Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. juni 2010 Nr. 73
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum…
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 135 frá 26. oktober 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, kunnu, tá tær hava fylt 13 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan gentan fyllir 15 ár.” 2) § 4, stk. 4 verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010. Heilsumálaráðið, 14. juni 2010 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.