Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. desember 2001 Nr. 148
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 17. mai 2000, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Royndartíðin er sett til 6 1/2 ár, og er galdandi frá 1. juli 1996 og fer úr gildi 31. desember 2002.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. Tórshavn, 17. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.