Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. mai 2015 Nr. 48

Løgtingslóg um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 P/F Vága Floghavn hevur rætt til at fáa elektroniska atgongd til at biðja um stakupplýsingar úr…

P/F Vága Floghavn hevur rætt til at fáa elektroniska atgongd til at biðja um stakupplýsingar úr Akfarsskránni hjá Akstovuni um ein avmarkaðan skara av akførum. Endamálið er, at krevja inn gjald fyri nýtslu av parkeringsøkinum hjá P/F Vága Floghavn. Treytin fyri atgongdini er, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarplátu. Stk. 2. Stakupplýsingarnar, sum P/F Vága Floghavn kann fáa, eru navn og bústaður hjá brúkarum og ánarum av akførum. Stk. 3. Upplýsingar, ið eru fingnar eftir stk. 2, mugu ikki latast øðrum privatum uttan so, at hetta er heimilað í lóg. Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta gjald fyri upplýsingar úr Akfarsskránni, sum Akstovan letur P/F Vága Floghavn.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 12. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 94/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
broyting í løgtingslóg um ferðslu · innanhýsis
Galdandi · 17. desember 2020

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙