Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. oktober 2009 Nr. 135

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum

§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða…

Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 2 verður sett inn sum nýggj grein: ”§ 2 a. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa A (H1N1) verður eftir einari læknaligari meting givið ávísum bólkum av persónum sbrt. stk. 2-5. Stk. 2. Persónar, sum eru eldri enn 6 mðr. og hava eina av hesum varandi sjúkum: 1) Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruktión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa, sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar lungnasjúkur, serliga tá lungnavirkni er minkað, ella tað ofta eru lungnainfektiónir. 2) Hjarta- og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka, hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar (ikki avmarkað til hækkað blóðtrýst). 3) Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir. 4) Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta- og nýrasjúkum ella við viknan orsakað av diabetiskum seinfylgjum – ella diabetes, sum er trupul at stýra. 5) Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin, t.d. vegna hiv-smittu ella heilivágsviðgerð. 6) Sjúka í nerva-vøddalagnum, ið ávirkar lungnavirkni ella minkar um megina at hosta. 7) Varandi livur- og nýrasvignan (vegleiðandi GFR < 30 ml/min) 8) Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40) 9) Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. Stk. 3. Barnakonur, sum hava eina av teimum í stk. 2 nevndu varandi sjúkum. Stk. 4. Aðrar barnakonur frá 13. barnsburðarviku, tó í samráð við egnan lækna. Stk. 5. Húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju sbrt. stk. 2, nr. 5, kunnu í serligum førum fáa tilboð um koppseting.” 2) Í § 4, stk. 1 og stk. 3 verður aftaná ”§ 2” sett inn: ”og § 2 a”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 26. oktober 2009 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙