Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. desember 2020 Nr. 179

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

(Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum…

Í løgtingslóg um ferðslu sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við § 46 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, nr. III, litra D verður orðað soleiðis: “D. Lendisakfar, ATV: Motordrivið akfar á 4 ella fleiri hjólum, sum í høvuðsheitum er útgjørt sum lendisakfar, og sum kann verða útgjørt við last ella viðførisberara.” 2. Seinna yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis: “Skráseting av motordrivnum akførum o.a.” 3. Yvirskriftin yvir § 11 a verður orðað soleiðis: “Serligar reglur fyri lendisakfør” 4. § 11 a verður orðað soleiðis: “§ 11 a. Fyri at kunna skrásetast, skal lendisakfar hava eina eginvekt, sum er yvir 190 kg og eina motororku, sum er størri enn 15 kW. Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisberara. Stk. 2. Lendisakfar kann bert koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella frá ella millum arbeiðsøki, og skal flutningurin tá fara fram á stytst møguligum strekki.” 5. § 11 b verður orðað soleiðis: “§ 11 b. Atgongd til elektroniskar upplýsingar úr akfarsskránni kann latast hesum almennu myndugleikum: 1) Løgregluni, 2) TAKS, 3) Føroya Landfúta, 4) Umhvørvisstovuni, 5) Føroya Rætti, 6) Landsgrannskoðanin, 7) Endurnýtsluni á Hjalla og IRF, og 8) kommununum. Stk. 2. Atgongd til elektroniskar upplýsingar um navn og bústað hjá eigarum og brúkarum av akførum og tøkniligar upplýsingar um akfør, kunnu latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til tryggingarfeløg í Føroyum. Stk. 3. Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um navn og bústað hjá eigarum og brúkarum av akførum og tøkniligar upplýsingar um akfarið, kunnu latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til feløg og stovnar, sum krevja inn gjald fyri nýtslu av almennum økjum og tænastum, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 4. Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um navn og bústað hjá eigarum og brúkarum av akførum og tøkniligar upplýsingar um akfør, kunnu latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til peningastovnar í Føroyum í sambandi við tinglýsing av panti í akfarinum í akfarsbókini hjá Umhvørvisstovuni, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 5. Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um navn, bústað og telefon nummar hjá eigarum og brúkarum av akførum, sum av ósketni ikki hava rindað fyri brennievnið, kunnu latast til oljufeløg, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 6. Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um merki, model, skrokknummar og árgang á akførum kann latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til bilasølur, verkstøð og eykalutasølur treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 7. Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um tøkniligar upplýsingar á akførum kann latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til tilbúgvingar, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 8. Upplýsingar fingnar eftir stk. 1-5 mugu ikki latast øðrum privatum uttan so, at hetta er heimilað í lóg. Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri atgongd til skrásettar upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1-7, og kann áseta gjald til Akstovuna fyri upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 3-7.” 6. Seinna yvirskriftin yvir § 15 verður orðað soleiðis: “Tilvitsávirkandi evni, sjúka, overving o.a.” 7. Yvirskriftin yvir § 16 verður orðað soleiðis: “Rúsdrekkakoyring o.a.” 8. Yvirskriftin yvir § 16 a verður orðað soleiðis: “Eftirlit o.a.” 9. Í § 21, stk. 3 verður eftir “Íslandi” sett: “, Stóra Bretlandi”. 10. Yvirskriftin yvir § 25 verður orðað soleiðis: “Neyðsendarkoyring o.a.” 11. Yvirskriftin yvir § 27 verður orðað soleiðis: “Forboð fyri at hanga uppi í akfari og forboð fyri spæli o.a.” 12. Yvirskriftin yvir § 28 verður orðað soleiðis: “At seta ella leggja nakað frá sær á vegi o.a.” 13. Yvirskriftin yvir § 32 verður orðað soleiðis: “Víkiskylda o.a.” 14. Í § 55 b, stk. 1, 1. pkt. verður “ásetir” broytt til: “kann áseta”. 15. Í § 55 b, stk. 1, 2. pkt. verður “ásetir samstundis” broytt til: “kann samstundis áseta”. 16. Í § 55 b, stk. 1, 3. pkt. verður “ásetir hann” broytt til: “kann landsstýrismaðurin áseta”. 17. Yvirskriftin yvir § 58 verður orðað soleiðis: “VII Revsing o.a.” 18. Í § 58 a, stk. 2 verður “§ 16, stk. 5-6” broytt til: “§ 16, stk. 4 og 5”. 19. Í § 58 g, stk. 3 verður “rúsdrekka- og promillukoyring” broytt til: “rúsdrekkakoyring”. 20. Í § 64 a, stk. 3, 1. pkt. verður: “gerandisdagin áðrenn” broytt til: “sama dag fyri”. 21. Í § 64 b, stk. 3, 1. pkt. verður: “gerandisdagin áðrenn” broytt til: “sama dag fyri”. 22. Í § 64 c, stk. 4, 1. pkt. verður: “gerandisdagin áðrenn” broytt til: “sama dag fyri”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær §§ 3-6 koma í gildi.

§ 6 í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð verður strikað.

§ 8 í løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund verður strikað.

§ 12 í løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy verður strikað.

§ 6 Løgtingslóg nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá…

Løgtingslóg nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni verður sett úr gildi. Í Tinganesi, 17. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 47/2020

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙