Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. februar 2009 Nr. 7
Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 109 frá 19. november 2012
Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, verður ásett:
§ 1 Tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verður veitt persónum við føstum…
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verður veitt persónum við føstum bústaði í Føroyum.
§ 2 Persónar yngri enn 18 ár kunnu verða koppsettir ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og polio
Persónar yngri enn 18 ár kunnu verða koppsettir ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og polio. Stk. 2. Persónar yngri enn 18 ár kunnu verða koppsettir ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein samansett MFR-koppseting. Stk. 3. Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ímóti reydlingum. Koppsetingin kann t.d. verða bjóðað sum ein MFR-koppseting. Stk. 4. Børn yngri enn 6 ár kunnu verða koppsett ímóti Hæmophilus influenzae, typa b (Hib). Stk. 5. Børn yngri enn 2 ár kunnu verða koppsett ímóti pneumokoksjúku. Stk. 6. 1) 2) 3) Kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, kunnu tá tær hava fylt 12 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin skal verða framd, innan kvinnan fyllir 28 ár. Stk. 7. Persónar, ið hava fylt 67 ár, kunnu verða koppsettir ímóti influensa. Stk. 8. 4) (Strikað).
§ 2 a 5) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa A (H1N1) verður eftir einari læknaligari meting…
5) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa A (H1N1) verður eftir einari læknaligari meting givið ávísum bólkum av persónum sbrt. stk. 2-5. Stk. 2. Persónar, sum eru eldri enn 6 mðr. og hava eina av hesum varandi sjúkum: 1) Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruktión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa, sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar lungnasjúkur, serliga tá lungnavirkni er minkað, ella tað ofta eru lungnainfektiónir. 2) Hjarta- og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka, hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar (ikki avmarkað til hækkað blóðtrýst). 3) Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir. 4) Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta- og nýrasjúkum ella við viknan orsakað av diabetiskum seinfylgjum – ella diabetes, sum er trupul at stýra. 5) Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin, t.d. vegna hiv-smittu ella heilivágsviðgerð. 6) Sjúka í nerva-vøddalagnum, ið ávirkar lungnavirkni ella minkar um megina at hosta. 7) Varandi livur- og nýrasvignan (vegleiðandi GFR < 30 ml/min) 8) Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40) 9) Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. Stk. 3. Barnakonur, sum hava eina av teimum í stk. 2 nevndu varandi sjúkum. Stk. 4. Aðrar barnakonur frá 13. barnsburðarviku, tó í samráð við egnan lækna. Stk. 5. Húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju sbrt. stk. 2, nr. 5, kunnu í serligum førum fáa tilboð um koppseting.
§ 3 Apoteksverk Føroya hevur skyldu til altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið…
Apoteksverk Føroya hevur skyldu til altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið skal nýtast til koppseting ímóti teimum í § 2 nevndu sjúkum.
§ 4 5) Kommunulæknar, sum Heilsumálaráðið hevur sett í starv, kunnu koppseta ímóti teimum í § 2 og §…
5) Kommunulæknar, sum Heilsumálaráðið hevur sett í starv, kunnu koppseta ímóti teimum í § 2 og § 2a nevndu sjúkum. Stk. 2. Landskassin rindar samsýning fyri at koppseta til kommunulæknar, sum Heilsumálaráðið hevur sett í starv. Stk. 3. 5) Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í § 2 og § 2a nevndu sjúkum. Stk. 4. 1) 2) (Strikað).
§ 5 Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá Heilsustýrinum
Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá Heilsustýrinum.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 30. september 2008 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum. Heilsumálaráðið, 6. februar 2009 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 84 frá 6. juni 2009. 2) Broytt við kunngerð nr. 73 frá 14. juni 2010. 3) Broytt við kunngerð nr. 109 frá 19. november 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2012.” 4) Broytt við kunngerð nr. 42 frá 8. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012 og fer úr gildi aftur 1. januar 2013.” 5) Broytt við kunngerð nr. 135 frá 26. oktober 2009.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(7)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
7 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.