Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mai 2012 Nr. 42
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum…
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 73 frá 14. juni 2010, verður í § 2 sum nýtt stk. 8 sett: "Stk. 8. Persónur eldri enn 18 ár, sum er føddur í 1974 ella seinni, og sum ikki hevur havt meslingar og ikki er koppsettur ímóti meslingum, kann verða koppsettur ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting."
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012 og fer úr gildi aftur 1. januar 2013
Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012 og fer úr gildi aftur 1. januar 2013. Heilsumálaráðið, 8. mai 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.