Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. december 2004 Nr. 77
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4, stk. 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “Bileftirlitinum”. 2) Í § 16, stk. 2 verður “tollvaldsins loyvi” broytt til: “loyvi frá Bileftirlitinum”. 3) Í § 21 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “Bileftirlitið”. 4) § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya.” 5) Í § 23 a, stk. 3 verður “Toll- og Skattstovan” broytt til: “Bileftirlitið”. 6) Í § 25, stk. 1, nr. 1 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “Bileftirlitinum”. 7) Í § 25, stk. 1, nr. 2 verður “og § 22” strikað. 8) Í § 26, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til:”Bileftirlitið”. 9) § 28 verður orðað soleiðis: “§ 28. Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og § 1, nr. 1-8 hava virknað…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og § 1, nr. 1-8 hava virknað frá 1. oktober 2004. Tórshavn, 8. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 18/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.