Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. mai 1997 Nr. 61

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling v. m.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v. m. við seinni broytingin verður gjørd…

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v. m. við seinni broytingin verður gjørd henda broyting: 1) § 2 verður orðað soleiðis : “§ 2. Loyvi frá landsstýrinum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til alivirksemi. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini loyvi frá landsstýrinum. Stk. 2. Landsstýrið kann í loyvinum seta nærri fylgistreytir. Stk 3. Alivirksemið sambært hesi lóg kann bert fara fram á alistøðum, sum hava loyvi firá landsstýrinum til alivirksemi eftir stk. 1. Fyri at reka alistøð í Føroyum krevst, at eigararnir eru: a) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis og sum lúka treytirnar í stk. 4, b) ella feløg, sum lúka treytirnar í stk. 5. Stk. 4. Eigararnir sambært stk. 3 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrá settir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Stk. 5. Um eigararnir sambært stk. 4 eru skipaðir í felag, skal tað lúka fylgjandi treytir: a) Felagið skal vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv. b) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 4. c) Um broytingar eru farnar fram í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum, skal felagið skrivliga geva Føroya landsstýri upplýsingar um hesar. Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðrenn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda áfram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í stk. 3-5. Stk 7. Landsstýrið kann í heilt serligum føram gera undantøk viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein.”

§ 2 Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógaruppskotið er lagt fram á Føroya Løgtingi

Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógaruppskotið er lagt fram á Føroya Løgtingi. Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lóg nr. 70 frá 9. juni 1988 við seinni broytingum úr gildi. Tórshavn, 14. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙