Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mars 2005 Nr. 14
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum broytt við kunngerð…
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 13. mars 1998, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e- merktar, við asymmetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar, og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær ella fýra hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið.” 2) Í § 11, stk. 1, nr. 8 verður sum 2. pkt. sett: “Aftasta síðufrámerkislyktin kann tó vera reyð.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 2. mars 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.