Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. mai 2005 Nr. 84
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð á akførum
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð á akførum, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð á akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 31, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Viðfestisvognur, leguvognur, og viðfest akfar til motorsúkklu, kann hava skaðablunk og tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin, tó soleiðis, at endurskin, ið venda aftureftir, skulu vera tríhyrnt.” 2) Aftaná § 31 verður sett: “Kap. 6 a Viðfest akfar til motorsúkklu
§ 31 a Viðfest akfar til motorsúkklu kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning
Viðfest akfar til motorsúkklu kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning. Stk. 2. Viðfest akfar til motorsúkklu skal vera gjørt soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva til óneyðugan vanda fyri onnur.
§ 31 b Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava
Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Eina ás við einum ella tveimum hjólum. 3) Fjaðring á øllum hjólum. 4) Luftgummihjól við minst 1 mm dekk-mynsturdýpi. 5) Skermar yvir hjólini. 6) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum.
§ 31 c Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava lyktir og endurskin sambært § 31
Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava lyktir og endurskin sambært § 31.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. mai 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.