Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. mai 2012 Nr. 54
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum
(Lendisakfør)
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 74 frá 2. juli 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 28 verður sett: ”Kapittul 5 a Lendisakfar
§ 28 a Lendisakfar skal vera soleiðis tilgjørt, at
Lendisakfar skal vera soleiðis tilgjørt, at: 1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar, 2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini liggja á stýrandi hjólunum, og 3) útstandandi partar á lendisakfarinum skulu ikki vera til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
§ 28 b Lendisakfar skal hava
Lendisakfar skal hava: 1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari. 2) Róður, sum lendisakfarið kann verða stýrt lættliga, trygt og skjótt við. 3) Ferðmátara. 4) Fjaðring á øllum hjólum. 5) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm. 6) Skermar yvir øll hjól. 7) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa lendisakfarinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt. 8) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum kann halda lendisakfarinum steðgaðum í brekku. 9) Føraraspegl á báðum síðum. 10) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini. 11) Floytu við støðugum tóna. Stk. 2. Bremsan á lendisakfari skal vera tvær ella fleiri sjálvstøðugar bremsuskipanir, ið virka á hjólini á í minsta lagi 2 ásum. Stk. 3. Á lendisakfari skal brennievnistangin vera hóskandi ásettur, og ein krani skal vera á brennievnisleidninginum millum tangan og motorin. Stk. 4. Framrútar ella vindskermur skal vera av brotpettatryggum glasi ella av egnaðum plasttilfari. Framrútur og vindskermur, ið er um allan sjónarring førarans, skal uttan hava sjálvvirkandi rútastrúkara. Stk. 5. Lendisakfar skal hava fóthvílarar til førara og ferðafólk. Serstakt ferðafólkasetur skal hava handtak til nýtslu hjá ferðafólkinum.
§ 28 c Lendisakfar skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum
Lendisakfar skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum: 1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m. 2) Eina ella tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, og eina ella tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, og sum allar týðuliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. 3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftan fyri lendisakfarið. 4) Eina ella tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava munandi størri ljósstyrki enn baklyktin. 5) Tvey reyð endurskin, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella JRU-merkt ella góðkend av Akstovuni (AS-merkt), og sum ikki eru tríhyrnd. 6) Makað tal av gulum leiðvísandi blunklyktum frammanfyri og aftanfyri á báðum síðum. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin, og tær skulu verða settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið. Stk. 2. Um lendisakfar bert hevur eina reyða baklykt, skal akfarið hava tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir og sum týðuliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
§ 28 d Kravdu støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu kunna vera…
Kravdu støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu kunna vera tendraðar, hóast motorurin er steðgaður. Stk. 2. Støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar ella tokuframlyktirnar eru tendraðar.
§ 28 e Lendisakfar kann hava hesar lyktir og endurskin
Lendisakfar kann hava hesar lyktir og endurskin: 1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar tokuframlyktir, ið eru ásettar soleiðis, at tær ikki blinda. 2) Eina ella tvær reyðar tokubaklyktir, ið lúka krøvini til tokubaklyktir á bilum. 3) Eina ella tvær hvítar bakkilyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu lýsa, tá ið lendisakfarið er í bakkgeari. 4) Skaðablunk. 5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir og ikki eru tríhyrnd, og gul endurskin til síðurnar. 6) Eina leitilykt og eina arbeiðslykt.
§ 28 f Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett symmetriskt á lendisakfarið
Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett symmetriskt á lendisakfarið. Stk. 2. Lendisakfar kann tó hava tríggjar eins nærljóslyktir, ið eru tríhyrnt symmetriskt ásettar.” 2) Aftaná § 36 verður sett: “Kapittul 8 a Viðfest akfar til lendisakfar
§ 36 a Viðfest akfar til lendisakfar kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning
Viðfest akfar til lendisakfar kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning.
§ 36 b Viðfest akfar til lendisakfar skal lúka treytirnar í §§ 29 – 31
Viðfest akfar til lendisakfar skal lúka treytirnar í §§ 29 – 31.” 3) Í § 43, 1. pkt verður aftaná “§§ 24 – 27,” sett: “ §§ 28 a – 28 d og § 28 f,”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012. Innlendismálaráðið, 11. mai 2012 Kári P. Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.