Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. februar 2009 Nr.15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18…
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið tekur støðu til umsóknir um loyvi og prógv eftir Kapitli 5 A, sbr. tó stk. 4.” 2) Í § 6 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 3 kann landsstýrismaðurin við kunngerð gera av, at annar myndugleiki ella løgfrøðiligur persónur í nærri ásettan mun kann útinna uppgávur eftirlitsins eftir stk. 3. Í hesum sambandi kunnu eisini ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina, og um møguleikan hjá Fjarskiftiseftirlitinum at gera avtalu um nærri treytir í sambandi við útinnan av uppgávunum. Verður avgerðarmyndugleiki latin privatum eftir pkt. 1, skulu ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina.” 3) Í § 15 e verður í stk. 1 sum 3. pkt. sett: “Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta, at bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin frekvensgjaldi.” 4) § 20 verður orðað soleiðis: ”§ 20. Kervisveitarar og tænastuveitarar, umframt fólk í tænastu teirra, hava skyldu til at tiga um innihaldið í fjarskiftinum og um nýtslu av fjarskifti. Tað liggur eisini á teimum at seta neyðug tiltøk í verk til tess at fyribyrgja, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingar um innihald ella nýtslu av fjarskifti. Heldur ikki er teimum loyvt at nýta slíkar upplýsingar til óviðkomandi endamál. Stk. 2. Tagnarskyldan eftir stk. 1 er eisini galdandi fyri Fjarskiftiseftirlitið og Vinnukærunevndina, umframt fólk í tænastu teirra. Er útinnan av ávísum uppgávum løgd til annan myndugleika ella løgfrøðiligan persón, er tagnarskyldan eftir stk. 1 eisini galdandi fyri myndugleikan ella løgfrøðiliga persónin og fyri fólk í tænastu teirra. Stk. 3. Tagnarskyldan eftir stk. 1 og 2 er galdandi eisini eftir, at persónurin ikki longur er í tí starvi, har hann nam sær upplýsingarnar. Stk. 4. Innihaldið av radiofjarskifti, sum verður kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað er ætlað, má ikki brúkast, almannakunngerast ella latast óviðkomandi. Eisini skal tað fyri óviðkomandi haldast loyniligt, at slíkt samskifti hevur verið. Stk. 5. Tagnarskyldan eftir stk. 4 er ikki galdandi fyri radiofjarskifti, sum er ætlað til vanliga nýtslu hjá almenninginum, herundir neyðstøðusignal, navigasjónssignal, áhugavarping (amatørradio) og útvarps- og sjónvarpssendingar. Stk. 6. Hóast reglurnar um tagnarskyldu eftir stk. 1-5, er loyvt at lata upplýsingar til myndugleikar ella altjóða felagsskapir, um tað er skylda at lata upplýsingarnar eftir hesari ella aðrari lóggávu. Stk. 7. Reglurnar í borgarligu revsilógini § 152, § 152 a og §§ 152d-152f galda samsvarandi. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tagnarskyldu.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. februar 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 54/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.