Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. februar 1999 Nr. 13

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61. frá 14. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 5 verður litra b orðað soleiðis: “b) Eigararnir, sum eiga í minsta lagi 2/3 av felagnum, og sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 4.” 2) Í § 4 verður sett sum stk. 4: “Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 4 og 5, litra b, ikki eru loknar.” 3) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Brot á § 2, stk. 1, 2, 3 og 5, litra a og c og §§ 6 og 7 verða revsað við bót.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. februar 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙