Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 11) 2) Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt…§ 21) 3) 4) 5) Tað avgjaldsskylduga virðið á einum motorakfari við allari vanligari útgerð og…§ 31) 3) Persónvognar§ 41) 3) Fyri hýru- ella skúlavognar er einki avgjald§ 51) 3) Fyri vøruvognar av skapi og merki sum persónvognar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga…§ 61) 3) Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella fleiri, føraran íroknaðan§ 71) 3) Einki avgjald er á dragivognum (traktorum) til leguvognar§ 81) 3) Fyri last- og vøruvognar, dumparar og leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga…§ 91) 3) 8) (Strikað)§ 101) 3) Einki avgjald á neyðsendarakførum og líkvognum§ 111) 3) 4) 5) 7) Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50 cm3 og undir er avgjaldið 15% av…§ 121) 3) 9) Einki avgjald er á kampingvognum§ 131) 3) Einki avgjald á viðfestivognum við sløkkiútgerð§ 141) 3) Einki avgjald á øðrum viðfestivognum§ 151) 3) Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í minni enn 1 ár, er…§ 1610) Landsstýrinum verður heimilað at áseta serligar reglur um frítøku at gjalda skrásetingargjald…§ 179) Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast§ 18Akfør, ið eru skrásett eftir § 10, kunnu ikki skrásetast til aðra nýtslu uttan at greiða…§ 19Gjald fyri umskráseting við eigaraskifti. Fyri umskráseting av akfari við eigaraskifti skulu kr.…§ 20Gjald fyri burturbeining. Til burturbeining av teimum í §§ 3, 4, 5, 6, 7, 8, 10, 15, 17 og 18…§ 213) 6) Bileftirlitið kann krevja skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum…§ 223) 8) 6) Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir…§ 23Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur um, úr hvørjum londum og eftir…§ 23 a10) Landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum. Av limunum skal 1 vera lógarkønur, 1 skal vera…§ 24Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur og fyriskipanir hesi lóg…§ 253) 11) 6) Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni§ 263) 6) Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Bileftirlitið…§ 273) 12) Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta og…§ 283) 6) Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting§ 29Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um…

Lógtekstur

18. desember 1992 Nr. 175

Løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 24. mai 2005

§ 1 1) 2) Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt…

1) 2) Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt skrásetingargjald, sum er eitt virðisgjald. Stk. 2. Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25 % av skrásetingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað. Stk. 3. Gjøldini, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, verða at rinda í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.

§ 2 1) 3) 4) 5) Tað avgjaldsskylduga virðið á einum motorakfari við allari vanligari útgerð og…

1) 3) 4) 5) Tað avgjaldsskylduga virðið á einum motorakfari við allari vanligari útgerð og trygdarútgerð, er tollskylduga virðið við innflutning til landið (CIF-virðið føroyska havn). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvat kemur undir vanliga útgerð og trygdarútgerð, og at CIF-virðið kann verða hækkað við peningaupphædd, sum svarar til kostnaðin fyri vanliga útgerð og trygdarútgerð til akfør, um so er, at akfarið ikki hevur slíka útgerð, tá tað verður skásett. Stk. 2. Fyri innflutt akfør, ið hava verið á goymslu her á landi í meira enn eitt ár, verður avgjaldsskylduga virðið lækkað við 10% fyri hvørt byrjað ár, tó ongantíð meira enn 30%.

§ 3 1) 3) Persónvognar

1) 3) Persónvognar. Av avgjaldsskyldugum virði til og við 70.000 kr. er avgjaldið 50%, tó ongantíð minni enn 10.000 kr. Av avgjaldsskyldugum virði uppá 70.000 kr. er avgjaldið 35.000 kr. og 75% av virðininum yvir 70.000 kr.

§ 4 1) 3) Fyri hýru- ella skúlavognar er einki avgjald

1) 3) Fyri hýru- ella skúlavognar er einki avgjald. Stk. 2.6) Fyri at skráseta akfar sum hýru-ella skúlavogn, krevst loyvi frá Bileftirlitinum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um koyrdar kilometrar, kravda minstu inntøku av koyring, umskráseting, førslu av koyribók, kravda nýtslu av taksametri o.a., sum skjalprógv fyri, at akfarið verður nýtt sum hýru- ella skúlavognur. Stk. 4. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur sum persónvognur áðrenn 4 ár (48 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum hýru- ella skúlavognur, verður skrásetingargjald fyri persónvognar goldið, sbr. § 3, lutfalsliga svarandi til tíðina, sum restar teir 48 mánaðirnar. Stk. 5. Verður hýru- ella skúlavognur seldur til sama vinnuliga endamál, skal keyparin hava loyvi sambært stk. 2. Stk. 6. 7) Ásetingarnar í stk 1-5 galda samsvarandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.

§ 5 1) 3) Fyri vøruvognar av skapi og merki sum persónvognar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga…

1) 3) Fyri vøruvognar av skapi og merki sum persónvognar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum. Stk. 2. Verður vøruvognur umskrásettur til persónvogn, skal munurin á virðisgjaldinum latast landskassanum. Fyri vøruvogn skrásettur longur enn 8 ár aftur verður einki skrásetingargjald at gjalda við umskráseting.

§ 6 1) 3) Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella fleiri, føraran íroknaðan

1) 3) Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella fleiri, føraran íroknaðan.

§ 7 1) 3) Einki avgjald er á dragivognum (traktorum) til leguvognar

1) 3) Einki avgjald er á dragivognum (traktorum) til leguvognar.

§ 8 1) 3) Fyri last- og vøruvognar, dumparar og leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga…

1) 3) Fyri last- og vøruvognar, dumparar og leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum fyri akfør við totalvekt upp á 3.500 kg. og undir. Hava akførini eina totalvekt yvir 3.500 kg., verður einki avgjald latið.

§ 9 1) 3) 8) (Strikað)

1) 3) 8) (Strikað).

§ 10 1) 3) Einki avgjald á neyðsendarakførum og líkvognum

1) 3) Einki avgjald á neyðsendarakførum og líkvognum.

§ 11 1) 3) 4) 5) 7) Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50 cm3 og undir er avgjaldið 15% av…

1) 3) 4) 5) 7) Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50 cm3 og undir er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3 er avgjaldið 50 % av avgjaldskylduga virðinum, tó 125% fyri motorsúkklur, fevndar av § 15.

§ 12 1) 3) 9) Einki avgjald er á kampingvognum

1) 3) 9) Einki avgjald er á kampingvognum.

§ 13 1) 3) Einki avgjald á viðfestivognum við sløkkiútgerð

1) 3) Einki avgjald á viðfestivognum við sløkkiútgerð.

§ 14 1) 3) Einki avgjald á øðrum viðfestivognum

1) 3) Einki avgjald á øðrum viðfestivognum.

§ 15 1) 3) Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í minni enn 1 ár, er…

1) 3) Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í minni enn 1 ár, er avgjaldsgrundarlagið 90% av einum meinlíkum nýggjum akfari. Stk. 2. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi úr 1 til 5 ár, er avgjaldsgrundarlagið 70% av einum meinlíkum nýggjum akfari. Stk. 3. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldsgrundarlagið 50% av einum meinlíkum nýggjum akfari.

§ 16 10) Landsstýrinum verður heimilað at áseta serligar reglur um frítøku at gjalda skrásetingargjald…

10) Landsstýrinum verður heimilað at áseta serligar reglur um frítøku at gjalda skrásetingargjald sambært hesi lóg, tá motorakfør verða uppbygd aftaná ferðsluskaða, slit, tering v.m. Stk. 2. 6) Skrokknummar má bert verða flutt, broytt, burturbeint ella ísett við loyvi frá Bileftirlitinum.

§ 17 9) Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast

9) Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast. Stk. 2. 9) Við ellisakfør sambært 1 stk. er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið.

§ 18 Akfør, ið eru skrásett eftir § 10, kunnu ikki skrásetast til aðra nýtslu uttan at greiða…

Akfør, ið eru skrásett eftir § 10, kunnu ikki skrásetast til aðra nýtslu uttan at greiða skrásetingargjald við umskráseting. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur fyri, hvussu skrásetingargjaldið skal ásetast við atliti til aldur á akfarinum, meirvirðisgjald av søluvirðinum o.a. Stk. 3. 1) 3) Avgjaldsgrundarlagið kann ongantíð vera lægri enn 30% av einum meinlíkum nýggjum akfari.

§ 19 Gjald fyri umskráseting við eigaraskifti. Fyri umskráseting av akfari við eigaraskifti skulu kr.…

Gjald fyri umskráseting við eigaraskifti. Fyri umskráseting av akfari við eigaraskifti skulu kr. 600 verða rindaðar landskassanum.

§ 20 Gjald fyri burturbeining. Til burturbeining av teimum í §§ 3, 4, 5, 6, 7, 8, 10, 15, 17 og 18…

Gjald fyri burturbeining. Til burturbeining av teimum í §§ 3, 4, 5, 6, 7, 8, 10, 15, 17 og 18 nevndu akførum verður landsstýrinum heimilað at áseta eitt gjald, sum verður rindað í landskassan við fyrstu skráseting av akfarinum. Nærri reglur fyri útgjalding fyri burturbeining av akførum verða ásettar av Føroya Landsstýri.

§ 21 3) 6) Bileftirlitið kann krevja skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum…

3) 6) Bileftirlitið kann krevja skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum avgjaldsgrundarlag.

§ 22 3) 8) 6) Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir…

3) 8) 6) Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 23 Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur um, úr hvørjum londum og eftir…

Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at seta nærri reglur um, úr hvørjum londum og eftir hvørjum treytum motorakfør v.m. kunnu skrásetast, tá tey eru innflutt sum flytigóðs. Stk. 2. Persónur, ið flytur til landið, kann bert hava 1 akfar við sær sum flytigóðs. Skiftir akfarið eigara ella nýtara áðrenn 1 ár eftir skráseting, kemur tað undir skrásetingargjald.

§ 23 a 10) Landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum. Av limunum skal 1 vera lógarkønur, 1 skal vera…

10) Landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum. Av limunum skal 1 vera lógarkønur, 1 skal vera tekniskt kønur og 1 skal vera starvsgreinakønur, og verður hesin útnevndur eftir innstilling frá felagnum fyri bilhandlarar og verkstaðseigarar. Stk. 2. Nevndin hevur endaligu fyrisitingarligu avgerð í: 1) spurningum, um akfør aftaná umbygging ella umvæling ikki er samlíkt við akfar, ið áður er avgjaldskravt, so at akfarið kemur undir avgjaldsskyldu eftir hesi lóg, 2) spurningum um krøvini fyri avgjaldsfrítøku eru lokin eftir teim reglum, ið landsstýrið ásetir eftir § 16, stk. 1. Stk. 3. 6) Nevndin skal, tá hon verður biðin um tað, geva ummæli í spurningum, sum Bileftirlitið leggur fyri nevndina. Stk. 4 Landsstýrið ásetir starvsskipan fyri nevndina og ásetir reglur fyri kunning av avgerðum frá nevndini.

§ 24 Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur og fyriskipanir hesi lóg…

Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at áseta nærri reglur og fyriskipanir hesi lóg viðvíkjandi.

§ 25 3) 11) 6) Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni

3) 11) 6) Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni: 1) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar at nýta til avgjaldseftirlit hjá Bileftirlitinum. 2) Brýtur § 16, stk. 2. 3) Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar, sum er frítikið ella lutvíst frítikið fyri avgjald á ein hátt, sum ikki er í samsvari við treytirnar fyri frítøku eftir tí greinini, sum heimilaði frítøkuni. Stk. 2. Í fyriskipanum sambært hesi lóg kann revsing við sekt áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum. Stk. 3. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja fyri at sleppa sær undan at gjalda avgjald til landskassan, verður revsaður við sekt, hefti ella fongsul upp til 2 ár. Stk. 4. Er eitt lógarbrot framt av einum felag, einum sjálvsognarstovni, einum grunni ella tílíkum, kann sektakrábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum so. Er lógarbrotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgd verða áløgd landinum, kommununi ella tí kommunala felagsskapinum.

§ 26 3) 6) Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Bileftirlitið…

3) 6) Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Bileftirlitið kunna viðkomandi um, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt. Stk. 2. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum brúktar. Stk. 3. Verður sektin goldin rættstundis, ella verður hon sambært avgerð innheintað ella avsitin, verður ikki hildið fram við rættarsókn. Tá mál um lógarbrot eftir § 25 verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í rættargangslógini kapittul 72 og 73 kunnu brúkast í sama mun sum í ríkisadvokatmálum.

§ 27 3) 12) Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta og…

3) 12) Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta og Avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 28 3) 6) Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting

3) 6) Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting.

§ 29 Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um…

Henda lóg fær gildi 1. januar 1993. Samstundis fer løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um skrásetingargjald á motorakførum við seinni broytingum úr gildi. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 14 frá 1. februar 1995, § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og er galdandi fyri akfør skrásett frá og við hesum degi. Stk. 2. Fyri akfør, ið verða umskrásett, aftaná at henda lóg er komin í gildi, verður avgjald goldið soleiðis: a) Akfør, ið eftir higartil galdandi reglum einki skrásetingargjald hava goldið, gjalda aftaná umskráseting, skrásetingargjald eftir hesi lóg. Viðv. akførum fevnd av § 10, jbr. tó § 18. b) Akfør, sum hava goldið skrásetingargjald eftir higartil galdandi reglum, gjalda við umskráseting til landskassan, møguligan mun millum áður goldið skrásetingargjald og skrásetingargjald, roknað eftir reglum í hesi lóg. c) Fyri akfør, ið eru í endurgjaldsskipan, tá henda lóg kemur í gildi, verða fyritreytirnar fyri endurgjaldið framvegis galdandi. d) Fyri akfør skrásett áðrenn 1986, verður einki skrásetingargjald at gjalda við umskráseting.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 27. apríl 2005. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 1999.” 4) Broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 9. februar 1995. 5) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 20. mai 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer samstundis higartil galdandi danski lógarteksturin úr gildi. Broytingarnar verða galdandi fyri tey akfør, ið verða skrásett frá og við hesum degi.” 6) Broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 8. december 2004, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og § 1, nr. 1-8 hava virknað frá 1. oktober 2004.” 7) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 24. mai 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2006.” 8) Broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 9. februar 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.” 9) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. apríl 2003. 10) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 1994. 11) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 14. februar 2000. 12) Broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum · innanhýsis
Áður galdandi · 24. mai 2005
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 27. apríl 2005
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 8. desember 2004
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 9. apríl 2003
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 9. februar 2001
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 14. februar 2000
Broytingar
broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 23. apríl 1999

Tengdar rættarkeldur

(9)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

9 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙