Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. mai 1997 Nr. 79

Løgtingslóg um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 15. mai 2014

Kapitul I. Endamál og allýsingar

Kapittul II. Lógarøkið v.m.

Kapittul III. Umsiting, fræls øki og konsessiónsøki

Kapittul IV. Uppsetan, upptøka og vernd av kervi

Kapittul V. Fjarskiftiseftirlitið

Kapittul 5 A Radiosamskifti

Kaptittul VI. Kæra, Vinnukærunevnd v.m.

Kapitul I.

Endamál og allýsingar

Endamál

Kapittul 5 A Radiosamskifti

Endamál lógarinnar er at fremja: a) at fjarskiftistørvurin í Føroyum verður nøktaður og eina skilagóða nýtslu av tilfeinginum, b) at javngóð fjarskiftistænasta verður veitt um alt landið til somu treytir, c) tøkniliga góðsku og tryggleika, d) ótálmaða atgongd til almen fjarskiftiskervi og almenna fjarskiftistænastu, e) samskipan av fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastu, f) at fjarskiftistænasta verður lagað eftir tørvi, g) at áhugamál brúkaranna verða havd í huga, h) persónsvernd, i) at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum. Allýsingar

Í hesi lóg merkir: Fjarskifti: flyting, sending ella móttøka av tekni, signali, skrift, mynd, ljóði ella onnur boð av hvørjum slagi, við hjálp av ljósi, radiosignali ella øðrum elektromagnetiskum signali í einum samskiftiskervi. Fjarskiftiskervi: kervi til flutning og sundurskifti av signalum millum skilgreinaðar kervisendar gjøgnum kaðal, radio, ljós ella á aðrari elektromagnetiskari rás. Kervisendin: heildin av evnisligum sambindingum og tøkniligum lýsingum um atgongd, sum hoyrir til almenna fjarskiftiskervið, og sum neyðugt er til tess at tengja seg til og virki samskifta um almenna fjarskiftiskervi. Alment fjarskiftiskervi: fjarskiftiskervi, sum millum annað verður nýtt til at veita almenninginum fjarskiftistænastu. Innanhýsis fjarskiftiskervi: fjarskiftiskervi, sum er lagt innan fyri marki á fastari ogn ella millum fleiri fastar ognir, sum annað hvørt hoyra til ein og sama eigara ella sum hoyra til eitt og sama virki, alt undir tí treyt at kervið burturav er til nýtslu eigarans. Fjarskiftistænasta: tænasta innan fjarskifti, sum heilt ella partvíst er við flutningi í fjarskiftiskervi. Almenn fjarskiftistænasta: fjarskiftistænasta, sum almenningurin hevur atgongd til ella sum er ætlað til nýtslu hjá almenninginum. Kervisveitari: eigarin ella tann, sum hevur ræði á almennum fjarskiftiskervi. Tænastuveitari: tann, sum bjóðar fram fjarskiftistænastu á almennum fjarskiftiskervi. Fjarskiftisútbúnaður 1) : Tól, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru tengd ella kunnu tengjast til kervisendan á almennum fjarskiftiskervi við atliti til fjarskifti, umframt øll tól og lutir til tól, so sum kaðal, útgerð og tílíkt, sum serliga er ætlað til at fáa í lag ella reka tráðleyst fjarskifti, annaðhvørt talan er um sending ella móttøku. Kapittul II. Lógarøkið v.m. Sakliga virkisøkið

Kapittul II Lógarøkið v.m.

Lógin er galdandi fyri fjarskifti. Stk. 2. Landið hevur einkarrætt til fjarskifti, herundir at leggja, hava í hendi og reka alment fjarskiftiskervi og almenna fjarskiftistænastu. Staðarliga virkisøkið

Lógin er galdandi á føroyskum land- og sjóøki. Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri føroysk skrásett skip og flogfør, umframt fyri frálandsvirki innan kolvetnisvinnu á landgrunninum. Undantøk

Undantikin einkarrætti landsins eru innanhýsis fjarskiftiskervi og fjarskiftistænasta á hesum kervi. Kapittul III. Umsiting, fræls øki og konsessiónsøki Umsiting

Kapittul III Umsiting, fræls øki og konsessiónsøki

Einkarrætturin til fjarskifti verður umsitin av Føroya Landsstýri, sum tryggjar, at endamál lógarinnar verður framt. Stk. 2. Umsiting Landsstýrisins av einkarrættinum sambært § 3 verður framd við deils at undantaka ávísar partar av fjarskiftinum frá einkarrættinum (fræls øki) og deils at veita konsessiónir til ávísar partar av fjarskiftinum. Stk.3. 1) 2) Fjarskiftiseftirlitið tekur støðu til umsóknir um loyvi og prógv eftir Kapitli 5 A, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. 2) Hóast ásetingina í stk. 3 kann landsstýrismaðurin við kunngerð gera av, at annar myndugleiki ella løgfrøðiligur persónur í nærri ásettan mun kann útinna uppgávur eftirlitsins eftir stk. 3. Í hesum sambandi kunnu eisini ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina, og um møguleikan hjá Fjarskiftiseftirlitinum at gera avtalu um nærri treytir í sambandi við útinnan av uppgávunum. Verður avgerðarmyndugleiki latin privatum eftir pkt. 1, skulu ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina. Fræls øki

Landsstýrismanninum er heimilað at undantaka ávís øki av fjarskiftinum frá einkarrættinum. Verður slík avgerð tikin, verður hon sett í verk við kunngerð. Er konsessión veitt á økinum, kann økið bert undantakast við loyvi frá honum, ið konsessiónina hevur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tað fjarskiftið, sum avgerð verður tikin um at gera frælst. Stk. 3. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri krøv til fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastu. Herundir eisini krøv til: a) rakstrartryggleikan á tí almenna fjarskiftisnetinum og heilskapi tess, rakstrarsambæri millum tænastur og dátuvernd, b) trygging av samfelagsliga týðandi málum, herundir ávaringar- og tilbúgvingarskipanir, c) trygging av algongd fyri samfelagsliga umráðandi fjarskifti, d) at dylja fjarskifti, e) at nøkta tann serliga tørv, sum ávísir brúkarar hava, herundir tey menningartarnaðu, f) at lata upplýsingar til brúkararnar av almennu fjarskiftistænastuni um treytirnar fyri tænastunum, herundir kostnað, góðsku v.m., g) áseta gjald fyri umsiting landsstýrisins av fjarskiftisøkinum, herundir rakstur av fjarskiftiseftirliti og Vinnukærunevnd. Konsessiónir

Landsstýrismanninum er heimilað at veita konsessión til fjarskifti. Stk. 2. Verður konsessión veitt, skulu treytir leggjast á viðkomandi um: a) sakliga og staðarliga økið fyri fjarskiftiskervið ella fjarskiftistænastuna, sum konsessiónin fevnir um, b) at hann gevur seg undir ótálmaða sambinding og samskipan av almennum fjarskiftiskervi og almenna fjarskiftistænastu, c) tað tíðarskeið, sum konsessiónin er galdandi fyri, d) at hann skal tola, at konsessión eisini verður veitt øðrum á sama øki, í sama tíðarskeiði og uppá somu treytir, e) at hann gevur seg undir at halda tær samtyktir, sum verða gjørdar innan altjóða samarbeiði á fjarskiftisøkinum, f) gjald fyri konsessiónina, g) viðskiftatreytir herundir eisini ásetan av gjøldum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, tá konsessión verður veitt, leggja aðrar treytir við, herundir eisini: a) at samfelagsligt týðandi fjarskifti verður tryggjað og hildið viðlíka uttan útreiðslur fyri tað almenna, tá serlig viðurskifti ráða í landinum, b) at hann luttekur og ber kostnaðin av luttøkuni í altjóða samstarvsfelagsskapum og í specifikatiónsarbeiði innan fjarskifti, c) at hann tekur á seg serligar uppgávur, sum hava við sær, at vanligur vinningur ikki fæst burturúr, ella tap stendst av hesum, d) áseta gjald sum skila til undir § 7, stk. 3. lit. g.

4) Veitari av fjarskiftisneti ella fjarskiftistænastum, sum hevur fingið konsessión, hevur skyldu til, uttan útreiðslur fyri landið, undir hesum eisini fyri løgregluna, at tryggja, at tøkniliga útgerðin og tøkniligu skipanirnar, sum veitarin nýtir, eru skipaðar soleiðis, at løgreglan kann gera inntriv í fráboðanarloyndina við avlurting av fastnettelefoni, fartelefoni, SMS og fjarskiftiseftiransan, sambært kap. 70 a í rættargangslógini. Stk. 2. Um fjarskiftisveitararnir gera ella nýta eina felags loysn til at lúka treytirnar í stk. 1, skulu útreiðslurnar gjaldast við støðið í marknaðarbýtinum. Stk. 3. Fjarskiftisveitarin hevur skyldu til at verða løgregluni til hjálpar við útinning av inntrivi í fráboðanarloyndina í teimum í stk. 1 nevndu førum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá kravinum í stk. 1, um tøknilig og praktisk fyrilit gera tað neyðugt. Kapittul IV. Uppsetan, upptøka og vernd av kervi Uppsetan, upptøka o.l. av kervi

Kapittul IV Uppsetan, upptøka og vernd av kervi

Hvør tann, ið eigur ella ræður yvir fastari ogn, má tola, at almenna fjarskiftiskervið verður lagt á, í, undir, yvir ella ígjøgnum ognina. Eisini má hann tola, at hann, sum í kervisveitarans tænastu fæst við at leggja, viðlíkahalda, flyta, umvæla ella upptaka kervið, hevur atgongd til ognina, um so er, at tað er neyðugt at útinna arbeiðið. Stk. 2. Kervisveitarin skal í samráð við viðkomandi eigara ella ræðishavara áseta, hvar kervið skal leggjast, ella hvussu annað arbeiði á ognini eftir stk. 1 skal leggjast til rættis. Arbeiðið má ikki verða eigara ella ræðishavara til ampa, uttan so at hetta er alneyðugt. Um semja ikki fæst, verður fjarskiftiseftirlitið at taka støðu í málinum. Stk. 3. Hevur arbeiðið eftir hesi grein ampa við sær, skal hann bøtast. Stendst skaði, verður tað av skaðanum elvda tap at endurgjalda. Vernd av kervi

Arbeiði og onnur tiltøk, sum kunnu skaða ella á annan hátt órógva fjarskiftiskervið, mugu ikki setast í verk, uttan at viðkomandi frammanundan hevur útvegað sær upplýsingar um kervið og lagt arbeiðið til rættis saman við kervisveitaranum. Stk. 2. Hevur arbeiðið ella tiltakið eftir stk. 1 elvt skaða ella órógv á fjarskiftiskervið, liggur tað á viðkomandi at avmarka skaðan ella órógvið og uttan drál at boða kervisveitaranum frá. Stk. 3. Hann, sum hevur ábyrgdina av skaða ella órógv, skal endurgjalda tap ið stóðst av skaðanum ella órógvanini. Er skaðin ella órógvin elvd av grovum óansni, verður hann, ið ábyrgdina hevur, sektaður við bót. Ognartøka

Um so er, at tað er alneyðugt fyri at tryggja eitt gott og tíðarhóskandi alment fjarskiftiskervi, og semja um keyp annars ikki fæst, kann landsstýrið ognartaka fremmanda ogn, við tí fyri eyga, at lata tað ognartiknað til kervisveitaran til ognar ella brúks. Ognartøkan skal bert fevna um tað øki, ið er alneyðugt fyri at náa endamálinum í pkt.1. Stk. 2. Annars fer ognartøkan fram eftir reglunum í L.nr. 69 af 7. maj. 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne. Kapittul V. Fjarskiftiseftirlitið

Kapittul V Fjarskiftiseftirlitið

Fjarskiftiseftirlitið er stovnur, sum hevur eftirlit við, at krøvini, sum sett eru í hesi 1óg ella við heimild í henni, verða hildin, og at kervis- og tænastuveitarar halda skyldur sínar. Stk. 2. Eftirlitið fevnir um tey øki, sum eftir § 7 gerast fræls, og tey øki, sum konsessión verður veitt til eftir § 8. Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir nærri reglur fyri virki stovnsins, herundir gjøld fyri eftirlit og tænastur, sum stovnurin veitir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við fjarskiftiseftirlitið, áseta nærri reglur fyri hvar kervisendin er. Stk. 5. 5) Kunngerðir, sum Fjarskiftiseftirlitið ger sambært hesi løgtingslóg, skulu lýsast í Kunngerðablaðnum. Mátingar, upplýsingar v.m.

Fjarskiftiseftirlitið kann gera stakroyndir og mátingar og kann seta upp mátitól og aðra útgerð, sum tørvur er á. Eftirlit kann, um neyðugt, verða framt, uttan at boðað er frá frammanundan. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið hevur heimild til at útvega sær allar upplýsingar, sum tørvur er á, til tess at útinna eftirlitið, herundir roknaskapartilfar v.m. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið hevur ótarnaða atgongd til fjarskiftiskervi, fjarskiftistænastu ella annan fjarskiftisútbúnað. Stk. 4. Fjarskiftisbúnaður, sum ikki er góðkendur til nýtslu í Danmark, kann ikki uttan loyvi fjarskiftiseftirlitsins, innflytast, seljast ella nýtast í Føroyum. Bøting av breki v.m.

Fjarskiftiseftirlitið kann geva boð um bøting av breki á fjarskiftiskervi, -tænastu ella -útgerð, og at viðurskifti annars, fáast í rættlag. Tann, ið fær slík boð, hevur skyldu til at akta tey innan freistin, sum eftirlitið setir, er runnin. Stk. 2. Verða tey boð, sum nevnd eru í 1. stk., ikki fylgd, kann eftirlitið steingja fjarskiftiskervi, -tænastu og -útgerð. Eftirlitið kann, um neyðugt, gera av at taka niður fjarskiftiskervi og -útgerð. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið kann útvega sær hjálp fra 1øgregluni, um tað er neyðugt, til tess at útinna eftirlitið sambært §§ 12 og 13, og tá talan er um at fremja tey tiltøk, sum nevnd eru í hesi grein. Dagbøtur

Fyri at tryggja, at avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, verða fylgdar, kann fjarskiftiseftirlitið ella landsstýrismaðurin gera av, at tann, sum avgerðin viðvíkir, skal rinda dagbøtur so leingi viðkomandi ikki aktar avgerðina. Kapittul 5 A 1) Radiosamskifti Próvbrøv vm.

Kapittul 5 A 1)

Fjarskiftiseftirlitið ásetir nærri reglur um prógv, ið eru ein fyritreyt fyri nýtslu av ávísum frekvensum (tíddum) sambært § 15 b. Reglurnar kunnu umfata próvtøkuásetingar, gildi vm. Nýtsla av frekvensraðnum til radiosamskifti

Fjarskiftiseftirlitið lýsir føroysku frekvenstabellina og kann við reglugerð seta nágreiniligar reglur um samskipan og útluting av frekvensum. Stk. 2. Nýtsla av frekvensum kann einans fara fram við serstakum loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum sambært § 15 c, tó undantikið økir sambært stk. 3. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið ásetur nærri reglur um, hvørji frekvensøki kunnu nýtast uttan loyvi sambært stk. 2. Stk. 4. Loyvi sambært stk. 2 verða latin til einstakar brúkarar av frekvensum ella til avmarkaðar bólkar av brúkarum. Loyvi til tráðleyst fjarskifti

Fjarskiftiseftirlitið kann í sambandi við loyvisveiting áseta treytir fyri frekvensnýtslu. Treytirnar kunnu m.a. umfata: 1) Krav um, at reglurnar um útgerð verða hildnar, eisini viðvíkjandi elektromagnetiskum felti (ravsiglusvaði). 2) Krav um at halda frekvenstabellina og ásetingarnar í henni. 3) Radiotøknikrøv, herundir a) Mestu sendistyrki b) Mestu antennuhædd og antennueginleikar annars c) Bylgjuskiftishættir og spektralbreiddina hjá sendaranum. d) Frekvensstøðugleika. 4) Krøv grundaði í órógvsviðurskiftum. 5) Krøv, sum tryggja, at altjóða bindingar á frekvensøkinum verða hildnar, herundir avtalur um altjóða frekvenssamskipan 6) Avmarkingar viðvíkjandi landafrøðiliga nýtsluvavinum fyri frekvensirnar. 7) Treytir fyri at uppfylla serstakan samfelagsligan tørv. 8) Krøv um, at brúkarin av ávísum frekvensum skal hava staðið fyriskipaðar próvtøkur. 9) Krøv um, at avgreiðslugjøld, fallin til gjaldingar, eru goldin. 10) Avmarkingar í sambinding við alment fjarskiftiskervi. 11) Tíðaravmarkingar og avmarkingar í sambandi við vinnuligar veitingar. Noktan ella afturtøka av loyvi

Fjarskiftiseftirlitið kann nokta at tilluta frekvens, um onnur neyðug loyvi til at reka fjarskiftiskervi og -tænastu ella kringvarpsvirksemi ikki eru fingin. Stk. 2. Tillutaður frekvensur kann verða afturtikin, um neyðugt loyvi fer úr gildi, ella um aðrar umráðandi fyritreytir fyri tilluting ella loyvi broytast ella fella burtur. Gjøld

2) Fjarskiftiseftirlitið krevur inn frekvensgjøld fyri almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu av frekvensi. Støddin á nevndu gjøldum verður ásett og lýst av landsstýrismanninum saman við avgreiðslugjøldunum í stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta, at bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin frekvensgjaldi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð avgreiðslugjøldini fyri próvtøkur og loyvisbrøv v.m. Nummarviðurskifti v.m.

Fjarskiftiseftirlitið umsitur einkarrætt landsins sambært § 3, stk. 2 til nummartilfeingi. Fjarskiftiseftirlitinum verður heimilað at gera nærri reglur um skipan, tilluting og nýtslu av numrum, nummarrøðum og atsetrum. Stk. 2. Kervis- og tænastuveitarar, ið hava fingið tillutað nummarloyvi í føroyska nummarraðnum og aftur tilluta hesi nummur til endabrúkarar, skulu veita avrit av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setur fram umbøn um tess. Stk. 3. Kostnaður av at veita avrit sambært stk. 2, má ikki vera hægri enn kostnaðurin av at veita avritið (marginalkostnaðurin). Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um minstukrøv í sambandi við innsavning og víðarigeving av upplýsingum, skipan og tíðarføring v.m.

5) Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu tryggja, at endabrúkarar kunnu taka við sær telefonnummur, tá ið skift verður í millum veitarar innan sama tænastuslag, ávíkavist fartelefonnet og fastnet, undir hesum fastnet VoIP (Nummarportabilitet). Stk. 2. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu eftirlíka øllum umbønum um nummarportabilitet, ið ein endabrúkari hevur biðið um. Stk. 3. Í serligum føri, t.d. við skuld, kunnu veitarar nokta nummarportabiliteti. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 4. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum, ið endabrúkarin hevur síni kundaviðurskifti hjá, kann ikki í sambandi við eina nummarportering krevja serstakt gjald fyri porteringina. Stk. 5. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum, ið lata nummur sum liður í nummarportering, kunnu frá øðrum veitarum í mesta lagi krevja gjald fyri tær útreiðslur, ið veitarin beinleiðis hevur haft í sambandi við porteringina. Stk. 6. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um nummarportabilitet, undir hesum, at nummarportabilitetur skal fremjast hóast bindingartíð, um avgreiðslutíð, kærumyndugleika v.m.

5) Skipast skal ein nummardátugrunnur. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftis­tænastum skulu tryggja, at aðrir veitarar hava atgongd til upplýsing um, hvønn veitara eitt telefonnummar er givið til, við tí endamáli at tryggja rætta stýring av eini uppringing til telefonnummur, sum eru porterað. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um skipan av dátugrunni, undir hesum treytir um gjald, aftaná alment útboð at lata triðjamanni stovnseting og rakstur av dátu­grunninum v.m. Stk. 3. Um veitarar av fjarskiftiskervi ella tænstum gera ella nýta eina felags loysn til at lúka treytirnar í § 15 g og § 15 h, stk. 1, kann Fjarskiftiseftirlitið gera av, at útreiðslurnar skulu gjaldast við støði í marknaðarbýtinum. Kaptittul VI. Kæra, Vinnukærunevnd v.m. Kæra

Kærast kann til fjarskiftiseftirlitið um virksemið hjá tænastu- og kervisveitarum, eftir hesi lóg. Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk ella átti at hava fingið kunnleika til tey viðurskifti, sum kært verður um.

3) Avgerðir hjá fjarskiftiseftirlitinum kunnu skjótast inn fyri Vinnukærunevndina í fjarskiftismálum, sum tekur endaliga umsitingarliga avgerð í málinum. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk kunnleika til avgerð fjarskiftiseftirlitsins. Stk. 2. 3) Kæra er ikki steðgandi uttan so, at Vinnukærunevndin tekur avgerð um hetta. Stk. 3. 3) Í serstøkum førum skal kærarin, um hann biður um tað, hava høvi til munnliga at greiða Vinnukærunevndini frá málinum. Stk. 4. Kærur um brot á konsessiónstreytirnar og um virksemi hjá fjarskiftiseftirlitinum skulu leggjast fyri landsstýrismannin. Kærufreistin er tann sama sum í §16, 2. stk. Upplýsingar 3)

3) (Strikað).

3) Vinnukærunevndin skal hava allar upplýsingar hjá fjarskiftiseftirlitinum, sum vóru grundarlag undir tí kærdu avgerðini, og kann áleggja eftirlitinum at seta nærri kanningar í verk. Stk. 2. (Strikað). Tagnarskylda

2) Kervisveitarar og tænastuveitarar, umframt fólk í tænastu teirra, hava skyldu til at tiga um innihaldið í fjarskiftinum og um nýtslu av fjarskifti. Tað liggur eisini á teimum at seta neyðug tiltøk í verk til tess at fyribyrgja, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingar um innihald ella nýtslu av fjarskifti. Heldur ikki er teimum loyvt at nýta slíkar upplýsingar til óviðkomandi endamál. Stk. 2. Tagnarskyldan eftir stk. 1 er eisini galdandi fyri Fjarskiftiseftirlitið og Vinnukærunevndina, umframt fólk í tænastu teirra. Er útinnan av ávísum uppgávum løgd til annan myndugleika ella løgfrøðiligan persón, er tagnarskyldan eftir stk. 1 eisini galdandi fyri myndugleikan ella løgfrøðiliga persónin og fyri fólk í tænastu teirra. Stk. 3. Tagnarskyldan eftir stk. 1 og 2 er galdandi eisini eftir, at persónurin ikki longur er í tí starvi, har hann nam sær upplýsingarnar. Stk. 4. Innihaldið av radiofjarskifti, sum verður kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað er ætlað, má ikki brúkast, almannakunngerast ella latast óviðkomandi. Eisini skal tað fyri óviðkomandi haldast loyniligt, at slíkt samskifti hevur verið. Stk. 5. Tagnarskyldan eftir stk. 4 er ikki galdandi fyri radiofjarskifti, sum er ætlað til vanliga nýtslu hjá almenninginum, herundir neyðstøðusignal, navigasjónssignal, áhugavarping (amatørradio) og útvarps- og sjónvarpssendingar. Stk. 6. Hóast reglurnar um tagnarskyldu eftir stk. 1-5, er loyvt at lata upplýsingar til myndugleikar ella altjóða felagsskapir, um tað er skylda at lata upplýsingarnar eftir hesari ella aðrari lóggávu. Stk. 7. Reglurnar í borgarligu revsilógini § 152, § 152 a og §§ 152d-152f galda samsvarandi. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tagnarskyldu. Undantaksstøður

1) Í neyðstøðu, sum hóttir heilsu, trygd ella almennan ordan, kann landsstýrismaðurin seta neyðug tiltøk í verk fyri heilt ella partvíst at steðga nýtsluni av fjarskiftiskervinum og fjarskiftisútbúnaði, burtursæð frá móttøkuútbúnaði, ið einans er innrættaður til móttøku av kringvarpi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann avmarka nýtslurættin, tá tað er neyðugt fyri at tryggja fjarskiftiskervið. Hesar avmarkingar í nýtslurættindum skulu fráboðast viðkomandi beinavegin. Harumframt skal eisini fjarskiftiseftirlitið hava fráboðan um avmarkingarnar. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avmarkingar í nýtslurættinum. Revsing

Brot a hesa lóg ella reglur, sum ásettar eru við heimild í lógini, verða revsað við bót ella hefti. Gildiskoma

Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1997, og samstundis fara úr gildi fyri Føroyar L. nr. 111 af 30.05.1927 om telefoner på Færørne“, sum seinast broytt við Ll. nr. 73 frá 24.09.1970, L.nr 84 af 11.05.1897 om telegrafer og telefoner“, sum broytt við L. nr. 127 af 15.04.1930“, Ll. nr. 28 frá 22.05.1969 um áseting av telefongjøldum. Tær kunngerðir sum søkja sær heimild í teimum í hesi grein nevndu lógum, verða framvegis galdandi, til annað verður ásett. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21. desember 2001. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: “Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis fer úr gildi “Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om radiokommunikation”, tó kemur § 15 f í gildi dagin eftir, at lógin er lýst í Kunngerðarblaðnum. Stk. 2. Kunngerðir og reglugerðir við heimild í Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om radiokommunikation fara úr gildi, tá lógin kemur í gildi. Stk. 3. Loyvi, givin sambært lógini nevndari í stk. 1, verða verandi í gildi, inntil tey fara úr gildi, verða afturkallað ella broytt sambært treytum, sett í hesi lóg.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 17. februar 2009. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.” 4) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015.” 5) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, smb. tó stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær § 15 g og § 15 h, sum ásett í hesi lóg í § 1, nr. 2, kemur í gildi.” § 15 g og § 15 h eru settar í gildi við kunngerð nr. 37 frá 5. mai 2015, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2015.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um fjarskifti · innanhýsis
Áður galdandi · 15. mai 2014
Broytingar
broyting í løgtingslóg um fjarskifti · innanhýsis
Áður galdandi · 6. mai 2014
Broytingar
broyting í løgtingslóg um fjarskifti · innanhýsis
Áður galdandi · 17. februar 2009
Broytingar
at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum · innanhýsis
Galdandi · 8. mai 2008
Broytingar
broyting í løgtingslóg um fjarskifti · innanhýsis
Áður galdandi · 21. desember 2001
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙