Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
26. mars 2002 Nr. 33
Løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 27. februar 2006
Rættur til tunnilsgerð og eftirlit
§ 1 1) P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um…
1) P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi. Stk. 2.1) 2) 3) Landsverkfrøðingsstovnurin skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini. Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar og í seinasta lagi í 4. apríl 2006, skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um ein tunnil undir ella eina vegføring fram við Leirvík. Stk. 3. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar. Játtan til verkætlanina Peningajáttan
§ 2 4) Játtanin til verkætlanina stór kr. 205 mió verður ásett á fíggjarlóg soleiðis
4) Játtanin til verkætlanina stór kr. 205 mió verður ásett á fíggjarlóg soleiðis: 1) kr. 32,5 mió í 2002, 2) kr. 32,5 mió árliga í eitt fýra ára skeið, fyrstu ferð í 2005, og 3) kr. 42,5 mió í 2009. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita P/F Norðoyatunlinum tilsøgn um, at partapeningurin hjá felagnum verður hækkaður við kr. 195 mió tilsamans úr kr. 30 mió upp í kr. 225 mió við teimum árligu játtanum, sum eru ásettar í stk. 1. Nýtslugjøld
§ 3 Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega- og…
Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega- og tunnilsanleggið. Stk. 2. Vegir og tunnil, ið verða gjørdir við heimild í § 1, stk. 1, verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum. Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í §§ 6 og 7 í tí í stk. 2 nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir og tunnil. Ognartøka
§ 4 Landsstýrismanninum er heimilað móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar…
Landsstýrismanninum er heimilað móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband um Leirvíksfjørð, fæst ikki við samráðingum semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari. Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir ”Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne”. Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirði. Skattlig viðurskifti
§ 5 Frá og við árinum, tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í…
Frá og við árinum, tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í útveganarkostnaðinum rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar. Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð v.m. Eftiransing
§ 6 Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar…
Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar eigarar/brúkarar av akførum til tess at eftiransa gjaldsstaðið. Kunning
§ 7 Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum setir Landsverkfrøðingsstovnurin ein bólk at fylgja við…
Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum setir Landsverkfrøðingsstovnurin ein bólk at fylgja við arbeiðnum, meðan bygt verður. Bólkurin skal mannast við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns. Gildiskoma
§ 8 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 10. apríl 2003 2) Broytt vð løgtingslóg nr. 162 frá 22. desember 2005. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 27. februar 2006. 4) Broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 20. desember 2002.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(5)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
5 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.