Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. juni 1995 Nr. 105
Kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 54 frá 11 mai 2012 1)
Kapittul 1 Reglur fyri øll akfør
Kapittul 2 Bilar
Kapittul 3 Traktorar
Kapittul 4 Motoramboð
Kapittul 5 Motorsúkklur
Kapittul 5 a Lendisakfar
Kapittul 6 Viðfestisvognur og leguvognur til bil
Kapittul 6 a Viðfest akfar til motorsúkklu
Kapittul 7 Viðfestisvognur til traktor og motoramboð
Kapittul 8 Viðfestisamboð
Kapittul 8 a 4 Viðfest akfar til lendisakfar
Kapittul 9 Bulvognar
Kapittul 10 Aðrar reglur
Kapittul 11 Stakfyriskipanir
Kapittul 12 Straffur og gildiskoma
Við heimild í § 10, stk. 1, § 35 b, stk. 1, 2 og 4, § 39, stk. 3 og § 58, stk. 1 og 3 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu jbr. lógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Reglur fyri øll akfør
Kapittul 1 Reglur fyri øll akfør
Øll akfør skulu vera tilgjørd og hildin í slíkum standi, at tey kunnu verða nýtt uttan vanda ella ónáðir fyri onnur og uttan at skaða vegirnar.
Øll akfør skulu vera soleiðis tilgjørd, at førarin kann nýta tey ymisku tólini í akfarinum uttan at hansara ansni fyri ferðsluni annars verður órógvað.
Øll akfør skulu vera soleiðis tilgjørd, at tey ikki geva óneyðugan royk og larm. Kapittul 2 Bilar
Kapittul 2 Bilar
Bilur skal vera tilgjørdur soleiðis, at 1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar, 2) í minsta lagi 20% av loyvdu heildarvektini liggur á stýrihjólunum, 3) bilurin innan er tilgjørdur soleiðis, at hann ikki er til óneyðugan vanda fyri førara og ferðafólk, og 4) útstandandi partarnir á bilinum ikki er til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
Bilur skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Róður, sum bilurin kann verða stýrdur við lætt, trygt og skjótt, 3) Ferðmátara. 4) Fjaðring á øllum hjólum. 5) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á bili til í mesta lagi 9 persónar og bili við loyvdari heildarvekt uppá í mesta lagi 3.500 kg. Á øðrum bilum skal mynsturdýpdin vera í minsta lagi 1 mm. 6) Skermar yvir øll hjól. 7) Bremsu, ið virkar á øll hjól og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa bilinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 8) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum kann halda bilinum steðgaðan í brekku. 9) Neyðbremsu, ið kann bremsa bilinum á tryggan og virknan hátt. Neyðbremsan kann vera parkeringsbremsan á bilinum, um hendan lýkur treytirnar um neyðbremsu, ella vera bremsan á bilinum, um hendan er soleiðis háttað, at reglurnar um neyðbremsu eru loknar, sjálvt um brek kemur á bremsuna. 10) Spegl, ið geva føraranum neyðuga útsýnið aftureftir og á skák aftureftir. 11) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 12) Floytu við støðugum tóna. Stk. 2. Um eginvektin fer upp um 400 kg skal bilurin hava bakkigear ella annan útbúnað at bakka við. Stk. 3. Í einum persónbili til í mesta lagi nýggju persónar skulu róður og róðursleggur vera tryggjað fyri samanstoyti. Stk. 4. Bilur, ið verður nýttur at draga viðfestisvogn, skal hava koplingarskipan.
Framrúturin skal vera av lamineraðum glasi, meðan aðrir rútar skulu vera av lamineraðum ella herdum glasi ella av brotpettatryggjaðum klárum plasttilfari. Til at halda framrútin reinan skulu uttan vera sjálvvirkandi rútastrúkarar og rútavaskarar.
Persónbilur til í mesta lagi 9 persónar og vørubilur, hvørs loyvda heildarvekt ikki fer upp um 3.500 kg skal hava trygdarsela á øllum sitiplássum. Selarnir skulu vera DS-, E-, ella e-merktir trífestisselar. Har tað er trupult ella ógjørligt at festa tílíkar selar, kunnu hesir vera mjadnarselar. Festini á trygdarselunum skulu í styrki samsvara eginleikunum hjá trygdarselunum.
Persónbilur til í mesta lagi nýggju*) persónar og vørubilur, hvørs loyvda heildarvekt ikki fer upp um 3.000 kg, skal hava mekaniska tjóvarítrygging. Stk. 2. Persónbilur til í mesta lagi 9 persónar og vørubilur skal hava stoytdoyvara við øll hjól. Lastbilur skal hava stoytdoyvara við framhjólini. Stk. 3. Lokaður vøru- ella lastbilur skal vera avskildraður millum førararúmið og vørurúmið. Ongin persónur kann vera millum forsetrið og avskildringina.
Ein bilur skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) 2) 3) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e- merktar, við asymmetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar, og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra kunnu vera tendraðar samstundis. 2) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, og tvær ella fýra reyðar lyktir, ið venda aftureftir, sum allar týðiliga síggjast í minsta lagi 300 metrar uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru bygdar saman við gulligum nær- ella fjarljóslyktum, kunnu hava henda lit. 3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á ta aftaru nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m frástøðu. 4) Í minsta lagi tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava eina munandi størri ljósstyrki enn baklyktin. 5) Skaðablunk, ið er kravdu leiðvísandi blunklyktirnar ella aðrar lyktir við samsvarandi eginleikum, og sum eru settar til soleiðis, at tær allar blunka samstundis. 6) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt), og sum ikki eru tríhyrnt. 7) Makað tal av gulum leiðvísandi blunklyktum frammanfyri og aftanfyri á báðum síðum og eina leiðvísandi blunklykt, ið sæst frá síðuni. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin og skulu verða settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið. Stk. 2. 3) Bilur, sum er yvir 6 m langur, ella sum er góðkendur at vera ein partur av einum bilarað, skal á báðum síðum hava gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Stk. 3. 3) Bilur, sum er meira enn 2,10 m breiður, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir, og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Stk. 4. Bilur við framstandandi kranabjálka ella líknandi skal hava serligt frámerki.
Kravdu støðulyktirnar, baklyktirnar, nummarplátulyktirnar, frámerkislyktirnar og møguligu gulu síðufrámerkislyktirnar á einum bili, skulu kunna vera tendraðar hóast motorurin er steðgaður. Stk. 2. Støðulyktirnar, baklyktirnar, nummarplátulyktirnar, frámerkislyktirnar og møguligu gulu síðufrámerkislyktirnar á einum bili skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar ella tokuframlyktirnar eru tendraðar.
Bilur kann hava hesar lyktir og endurskin: 1) Tvær hvítar ella gulligar tokulyktir, ið venda frameftir, settar á soleiðis, at tær ikki blinda. 2) Eina ella tvær hvítar bakkilyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu lýsa, tá ið bilurin er í bakkgeari. 3) Eina ella tvær reyðar tokulyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu verða tendraðar tá fjar-, nær- ella tokuframlyktirnar eru tendraðar, og sum skulu verða settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið. 4) 3) Eitt makað tal av hvítum frámerkislyktum, ið venda frameftir, og eitt makað tal av reyðum frámerkislyktum, ið venda aftureftir, um so er, at bilurin er breiðari enn 1,8 m. 5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir, og sum ikki eru tríhyrnt, og gul endurskin, ið venda til síðurnar. 6) Eina leitilykt og eina ella tvær arbeiðslyktir við hvítum ella gulligum ljósi, ið bara kunnu verða tendraðar, tá kravdu lyktirnar á bilinum eru tendraðar. 7) 3) Eina ella fleiri gular merkingarlyktir. 8) 2) Eina ella fleiri gular síðufrámerkislyktir. Aftasta síðufrámerkislyktin kann tó vera reyð. Stk. 2. Bilur við loyvdari heildarvekt yvir 3.500 kg kann hava skelti við hvítum ella gulum ljósi yvir framrútinum. Stk. 3. Nær- ella fjarljóslyktirnar á bili kunnu vera gjørdar sum framumkoyringartekin. Stk. 4. Á bili, sum ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, kunnu støðu- og baklyktirnar ella síðublunklyktirnar vera soleiðis samanbundnar, at tær kunnu verða tendraðar í einu síðuni á bilinum, hóast aðrar lyktir undantikið nummarplátulyktirnar samstundis eru tendraðar (parkeringarlyktir).
Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett á bilin symmetriskt.
Lastbilur við floksgóðkendari heildarvekt uppá 6.000 kg ella meira skal í høgru síðu umframt tað kravda síðuspeglið hava eitt víðvinkulspegl og nærøkisspegl. Nærøkisspeglið kann tó ikki verða sett í bilin, um ikki tað kann verða fest í minsta lagi 2 metrar yvir vegnum. Stk. 2. Lastbilur við floksgóðkendari heildarvekt uppá minni enn 6.000 kg skal í høgru síðu, umframt tað kravda síðuspeglið, hava víðvinkulspegl, um ikki tað kravda síðuspeglið er kúput. Kapittul 3 Traktorar
Kapittul 3 Traktorar
Traktorur skal vera tilgjørdur soleiðis, at 1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar, og 2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini hvílir á stýrandi hjólunum. Stk. 2. Útstandandi partarnir á traktorinum skulu ikki vera til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi. Arbeiðstól, sum eru fest á traktorin verða mett sum útstandandi partar.
Traktorur skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Róður, sum traktorurin kann verða stýrdur lætt, trygt og skjótt við. 3) Bremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa traktorinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 4) Parkeringarbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási ella steingir gearskipanina á traktorinum, og sum kann halda traktorinum steðgaðum í brekku. 5) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 6) Floytu við støðugum tóna. 7) Bakkgear. 8) Koplingsskipan til viðfest akfar. Stk. 2. Skrásettur ella góðkendur traktorur skal hava luftgummiringar á øllum hjólunum. Aðrir traktorar skulu lúka krøvini í § 22, stk. 2. Stk. 3. Bensinrikin traktorur, ið ikki hevur bensinpumpu, skal hava ein krana á brennievnisleidninginum millum tanga og motor. Stk. 4. Traktorur, ið hevur føraraverju við bakveggi, skal hava í minsta lagi eitt føraraspegl, ið kann geva føraranum neyðuga útsýnið aftureftir.
Rútar skulu vera av herdum ella brotpettaleysum glasi. Bakrútur kann tó vera av gjøgnumskygdum plasttilfari. Til at hava rútin reinan skal uttan vera rútastrúkari.
Traktorur skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m. 2) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir og tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, sum allar síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru samanbygdar við gulligar nærljóslyktir, kunnu hava henda lit. 3) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt) og sum ikki eru tríhyrnt. 4) Gular leiðvísandi blunklyktir á báðum síðum, ið blunka í minsta lagi 60 ferðir og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin, og um førarin ikki sær lyktirnar beinleiðis, eru settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið. Stk. 2. Skrásettur traktorur skal hava í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á ta aftaru nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m frá traktorinum.
Støðulyktir, baklyktir og møgulig nummarplátulykt á einum traktori skulu kunna vera tendraðar, hóast motorurin er steðgaður. Stk. 2. Støðulyktir, baklyktir og møgulig nummarplátulykt skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktir ella tokuframlyktir eru tendraðar.
Traktorur kann hava tvær eyka nærljóslyktir, tvær ella fýra hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, steðgilyktir, skaðablunk, tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin og gular frámerkislyktir. Stk. 2. Lyktir ella endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett á bilin symmetriskt.
Traktorur, sum arbeiðsamboð eru fest á, skal lúka tær treytir, ið eru nærri ásettar um ásetan av støðuljósum, bakljósum og reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, uttan so, at traktorurin verður frámerktur við gulari frámerkislykt, ið er týðuliga sjónlig frá øllum síðum, og harumframt endurskinum, ið lúka treytirnar um ásetan av kravdum endurskinum. Kapittul 4 Motoramboð
Kapittul 4 Motoramboð
Motoramboð skal vera gjørt soleiðis, at 1) førarin hevur neyðuga beinleiðis útsýnið frameftir og til síðurnar, 2) í minsta lagi 20 prosent av heildarvektini liggur á teimum stýrandi hjólunum og 3) kranabjálkar, grabbar og aðrir útstandandi partar, ikki elva øðrum óneyðugan vanda.
Motoramboð skal hava: 1) Róður, sum akfarið kann verða stýrt lætt, trygt og skjótt við. 2) Bremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa akfarið á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 3) Parkeringarbremsu, ið virkar á í minsta lagi einum ási ella steingir gearskipan motoramboðsins, og sum kann halda akfarinum steðgaðum í brekku. 4) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 5) Floytu við støðugum tóna. 6) Bakkgear. Stk. 2. Motoramboð skal hava luftgummiringar, annan elastiskan hjólklædning ella hava slættar valsar. Stk. 3. Um eitt motoramboð er gjørt soleiðis, at førarin ikki hevur beinleiðis útsýni aftureftir, skal tað hava spegl, ið geva føraranum neyðuga útsýnið. Stk. 4. Motoramboð, ið hevur rútar í førarahúsinum skal lúka treytirnar í § 16. Stk. 5. Motoramboð, ið verður nýtt sum dráttarmegi hjá viðfestisakfari, skal hava koplingsskipan.
Motoramboð skal tá ið koyrt verður í lyktatendringartíð hava: 1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m. 2) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir og tvær reyðar baklyktir, ið venda aftureftir, ið allar síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. 3) Lyktir at merkja útstandandi partar. Lyktir, ið venda frameftir skulu vera hvítar, lyktir, ið venda aftureftir skulu vera reyðar og tær skulu allar síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Stk. 2. Skrásetingarskyldugt motoramboð skal, tá koyrt verður í lyktatendringartíð, hava í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á ta aftaru nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftanfyri motoramboðið. Stk. 3. Kravdu lyktirnar á einum motoramboð skulu kunna vera tendraðar, hóast motorurin er steðgaður. Stk. 4. Støðulyktirnar, baklyktirnar, møgulig nummarplátulykt og kravdar frámerkislyktir á einum motoramboð, skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktir ella tokuframlyktir eru tendraðar. Stk. 5. Motoramboð skal hava eitt makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, sum eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt), og sum ikki eru tríhyrnt. Motoramboð, sum er meira enn 8 m langt, skal á báðum síðum hava gul endurskin, ið eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt), ella hava gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Stk. 6. Motoramboð skal, um armtekini hjá føraranum ikki síggjast týðuliga, hava gular leiðvísarablunklyktir á báðum síðum. Lyktirnar skulu lúka krøvini í § 17 viðvíkjandi samsvarandi lyktum á traktorum. Stk. 7. Motoramboð kann hava: 1) Eitt makað tal av hvítum ella gulligum fjarljóslyktum, ið venda frameftir. 2) Tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin. 3) Steðgilyktir. Stk. 8. Lyktir og endurskin, ið eru makað par, skulu vera eins og ásettar symmetriskt.
Motoramboð, ið er ætlað at verða ført av gangandi, skal vera gjørt soleiðis, at tað steðgar av sær sjálvum, um førarin sleppir handtakinum. Stk. 2. Motoramboðið skal í lyktatendringartíðini hava eina hvíta ella gulliga lykt, ið vendir frameftir og eina reyða baklykt, ið vendir aftureftir. Báðar lyktir skulu vera ásettar í vinstru síðu á akfarinum og týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Kapittul 5 Motorsúkklur
Kapittul 5 Motorsúkklur
Motorsúkklur skulu vera gjørdar soleiðis, at í minsta lagi 25 prosent av tænastuvektini (vektin á motorsúkkluni við tilhoyri, rakstrarmiðlum og førara) liggur á framásinum. Stk. 2. Á motorsúkklu, hvørs eginvekt er meira enn 120 kg og á motorsúkklu við síðuvogni skal vera gjørligt at hava kravdu lyktirnar tendraðar hóast motorurin er steðgaður. Ikki skal vera gjørligt at sløkkja støðuljósini á eini motorsúkklu, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar eru tendraðar. Tað skal ikki vera gjørligt at sløkkja nummarplátulykt og baklykt, tá ið aðrar kravdar lyktir eru tendraðar. Stk. 3. Síðuvognur skal vera settur fastur í høgru síðu á motorsúkkluni og skal hava eitt hjól.
Motorsúkkla skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Róður, sum motorsúkklan kann verða stýrd lættliga, trygt og skjótt. 3) Fjaðring á framhjólunum og stoytdoyvara í fjarðingini. 4) Luftgummiringar á hjólunum við mynsturdýpd í minsta lagi 1 mm. 5) Skermar yvir hjólini. 6) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa motorsúkkluni á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 6) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 7) Floytu við støðugum tóna. Stk. 2. Bremsan á tvíhjólaðari motorsúkklu skal vera tvær sjálvstøðugar bremsuskipanir, ið virka á hvør sítt hjól. Bremsurnar á tríhjólaðum motorsúkklum skulu lúka krøvini í § 5 um bremsur til bilar. Stk. 3. Á tvíhjólaðum motorsúkklum skal brennievnistangin vera hóskandi ásettur, og skal ein krani vera á brennievnisleidninginum millum tanga og motor. Stk. 4. Framrútur ella vindskermur skal vera av brotpettatryggum glasi ella av egnaðum plasttilfari. Framrútur og vindskermur, ið er um allan sjónarring førarans, skal uttan hava sjálvvirkandi rútastrúkara. Stk. 5. Tveyhjólað motorsúkkla skal hava fóthvílarar til førara og ferðafólk. Serstakt ferðafólkasetur skal hava handtak til nýtslu hjá ferðafólkinum. Stk. 6. Síðuvognur skal hava tilskilan av merki, flokki og skrokknummari og skal hava luftgummiring á hjólinum og skerm.
Motorsúkkla skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) 3) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m. 2) Eina ella tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir og eina ella tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, og sum allar eru týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. 3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna soleiðis at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftanfyri motorsúkkluna. 4) Eina ella tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir og hava munandi størri ljósstyrki enn baklyktin. 5) Í minsta lagi eitt reytt endurskin, ið vendir aftureftir og er E-, e- ella JRU-merkt ella góðkent av Bileftirlitinum (BF-merkt), og sum ikki er tríhyrnt. 6) 3) Gular leiðvísarablunklyktir, sum nevndar í § 17, stk. 1, nr. 4. Stk. 2. Tríhjólað motorsúkkla skal tó hava tvær støðulyktir, tvær baklyktir, og tvey reyð endurskin, ið venda aftureftir. Tríhjólað motorsúkkla, sum hevur last ella vørukassa aftan fyri førarasetrið, ella sum hevur førarahús, skal hava leiðvísarablunklyktir og steðgilyktir eftir reglunum um bilar. Stk. 3. Síðuvognur skal hava eina hvíta lykt, ið vendir frameftir og eina reyða lykt, ið vendir aftureftir, ið báðar týðiliga síggjast 300 m uttan at blinda, og reytt endurskin, ið vendir aftureftir.
Motorsúkkla kann hava hesar lyktir og endurskin: 1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar tokuframlyktir, ið eru ásettar soleiðis, at tær ikki blinda. 2) Eina ella tvær reyðar tokulyktir, ið venda aftureftir, og lúka krøvini til tokubaklyktir á bilum. 3) 3) (Strikað). 3) 3) Skaðablunk. 4) 3) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir og ikki eru tríhyrnt, og gul endurskin til síðurnar. 5) 3) Eina leitilykt og eina arbeiðslykt. Stk. 2. Tríhjólað motorsúkkla kann tó hava tvær nærljóslyktir, eina ella tvær baklyktir og parkeringarlyktir. Stk. 3. Onnur tríhjólað motorsúkkla enn hon, sum er nevnd í § 27, stk. 2, kann hava leiðvísarablunklyktir eftir reglunum fyri tvíhjólaðar motorsúkklur. Stk. 4. Nær- ella fjarljóslyktirnar á eini motorsúkklu kunnu vera gjørdar sum framumkoyringartekin. Kapittul 5 a 4) Lendisakfar
Kapittul 5 a 4)
4 Lendisakfar skal vera soleiðis tilgjørt, at: 1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar, 2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini liggja á stýrandi hjólunum, og 3) útstandandi partar á lendisakfarinum skulu ikki vera til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
4 Lendisakfar skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Róður, sum lendisakfarið kann verða stýrt lættliga, trygt og skjótt við. 3) Ferðmátara. 4) Fjaðring á øllum hjólum. 5) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm. 6) Skermar yvir øll hjól. 7) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa lendisakfarinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 8) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum kann halda lendisakfarinum steðgaðum í brekku. 9) Føraraspegl á báðum síðum. 10) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 11) Floytu við støðugum tóna. Stk. 2. Bremsan á lendisakfari skal vera tvær ella fleiri sjálvstøðugar bremsuskipanir, ið virka á hjólini á í minsta lagi 2 ásum. Stk. 3. Á lendisakfari skal brennievnistangin vera hóskandi ásettur, og ein krani skal vera á brennievnisleidninginum millum tangan og motorin. Stk. 4. Framrútar ella vindskermur skal vera av brotpettatryggum glasi ella av egnaðum plasttilfari. Framrútur og vindskermur, ið er um allan sjónarring førarans, skal uttan hava sjálvvirkandi rútastrúkara. Stk. 5. Lendisakfar skal hava fóthvílarar til førara og ferðafólk. Serstakt ferðafólkasetur skal hava handtak til nýtslu hjá ferðafólkinum.
4 Lendisakfar skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m. 2) Eina ella tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, og eina ella tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, og sum allar týðuliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. 3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftan fyri lendisakfarið. 4) Eina ella tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava munandi størri ljósstyrki enn baklyktin. 5) Tvey reyð endurskin, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Akstovuni (AS-merkt), og sum ikki eru tríhyrnd. 6) Makað tal av gulum leiðvísandi blunklyktum frammanfyri og aftanfyri á báðum síðum. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin, og tær skulu verða settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið. Stk. 2. Um lendisakfar bert hevur eina reyða baklykt, skal akfarið hava tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir og sum týðuliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
4 Kravdu støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu kunna vera tendraðar, hóast motorurin er steðgaður. Stk. 2. Støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar ella tokuframlyktirnar eru tendraðar.
4 Lendisakfar kann hava hesar lyktir og endurskin: 1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar tokuframlyktir, ið eru ásettar soleiðis, at tær ikki blinda. 2) Eina ella tvær reyðar tokubaklyktir, ið lúka krøvini til tokubaklyktir á bilum. 3) Eina ella tvær hvítar bakkilyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu lýsa, tá ið lendisakfarið er í bakkgeari. 4) Skaðablunk. 5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir og ikki eru tríhyrnd, og gul endurskin til síðurnar. 6) Eina leitilykt og eina arbeiðslykt.
4 Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett symmetriskt á lendisakfarið. Stk. 2. Lendisakfar kann tó hava tríggjar eins nærljóslyktir, ið eru tríhyrnt symmetriskt ásettar. Kapittul 6 Viðfestisvognur og leguvognur til bil
Kapittul 6 Viðfestisvognur og leguvognur til bil
Viðfestisvognur ella leguvognur skal vera gjørdur soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
Viðfestisvognur og leguvognur skulu hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Fjaðring á øllum hjólum. 3) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á viðfestisvogni og leguvogni við eini loyvdari heildarvekt í mesta lagi 3.500 kg, og í minsta lagi 1 mm á viðfestisvogni og leguvogni við eini loyvdari heildarvekt yvir 3.500 kg. 4) Skermar yvir øll hjól. 5) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum. 6) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa vogninum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt, og parkeringarbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási og kann halda vogninum steðgaðum í brekku. Hetta er tó ikki galdandi fyri viðfestisvogn, hvørs loyvda totalvekt ikki fer upp um 750 kg og 50 prosent av tænastuvektini á akfarinum, sum dregur.
Viðfestisvognur og leguvognur skulu hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) Makað tal av reyðum baklyktum, ið venda aftureftir, og sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. 2) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna, soleiðis at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftanfyri vognin. 3) Makað tal av steðgilyktum, ið venda aftureftir, og sum hava eina munandi størri ljósstyrki enn baklyktirnar. 4) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir og eru tríkantað og E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt). 5) Makað tal av hvítum endurskinum, ið venda frameftir og eru merkt á sama hátt. 6) Gula leiðvísarablunklykt aftanfyri í báðum síðum. Lyktirnar skulu lúka krøvini í § 9, stk. 1, nr. 7, 2. pkt. Stk. 2. Viðfestisvognur ella leguvognur skal á báðum síðum hava gul endurskin, ið eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Bileftirlitinum (BF-merkt) ella hava gular lyktir, ið síggjast í minsta lagi 300 m og blinda ikki. Stk. 3. 5) Viðfestisvognur, leguvognur, og viðfest akfar til motorsúkklu, kann hava skaðablunk og tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin, tó soleiðis, at endurskin, ið venda aftureftir, skulu vera tríhyrnt. Stk. 4. Viðfestisvognur og leguvognur hvørs breidd fer upp um breiddina á dragandi akfarinum við meira enn 10 cm í hvørjari síðu og viðfestisvognur, ið er góðkendur til sýnsfría samankopling og sum hevur eina breidd uppá meira enn 1,6 m, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir. Lyktirnar skulu vera týðiliga sjónligar í minsta lagi 300 m burturfrá uttan at blinda. Stk. 5. Lyktirnar á einum viðfestisvogni ella leguvogni skulu vera elektriskt samanbundnar til tær samsvarandi lyktirnar á akfarinum, ið dregur. Stk. 6. Lyktir og endurskin, ið eru makað, skulu vera eins og ásettar symmetriskt. Kapittul 6 a Viðfest akfar til motorsúkklu 4)
Kapittul 6 a
Viðfest akfar til motorsúkklu kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning. Stk. 2. Viðfest akfar til motorsúkklu skal vera gjørt soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva til óneyðugan vanda fyri onnur.
Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Eina ás við einum ella tveimum hjólum. 3) Fjaðring á øllum hjólum. 4) Luftgummihjól við minst 1 mm dekk-mynsturdýpi. 5) Skermar yvir hjólini. 6) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum.
Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava lyktir og endurskin sambært § 31. Kapittul 7 Viðfestisvognur til traktor og motoramboð
Kapittul 7 Viðfestisvognur til traktor og motoramboð
Viðfestisvognur til skrásetingarskyldugan traktor, skal lúka treytirnar í §§ 29-31, undantikið treytirnar um, at fjaðring skal vera á hjólunum, at hjólini skulu hava skermar og bremsur á øllum hjólum.
Ikki-skrásetingarskyldugur viðfestisvognur til traktor, skal vera gjørdur soleiðis, at útstandandi partar ikki elva til vanda fyri onnur ferðandi. Stk. 2. Viðfestisvognur skal hava koplingarskipan, ið samsvarar koplingarskipanini hjá dragandi akfarinum. Stk. 3. Viðfestisvognur skal hava endurskin eftir reglunum í § 31. Í lyktatendringartíðini skal tann aftasti viðfestisvognurin harumframt hava baklyktir eftir reglunum í § 31. Stk. 4. Viðfestisvognurin kann hava lyktir eftir reglunum í § 31.
Viðfestisvognur til motoramboð skal lúka treytirnar í § 32. Stk. 2. Viðfestisvognur kann bara verða nýttur til flutning av arbeiðsamboðum, sum eru knýtt at virki motoramboðsins. Henda avmarking er tó ikki galdandi fyri viðfestisvogn til motoramboð, ið er ætlaður til at verða førdur av gangandi. Kapittul 8 Viðfestisamboð
Kapittul 8 Viðfestisamboð
Ikki-skrásetingarskyldugt viðfestisamboð skal lúka treytirnar í § 33. Tó skulu reglurnar um endurskin bara vera loknar í lyktatendringartíðini. Stk. 2. Ikki-skrásetingarskyldugt viðfestisamboð, ið verður drigið av bili ella skrásettum traktori, skal, um baklyktirnar og síðublunklyktirnar á tí dragandi akfarinum ikki síggjast aftanífrá, hava leiðvísarablunklyktir eftir reglunum í § 31.
Skrásetingarskyldugt viðfestisamboð skal lúka treytirnar í kapitli 6, tó skal kampingvognur hava stoytdoyvara í fjaðringsskipanini. Kapittul 8 a 4 Viðfest akfar til lendisakfar
Kapittul 8 a 4
4 Viðfest akfar til lendisakfar kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning.
4 Viðfest akfar til lendisakfar skal lúka treytirnar í §§ 29 – 31. Kapittul 9 Bulvognar
Kapittul 9 Bulvognar
Fyri motorriknan bulvogn eru reglurnar í kapittul 2 galdandi. Stk. 2. Fyri bulvogn, ið verður drigin av motorriknum akfari eru galdandi reglurnar í kapitli 6, undantikið § 30, stk. 1, nr. 2 og 3. Stk. 3. Bulvognur ella tað dragandi akfarið skal hava gula frámerkislykt. Kapittul 10 Aðrar reglur
Kapittul 10 Aðrar reglur
Koyrt kann verða við bili, sum er í uppbygging ella til umvæling og við nýggjum bili millum skip, og handilshøli uttan at hesar reglur verða hildnar: 1) Reglur um framlyktir, tá koyrt ikki verður í lyktatendringartíð. Vikið kann tó altíð verða frá reglunum, um hvar lyktirnar skulu vera ásettar. 2) Reglur um baklyktir, nummarplátulyktir og frámerkislyktir. Akfarið skal tó um koyrt verður í lyktatendringartíð hava tvær baklyktir. 3) Reglur um endurskin um koyringin ikki fer fram í lyktatendringartíð. 4) Reglur um leiðvísarablunklyktir, skaðablunk og steðgilyktir um týðilig tekngeving kann verða givin á annan hátt. 5) Reglur um spegl, trygdarbelti og skermar. Akfarið skal tó hava í minsta lagi eitt spegl. 6) Reglurnar um dekk, um so er, at dekkini hava eitt berievni, sum í minsta lagi svarar til tyngdina sum er. Stk. 2. Fyri onnur akfør verða reglurnar í stk. 1 at nýta samsvarandi. Stk. 3. Fyri viðfestisvogn og leguvogn kann afturat teimum í stk. 1 nevndu reglunum eisini verða gjørt frávik viðvíkjandi kravinum um bremsu um so er, at vognraðið ikki koyrir skjótari enn 30 km um tíman.
Er eitt motorrikið akfar, hvørs longd og breidd ikki fer upp um ávikavist 6 m og 2 m í lyktatendringartíðini parkerað fram við vegjaðaranum í fjølbygdum øki, er bara neyðugt, at parkeringarlyktirnar móti miðjuni á vegnum eru tendraðar uttan so, at akfarið er krøkt í annað akfar. Stk. 2. Viðfestisakfar, ið er krøkt úr, skal tá tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera avmerkt við í minsta lagi tveimum reyðum lyktum, ið venda aftureftir, og tveimum hvítum lyktum, ið venda frameftir. Lyktirnar skulu lúka krøvini um ávikavist baklyktir og støðulyktir. Stk. 3. Tann í stk. 1 og 2 nevnda avmerking er ikki neyðug um vegurin er so væl upplýstur, at tað er gjørligt týðiliga at síggja akfarið nóg langt burturfrá, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringarøki ella á øðrum øki, ið er merkt til parkeringar.
6) 7) (Strikað). Merking av seintkoyrandi akførum
Hesi akfør skulu hava ta í stk. 2 nevndu serligu merking av seintkoyrandi akførum: 1) traktorur, 2) motoramboð, undantikið motoramboð, ið er ætlað at verða ført av gangandi, 3) vognrað, ið er eitt akfar, sum nevnt í nr. 1 ella 2 og viðfestisvognur ella viðfestisamboð og 4) vognrað, ið er bilur og ikki skrásetingarskyldugt motoramboð. Stk. 2. Tann serliga merkingin av seintkoyrandi akførum er ein reyður fluorglógvandi tríhyrningur við reyðum kanti, ið gevur endurskin. Stk. 3. Merkingin skal vera sett aftan á traktorinum ella motoramboðnum. Á vognrað skal tað tó vera sett aftan á tí aftasta akfarinum í vognraðnum. Á teimum í stk. 1, nr. 3 nevndu vognrøðum kann merkingin eisini verða sett á hini akførini í vognraðnum. Kapittul 11 Stakfyriskipanir
Kapittul 11 Stakfyriskipanir
Kunngerð frá løgmálaráðnum (nú ferðslumálaráðnum) um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum er galdandi í Føroyum, tó ikki reglurnar um prutl. Stk. 2. Er ikki samsvar millum hesa kunngerð og kunngerðina um stakfyriskipanir smbrt. stk. 1, er tað henda kunngerð, ið er galdandi. Stk. 3. Kunngerðin um stakfyriskipanir kann síggjast hjá Bileftirlitinum. Kunngerðin er undantikin lýsing eftir § 10 í ferðslulógini. Kapittul 12 Straffur og gildiskoma
Kapittul 12 Straffur og gildiskoma
4 Brot á §§ 1-10, §§ 12-18, § 19, stk. 2, §§ 20-22, § 23, stk. 1-6 og 8, §§ 24-27, §§ 28 a – 28 d og § 28 f, §§ 29 og 30, § 31, stk. 1, 2 og 4-6, §§ 32-37 og § 39, stk. 2, § 40 og § 41 verða revsað við bót. Sama er galdandi fyri brot á tey eyka krøv, ið verða sett í kunngerð um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum.
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglurnar verða nýttar um akfør, ið verða skrásett, góðkend ella tikin í nýtslu fyrstu ferð her í landinum, eftir at kunngerðin er komin í gildi. Øll akfør kunnu tó beinan vegin verða tilgjørd í samsvari við kunngerðina. Stk. 3. Higartil galdandi reglur og skiftisreglur viðvíkjandi tilgerð og útgerð eru framvegis galdandi fyri akfør, ið eru skrásett, góðkend ella tikin í nýtslu áðrenn henda kunngerð er komin í gildi við hesum uppískoytum: 1) § 5, stk. 1, nr. 5, § 30, nr. 3 og § 41 verða tó galdandi fyri øll akfør. 2) § 40 verður tó galdandi fyri øll akfør frá 30. apríl 1996. 3) Tilgerð og útgerð á floksgóðkendum akfari má ikki broytast, sbr. tó stk. 2, 2. pkt. 4) Tilgerð og útgerð á ikki floksgóðkendum akfari má ikki broytast í mun til góðkenningina frá Bileftirlitinum, sbr. tó stk. 2, 2. pkt. Stk. 4. Kunngerð nr. 81 frá 10. november 1970 um bann móti nýtslu av píkaketum fer úr gildi. Stk. 5. Kunngerð nr. 69 frá 13. november 1976 um nýtslu av píkadekkum fer úr gildi. 1) Sí eisini kunngerð nr. 49 frá 20.september 1967, sum seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 25. februar 1985. 2) Broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2005. 3) Broytt við kunngerð nr. 74 frá 2. juli 2007. 4) Broytt við kunngerð nr. 54 frá 11. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðisi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.” 5) Broytt við kunngerð nr. 84 frá 23. mai 2005. 6) Broytt við kunngerð nr. 28 frá 13. mars 1998. 7) Broytt við kunngerð nr. 109 frá 21. september 2005, har § 10 ljóðar soleiðis: “§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2005, sbr. tó stk. 2-3. Stk. 2. § 5 kemur í gildi 1. mars 2006. Stk. 3. § 6 kemur í gildi 16. oktober 2007. Stk. 4. Samstundis sum kunngerðin kemur í gildi, verður § 40 og yvirskriftin “Píkadekk og píkaketur“ í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 13. mars 1998, strikað.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(6)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
6 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.