Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. apríl 2003 Nr. 49

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 20. desember 2002, verður § 1, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis: “Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar av atknýttum verkætlanum, og í seinasta lagi í 2005 skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Uppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík eysturoyarmegin, og um ein veg frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina borðoyarmegin.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. apríl 2003 Anfinn Kallsberg, (sign.) løgmaður Lm. nr. 69/2002

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙