Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. juli 2007 Nr. 74
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 84 frá 23. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis: “1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e- merktar, við asymmetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar, og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra kunnu vera tendraðar samstundis”. 2) Í § 9 verður stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Bilur, sum er yvir 6 m langur, ella sum er góðkendur at vera ein partur av einum bilarað, skal á báðum síðum hava gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda”. 3) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Stk. 3. Bilur, sum er meira enn 2,10 m breiður, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir, og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda”. 4) Í § 11, stk. 1, verður nr. 4 orðað soleiðis: “4) Eitt makað tal av hvítum frámerkislyktum, ið venda frameftir, og eitt makað tal av reyðum frámerkislyktum, ið venda aftureftir, um so er, at bilurin er breiðari enn 1,8 m”. 5) Í § 11, stk. 1, nr. 7, verður “frámerkislyktir” broytt til: “merkingarlyktir”. 6) § 27, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis: “1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m”. 7) Í § 27, stk. 1, verður sum nr. 6 sett: “6) Gular leiðvísarablunklyktir, sum nevndar í § 17, stk. 1, nr. 4”. 8) Í § 28, stk. 1, verður nr. 3 strikað. Nr. 4 til 6 verða hereftir nr. 3 til 5.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 2. juli 2007 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.