Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mai 1996 Nr. 63

Løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 17. desember 2001

Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta royndarskipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni.…

1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta royndarskipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni. Endamálið við royndartiltakinum er at royna eina skipan, sum sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt. Stk. 2. 1) Í royndartíðini lata luttakandi kommunur í oynni landsstýrismanninum eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og Skopun ókeypis til nýtslu. Stk. 3. 2) Royndartíðin er sett til 6 1/2 ár, og er galdandi frá 1. juli 1996 og fer úr gildi 31. desember 2002.

§ 2 Royndartiltakið verður skipað soleiðis, at røktarheim verður heima á Sandi, meðan eindirnar í…

Royndartiltakið verður skipað soleiðis, at røktarheim verður heima á Sandi, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir. Stk. 2. 1) Royndartiltakið verður rikið sum landsstovnur, og fyriskipað undir Serforsorgini og Heimarøktini, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum.

§ 3 1) Royndartiltakið inniber, at landsstýris­manninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu…

1) Royndartiltakið inniber, at landsstýris­manninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upptøku á stovni og sambýli, gjaldsreglur fyri búfólk, dagligu leiðsluna, fíggjarviðurskifti o.l.

§ 4 Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av royndarskipanini, ið…

Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av royndarskipanini, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum, jb. § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum.

§ 5 Útreiðslurnar til royndarskipanina verða í fíggjarárinum 1996 hildnar innan fyri játtanirnar til…

Útreiðslurnar til royndarskipanina verða í fíggjarárinum 1996 hildnar innan fyri játtanirnar til røktarheim og heimarøkt. Frá fíggjarárinum 1997 verður játtan at avseta á serligt rakstrarstað til royndarskipanina.

§ 6 Henda lóg fær gildi 1. juli 1996

Henda lóg fær gildi 1. juli 1996. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 17. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 17. desember 2001.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2002
Broytingar
broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 17. desember 2001
Broytingar
broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni · innanhýsis
Áður galdandi · 17. mai 2000
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙