Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. september 2008 Nr. 83
Kunngerð um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Við heimild í § 2, stk. 1, í Løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, verður ásett:
§ 1 Persónar yngri enn 18 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti…
Persónar yngri enn 18 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og barnalammilsi (polio). Stk. 2. Persónar yngri enn 18 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum, reydlingum og fárasjúku. Koppsetingin verður veitt sum ein samansett koppseting. Stk. 3. Kvinnur eldri enn 12 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti reydlingum. Skt. 4. Børn yngri enn 6 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilus influenzae, type b (Hib). Stk. 5. Børn yngri enn 2 ár, sum eru fødd aftaná 30. juni 2008, við føstum bústaði í Føroyum, kunnu verða koppsett ókeypis móti pneumokoksjúku. Stk. 6. Persónar við føstum bústaði í Føroyum, ið eru fyltir 67 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis móti influensa.
§ 2 Apoteksverk Føroya hevur skyldu til, altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið…
Apoteksverk Føroya hevur skyldu til, altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið nýtast skal til koppseting móti teimum í § 1 nevndu sjúkunum.
§ 3 Kommunulæknar í føstum starvi í Føroyum og avloysarar fyri kommunulæknar kunnu koppseta
Kommunulæknar í føstum starvi í Føroyum og avloysarar fyri kommunulæknar kunnu koppseta. Stk. 2. Landskassin rindar samsýning til kommunulæknar og avloysarar fyri kommunulæknar fyri at koppseta ímóti teimum í § 1 nevndu sjúkum. Stk. 3. Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í § 1 nevndu sjúkum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 634 af 5. juli 1994 om gratis vaccination mod visse smitsomme sygdomme m.v. på Færøerne. Almanna- og heilsumálaráðið, 30. september 2008 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.