Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2000 Nr. 80

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, verða gjørdar…

Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 og 2, verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 2) Í § 2, stk. 2, verður “Almannastovuni” broytt til: “Serforsorgini og Heimarøktini”. 3) § 3, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Royndartiltakið inniber, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l.” 4) Í § 3, stk. 2, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000. Tórshavn, 17. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙