Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mai 2014 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
(Nummarportabilitet o.a.)
§ 1 Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21.…
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 15 frá 17. februar 2009 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 12 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Kunngerðir, sum Fjarskiftiseftirlitið ger sambært hesi løgtingslóg, skulu lýsast í Kunngerðablaðnum.” 2. Aftaná § 15 f verður sett: ”§ 15 g. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu tryggja, at endabrúkarar kunnu taka við sær telefonnummur, tá ið skift verður í millum veitarar innan sama tænastuslag, ávíkavist fartelefonnet og fastnet, undir hesum fastnet VoIP (Nummarportabilitet). Stk. 2. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu eftirlíka øllum umbønum um nummarportabilitet, ið ein endabrúkari hevur biðið um. Stk. 3. Í serligum føri, t.d. við skuld, kunnu veitarar nokta nummarportabiliteti. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 4. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum, ið endabrúkarin hevur síni kundaviðurskifti hjá, kann ikki í sambandi við eina nummarportering krevja serstakt gjald fyri porteringina. Stk. 5. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum, ið lata nummur sum liður í nummarportering, kunnu frá øðrum veitarum í mesta lagi krevja gjald fyri tær útreiðslur, ið veitarin beinleiðis hevur haft í sambandi við porteringina. Stk. 6. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um nummarportabilitet, undir hesum, at nummarportabilitetur skal fremjast hóast bindingartíð, um avgreiðslutíð, kærumyndugleika v.m.
§ 15 h Skipast skal ein nummardátugrunnur. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu…
Skipast skal ein nummardátugrunnur. Veitarar av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum skulu tryggja, at aðrir veitarar hava atgongd til upplýsing um, hvønn veitara eitt telefonnummar er givið til, við tí endamáli at tryggja rætta stýring av eini uppringing til telefonnummur, sum eru porterað. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um skipan av dátugrunni, undir hesum treytir um gjald, aftaná alment útboð at lata triðjamanni stovnseting og rakstur av dátugrunninum v.m. Stk. 3. Um veitarar av fjarskiftiskervi ella tænstum gera ella nýta eina felags loysn til at lúka treytirnar í § 15 g og § 15 h, stk. 1, kann Fjarskiftiseftirlitið gera av, at útreiðslurnar skulu gjaldast við støði í marknaðarbýtinum.”
§ 2 Stk. 1. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, smb. tó stk. 2
Stk. 1. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, smb. tó stk. 2. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær § 15 g og § 15 h, sum ásett í hesi lóg í § 1, nr. 2, kemur í gildi. Tórshavn, 6. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 118/2013 1) Sett í gildi við kunngerð nr. 37 frá 5. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2015.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.