Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. desember 2001 Nr. 176
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður allýsingin “fjarskiftisútbúnaður” orðað soleiðis: “fjarskiftisútbúnaður: Tól, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru tengd ella kunnu tengjast til kervisendan á almennum fjarskiftiskervi við atliti til fjarskifti, umframt øll tól og lutir til tól, so sum kaðal, útgerð og tílíkt, sum serliga er ætlað til at fáa í lag ella reka tráðleyst fjarskifti, annaðhvørt talan er um sending ella móttøku.” 2. Í § 6, verður sett inn sum stk. 3: “Stk.3. Tó tekur Fjarskiftiseftirlitið støðu til umsóknir um loyvi sambært Kapitul 5 A.” 3. Eftir § 15 verður innsett: “Kapittul 5 A Radiosamskifti Próvbrøv vm.
§ 15 a Fjarskiftiseftirlitið ásetir nærri reglur um prógv, ið eru ein fyritreyt fyri nýtslu av ávísum…
Fjarskiftiseftirlitið ásetir nærri reglur um prógv, ið eru ein fyritreyt fyri nýtslu av ávísum frekvensum (tíddum) sambært § 15 b. Reglurnar kunnu umfata próvtøkuásetingar, gildi vm. Nýtsla av frekvensraðnum til radiosamskifti
§ 15 b Fjarskiftiseftirlitið lýsir føroysku frekvenstabellina og kann við reglugerð seta nágreiniligar…
Fjarskiftiseftirlitið lýsir føroysku frekvenstabellina og kann við reglugerð seta nágreiniligar reglur um samskipan og útluting av frekvensum. Stk. 2. Nýtsla av frekvensum kann einans fara fram við serstakum loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum sambært § 15 c, tó undantikið økir sambært stk. 3. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið ásetur nærri reglur um, hvørji frekvensøki kunnu nýtast uttan loyvi sambært stk. 2. Stk. 4. Loyvi sambært stk. 2 verða latin til einstakar brúkarar av frekvensum ella til avmarkaðar bólkar av brúkarum. Loyvi til tráðleyst fjarskifti
§ 15 c Fjarskiftiseftirlitið kann í sambandi við loyvisveiting áseta treytir fyri frekvensnýtslu.…
Fjarskiftiseftirlitið kann í sambandi við loyvisveiting áseta treytir fyri frekvensnýtslu. Treytirnar kunnu m.a. umfata: 1) Krav um, at reglurnar um útgerð verða hildnar, eisini viðvíkjandi elektromagnetiskum felti (ravsiglusvaði). 2) Krav um at halda frekvenstabellina og ásetingarnar í henni. 3) Radiotøknikrøv, herundir a) Mestu sendistyrki b) Mestu antennuhædd og antennueginleikar annars c) Bylgjuskiftishættir og spektralbreiddina hjá sendaranum. d) Frekvensstøðugleika. 4) Krøv grundaði í órógvsviðurskiftum. 5) Krøv, sum tryggja, at altjóða bindingar á frekvensøkinum verða hildnar, herundir avtalur um altjóða frekvenssamskipan 6) Avmarkingar viðvíkjandi landafrøðiliga nýtsluvavinum fyri frekvensirnar. 7) Treytir fyri at uppfylla serstakan samfelagsligan tørv. 8) Krøv um, at brúkarin av ávísum frekvensum skal hava staðið fyriskipaðar próvtøkur. 9) Krøv um, at avgreiðslugjøld, fallin til gjaldingar, eru goldin. 10) Avmarkingar í sambinding við alment fjarskiftiskervi. 11) Tíðaravmarkingar og avmarkingar í sambandi við vinnuligar veitingar. Noktan ella afturtøka av loyvi
§ 15 d Fjarskiftiseftirlitið kann nokta at tilluta frekvens, um onnur neyðug loyvi til at reka…
Fjarskiftiseftirlitið kann nokta at tilluta frekvens, um onnur neyðug loyvi til at reka fjarskiftiskervi og -tænastu ella kringvarpsvirksemi ikki eru fingin. Stk. 2. Tillutaður frekvensur kann verða afturtikin, um neyðugt loyvi fer úr gildi, ella um aðrar umráðandi fyritreytir fyri tilluting ella loyvi broytast ella fella burtur. Gjøld
§ 15 e Fjarskiftiseftirlitið krevur inn frekvensgjøld fyri almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu…
Fjarskiftiseftirlitið krevur inn frekvensgjøld fyri almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu av frekvensi. Støddin á nevndu gjøldum verður ásett og lýst av landsstýrismanninum saman við avgreiðslugjøldunum í stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð avgreiðslugjøldini fyri próvtøkur og loyvisbrøv v.m. Nummarviðurskifti v.m.
§ 15 f Fjarskiftiseftirlitið umsitur einkarrætt landsins sambært § 3, stk. 2 til nummartilfeingi.…
Fjarskiftiseftirlitið umsitur einkarrætt landsins sambært § 3, stk. 2 til nummartilfeingi. Fjarskiftiseftirlitinum verður heimilað at gera nærri reglur um skipan, tilluting og nýtslu av numrum, nummarrøðum og atsetrum. Stk. 2. Kervis- og tænastuveitarar, ið hava fingið tillutað nummarloyvi í føroyska nummarraðnum og aftur tilluta hesi nummur til endabrúkarar, skulu veita avrit av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setur fram umbøn um tess. Stk. 3. Kostnaður av at veita avrit sambært stk. 2, má ikki vera hægri enn kostnaðurin av at veita avritið (marginalkostnaðurin). Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um minstukrøv í sambandi við innsavning og víðarigeving av upplýsingum, skipan og tíðarføring v.m.” 4. § 21, stk. 1, verður orðað soleiðis: “§ 21. Í neyðstøðu, sum hóttir heilsu, trygd ella almennan ordan, kann landsstýrismaðurin seta neyðug tiltøk í verk fyri heilt ella partvíst at steðga nýtsluni av fjarskiftiskervinum og fjarskiftisútbúnaði, burtursæð frá móttøkuútbúnaði, ið einans er innrættaður til móttøku av kringvarpi.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis fer úr gildi “Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om…
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis fer úr gildi “Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om radiokommunikation”, tó kemur § 15 f í gildi dagin eftir, at lógin er lýst í Kunngerðarblaðnum. Stk. 2. Kunngerðir og reglugerðir við heimild í Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om radiokommunikation fara úr gildi, tá lógin kemur í gildi. Stk. 3. Loyvi, givin sambært lógini nevndari í stk. 1, verða verandi í gildi, inntil tey fara úr gildi, verða afturkallað ella broytt sambært treytum, sett í hesi lóg. Tórshavn, 21. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.