Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. oktobur 2025 Nr. 160

Kunngerð um at veita kreditt fyri egingjaldið til heilivág

Við heimild í § 13, stk. 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið verður ásett:

§ 1 Í hesi kunngerð er at skilja við

Í hesi kunngerð er at skilja við: 1) Tilskotsheimilaður heilivágur: Heilivágur, sum tilskot verður veitt til sambært § 13 í heilsutrygdarlógini. 2) Egingjald: Tann parturin av heilivágsútreiðslunum, sum tilskot ikki verður veitt til, sambært § 18 í heilsutrygdarlógini. 3) Egingjaldsmark: Hægsta mark fyri, hvussu nógv heilivágsbrúkari sjálvur rindar sambært § 18 í heilsutrygdarlógini. 4) Kredittskipan: Ein avtala millum Apoteksverkið og heilivágsbrúkara um at veita kreditt fyri egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági.

§ 2 Egingjaldsmarkið verður býtt í 12 eins stórar partar í kredittskipanini, sum svarar til eitt…

Egingjaldsmarkið verður býtt í 12 eins stórar partar í kredittskipanini, sum svarar til eitt javnt býti av egingjaldsmarkinum yvir alt tilskotsárið.

§ 3 Heilivágsbrúkari skal lúka hesi krøv í sambandi við eina avtalu um kredittskipan við Apoteksverkið

Heilivágsbrúkari skal lúka hesi krøv í sambandi við eina avtalu um kredittskipan við Apoteksverkið: 1) Heilivágsbrúkari skal hava útreiðslur til egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági. 2) Føst gjaldsavtala skal stovnast við Apoteksverkið. 3) Heilivágsbrúkari skal vera skuldafríur við atliti at Apoteksverkinum.

§ 4 Apoteksverkið kann sýta eina umbøn um at gera avtalu um kredittskipan í upp til 3 ár eftir, at…

Apoteksverkið kann sýta eina umbøn um at gera avtalu um kredittskipan í upp til 3 ár eftir, at heilivágsbrúkari hevur mishildið eina avtalu um kredittskipan við Apoteksverkið 3 ferðir.

§ 5 Heilivágsbrúkari kann til eina og hvørja tíð siga upp avtaluna við Apoteksverkið

Heilivágsbrúkari kann til eina og hvørja tíð siga upp avtaluna við Apoteksverkið.

§ 6 Apoteksverkið ger upp kredittin fyri egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum…

Apoteksverkið ger upp kredittin fyri egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági og inngjøldini hjá heilivágsbrúkara við endanum av hvørjum tilskotsári ella í sambandi við, at heilivágsbrúkari sigur upp avtaluna við Apoteksverkið, sbr. § 5, og sendir heilivágsbrúkara uppgerðina.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2025

Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2025. Heilsumálaráðið, 21. oktobur 2025 Súsanna Bertholdsen (sign.) landsstýrisfólk / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙