Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Alivirksemi í hesi lóg fevnir um alt virksemi, har ein fóðrar ella fer um fisk, onnur djórasløg…§ 21) 2) 3) Loyvi frá landsmanninum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka…§ 3Aliloyvi sambært § 2 kann ikki verða givið, um§ 3 a5) Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit…§ 41) Landsstýrið kann taka loyvi smb. § 2 aftur í hesum førum§ 5Landsstýrið kann seta reglur um býti av lívfiski, rogni, ynguli og sjóbúnum fiski til aliendamál§ 6Ferðsla og virksemi á vøtnum og á sjónum nærhendis alistøðum skal fara fram við varsemi, og kann…§ 7Vaktar- og bjargingartænastan kann við merking, eitt nú við boyum og skeltum, seta forboð fyri at…§ 8Landsstýrsins umboð hava við neyðugari lógváttan og uttan rættarskurð atgongd til at koma inn á…§ 9Landsstýrið kann áleggja alara at fáa settar í verk regluligar kannningar av umhvørvinum…§ 10Landsstýrið er heimilað at gera neyvari reglur fyri at fremja tað sum ásett er í lógini ásetta…§ 10 a6) Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum,…§ 117) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann…§ 123) Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger brot á ásetingar ella treytir í hesi lóg ella…§ 13Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd§ 14Aliloyvir, fingin áðrenn henda lóg fær gildi, verða framvegis í gildi við teimum treytum og fyri…

Lógtekstur

9. juni 1988 Nr. 70

Løgtingslóg um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 22. desember 2008

§ 1 Alivirksemi í hesi lóg fevnir um alt virksemi, har ein fóðrar ella fer um fisk, onnur djórasløg…

Alivirksemi í hesi lóg fevnir um alt virksemi, har ein fóðrar ella fer um fisk, onnur djórasløg ella plantur, sum liva í vatni ella sjógvi, til framleiðslu av mati, fóðuri ella yngli.

§ 2 1) 2) 3) Loyvi frá landsmanninum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka…

1) 2) 3) Loyvi frá landsmanninum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til aliing av fiski v.m.. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini loyvi frá landsmanninum. Landsstýrismaðurin kann í loyvinum seta nærri fylgistreytir Stk. 2. 1) 4) 2) 3) 5) Aliloyvi kann verða latið partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan. Aliloyvið kann avhendast. Stk. 3. 1) 2) 3) 5) Felagið skal lúka hesar treytir: 1) Partabrøvini skulu vera navnapartabrøv. 2) (Strikað). 2) Eingin likamligur ella juridiskur persónur kann beinleiðis ella óbeinleiðis við partapeningi, atkvøðurætti ella á annan hátt hava avgerandi ávirkan á meira enn 25% av aliloyvunum. Verða aliloyvir løgd saman, verður ásetingin í pkt. 1 bert nýtt fyri hesi aliloyvi. 3) Eingin av eigarunum skal beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 25% av partapeninginum tilsamans ella hava meira enn 25% av atkvøðurættinum tilsamans í øllum teimum feløgum, sum hava aliloyvi. Prosentparturin av samlaða partapeninginum/atkvøðurættinum verður roknaður sum samanlagdi prosentparturin, sum viðkomandi hevur í hvørjum felag sær, býttur við talinum á teimum feløgum, ið hava aliloyvi. Stk. 4. 1) 2) 3) 5) Eigara- og avgerðarættindaparturin yvir smoltaliloyvum eftir stk. 3, nr. 2 og 3, verður roknaður fyri seg. Stk. 5. 2) 3) 5) Landsstýrismaðurin skal skrivliga hava upplýsingar um broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum og avhending av aliloyvum. Stk. 6. 2) 3) Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum geva undantaksloyvi viðvíkjandi treytunum eftir hesi grein.

§ 3 Aliloyvi sambært § 2 kann ikki verða givið, um

Aliloyvi sambært § 2 kann ikki verða givið, um 1) alistøðin ber við sær serligan vanda fyri spjaðing av sjúku, 2) alistøðin ber við sær skaðilig árin á vistskipanina, 3) alistøðin kemur at liggja til ampa fyri umhvørvið ella øðrum virksemi á økinum. Stk. 2. 1) 5) Tá ið aliloyvi sambært § 2 verður givið, eigur at vera farið eftir 1) hvussu góðan kunnleika umsøkjarin hevur til alivirksemi, 2) at møguleikar kunnu verða givnir alivinnuni til javnari og skynsamari menning á tryggum fíggjarligum og vísindaligum støði í øllum liðum, 3) (Strikað). 4) (Strikað).

§ 3 a 5) Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit…

5) Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettar at verða neyðugar fyri tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal fremja eftir hesi lóg ella reglum, settar við heimild í lógini.

§ 4 1) Landsstýrið kann taka loyvi smb. § 2 aftur í hesum førum

1) Landsstýrið kann taka loyvi smb. § 2 aftur í hesum førum: 1) um alistøðin ber við sær serligan vanda fyri spjaðing av sjúku, 2) um alistøðin ber við sær skaðiligt árin á vistskipanina, 3) (Strikað). 3) um alistøðin ikki letur landsstýrinum tær upplýsingar, sum kravdar verða. Stk. 2. Loyvið kann verða afturtikið, um virksemi á alistøð er til ampa fyri umhvørvi, ferðslu ella øðrum virksemi á økinum. Tó kann hetta ikki verða gjørt í førum, har bøtt kann verða um skaðan ella ampan, ella um alistøðin verður flutt eftir boðum myndugleikanna. Stk. 3. Loyvið kann takast aftur, um tað ikki innan ávísa av landsstýrinum ásetta freist verður nýtt, ella um loyvið bert hevur verið nýtt í lítlan mun. Stk. 4. 3) 5) Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 ikki eru loknar.

§ 5 Landsstýrið kann seta reglur um býti av lívfiski, rogni, ynguli og sjóbúnum fiski til aliendamál

Landsstýrið kann seta reglur um býti av lívfiski, rogni, ynguli og sjóbúnum fiski til aliendamál.

§ 6 Ferðsla og virksemi á vøtnum og á sjónum nærhendis alistøðum skal fara fram við varsemi, og kann…

Ferðsla og virksemi á vøtnum og á sjónum nærhendis alistøðum skal fara fram við varsemi, og kann landsstýrið við kunngerð áseta nærri reglur um hetta.

§ 7 Vaktar- og bjargingartænastan kann við merking, eitt nú við boyum og skeltum, seta forboð fyri at…

Vaktar- og bjargingartænastan kann við merking, eitt nú við boyum og skeltum, seta forboð fyri at veiða fisk nærhendis alistøð, tá hesin av óvart er sloppin út, soleiðis at eigarin hevur møguleika at veiða fiskin aftur.

§ 8 Landsstýrsins umboð hava við neyðugari lógváttan og uttan rættarskurð atgongd til at koma inn á…

Landsstýrsins umboð hava við neyðugari lógváttan og uttan rættarskurð atgongd til at koma inn á alistøð bæði innandura og uttandura at gera kanningar, sum eru neyðugar til fyrisiting lógarinnar.

§ 9 Landsstýrið kann áleggja alara at fáa settar í verk regluligar kannningar av umhvørvinum…

Landsstýrið kann áleggja alara at fáa settar í verk regluligar kannningar av umhvørvinum nærhendis awarðandi alistøð. Um alari ikki ger eftir boðum landsstýrisins, kann landsstýrið fyri rokning alarans seta í verk slíkar kanningar.

§ 10 Landsstýrið er heimilað at gera neyvari reglur fyri at fremja tað sum ásett er í lógini ásetta…

Landsstýrið er heimilað at gera neyvari reglur fyri at fremja tað sum ásett er í lógini ásetta við serligum atliti til krøv um fakligar royndir innan havbúnað og til, hvørjir stovnar skulu hava fyrisitingina av alivinnuni um hendur.

§ 10 a 6) Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum,…

6) Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð frá landsstýrismanninum.

§ 11 7) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann…

7) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

§ 12 3) Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger brot á ásetingar ella treytir í hesi lóg ella…

3) Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger brot á ásetingar ella treytir í hesi lóg ella við heimild í hesi lóg, verður revsaður við bót. Stk. 2. Í reglum, sum verða givnar eftir §§ 5 og 10 í lógini, kann verða ásett bót fyri at bróta ásetingarnar í reglunum. Stk. 3. Er brotið framt av einum partafelag, lutafelag ella tílíkum, kann bót verða áløgd felagnum sjálvum.

§ 13 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 57 frá 24. mai 1974 um bygging, innrætting, nýskipan og víðkan av virkjum til kleking av rognum og til fiskaaling, sum broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 2. august 1985.

§ 14 Aliloyvir, fingin áðrenn henda lóg fær gildi, verða framvegis í gildi við teimum treytum og fyri…

Aliloyvir, fingin áðrenn henda lóg fær gildi, verða framvegis í gildi við teimum treytum og fyri tað tíðarskeið, ið tilskilað er í loyvinum. Tórshavn, 9. juni 1988 Atli P. Dam (sign.) løgmaður / Vilhelm Johannesen (sign.) 1) Broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 19. juni 1990. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 14. mai 1997, har § 2 ljóðar soleiðis : “Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógaruppskotið er lagt fram á Føroya Løgtingi. Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lóg nr. 70 frá 9. juni 1988 við seinni broytingum úr gildi.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 3. apríl 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda fram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í § 2, stk. 2, og § 2, stk. 3, nr. 3 og 4. Stk. 3. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðrenn 24. mai 1997, kunnu halda fram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 1 og 2.” 4) Broytt við løgingslóg nr. 100 frá 23. juni 1992. 5) Broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 17. mai 2004. 6) Broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 22. desember 2008. 7) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 22. desember 2008
Broytingar
at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum · innanhýsis
Galdandi · 8. mai 2008
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 17. mai 2004
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 3. apríl 2001
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 18. februar 1999
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling v. m. · innanhýsis
Áður galdandi · 14. mai 1997
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 23. juni 1992
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling av físki v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 19. juni 1990
Broytingar
broyting í løgtingslóg um aling v. m. · innanhýsis
Áður galdandi · 14. mai 1997
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙