Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 1999 Nr. 31

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Tað avgjaldsskylduga virðið á einum motorakfari við allari vanligari útgerð og trygdarútgerð, er tollskylduga virðið við innflutning til landið (CIF-virðið føroyska havn). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvat kemur undir vanliga útgerð og trygdarútgerð, og at CIF-virðið kann verða hækkað við peningaupphædd, sum svarar til kostnaðin fyri vanliga útgerð og trygdarútgerð til akfør, um so er, at akfarið ikki hevur slíka útgerð, tá tað verður skásett. Stk. 2. Fyri innflutt akfør, ið hava verið á goymslu her á landi í meira enn eitt ár, verður avgjaldsskylduga virðið lækkað við 10% fyri hvørt byrjað ár, tó ongantíð meira enn 30%. Stk. 3 og 4 verður strikað. 2) § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Persónvognar. Av avgjaldsskyldugum virði til og við 70.000 kr. er avgjaldið 50%, tó ongantíð minni enn 10.000 kr. Av avgjaldsskyldugum virði uppá 70.000 kr. er avgjaldið 35.000 kr. og 75% av virðininum yvir 70.000 kr.” 3) § 4, stk. 1-4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Fyri hýru- ella skúlavognar er einki avgjald. Stk. 2. Fyri at skráseta akfar sum hýru-ella skúlavogn, krevst loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya.Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um koyrdar kilometrar, kravda minstu inntøku av koyring, umskráseting, førslu av koyribók, kravda nýtslu av taksametri o.a., sum skjalprógv fyri, at akfarið verður nýtt sum hýru- ella skúlavognur. Stk. 4. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur sum persónvognur áðrenn 4 ár (48 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum hýru- ella skúlavognur, verður skrásetingargjald fyri persónvognar goldið, sbr. § 3, lutfalsliga svarandi til tíðina, sum restar teir 48 mánaðirnar.” 4) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Fyri vøruvognar av skapi og merki sum persónvognar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum. Stk. 2. Verður vøruvognur umskrásettur til persónvogn, skal munurin á virðisgjaldinum latast landskassanum. Fyri vøruvogn skrásettur longur enn 8 ár aftur verður einki skrásetingargjald at gjalda við umskráseting.” 5) § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella fleiri, føraran íroknaðan.” 6) § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Einki avgjald er á dragivognum (traktorum) til leguvognar.” 7) § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Fyri last- og vøruvognar, dumparar og leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum fyri akfør við totalvekt upp á 3.500 kg. og undir. Hava akførini eina totalvekt yvir 3.500 kg., verður einki avgjald latið.” 8) § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Einki avgjald á avlamisvognum.” 9) § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Einki avgjald á neyðsendarakførum og líkvognum.” 10) § 11 verður orðað soleiðis: “§ 11. Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50 cm3 og undir er avgjaldið 15% av avgjaldsskylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3 er avgjaldið 125% av avgjaldskylduga virðinum.” 11) § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Fyri kampingvognar er avgjaldið 45% av avgjaldskylduga virðinum.” 12) § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Einki avgjald á viðfestivognum við sløkkiútgerð.” 13) § 14 verður orðað soleiðis: “§ 14. Einki avgjald á øðrum viðfestivognum.” 14) § 15 verður orðað soleiðis: “§ 15. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í minni enn 1 ár, er avgjaldsgrundarlagið 90% av einum meinlíkum nýggjum akfari. Stk. 2. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi úr 1 til 5 ár, er avgjaldsgrundarlagið 70% av einum meinlíkum nýggjum akfari. Stk. 3. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldsgrundarlagið 50% av einum meinlíkum nýggjum akfari.” 15) § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Avgjaldsgrundarlagið kann ongantíð vera lægri enn 30% av einum meinlíkum nýggjum akfari.” 16) § 21 verður orðað soleiðis: “§ 21. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum avgjaldsgrundarlag.” 17) Í § 22, stk. 3 verður “Tollvaldið” strikað, og í staðin verður sett: “Toll- og Skattstova Føroya.” 18) § 25 verður orðað soleiðis: “§ 25. Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni: 1) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar at nýta til avgjaldseftirlit hjá Toll- og Skattstovu Føroya. 2) Brýtur § 22. 3) Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar, sum er frítikið ella lutvíst frítikið fyri avgjald á ein hátt, sum ikki er í samsvari við treytirnar fyri frítøku eftir tí greinini, sum heimilaði frítøkuni. Stk. 2. Í fyriskipanum sambært hesi lóg kann revsing við sekt áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum. Stk. 3. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja fyri at sleppa sær undan at gjalda avgjald til landskassan, verður revsaður við sekt, hefti ella fongsul upp til 2 ár. Stk. 4. Er eitt lógarbrot framt av einum felag, einum sjálvsognarstovni, einum grunni ella tílíkum, kann sektakrábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum so. Er lógarbrotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgd verða áløgd landinum, kommununi ella tí kommunala felagsskapinum.” 19) § 26 verður orðað soleiðis: “§ 26. Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Toll-og Skattstova Føroya kunna viðkomandi um, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt. Stk. 2. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum brúktar. Stk. 3. Verður sektin goldin rættstundis, ella verður hon sambært avgerð innheintað ella avsitin, verður ikki hildið fram við rættarsókn. Tá mál um lógarbrot eftir § 25 verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í rættargangslógini kapittul 72 og 73 kunnu brúkast í sama mun sum í ríkisadvokatmálum.” 20) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Tollkærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.” 21) § 28 verður strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 1999

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙