Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. apríl 2003 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Einki avgjald er á kamping-vognum.” 2) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast. Stk. 2. Við ellisakfør sambært stk. 1 er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 9. apríl 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 82/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.