Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2005 Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 8. desember 2004, verður gjørd henda broyting:
§ 1 verður orðað soleiðis:
”§ 1. Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt skrásetingargjald, sum er eitt virðisgjald. Stk. 2. Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25 % av skrásetingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað. Stk. 3. Gjøldini, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, verða at rinda í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 27. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 77/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.