Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. mai 2005 Nr. 63
Løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 30. apríl 2018 1)
Kapittul 1 Endamál
Kapittul 2 Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna ella heilsufrøðingi
Kapittul 3 Fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsufrøðingi
Kapittul 4 Fígging
Kapittul 5 Gildiskoma
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2-3 og 5, í “Lov nr. 316 af 17. mai 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.
Kapittul 1
Endamál 1)
Endamál
Kapittul 1 Endamál 1)
1) Fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung skulu gera sítt til at tryggja teimum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi. Kapittul 2 Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna ella heilsufrøðingi 2) Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna 2)
Kapittul 2 Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna ella heilsufrøðingi 2)
2) Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Tríggjar av hesum kanningum skulu fara fram í fyrsta ári barnsins. Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna 2)
2) Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá antin heilsufrøðingi ella kommunulækna. Tann fyrra kanningin skal verða bjóðað við byrjan av skúlatíð barnsins. Tann seinna kanningin skal verða bjóðað tí unga stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar.
1) (Strikað). Stk. 2. 1) (Strikað).
1) 2) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um heilsukanningar sambært §§ 2 og 2 a. Kapittul 3 Fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsufrøðingi
Kapittul 3 Fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsufrøðingi
Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin skal harumframt bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað hjá barninum. Stk. 2. Virksemið hjá heilsufrøðinginum sambært stk. 1 verður vanliga skipað við heimavitjan, foreldraráðgeving og øðrum.
Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum. Stk. 2. Virksemið hjá heilsufrøðinginum sambært stk. 1 fer vanliga fram á skúlunum.
Heilsufrøðingurin kann bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað til: 1) persónar, ið hava tørv á øktari vegleiðing og stuðli vegna sálarligu-, likamligu- ella sosialu trupulleikum barnsins ella tí unga sambært §§ 5 og 6. 2) persónar, ið hava tørv á vegleiðing og stuðli vegna persónligar trupulleikar, t.d. foreldur við sálarligum-, likamligum- ella sosialum trupulleikum. 3) lærarar, dagrøktarar, starvsfólk í barnagørðum og líknandi.
Uppgávurnar sambært §§ 5, 6 og 7 skulu gerast av heilsufrøðingum, ið hava eina útbúgving, sum danska heilsustýrið hevur góðkent. Stk. 2. Danska heilsustýrið kann í serligum førum loyva sjúkrarøktarfrøðingum, ið ikki hava útbúgving sum heilsufrøðingar, at loysa uppgávurnar sambært §§ 5, 6 og 7.
Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri teimum fyribyrgjandi heilsukanningunum og heilsuvegleiðingunum sambært §§ 5, 6 og 7. Kapittul 4 Fígging 1)
Kapittul 4 Fígging 1)
Tænastur sambært hesi lóg eru ókeypis.
Landið ber allar útreiðslur sambært hesi lóg. Stk. 2. Kommunurnar bera útreiðslurnar til viðtaluhøli hjá kommunulæknum og heilsufrøðingum. Kapittul 5 Gildiskoma
Kapittul 5 Gildiskoma
Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2006. Stk. 2. Samstundis, sum løgtingslógin kemur í gildi sambært stk. 1, fara úr gildi: 1) “Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn”, 2) “Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. december 1987”, og 3) Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000. Tórshavn, 17. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 53/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 12. mars 2014. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 30. apríl 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(6)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
6 av 7 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.