eina gjørda afturtøku av einari løggilding. Um afturtøkan er gjørd í óásetta tíð, og gingin eru minst 5 ár eftir afturtøkuna og minst 2 ár eftir, at avtøkan seinast er sýtt við dómi, kann umsøkjarin, um umsókn um avtøku verður sýtt, innan ein freist upp á 4 vikur krevja avgerðina roynda við dómstólarnar. § 10, 1. stk., 3. og 4. punktum, verður nýtt samsvarandi.

§ 12 Tá ið ein løggilding er burturfallin eftir § 6 ella afturtikin eftir § 9, skal handhavin ella…

Tá ið ein løggilding er burturfallin eftir § 6 ella afturtikin eftir § 9, skal handhavin ella búgv hansara útflýggja SEV hana.

§ 13 Persónar ella virki, ið ikki hava løggilding sum elinnleggjarar, ella hvørs løggilding er…

Persónar ella virki, ið ikki hava løggilding sum elinnleggjarar, ella hvørs løggilding er burturfallin ella tikin aftur, sbr. § 6 og § 9 mugu ikki við lýsing ella á annan hátt fáa ein til at halda, at teir hava løggilding.

§ 14 Umboð fyri elnevndina hava, um tað verður mett neyðugt, eftir boðum frammanundan uttan…

Umboð fyri elnevndina hava, um tað verður mett neyðugt, eftir boðum frammanundan uttan rættarúrskurð móti at vísa heimild atgongd til almanna- og einstaklingsogn til tess at kanna ella lata kanna, hvørt ein elinnleggjari hevur útint eitt innleggingararbeiði á nóg góðan hátt. 2. stk. Løgreglan veitir hjálp í hesum eftir reglum, ið verða ásettar eftir samráðing millum landsstýrið og landfútan.

§ 15 Við bót verður hann revsaður, ið

Við bót verður hann revsaður, ið 1) ger arbeiði, sum henda lóg fevnir um uttan at hava heimild til hetta eftir hesi lóg, 2) letur slík arbeiði gera av persónum, sum ikki eftir hesi lóg hava heimild til tess, 3) brýtur §§ 12 og 13. 2. stk. Í fyriskipanum, ið verða ásettar sbr. § 3, 2. stk. og § 4, 2. stk., kann revsing verða ásett við bót fyri brot á fyriskipanirnar. 3. stk. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, heruppií feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur og landið gera, kann verða álagt tí løgfrøðiliga persóni sum slíkur sektarábyrgd. 4. stk. Fyrningarfrestin fyri revsiábyrgdina er 10 ár.

§ 16 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 2. stk. Samstundis sum lógin kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 29 frá 26. november 1953 um tekniskar innleggingar, tá ið viðvíkur sterkstreymsútbúnaði, leiðingum og tólum. 3. stk. Løggildingar, sum eru givnar eftir tí higartil galdandi lóggávu, hava framvegis gildi til 1. januar 1995 við teimum avmarkingum, ið kunnu verða ásettar í teim einstøku løggildingunum. 4. stk. Persónar, ið hava løggildingar givnar eftir tí higartil galdandi lóggávu, skulu frá tí, at lógin fær gildi, gjalda tað árliga gjaldið, sum nevnt er í § 3, 3. stk. 5. stk. Landsstýrið ásetir skiftisreglur, herundir umskifti av løggildingum, givnar eftir higartil galdandi lóggávu, við nýggjar givnar eftir hesi lóg. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
løggilding av elinnleggingarfyritøkum · innanhýsis
Galdandi · 5. mai 2021
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um ómyndugleika v.m · innanhýsis
Galdandi · 25. mai 2009
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan · innanhýsis
Galdandi · 16. mai 2006
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙