Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2014 Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(Avtøka av Apoteksgrunninum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 22, stk. 1 verður soljóðandi “Landsapotekarin og apotekini eru ein búskaparlig eind.” 2. §§ 23 og 24 verða strikaðar.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 6. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 107/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.