Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. november 2012 Nr. 109
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum…
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 42 frá 8. mai 2012, verður § 2, stk. 6 orðað soleiðis: “Stk. 6. Kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, kunnu tá tær hava fylt 12 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin skal verða framd, innan kvinnan fyllir 28 ár.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2012. Heilsumálaráðið, 19. november 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jan Simonsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.