Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. mai 2005 Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., við seinni…
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4 verður sett inn nýtt stk.6, sum verður soljóðandi: “Stk. 6. Ásetingarnar í stk 1 – 5 galda samsvarandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.” 2. Í § 11, 2. pkt. verður “125 % av avgjaldskylduga virðinum” broytt til “50 % av avgjaldskylduga virðinum, tó 125% fyri motorsúkklur, fevndar av § 15”.
§ 2 Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2006
Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 24. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 27/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.