Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 2015 Nr. 14
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(Heimild at loyva tannrøktararum at umbiðja forskriftaskyldugan heilivág)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 og løgtingslóg nr. 40 frá 6. mai 2014, verður § 17, stk. 2, litra b) orðað soleiðis: ”b) tá ljósmøður, heimasjúkrarøktarfrøðingar og tannrøktarar biðja um heilivág, sum forskrift krevst til, til nýtslu í yrki teirra.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. mars 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 71/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.