Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 68
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
(Skylda at hava tøkniligan útbúnað til ávís inntriv í fráboðanarloyndina o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21.…
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 15 frá 17. februar 2009, verður aftaná § 8 í kapittul III sett: “§ 8 a. Veitari av fjarskiftisneti ella fjarskiftistænastum, sum hevur fingið konsessión, hevur skyldu til, uttan útreiðslur fyri landið, undir hesum eisini fyri løgregluna, at tryggja, at tøkniliga útgerðin og tøkniligu skipanirnar, sum veitarin nýtir, eru skipaðar soleiðis, at løgreglan kann gera inntriv í fráboðanarloyndina við avlurting av fastnettelefoni, fartelefoni, SMS og fjarskiftiseftiransan, sambært kap. 70 a í rættargangslógini. Stk. 2. Um fjarskiftisveitararnir gera ella nýta eina felags loysn til at lúka treytirnar í stk. 1, skulu útreiðslurnar gjaldast við støðið í marknaðarbýtinum. Stk. 3. Fjarskiftisveitarin hevur skyldu til at verða løgregluni til hjálpar við útinning av inntrivi í fráboðanarloyndina í teimum í stk. 1 nevndu førum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá kravinum í stk. 1, um tøknilig og praktisk fyrilit gera tað neyðugt.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 117/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.