Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. juni 2009 Nr. 84
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða…
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 6. verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Gentur, sum eru føddar 1. januar 1993 ella seinni, kunnu, tá tær hava fylt 14 ár, verða koppsettar móti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan gentan fyllir 15 ár. Hjá gentum, sum eru føddar í 1993 og 1994 kunnu koppsetingarnar tó verða framdar fram til 30. juni 2010.” 2) Í § 4 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Gentur, sum eru fevndar av § 2, stk. 6, og sum sjálvar hava rindað útreiðslurnar sambært stk. 2 og 3, kunnu eftir umsókn fáa hesar útreiðslur endurgoldnar frá Heilsumálaráðnum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 6. juni 2009 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.