Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. desember 2002 Nr. 111
Løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eina skipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni.…
Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eina skipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni. Endamálið við skipanini er at sameina røktarheimsrakstur og heimarøkt. Stk. 2. Tær luttakandi kommunurnar í oynni lata landsstýrismanninum eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og í Skopun ókeypis til nýtslu.
§ 2 Skipanin fevnir um 3 eindir við røktar-búplássum til eldri fólk og heimarøktina
Skipanin fevnir um 3 eindir við røktar-búplássum til eldri fólk og heimarøktina. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat eindirnar skulu nýtast til. Stk. 3. Skipanin verður rikin sum landsstovnur og fyriskipað undir Serforsorgini/Heimarøktini, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum.
§ 3 Skipanin inniber, at landsstýris-manninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá…
Skipanin inniber, at landsstýris-manninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upptøku á stovni og sambýli og gjaldsreglur fyri búfólk.
§ 4 Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av skipanini, ið viðvíkja…
Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av skipanini, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur, eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum, jb. § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum.
§ 5 Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av skipanini
Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av skipanini.
§ 6 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003. Samstundis fer løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 við…
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003. Samstundis fer løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 við seinni broytingum um royndar-skipan innan eldrarøkt í Sandoynni úr gildi. Tórshavn, 20. desember 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.