Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2002 Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð verður § 2, stk. 1 orðað…
Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð verður § 2, stk. 1 orðað soleiðis: “§ 2. Játtanin til verkætlanina stór kr. 205 mió verður ásett á fíggjarlóg soleiðis: 1) kr. 32,5 mió í 2002, 2) kr. 32,5 mió árliga í eitt fýra ára skeið, fyrstu ferð í 2005, og 3) kr. 42,5 mió í 2009.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. desember 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.