Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2004 Nr. 25

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 3. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 2 verður sum 2. pkt sett: “Aliloyvið kann avhendast” 2) § 2, stk. 3, nr. 2 verður strikað. Nr. 3 og 4 verða hereftir nr. 2 og 3. Tilvísingarnar í § 2, stk. 4 til § 2, stk. 3, nr. 3 og 4 verða samsvarandi broyttar til nr. 2 og 3. 3) § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal skrivliga hava upplýsingar um broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum og avhending av aliloyvum”. 4) § 3, stk. 2, nr. 3 verður strikað. 5) Aftaná § 3 verður sett: “§ 3 a. Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettar at verða neyðugar fyri tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal fremja eftir hesi lóg ella reglum, settar við heimild í lógini”. 6) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 ikki eru loknar”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 58/2003

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙