Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. september 1988 Nr. 104
Løgtingslóg um apoteksverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025 1)
Partur A Apoteksverkið Kapittul I Almennar ásetingar um apoteksverkið
Kapittul II Starvsfólk
Kapittul III Innrætting og rakstur av apotekum
Kapittul IV Handkeypssølur
Kapittul V Fíggjarviðurskifti
Kapittul VI Apoteksgrunnurin
Partur B Heilivágur Kapittul VII Heilivágøkið
Kapittul VIII Almennar reglur um heilivág
Kapittul IX Farmaseutiskir sertilbúningar
Kapittul X Heilsubótarlig rannsókn. Søla ella útflýgging av heilivági til serstøk endamál
Kapittul XI Lýsing um heilivág o.a.m.
Partur C Felagsásetingar Kapittul XII Áseting um eftirlit o.a.m.
Kapittul XIII Revsiásetingar
Kapittul XIV Gildiskoma og umskiftisásetingar
Partur A
Apoteksverkið
Kapittul I
Almennar ásetingar um apoteksverkið
Kapittul I Almennar ásetingar um apoteksverkið
Apoteksverkið er stovnur undir Føroya landsstýri.
Heimild til at bera heitið apotekari hevur bert tann, sum er settur fyristøðumaður á einum apoteki. 2. stk. Heitið apotek ella heiti, sum apotek er uppi í, er tilskilað eindum, sum umfataður eru av § 1. 3. stk. Apotekum skulu verða givin nøvn, sum landsstýrið ásetir.
Landsstýrið ger av, um apotek skulu verða sett á stovn, avtikin ella flutt.
Apotekari kann ikki vera í vinnu sum lækni, tannlækni ella djóralækni. 2. stk. Tann, sum er í vinnu sum lækni, tannlækni ella djóralækni, kann ikki reka ella hava samstarv við eitt virki, sum hevur loyvi eftir § 34, 1. stk., uttan við loyvi frá landsstýrinum. Í seinast nevnda loyvi kann landsstýrið áseta treytir. Stk. 3. 1) Apotekari kann gera avtalu við ella seta í starv heilsustarvsfólk til tess at koppseta fyri apoteksverkið. Stk. 4. 1) Landsstýrisfólkið ásetir reglur um, hvørjar koppsetingar apotek kunnu bjóða. Kapittul II Starvsfólk
Kapittul II Starvsfólk
Landsstýrið tilnevnir landsapotekaran. 2. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur um virki landsapotekarans.
Landsstýrið setir ein apotekara á hvørjum apoteki.
Tann, sum verður tilnevndur landsapotekari ella apotekari, skal: 1) hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond og 2) av starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki. 2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um, at tann útbúgving, sum kravd er í 1. stk., nr. 1, skal vera ískoytt eftir- ella framhaldsútbúgving.
Apotekarin skipar fyri rakstrinum av apotekinum og hevur ábyrgd av, at virkið verður útint forsvarliga og samsvarandi galdandi ásetanum og givnum fyriskipanum. 2. stk. Er apotekari frá, skal hann síggja til at seta forsvarliga leiðslu á apotekinum.
Landsstýrið ásetir reglur um heimildir og heiti til starvsfólk, sum starvast á apotekinum. 2. stk. Landsstýrið ásetir reglur um útbúgving av tøkniligum starvsfólki á apotekunum.
Til verkliga upplæring og undirvísing hava apotekini skyldu at taka ímóti farmasilesandi og øðrum, sbr. § 9, 2. stk., í útbúgving sum seinni gevur atgongd at starvi í útgerð við heilivági.
Til tess at fremja millumlanda avtalur kann landsstýrið áseta reglur um at seta í starv á apoteki persónar við útbúgvingum, sum miða ímóti yrki á apoteki og sum hava uppruna frá útbúgvingarstovnum uttan fyri ríkið. 2. stk. Hevur persónur útbúgving, ið kann javnmetast við eina útbúgving, sum finst í ríkinum og sum heimilar yrki á apoteki, kann landsstýrið annars loyva starvsseting á apoteki. Í loyvinum verða at tilskila tær heimildir, sum persónurin hevur. Loyvið kann verða tíðaravmarkað.
Tekur ósemja seg upp millum apoteksverkið og starvsfólkið, kann landsstýrið fyribils taka undan reglur, ásettar samb. § 9, ella við heimild í kapitli III, tá ið atlitið at tí at tryggja fólki veiting av heilivági krevur tað. Kapittul III Innrætting og rakstur av apotekum
Kapittul III Innrætting og rakstur av apotekum
Landsstýrið ásetir reglur um virki hjá teim ymsu apotekseindum og kann áseta reglur um rakstur teirra. 2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um innrætting av hølum, har apoteksyrki verður rikið, og útgerð teirra.
Avgreiðslutíðir og vaktarskipan verða at laga eftir umstøðunum á staðnum, og landsapotekarin skal góðkenna tær.
Apotek skulu hava vørugoymslu, sum er hóskandi og nóg stór til eftirspurningin á staðnum. 2. stk. Apotek skulu skjótast gjørligt eftirlíka áheitan um at útvega ein og hvønn heilivág, sum apotekum er tilskilað at selja, ella sum verður fyriskipaður við forskrift og sum lógliga kann verða handlað við her á landi. 3. stk. Landsstýrið kann av trygdarorsøkum áleggja apotekum at leggja á goymslu ikki undir ávíst mark ávísan heilivág og aðrar vørur.
Umframt heilivág er loyvt apotekum at hava hóskandi úrval av øðrum vørum. 2. stk. Landsstýrið kann áleggja apotekum at reka handil við ávísum vørum og at steðga við søluni av ávísum vørum.
2) 1) (Strikað). 2. stk. 2) 3) 1) (Strikað) 3. stk. 1) (Strikað).
Landsstýrið ásetir reglur um útrokning av søluprísinum til nýtarar frá apotekum, handkeypssølum, læknum og djóralæknum á vøru, sum søla av er tilskilað apotekum. Kapittul IV Handkeypssølur 1)
Kapittul IV Handkeypssølur 1)
Landsapotekarin góðkennir stovnseting og avtøku av handkeypssølum. 2. stk. Landsapotekarin ásetir í góðkenningini treytir um innrætting og rakstur av teimum sølum, sum nevndar eru í 1. stk.
1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað). Kapittul V Fíggjarviðurskifti
Kapittul V Fíggjarviðurskifti
4) Landsapotekarin og apotekini eru ein búskaparlig eind. 2. stk. Landsapotekarin og hvørt av apotekunum hava hvørt sín roknskap, sum verður grannskoðaður av ríkisgóðkendum grannskoðara og síðan góðkendur eftir reglunum um almennan roknskap. 3. stk. Fíggjarætlanaruppkast og takstuppskot fyri apoteksverkið verða viðgjørd av landsapotekaranum og apotekarunum í felag og verða við teirra fylgisviðmerkingum send landsstýrinum. 4. stk. Fíggjarætlanaruppskotið verður sent landsstýrinum í seinasta lagi á hvørjum ári til ta tíð, landsstýrið hevur ásett. Kapittul VI Apoteksgrunnurin
Kapittul VI Apoteksgrunnurin
4) (Strikað). 2. stk. 4) (Strikað). 3. stk. 4) (Strikað).
4) (Strikað). Partur B Heilivágur Kapittul VII Heilivágøkið
Kapittul VII Heilivágøkið
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). Kapittul VIII Almennar reglur um heilivág
Kapittul VIII Almennar reglur um heilivág
5) 1) (Strikað). Stk. 2. 5) 1) (Strikað). Stk. 3. 5) 1) (Strikað).
2) 1) (Strikað). 2. stk. 2) 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað). Kapittul IX Farmaseutiskir sertilbúningar
Kapittul IX Farmaseutiskir sertilbúningar
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað).
2) 1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað). Kapittul X Heilsubótarlig rannsókn. Søla ella útflýgging av heilivági til serstøk endamál
Kapittul X Heilsubótarlig rannsókn. Søla ella útflýgging av heilivági til serstøk endamál
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað). 4. stk. 1) (Strikað). Kapittul XI Lýsing um heilivág o.a.m.
Kapittul XI Lýsing um heilivág o.a.m.
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað).
1) (Strikað). 2. stk. 1) (Strikað). 3. stk. 1) (Strikað). 4. stk. 1) (Strikað). Partur C Felagsásetingar Kapittul XII Áseting um eftirlit o.a.m.
Kapittul XII Áseting um eftirlit o.a.m.
Landsstýrið kann við kunngerð leggja sínar heimildir eftir lógini til landsapotekaran. 2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um klagu um avgerðir, heruppií reglur um klagufreistir.
Tá ið útlendsk virki sum framleiða heilivág eru undir eftirliti av myndugleika í øðrum landi, kann skrásetingarráðið góðtaka hetta eftirlit, sum var tað útint her á landi.
Landsapotekarin hevur eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar. Kapittul XIII Revsiásetingar
Kapittul XIII Revsiásetingar
2) 1) Um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg, kann tann revsast við sekt sum: 1) ger brot móti § 2, stk. 1 og 2, § 4, stk. 1 ella 2, 2) fjónar treytir sum liggja við sum loyvi ella góðkenning sambært lógarinnar § 4, stk. 2, § 19, stk. 2, ella sambært fyriskipanum, sum ásettar eru við heimild í løgtingslógini. Stk. 2. 1) Sekt kann verða givin sum revsing fyri brot móti fyriskipanum, sum ásettar eru við heimild í lógarinnar § 9, stk. 1 og § 18. 3. stk. Fyri brot sum gjørd eru av partafeløgum, smápartafeløgum, lutafeløgum e.t. kann felagið sum slíkt koma undir sektarábyrgd. Er brotið framt av kommunu ella kommunufelagsskapi kann sektarábyrgdin verða løgd á kommununa ella kommunala felagsskapin. Kapittul XIV Gildiskoma og umskiftisásetingar
Kapittul XIV Gildiskoma og umskiftisásetingar
Lógin kemur í gildi 1. januar 1989. 2. stk. Samstundis fara úr gildi: 1) Lov nr. 121 frá 29. apríl 1913 om apotekervæsenet på Færøerne, 2) løgtingslóg nr. 14 frá 28. mars 1949 um apotek, 3) løgtingslóg nr. 60 frá 2. desember 1949 um ognartøku av grundum og byggningum til apotek o.a. og 4) løgtingslóg nr. 63 frá 16. desember 1949 um apotekaragrunn o.a.
Kunngerðir við heimild í lógarinnar § 9, § 13, § 17, § 18, § 20, § 26, § 27, § 28, § 30, § 31, 2. stk., § 32, 2. stk., § 41, 4. stk., 1. pkt. og § 47, 2. stk., 3. pkt. kunnu áseta, at kunngerðir fyriskipaðar ávísandi til donsku apotekara- og heiliváglógirnar verða settar í gildi í Føroyum við broytingum ella uttan.
Til skrásetingarráðið hevur stovnsett ta tilbúningaskrá, ið nevnd er í § 35, 2. stk., er tað loyvt í Føroyum at handla við farmaseutiskum tilbúningum, sum eru upptikin í tilbúningarskránni hjá danska heilsustýrinum. 2. stk. Landsstýrið ásetir við kunngerð, nær tann tilbúningarskrá, ið er førd av skrásetingarráðnum, skal verða stovnsett. 1) Broytt við § 28 í løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 14 frá 16. mars 2015. 4) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 6. mai 2014. 5) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2020.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(13)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
13 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.